mikudagur 26. november 1997síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 226 - 26. NOVEMBER 1997
tíðindablaðið
11
Kirkjubømururin
Kirkjubø
yri Herman sum 16
ættarlið, havi €
Sum festari av
garði í
"eins og for
fedrar mínir skyldu til at
irðverta henda fedranna
Ir r lata næsta ættarliði
arð h kk ert
in tå ið ri skjót
i i ro
Kirkiubøn
k
IK
n så
K Í hvenn d
ør LØ
i f kjotari
k 3 tØ
Á }! T T >
Gk! | IS
i her
ið í sellum práti sum her et
farið fram av nógvum mæt
um fólki, um varðveitslu av
Múrinum. Ég kann td
nevna Sverra Dahl
fyrrverandi landsantik varur
Glob protessart Bodil
Kock, Kristian Eldjarn, Há
kon Christie, Knud Krogh,
Curt V. Jessen, Benner Lar
sen, Helge Brinch Madsen,
Søren Abrahamsen, Kirstin
Eliasen og mong onnur
Sum vaksin havi eg lisið
mest alt sum mínir forfedrar
og aðrir hava skrivað um
Múrin og onnur fornminni
og forngripir her á staðnum,
og um teirra stríð, eisini í
móti embætismonnum, at
verja hesi fornminni. Eisini
havi eg lisið nógy um hvat
kendi norski arkitekturin
Johannes Meyer hevur
skrivað um ætlanir í 1926
um at varðveita Múrin
Eg havi verið víða um í
verðini og ferðast, og havi
altíð havt eyguni við mær,
og hugt hvussu onnur hava
rgkt teirra fornminni; eitt nú
í Íslandi, Grønlandi, Dan
mark, Noregi og Finnlandi,
og samanborið tað eg havi
sæð, við hvat vit møguliga
kunnu gera, fyri at varðveita
Múrin á ein skinsaman hátt,
og hetta hevur verið við til
at lagt lunnar undir okkara
verkætlan
Tað er eingin loyna, at eg
ótolin í nógv ár havi bíðað
eftir at nakað itøkiligt kom
frá okkara serkønu um hvat
skal gerast. Seinasta ár
spyrji eg meg sjálvan, hvat
vil eg? Hvat kann eg gera?
Her er eingin ivi hjá mær
Eg vil at Múrurin skal ver)
ast, so at hann ikki ferst
meira. Hann má fáa eitt tak
vindeygu og hurðar
Samstundis vil eg at tetr
kirkjugripir, sum vóru tiknir
higani ífrá, ímóti mínum
forfedra vilja. koma aftur á
teirra rætta pláss, og her
kunnu sýnast fram fyr Fer
oya fólki og øðrum
Síðani vendi eg mær til
PJ. Gregoriussen, arkitekt
Una Patursson, verkfrøding
Trønda Patursson, lista
mann og onnur góð fólk
Eftir tveimum mánaðum
høvdu vit okkara verkætlan
klára. Eitt valaverk. sum
ikk: á nakran
Múrin
Vil verta
hátt skala
tvørturimoti
hann, soleiðis
men
hann í framtíðin bæði kant
í Mururin ska
tast ant f hátt Mal
va tey Múrin im hann
í út í 1997
rtur
rtur aftu
Okkara ver
u | HO prak k
jørtt h ar Í ið 3
mæli frá i sðrum
, ,
} tI millu if 3
Koldinghus Verkætla
hansara ulmæli
kkara
ir eftir
Somuleiðis hevur
verkætlan fingið góð um
mæli frá serkønum fólki
bæði í Førovum, Íslandi
Noregi og Danmark
Verkætlan okkara ble
løgd fyri Landsstýrismann
in í mentamálum Sámal
Petur í Grund og varð mót
tikin við vælvild, somulzið
is av bygdaráðnum, kirkju
ráðnum, kirkjumynduglerk
um, Føroya fólki og ikki at
gloyma, sellum teimum
mongu vitjandi, sum hava
verið her og sæð ætlanina
Henda góða ítekiliga
verkætlan okkara, sum ikki
higartil hevur kostað Fer
oya fólki eitt einasta oyra,
kann setast í verk beinan
vegin og kann standa liðug
um eini tvey ár, um bara
slepst í gongd við arbeiðið
Hava vit ráð og tíð at bíða
longur?
Vit hava nógvar vitjanir
millum ár og dag. og tvist
eg ikki í, at um okkara verk
ætlan verður til veruleika,
verður ikki neyðugt at
tyngja okkara skattgjaldarar
við at gjalda nakað til hana
um vit ikki vilja sjålvir, ti
at tad eru nógvir grunnar og
aðrir sum fegnir vilja sleppa
framat at gjalda
Ella, skal sum so mangan
áður. ovundsjúka, partapoli
tikkur, klandur og stríð í
fjølmiðlum og aðra staðir,
enn einaferð forða fyri, at
nakað verður gjørt? Skulu
vit bara framhaldandi sita
hendur í favn og bíða til
Múrurin er farin fyri
skjeyti? Okkara mætasta
fornminni?
Nekur orð um
og spurningar til
varðveitingarætlanina
hjá Føroya
Fornminnissavni
Í veruleikanum hav eg ong
antíð verið samdur í tí máta
tit ætla at gjøgnumføra
tykkara Varðveitingarætlan
við klimaskermum og eðr
um verjum, sum tit ætla at
seeta uttanum og á Miårin
Eg haldi, at Mårurin er ein
náttúrligur bygningur, og tí
haldi eg
erða at:verja hann á nátt
við tekju, hurð
im og vindeygun g ikki
seta hann inn í eitt ella ann
Hann er bygdur at
standa úti, men undir taki.
| rå ngarætlan
at besta verja má
úrligan hátt
kkat hav sið
t
kk
Á síðu 4 stendur: > /
á FU torun
inu ut Múrurin verður
r nd alIKOMU i
r 4? nu ? 4 eramnd
í Á rekk ja
A síðu 13 stendur:
Hu í | KkU er ø
imrølderte r Gt
81 ók fru! rki. cru
eu í 4, Mt ið 181
kirkiurumio fer at
tanda í einum heilt broytt-
um líki.< Mín spurningur er
hvussu kann hetta lata seg
gera? Broyttum líki?
Á síðu 11 stendur:
Konserveringstltók undir
teirri fyritreyt. at Múrurin
verður innilokaður fram
yvir.< Er tað ikki tað vit
gera
Eisini stendur: »al
klimaskermur verður festur
sum tvinguok og hildin
saman við tverboltum
gjøgnum op í Múrverkinum,
soleiðis at múrverkið sjálvt
verður órért.<
Hvussu ætla tit at tílíkur
klimaskermur, sum eftir
mínum tykki verður bæði
stórur og tungur, og tekur
ómetaligan nógvan vind á
seg, skal kunna hanga á
Múrinum uttan at nerta
Múrin? Serliga á norðursíð-
uni og endunum har eingi
op eru at bolta igjøgnum??
Eg havi hoyrt eldri kønan
verkfrøding siga, at hvørki
Múrur ella klimaskermur
kemur at standa uppi eftir
fyrsta harðbalna veturin
Á síðu 8 er mynd av hug
skoti um hvussu møguliga
framtíðar gjøgnumskygd
tekja kann koma at síggja
út. Hvussu halda tit at kon
struktiónin til hesa tekju fer
at síggja út?
Á síðu 14 stendur: >Við
eitt fáa vit sostatt eitt rúm,
sum í øllum fórum summ-
armánaðarnar kann verða
nýtt til ymisk endamál, eitt
nú guðstænastur, konsertir
vm. Heldur ikki kann úti-
hýsast, at tað fer at bera til
at sýna fram savnslutir í
serliga tilevnadum og á all
an hátt tryggum eindum
KirkjubøstOlarnir kunnu
kanska koma uppá tal um
framt aðrir lutir, ið hava til
knýti til kirkjuumhvervi í
Kirkjubø. Hugsa vit okkum
stólarnar og aðrar lutir
sýndar fram í Kirkjubø,
hevur eydnast at skapa nak
að heilt einastandandi.<
Er tað ikki akkurát hetta
okkara verkætlan frem-
ur? Tað haldi eg.
Til seinast kundi verið á
hugavert fyri almenningin
at fingið at vita. hvat tykk
ara varðveitingarætlan hig
artil hevur kostað?
Rættleiðing til okkurt
av tí sum er komið
fram í fjølmidlunum
Landsantikvarur Arne
Thorsteinsson segði í Degi
og Viku herfyri, at okkara
Verkætlan vildi skaða
Múrin, og tók aftur í aftur
„eg veit tað=. Hetta áttu vit
at fingið meira at vita um,
hvat hann meinar við. Eisini
segði hann at nú mátti
Múrurin verjast móti
menniskjum. Spurningurin
er hverjum menniskjum?
Við at lesa søguna, sæst
at mínir forfedrar hava
roynt at barst fyri at røkt
okkara fornminni, og ikki
hevur tað altíð verið lætt at
staðið á odda, dómi um
hetta er t.d.: Hví var ovasti
endi á Stokkastovuni rivin
niður í 1833 og hví varð
Petur bóndi noyddur til at
reka Holten amtmann av
garði í 1868? Nei, embætis-
menn og yvirvøld hava ikki
altíð verið tey bestu menn-
iskju fyri fornminnimi í
Kirkjubø
Eitt skulu tit vita á Forn-
minnissavninum, at um
okkara forfedrar og aðrir
ikki høvdu verið so at sær
komnir, at teir høvdu sæð
neyðina í at umvæla Múrin,
og fornminnini yvirhøvur,
av og á, so hevði eingin
Múrur og fornminni verið
til í Kirkjubø í dag, men bert
toftir. Síðani Sverri Dahl,
sáli umvaldi Múrin seinast,
er eingin umvæling farin
fram, uttan at maður fyri
nøkrum árum síðani tók al-
mikið av leysum klípum úr
vegginum, og legði tær í ein
krók, og har liggja tær enn
Eisini eru tvey hol borað
tvørtur igjøgnum Múrin, og
standa tey opin enn. Er hetta
vardveiting?
Í Søstalinum 3. juli stend
ur. at Håkon Christie, norsk
ur fornfrødingur sigur um
okkara verkætlan »den ville
få som følger, at Muren blev
skadet som kulturminne.« Í
brævi til min, skrivar sami
maður, »efter grundig gen-
nemgang af jeres projt kt,
ser jeg at dera prøver at
forene de mange ønsker
som vi alle har.«?
Í sama Sosiali stendur, í
1990 fór Curt V. Jessen úr
nevndini, og at eitt sindur
av fornermilsi hómast í
hansara ummæli av okkara
verkætlan. Eg kundi hugsað
mær at fingið at vita frá
Fornminnissavninum, hví
Carl V. Jessen, sum er ein
tann ið veit mest um Múrin,
hevur teknað allar tær tekn-
ingar, sum enn í dag vera
brúktar av Múrinum, fór úr
nevndini?
Eisini hevur i onkrum
bløðum staðið at lesa, at eg
vil ogna mær Múrin til egn-
an vinning, og vil eg burt-
urvisa hesari skriving, sum
reinur heilaspuni. Min ætlan
at verða vid ul at
varðveita Murin og forn
minnini fyri eftirtíðina
er bert
Nógvir spurningar og
nógv ymisk svar hava verið
í fjølmiolunum, men felags
fyri tað mesta er, at við
komandi ikki hevur sett seg
nóg væl inn í málið, sum
skrivað og talað hevur verið
um. Ella møguliga vid vilja
reingja veruleikan, ið ikki
tænir Múrinum, so eg haldi
at orðatakið, at tað er ikki
hvert orð tú skal svara til,
hóskar væl at enda við
Til enda:
Múrurin er og verður í min-
ari verð Dómkirkjan,
Magnus Katedralurin, sum
myndugleikar og embætis-
menn eftir trúbótina hava
rivið takið av, vindeygu og
hurðar úr, og flutt ella selt
tað burtur. Nú er tíð uppá at
fáa alt hetta gjørt aftur, og
ongantíð ov skjótt.
Á klæmintsmessu 1997
Páll Patursson
Matseðil
Kjøtfrikadellur v/ eplasalati og reyðkál:
Toast v/ osti og skinku
Biksimatur v/ stoktum eggi og reyðrót
Rivjasteik a la Skåin v/ eplasalati og reyðkáli
Sjokulåtakøka
Kaffi
Te
Minnist til heimkoyringartilboðið!
SKAIN - N. Finsensgøta 20 - Tlf. 18866