hósdagur 27. november 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 226 - 27. november 2003
Nr. 226 - 27. november 2003
21
Norðurbryggjan letur
upp við einum braki
– fyri innboðin og
almenningin. Millum
tiltøkini er eitt ser-
stakt Ðistórtióonuaq
Party
TILTØK
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Tað stundar av álvara til, at
Norðurbryggjan, Nordat-
lantens Brygge á donskum,
í Keypmannahavn letur
upp.
Nýggja
Útnorður
mentanarborgin í danska
høvuðsstaðnum,
ætlar
eisini at vísa seg frá sínari
bestu síðu í sambandi við
upplatingina hósdagin.
Tá hugsað verður um, at
húsið skal vísa mentan úr
Útnorði, so er tað eisini ein
spennandi og ikki lítið
forkunnug skrá, sum tey
hava lagt til rættis.
Innboðin
Sum vera mann er tað ein
meira formligur partur av
upplatingini.
Dronning
Margrethe verður við, og
hetta setir krøv til tiltakið,
sum merkir at talið av gest-
um má avmarkast. Av øðr-
um heiðursgestum kunnu
vit nevna fyrrverandi ís-
lendska forsetan, Vígdis
Finnbogadóttir,
Anders
Fogh Rasmussen, forsætis-
ráðharri,
og
Annfinn
Kallsberg verður flokkaður
millum tungu nøvnini.
Umboðsstovurnar
hjá
teimum trimum londunum
lata eisini upp hósdagin.
Tað verður eisini Vígdis
Finnbogadóttir, forkvinna
fyri Norðurbryggjuna, sum
formelt letur húsið upp kl.
14 hósdagin, og ein tíma
seinni verður tíðindafund-
ur. Samstundis verður ein
stór listaframsýning latin
upp.
21 listafólk úr Føroyum,
Íslandi og Grønlandi eru
við á framsýningin. Heitið
á framsýningin er ikki
tilvildarliga
Kolonialen.
Framsýningin hevur til
endamáls at sýna sam-
tíðarlist úr teimum trimum
londunum.
- Vit vilja fegin vísa, at
londini hava nógv at bjóða
upp á. Annað enn føroysk-
an dans og fólkatónleik,
sigur Mads Nordlund, fjøl-
miðlasamskipari fyri Norð-
urbryggjuna, sum leggur
eina við, at pláss skal vera
fyri øllum.
Føroysku listafólkini eru:
Anker Mortensen, Astri
Luihn, Bárður Jákupsson,
Hans Pauli Olsen, Hansina
Iversen, Rannvá Kunoy og
Tróndur Patursson.
Eisini tvær aðrar fram-
sýningar lata upp. Onnur er
framsýningin Veiðimentan
í Ùtnorði, sum hevur verið
sýnd fram í Norðurlanda-
húsinum í Føroyum.
Tann triðja framsýningin
verður rópt Historier í træ.
Hendan framsýningin sýnir
brúkslist og handverk gjørt
úr træ úr teimum trimum
londunum seinastu fimm-
hundrað árini.
Seinni um kvøldið verður
ein størri móttøka hildin
fyri einum stórum tali av
innbodnum gestum.
Hini
Ert tú staddur í Keyp-
mannahavn ella har á leið,
men tú kanst ikki kalla teg
kongaligan, og innbjóðing-
in er horvin í postinum, so
hevur tú kortini møguleik-
an at ríka teg við rættiliga
fitt av mentan. Leygardagin
og
sunnudagin
verður
skipað fyri einum festivali í
sambandi við upplatingina.
Skráin er drúgv, og hildið
verður á tað mesta av leyg-
ardegnum og sunnudeg-
num. Mads Nordlund sigur,
at leygardagurin er meira
rættaður
móti
teimum
vaksnu. Sunnudagurin er
hinvegin til alla familjuna.
Øll skráin stendur á
www.bryggen.dk
Av luttakarum á festival-
inum kunnu nevnast Eivør
Pállsdóttir, Teitur Lassen,
Yggdrasil, Húsakórið og
fleiri onnur umboð fyri
føroyska mentan.
Teitur og Eivør eru tey
føroysku tónlistarfólkini,
sum standa seg best uttan-
lendis í løtuni. Ein onnur,
sum eisini selir nógvar
fløgur
uttanfyri
heim-
landið, er Guðrun Sólja Ja-
cobsen, og hon verður
sjálvandi eisini við, tá
Norðurbryggjan heldur sín
fyrsta festival.
Leygarkvøldið klokkan
22 verður eitt stórfingið
tiltak, kallað Ðistórtióo-
nuaq Party, hildið í Luft-
kastellet hjá Norðurbryggj-
uni. Heitið hava tey sjálvi
evna til úr teimum trimum
málunum í Ùtnorði við eitt
sindur av altjóða dámi.
Við rámandi orðum úr
stórbýarnáttarlívinum verð-
ur sagt, at tiltakið umfatar
pop, lounge, performance,
happenings, dj´s og nakrir
av teimum mest "funky"
bólkunum í Ùtnorði.
Skaldskapur
Men eisini tann meira sið-
bundni tónleikurin sleppur
framat
á
festivalinum.
Fólkatónleikur, skemt og
dukkusjónleikur umframt
annað er á skránni.
Leygardagin og sunnu-
dagin
verða
Nordiske
sprog- og litteraturdage
hildnir.
Eitt
nú
verða
høvundarnir Erik Skyum-
Nielsen, Oddvør Johansen,
Einar Már Guðmundsson
og Kelly Berthelsen til
staðar.
Framsýningarnar verða
at síggja á bryggjuni nakrar
mánaðir fram, og ætlanin er
at skipa fyri fleiri tiltøkum
restina av hesum árinum.
Men um vikuskiftið er
skráin ógvuliga fjøllbroytt,
og fólk kunnu uppliva
ógvuliga nógv av mentan
úr Føroyum, Íslandi og
Grønlandi á mentanardepl-
inum á Grønlands Handels
Plads í Keypmannahavn.
Norðurbryggjan letur upp við braki
Ðistórtióonuaq Party
Soleiðis sá út fyri nøkrum mánaðum síðani. Í dag er hetta broytt. Men ikki fyrr enn hósdagin sleppa innboðin og leygardagin øll
onnur inn at síggja, hvussu byggifrøðingar og handverkarar hava brúkt hegni og hugflog til at innrætta velduga pakkhúsið til
eina livandi mentanarhøll
Mynd Jan Müller
Í mai mánað vóru umboð fyri londini í Útnorði boðin at síggja Norðurbryggjuna hálvlidna. Her er tað Morten Melgaard, stjóri,
sum vísir runt. Á myndini er m.a. annar av fólkatingsmonnunum úr Grønlandi
Mynd Jan Müller
C
M
Y
K
21
20