Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-11-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. november 1997síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 226 — 26. NOVEMBER 1997 ítróttar 23 1. lið hjá Liverpool til venjing ein týsdag fyrrapart. Venjingin er lett, tí dystur er um kveldið til venjingar og dystir og annars syrgdi fyri, at uppi halidd í enska felagnum gekk uppá stás Tað var heilt ótrúgligt at uppliva blíðskapin hjá Liverpool, og tað er til at undrast á, at teir vilja avseta nógva tíð og stóra orku til slíka vitjan, sigur Jákup í Stórustovu Til venjing og dyst Týsdagin vóru gestirnir úr Føroyum til fyrstu venjing ina á Melwood vellinum, har Liverpool venur dag liga. Hóast Liverpool skuldi spæla móti Grimsby í Coca Cola Cup sama kveld, høvdu teir eina lætta venj ing fyrrapartin. Teir spældu nógv småspøl, sum teir van liga gera nógv av, og eftir venjingina fóru teir í húsið. sum liggur við venjingar vøllin, har teir ótu og hvíldu seg Jákup i Stórustovu og Tomislav Sivic vóru millum innbodnu gestimar til dystin móti Grismby á Anfield Road týskveldið. og teir hildu til í The excecutive box. har serligir gestir leiðslan í felagnum og spon sørar eru at finna, tá dystir eru á vellinum. Her fingu teir dógurða, og møttu ann ars bæði kendum og minni kendum fólki. Millum á skoðararnar hetta kveldið var managerin hjá Aston Villa, Brian Little, og hann fingu Jákup og Tomislav eisini høvi at heilsa uppá A vellinum gekk ikki væl fyrstu løtuna, men eftir ein- ar 20 minuttir kom gongd á heimaliðið, og teir skoraðu trý mál. Stóra stjórnuskotið í Liverpool, blaðungi Mich- ael Owen, gjørdi øll try mál ini, og ikki minst tað sein asta var ein sonn perla. Lag ið var gott í felagnum eftir sigurin á Grimsby. og bæði spælarar og leisðsla vóru sannførd um, at nú var gongd komin á hjá liðnum aftur, men teir vistu sjálv andi ikki hvat bíðaði fyri framman Eingin kollveltandi venjing Mikudagin fingu Jákup og Fomislay møguleika at fara í býin at hyggja seg um Dagin eftir dyst hava spæl ararnir hjá Liverpool van liga frí, og soleiðis var eisini hendan dagin. Í býnum rendu gestirnir úr Foroyum seg í tveir av Liverpool spælarunum, sum stóðu og Í selubúðini á Anfield Road fæst alskyns souvenir av Liverpool- liðnum og spælarum Norman Guard tók sær av Sivic og Jákup í Stórustovu meðan teir vitjadu í Liverpool, og tað gjørdi hann bæði væl og virðiliga Fomislas skrivaðu autografar til fólk, og hóast bæði Robbie Fowl er og Steve McManaman stundum kunnu kenna seg eitt sindur álopnar av fólki vóru teir fryntligir og skriv aðu tolnir autografar til spentu fólkini Hósdagin vóru spælarar nir aftur til venjing, og tað var einki kollveltandi hjá Jákupi og Tomislav at síggja. Spælararnir spældu fyri tað mesta fótbólt á smærri og størri skjum. men teir høvdu eisini skjót leikavenjing. sum teir gera nógv við, og skotvenjing Hendan dagin fingu Ják up og Tomislav eisini eitt prát við Frank Scully, sum er hevuðssamskipari á ung dómsekinum og talentleit ari. Hann greiddi frá um eitt nýn nýggja fótbóltskost skúla, sum Liverpool FC er í ferð við at byggja í býnum Skúlin. sum eftir ætlan verður liðugur síðst í 1999, fer at kosta einar 120 milli ónir krónur. og tá verða al skyns fasilitetir tøkir hjá ungu spælarunum í felag num. Á skúlanum verða 13 vallir, harav 3 í fullari stødd og eitt lítið stadion. sum tekur eini 200 fólk. skal ger ast til tey yngru liðini at spæla á. Eisini verða skúla stovur gjørdar, møguleiki skal verða hjá fólki at gista á staðnum, og bæði upp- venjingar- og viðgerðaheli verða gjørd Leggja lítið í Frank Scully, sum hevur ar- beitt í Liverpool í 23 ár, og sum seinastu 5 árini hevur verið høvudssamskipari á ungdémsøkinum, greiddi eisini gestunum úr Føroyum frá núverandi ungdóms arbeiðinum í Liverpool Tað verður ikki lagt nógv í kappingar hjá yngru deild unum. Vanligt er at stóru feløgini hittast til dystir eitt vikuskiftid, og tá spæla allir aldursbólkarnir hjá feløgu num móti hverjum øðrum Urslitini hava ikki tydning fyri nakra kapping. meðan stórur dentur verður lagdur iv tey einstøku avrikini hjá spælarunum. Teir skulu allatíðina mennast, og tað skal síggjast aftur. at teir eru vorðnir betri til teir ymsu tættirnir í fótbóltsspælinum Liverpool leggur stóran dent á at fáa teir bestu betri Teir halda, at tað ber altíð til at fáa teir miðal góðu spælararnar betri. men Jákup í Stórustovu og Tomislav Sivic saman við manageranum hjá Liverpool Roy Evans kynstrið er at fáa teir bestu til at menna seg enn meir Hendan uppfatan av fót- bóltsspælinum hevur eisini ført við sær stjørnuspælarar sum Robbie Fowler, Jamie Redknapp og Michael Ow- en, sum allir eru uppaldir i Liverpool McManaman kendi Føroyar Jákup i Stórustovu og Tomi slav Sivic fingu prát við nógvar av spælarunum hjá Liverpool, og teir vóru sera fryntligir og fyrikomandi Steve McManaman segði seg kenna nakað til føroysk an fótbólt. og hevði sæð fleiri av føroysku HM-dyst unum í sjónvarpi. Hann vísti ikki av, at Liverpool hevði nógv viðhaldsfólk i Føroyum, men bæð gest imar úr Føroyum endiliga heilsa teimum. Til ungar fótbóltsspælarar hevði hann ráðini. at teir skulu gera nógv við venjingina, liva sunt og akta venjaran skuldu teir gera sær vónir um koma fram Danski málverjin Jørgen Nielsen er at finna í Liver pool, men hann á finna seg í at sita á beinkinum, sum eykamálverji fyri nógv út skeldaða David James Hann helt tað vera strævið ikki at sleppa at spæla, men visti eisini, at tað vóru treyt irnar. Honum dámar sera væl í Liverpool og rættiliga natúrligt er tað, at halda heldur nógv saman við norðmonnunum, sum eru í felagnum Roy Evans hevur tað trupult sum manager í Liverpool, og stødan er ikki vorðin lættari eftir at Liver pool tapti fyri Barnsley seinasta leygardag. hann greiddi Jákupi og Tomislax frá, at tað er hart at vera manager, og tað er altíð er hann, sum má standa við ábyrgdini av tí, sum liðið avrikar Eftir dystin leygardagin sum Liverpool rættiliga 6 vænta tapti til Barnesley gekk leidin hjå Jåkupi i Stórustovu og Tomisla Sivic heimaftur til Føroya og teir vóru eitt upplivisli ríkari eftir ferðina til tilukna enska felagið Liverpool er sanniliga eitt dreymafelag ek