Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-11-26, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. november 1997síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 226 - 26. NOVEMBER 1997 tíðindablaðið 17 | Internet Sosialurin - um allan knøttin | klára seg til aldarskifti, men nú hava tey í veruleikan yvirhálað loftmiðlarnar, tí tey eru skjótari við tíðindunum - hver skuldi tråd ti??? Nógvar »ødrvisi« sendingar Tann tíman, tá eg leggi børnini, er tað konan, sum eigur inter varpið. Tá intervarpið kom, skaptust eisini møguleikarnir fyri at gera nógvar ødrvisi send- ingar. Konuni dámar væl at síggja kjaksendingar, sum vara í fleiri tímar, og har tey, ið kjak- ast, kunnu kjakast so leingi tey vilja. Sera dugnaligir journa- listar gera sendingarnar, sum verða framleiddar á bíligasta hátt, við hondbornum upptøku tólum og bíligari digitaltøkni Myndagóðskan verður tí hálv vånalig, men tað ger einki, tí tað er innihaldið, sum telur. Tann bíliga framleiðslan ger, at send ingarnar fíggjarliga hanga sam an, hóast hyggjararnir kanska ikki eru so nógvir í tali. Tað kostar eina fimmkrónu at síggja sendingina, og tú kanst spola eftir tørvi, eins og við Degi og Viku. Tú kanst eisini sjálvur seta eitt kjak í gongd við at koma við uppskotum um evni, sjónar miðum ella spurningum. Slíkar sendingar verða framleiddar hverja viku Just tí at vit hava intervarp, er eingin trupulleiki hjå okkum at síggja hver sina sending, hóast tær verða sendar samstundis Bæði Dagur og Vika og kjak sendingarnar verða sendar við internet-tøkni. Við einum fínum orði verður hetta nevnt multi castes, sum ikki merkir annað enn tað, at ein servari beinir sendingarnar út sum digitalir fílar til teirra, sum vilja síggja sendingarnar nær og hvar t2y vilja. Vit eru tískil ikki bundin at skíggjan ávísar tíðir Gammeldags sjónvarpi hyggja vit ikki so nógv eftir, sum fyrr Innihaldið er ov breitt, men einum filmi hyggja vit eftir nú og tá Bíða eftir lægri prísum Tað gamla sjónvarpið varð tveitt á dyr, tá intervarpið kom. Int ervarpið stendur í sama stað, sum sjónvarpið stóð. Summi snið av intervørpunum skara framúr við LCD-skíggjum. onn- ur hava bara vanlig myndarør Okkara er av hesum seinnu, so tað tekur meira pláss - men tað var nógv bíligari Í intervarpinum er bæði ein telda og eitt sjónvarp. Teldan er íbundin telefonnetið. Eitt ISDN samband við eina ella tvær ferð ir 64 kilobit pr. sekund er minsta kravið, men úrslitið er rættuliga vánalig myndagóðska. So ring er hon, at illa ber til at hyggja eftir filmi. Urslitið var nógv betur, um vit valdu eina dýrari loysn. Men vit halda ikki, at intervarpið er so nógv vert enn og vilja bíða, til telefonfelogini fara at lækka prísirnar Tad er kortini freistandi at keypa betur samband, tí film feløgini bjóða tær nú at heinta filmir beinleiðis frá teimum. Á tann hátt ber til at síggja ítalskar, franskar, enskar, indiskar og aðrar filmar - sum sjónvarps- stødirnar ikki vísa Fjarstýring við skíggja Teldupartin av intervarpinum kanst tú brúka, sum tær lystir Hann kann, eins og ein vanliga sterkur pc'ari, rokna hvat tað skal verða. Stýrissystemið er Microsoft Windows - hugsi NT version 7.0 ella system 11 til Macintosh Vit nýta intervarpið fyrst og fremst sum sjónvarp. Vit hava eina fjarstýring, sum við píl- tastum koyrir upp og niður eftir menumyndunum, vit síggja á skíggjanum. Menuirnar síggjast í einum víðari menning av ein- um web-browsara. Vit valdu eisini hesa fjarstýringina, tí hon var bílig. Annar møguleiki er ein meiri modernað fjarstýring, har tú situr við einum mini-skíggja í hondini og týstir við fingrinum á tað, tú vilt Intervarpið sum servari Vit hava eisini eitt vanligt teldu tastatur - nertlaborð til intervarp- ið. Tað liggur sum oftast undir sofabordinum. Tað samskiftir infrareytt vid intervarpid og verður tikið fram, tå onkur av okkum skal senda ein e-mail. Vit bædi vaksnu og tann størra av gentunum hava okkara egnu e- konto, og vit hava vant okkum til at kanna tær gjøgnum inter varpið Hóast nógv av mailunum í veruleikanum eru hobbykend og koma frá áhugafelagsskapum ella familju, so kanni eg eisini arbeiðsmail fleiri ferðir hvort kvold. Tað er gott at vita, hvat liggur til næsta morgum. Men nertlaborðið liggur fyri tað mesta og savnar dust og er ein kanska ein feilfløga. Tí tað hev- ur víst seg, at vanliga teldan, sum stendur í arbeiðsrúminum. er nógv betur at skriva og senda e-mail við. Men arbeiðsteldan og intervarpið senda dáta sína- millum gjøgnum eitt minilokal- net, har intervarpið er servarin Keypa inn á Intervarpinum Rættuliga nógv brúka intervarp- ið, tá tey keyupa inn. Tey fara eitt nú inn á heimasíðuna hjá Keypsamtekuni og bíleggja veruna, sum síðan verður koyrd heim. Tað gera vit kortini ikki, tá vit skulu keypa matvørur. Men vit nýta intervarpið, tá vit skulu keypa okkurt serligt - bøkur, lutir til bilin, amboð og merkjaveruklæði. Tá er tað nógv lættari at leita í intervarpinum enn at renna millum alskyns handlar Sama lagið er, tá vit gera bankaflytingar - tað verður eisini gjørt gjøgnum intervarpið Gerandisvørurnar keypa vit upp á gamla máta, tí best er hóast alt at kunna nerta við tað, tú skalt keypa - at eta Kunningarmiðsteð Men Intervarpið er eisini eitt slag av kunningarmiådstød. Í húsinum hava vit sett upp nakrar hitamálarar, soleiðis at teldan kann ansa hitalagnum innanveggja. Teldan ansar eisini eftir. hvussu nógvan streym vit nýta, hvussu nógva olju vit nýta o. s. fr. Tískil er tað vorðið til eina kapping um at vita, hvussu lágt niður vit kunnu fáa hesar Keypið og Eiríkur Lindenskov Endamálið við at hava ein húsamarknað á Internet Sosi- alinum er at savna øll hús og bygningar, sum standa á sølu- lista í Føroyum. Í Internet Sosíalinum verða øll húsini løgd á eina dåtabåsu, og har ber síðan til at velja, alt eftir hvar húsini eru, eftir stødd og eftir prísi. Saman við upplýsingunum um húsini er eisini høvi at hava mynd av húsunum. Hesi húsini í Hvalvík eru til sølu í Internet Sosiali- num Tad er Håsamekling å Vaglinum i Havn, sum lýsir tey til sølu HEY LÍ PING. EG HAVI FUNNIÐ EINA EKSÓTISKA SØS Á INTERNETINUM ' Soleiðis fantaseraði skemtiteknarin Óli Petersen sær, tá Faroe News á fyrsta sinni legið Sosialin út á Internetið í februar 1996 útreiðslurnar Hevur tú hug, so ber eisini til at seta nøkur små upptøkut6l til telduna, so at tú frá arbeiðs- plássinum kanst ansa eftir, hvat fyriferst heima við hús - um tú hevur fingið óbodnar gestir, ella um børnini hava funnið upp á okkurt býtt Intervarpið kann sjálvandi eisini svara telefonini. Tað finnir eisini út av telefonina, tá ávís fólk ringja - og kann geva teim- um neyðugu boðini. Eisini kann teldna sjálv finna út av at um- stilla telefonina, um tað er onkur serligur, ið vil hava fatur á okk- um - onkur í famljuni el'a onkur góður vinur Lænt hugskot Hóast tólið, sum umrøtt er í hesi grein - okkum kunnugt - ikki er til, so eru tankarnir ikki tiknir úr leysari luft. Alt, sum her er umrótt, ber til - tøkniliga sæð - og tað nógva er longu uppfunnið. Vitið bara - varn rennur í havið - higani og til år 2001 nógv seljið hús í Internet Sosialinum Húsamarknaðurin er ein serligur marknaður á Internet Sosialinum, har tú kanst finna hús, sum eru til sølu í øllum Føroyum