mikudagur 26. november 1997síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Blaðstjórnarfulltrúi:
Randi Jacobsen
Rå Berholdsen
Vælkomin
å Netsosialin
— til eitt tilboð
í KT-samfelagnum
Oddagrein
Týsdagin varð Netsosialurin formliga tikin í nýtslu. Frá
hesum degi kemur Sosialurin út bæði sum pappírsblað
og á internetinum. Tvey media, annað fleiri hundrað
ára gamalt - hitt eitt framtíðar medium. Hetta, at vit fara
inn í eitt nýtt ártúsnd við einum heilt nýggjum miðli er
vert at hugsa um. Við fyrsta eygnabráð kann tað tykjast
kollveltandi, men tá vit hugsa okkum nærð um, so er
hetta bert ein heilt natúrlig gongd. Hugsa vit um, hvussu
lítið toknin innan prentlistina hevur broytt seg, so er
nternetið í roynd og veru eingin kollvelting, men heldur
at meta sum ein sjålvsøgd dagføring
Vit liva í eini internationaliseringstíð. Orsakað av teimum
stóru broytingunum í kunningartoknini er heimurin vorðin
sum ein bygd. Tað er skjótari at senda ein e-mail til
Singapore enn eitt telefax til Gásadals. Heimurin er
vorðin ein KT marknaður og kunningin stendur opin fyri
ollum, sum hava forleika og ráð at nýta teir óavmarkaðu
møguleikar, ið liggja á hesum oki
Vit líta at eini gongd, ið setir stór krøv til myndugleikar
og vinnuliv. Nýggja tøknin hevur at kalla óavmarkaðar
møguleikar fyri sam- og fjarskifti millum borgarar og
borgarar, millum borgaran og myndugleikarnar, millum
myndugleikar og vinnuliv o.s.fr. Nýggja tøknin setir stór
krøv til undirvísingarverkið. Teir borgarar og teir partar
av vinnulivinum, ið ikki megna hesa nýggju tøkni, gerast
eftirbátar. Vit fáa A-borgarar og B-borgarar. Vit fáa A-
fyritøkur og B-fyritøkur.
Tað er ti neyðugt at økja og styrkja telduundirvisingina
i skúlunum, men samstundis eiga vit tryggja, at hetta
ikki gonur út yvir aðrar lærugreinir. Samfelagið eigur at
tryggja ta neyðturviligu fjarskiftistoknina og útgerðina,
meðan vinnulívið sjálvt eigur at ansa eftir, at iløgur og
útbúgving fylgja við. Hetta setir eisini stór krøv til vinnulív
og samfelag.
Sosialurin tekur nú stigið inn i KT- og fjarskiftissam-
felagið. Vit vóna við hesum fyrst og fremst at geva
okkara brúkarum eina betri tænastu. Vit vóna við hesum
at geva okkara landsmonnum í fremmandum londum
og á skipaflotanum somu møguleikar sum borgarin
heima hevur at lesa eina avís sama dag, sum hon
kemur út. Vit vita væl, at útvarpið ber tíðind. til hesar
somu bólkar, men tað er og verður ein grundleggjandi
munur á hesum at hoyra tíðindi og at lesa eitt blað
Blaðið kanst tú goyma og tú kanst fordjúpa teg í blað-
num. Blød og loftmiðlar eru grundleggjandi ymiskir
miðlar og brúkararnir skal hava atongd til báðar hesar.
Við Internetsosialinum fáa lysarar okkara eitt einastand-
andi høvi at koma ut til eina breiða fjøld av kundum
Møguleikarnir fyri at variera lýsingarnar eru stórir og
møguligt er at rokka heilt nýggjum málbólkum. Afturat
hesum koma teir nýggju møguleikarnir at kommunikera,
at samskifta og fjarskifta við kundarnar
Sosialurin vónar, at lesarar og vinnuliv taka væl í móti
hesum nýggja tilboði. Eisini myndugleikarnir fáa við
hesum heilt nýggjar møguleikar at kunna borgararnar
Kunning er ein fortreytin fyri menning og trivnað. Við
hesum bjóða vit ollum vælkomin á Sosialin á inter-
netinum og vóna at hetta okkara tiltak verður við til at
lyfta Føroya: inn í næsta ártúsund, og at borgarar,
vinnulív og samfelag við hesum hava fingið eitt av
vónandi nógvum amboðum at taka ímóti termum ómeta-
liga mongu og stóru avbjóðingum, sum nýggja ártúsund-
in ber í fangi
Sosialurin
Lesarabrøv
Bummpengar - framhald av seinasta
»Fimmaranum« í UF
Sum øllum kunnugt, var
Fimmarin mikudagin 19
nov. um undirsjóvartunnil
um Vestmannasund. Har
kom nógv áhugavert fram
Sjálvur slapp eg framat sum
síðsti lurtari. Men tey, ið
lurtadu, mundu flest øll
standa eftir við tí fatan, at
lítið skil var í tólunum. sum
vórðu slongd ut. Tí ynski
eg at seta roknistykkið upp
her. Vitandi at tøl eru turr
slig, skal eg koma ul tey
seinni. Fyrst vil eg siga, at
grundin til hetta rokni
stykkið er, at fleiri halda tað
vera grundleggjandi skeivt
at skula gjalda bummpeng
ar um undirsjóvartunnilin
tá tað er ókeypis um aðrar
tunnlar. Prinsipielt eri eg
samdur við teimum. Men
eru tað bummpengar, sum
skulu til fyri at vit skulu fáa
fast samband um Vest-
mannasund, so vilja vit
fegin gjalda bummpengar
Vit eru jú von at gjalda, og
hví ikki gjalda fyri nakað,
sum er so ómetaliga nógv
betri? Hjá okkum snýr tað
seg ikki fyrst og fremst um
bummpengar ella ferða-
seðlaprís. Nei, fyrst og
fremst snýr tað seg um at
sleppa frá at skula bíða, og
at kunna fara og koma aftur
tá man vil sjálvur. Bumm-
pengar skulu jú bara gjald-
ast yvir eitt áramál, alt eftir
hvussu fíggingin er, og so
er tað yvirstaðið. Men til
tey, sum eru ímóti at fíggja
við bummpengum, tí tað er
órættvíst. Her er tað at eg
vil vísa á verandi órættvísi
Allir (nærum) almennir
stovnar eru í Havn. Skal eg
til Havnar á ein av hesum
almennu stovnunum, má eg
gjalda fyri at sleppa um
Vestmannasund, umframt at
eg skal bíða. Havnarfólk
gjalda ikki, ei heldur eyst-
uroyingar, men vit á randar-
økjunum mugu gjalda. Av
somu grund nýta teir nógv
meira enn vit. Skal tað vera
rættvist, er høvudsreglan at
tú mást gjalda fyri tað, tú
nýtir. Hetta kann gerast á
fleiri mátar
1.Gjalda vegskatt eftir
koyrdum kilometrum.
Hetta er ótvað rættvísasta
loysnin, men her er vans
in, at tað er nærum Ogjør
ligt at praktisera. Kilo
metrarnir skulu fyrst ges
ast upp, og síðani skal
krevjast inn aftaná. Tað er
lætt at snýta, bæði við at
geva skeivt upp ella við
at skrúva km teljaran aft-
ur
2.Gjalda bummpengar
vid ferjur, tunnlar,
byrgingar og brúnna
við Streymin.
Hetta er ikki tann full-
komna loysnin, men løtt
at praktisera, og hon er
nær høvudsregluni »at
gjalda fyri tað tå nytir«.
Tey, ið koyra nógv, kunnu
keypa sær mánaðarkort.
3.Avtaka verandi ferða-
Hetta er lættasta loysnin,
men so mugu pengarnir
fáast til vega á annan hátt,
og hevuðsreglan >at
gjalda fyri tað tú nytir«
forbjóðar at hækka veg-
skattin
Mítt roknistykkið var uppá
punkt 2.: (Bert fyri bilar)
Tølini eru úr >Ferðslan
1996< hjá Landsverkfrød-
inginum
Tunnlar 10
(+ 4 å Kallsoynni)
Brúgv um Streymin |
Byrgingar 2
Ferjur 4
Bindingar 17
Arsmiðalferðslan fyri ferjur
er 632 pr. dag ella 231.000
pr. ár. Ferðaseðlaprísurin er
kr. 80,- so tað gevur pr. ár
18,5 mi6
Arsmiðalferðsla fyri allar
bindingarnar er 12.670 pr
dag ella 4,6 mi6. pr. ár. Taka
vit ein prís á kr. 50,- gevur
tað pr. ár kr. 231 mió. Hetta
er um goldið verður fyri
hverja »binding«. Mítt upp-
skot er at gjaldast skal fyri
fyrstu »bindingina«, og síð-
ani koyra frítt restina av
degnum. Her er tað at tað
veruliga skal roknast, tí
nógv koyra um fleiri >bind-
ingar<, meðan onnur um
færri ella onga
Vildi mett, at tað var uppá
sítt pláss at býtt talið við 4.
So høvdu vit fingið pr. år
kr. 58 mi6., ella knappar 40
mió. meira enn vit fáa fyri
ferjurnar í dag
Jú, sjálvandi skal roknast
nærri uppá hetta. Men á
henda hátt høvdu vit fingið
pening frá teimum á megin-
økinum, sum í dag einki
gjalda. Og vit á randarøk;-
unum høvdu sloppið væl
bíligari. Td. kundu suður-
oyingar sloppið á flogvøll-
in og aftur fyri kr. 50,- ístað-
in fyri kr. 400,- sum tað
kostar í dag. Havnarmenn
og eysturoyingar høvdu
eisini sloppið bíligari á flog
vøllin enn í dag, fyri kr. 50,-
í mun til í dag fyri kr. 160,-
Hvussu skal henda
bummpengaskipan so
praktiserast? Í útlondum eru
sjáldan fólk knýtt at bumni-
pengaplássunum. Gjaldast
kann við reiðupeningi,
kredittkorti ella man keypir
mánaðarkort. Bidikøir eru
ongar, so hetta darvar ikki
ferðsluni. Sjálvur koyrdi eg
undir Thames ánni eystan
fyri London í vár. Har var
motorvegur við 3 banum
hvønn veg. Komin til
bummpengaplássið vórðu
banarnir býtti í uml. 10 og
ein 1£ myntur skuldi koyr-
ast í eina stóra trakt, og so
fór bummurin upp. Tey, ið
von eru, steðga ikki heilt,
men tveita myntin í og
koyra víðari
Sum áður sagt, er hetta til
tey (teir politikarar), sum
eru ímóti at seta bumm-
pengar bara á undirsjóvar-
tunnilin. Tað má ikki henda,
at tit atkvæða ímóti av hesi
grund.
Vinarliga,
Heðin Poulsen,
Vatnsoyrar
Jólahugni í
Café Natúr
| Í samband við at jólaglið er komið |
| á marknaðin verður jólatiltak í Café |
| Natur
| Klokkan 17 seinnapartin byrjar stórt jólatiltak í Café |
| Natúr á Aarvegnum í Havn
Livandi tónleikur verður at hoyra alt kveldið. Bæði
Í inni og úti. Millum annað fer Havnar Hornorkestur at
| spæla, meðan Spælimenninir eisini fara at spæla seinni |
|um kveldið
Til ber at fáa jOlagløgg og holikøkur, so um tú hevur
| hug at hugna tær og taka jólini eitt sindur upp á forskot |
| saman við familjuni ella starvsfeløgunuim, ber til at gera
| hetta í Café natúr frá klokkan fimm seinnapartin í dag. |
Ungdóms-
gudstænasta
verður í Havnar
kirkju hósdagin
27. nov. v/ Sverra
Steinhólm, presti.
Magni
Christiansen
syngur.
} « Drekka verður á
Sjómansheim-
inum aftaná.
Prestur