Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-27, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. november 2003síða 19

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 226 - 27. november 2003 Nr. 226 - 27. november 2003 37 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3679 Navn: Sp/f Domus Adressa: C/o Nicolaj Mohrs gøta 2, 188 Hoyvík. Kommuna: Klaksvíkar Kommuna Stovningardato: 19.11.2003 Viðtøkudato: 19.11.2003 Kapitalur: Kr. 300.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 300.000,00 til kurs 100. Stovnarar: Sp/f Kinn, 700 Klaksvík (Sp/f 3341), Øssur Gerðalíð, Sornhúsgøta 8, 700 Klaksvík og Sp/f Selmar Nielsen, Arkitektur, N. Mohrsgøta 2, 188 Hoyvík (Sp/f 3280). Nevnd: Øssur Gerðalíð, Sornhúsgøta 8, 700 Klaksvík (formaður), Jan Nielsen, Garðavegur 17, 700 Klaksvík og Selmar Nielsen, N. Mohrsgøta 2, 188 Hoyvík. Stjórn: Selmar Nielsen, N. Mohrsgøta 2, 188 Hoyvík. Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirskrift av einum stjóra ella einum nevndarlimi. Grannskoðari: Sp/f Agnar á Dul, Gerðagøta 31, 700 Klaksvík. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 19.11.2003 - 31.12.2004 Endamál: Endamál felagsins er at standa fyri bygging og sølu av íbúðum umframt annað starv, sum hevur samband við hetta. Skráseting Føroya tann 24. november 2003 Kristin Balle _______________________ Innan Heimarøktina og Serforsorgina er starv sum samskipari fyri Heimarøkt- ina leyst at søkja til setan skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Starvið er fyri- bils tíðaravmarkað til 2 ár. Almannaráðið, sum stovnurin hoyrir undir, arbeiðir í løtuni við málinum um at leggja eldraøkið út til kommunurnar. Ein av uppgávunum hjá samskiparanum verður tí eisini at arbeiða við broytingunum á økinum hesum viðvíkjandi. Heimarøktin veitir sjúkrarøkt og heimahjálp kring alt landið og er býtt upp í 6 øki. Skipanin umfatar 339 heilársstørv og verður tænasta veitt bæði heima- búgvandi brúkarum og sambýlisbúgvum. Heimarøktin og Serforsorgin fyrisitur eisini Ellis- og røktarheimsøkið. Samskiparin skal hava ábyrgd fyri dagligu samskipanini av virkseminum hjá Heimarøktini. Samskiparin skal somuleiðis standa fyri eftirlits- og ráðgevingarskylduni mót- vegis Ellis- og røktarheimsøkinum. Talan er um eitt fjølbroytt starv við spennandi, avbjóðandi og til tíðir eisini krevjandi uppgávum í einum dynamiskum umhvørvi. Møguleiki er fyri áhaldandi menning av førleikanum fyri at røkja uppgávur stovnsins til lítar. Starvið inniber hesar høvuðsuppgávur: • skipa og leggja til rættis fíggjarstýringina á økinum og gera greiðar manna- gongdir fyri fíggjarliga økið • fremja støðugt játtanareftirlit • tryggja skipaðan og miðvísan samanhang millum virksemið og fíggjarligan karm • skipa og útvega einsháttað upplýsingar- og hagtalstilfar sum fremur eitt haldgott avgerðargrundarlag fyri stovnin og myndugleikan • hava málsviðgerðina á økinum um hendi • skipa samstarv innanhýsis og við aðrar stovnar • skipa fyri og luttaka í verkætlanum Vit vænta at samskiparin: • hevur viðkomandi útbúgving helst frá hægri lærustovni • hevur viðkomandi starvsroyndir • evnar at yvirskoða fløktar samanhangir og at taka avgerðir • evnar at seta í verk fyriskipanir og verkætlanir og fylgja hesum upp • hevur góð samskiftisevni, herundir góðan málsligan førleika • dugir væl við fólki • er førur fyri at arbeiða undir skiftandi umstøðum • kann ferðast út í økini kring landið Løn- og setanartreytir: Løn sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarstaðurin er Heimarøktin og Serforsorgin. Tænastustaðurin fyribils er Heimarøktin, Meginskrivstovan. Tann, ið settur verður má tola broytingar í starvinum og at starvið kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur innan H eimarøktina og Serfor- sorgina. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja á telefon 304020 og tosa við Mary J. í Garði, stjóra. Umsóknir: Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, v.m. skal sendast til: Heimarøktin og Serforsorgin Att.: Mary J. í Garði, stjóri Eirargarði 2 FO-110 Tórshavn Umsóknarfreist: Mikudagin 17. desember 2003 kl. 12.00 Heimarøktin og Serforsorgin Meginskrivstovan Samskipari Hjartafelagið 2tg pdf Søkt verður eftir dagrøktarum til Dagrøktarskipanina í Hósvíkar kommunu. At byrja 2. januar 2004 Søkt verður eftur dagrøktarum at ansa børnum frá 0 til 10 ár. Umsøkjarin skal vera vanur við børn, og somuleiðis hava hegni og áhuga í at menna børnini í spæli og álvara, bæði innan- og uttandura. Krøv: Tað verður kravt at umsøkjarin hevur góðar umstøður innandura og hevur girðing uttandura so børnini kunnu spæla í tryggum umstøðum. Umsóknarfreist: 12. desember 2003. Skrivlig umsókn verður at senda til Dagrøktarskipanin í Hósvík Rættarvegur 10 · 420 Hósvík Lýsið við brúktum bilum Frisørsalong í miðbýnum í Havn til sølu um hóskandi boð fæst Salongin er væl útgjørd og liggur væl fyri við góðum parkeringsmøguleikum. Eisini kann heil- søluumboð fylgja við í søluni. Skriva til: Sosialurin Box 76 110 Tórshavn Bill. mrk. 20.11. Ellis- & avlamis- heimið í Vágum Ergoterapeutur Eitt starv sum ergoterapeutur á 0.8 tíð er leyst at søkja til setan hálvan januar 2004. Stórur møguleiki er hjá viðkomandi sjálvur at mynda starvið sambært tann tørv,ið búfólkini hava sum t.d. fyribyrgjandi venjingar eins og hugnalig samvera. Í løtuni koyrir eitt royndartiltak til dagstovnabrúk- arar, sum vit vóna verður eitt verandi tiltak. Hesir brúkarar hava eisini tørv fyri ergoterapeutiskari tænastu. Dentur verður lagdur á góð samstarvsevni, at kunna arbeiða sjálvstøðugt og opinleika fyri møgu- ligum nýggjum avbjóðingum og broytingum. Umsókn við avriti av prógvi v.m. verður at stíla til stýrið og senda til heimið áðrenn 21. desember 03. Meira fæst at vita við at ringja til leiðaran tlf. 332600. Setanartreytir sambært sáttmála ergoterapeutanna við Fíggjarmálaráðið. Handil til sølu Vegna Sp/f Opus í konkurs lýsi undirritaði við hes- um handilin hjá felagnum, Heiðavegur, Saltangará til sølu. Sølan umfatar: • vørugoymslu, herundir sjónvarpstól, útvarpstól, fylgisveinasjónvarpsútgerð v.m. • innbúgv, herundir skrivstovuútgerð • Toyota Hiace, 10 pers. bussur • Nissan Terrano jeepur, vøruvognur, langa modellið. Í samráð við útleigara er møguleiki fyri at halda áfram í hølum felagsins. Sølan er treytað av góðkenning frá Føroya Skifti- rætti. Áhugað kunnu venda sær til Advokatfelagið við Strond 4 og fáa útflýggjað sølutilfar. Møguleiki er fyri at hyggja eftir handlinum fríggja- dagin, tann 28. november 2003 millum kl. 09.00 og 13.00. Skrivlig boð skulu vera Advokatfelagnum við Strond 4 í hendi í seinasta lagi mánadagin, tann 1. desember 2003, kl. 12.00. Sp/f Opus í konkurs v/ Peter Even Djurhuus, eftirlitshavandi Advokatfelagið Yviri við Strond 4 · Boks 359 FO-110 Tórshavn Tlf. 311260 · Fax 311261 Tórmó›ur Djurhuus, adv. Ingi Højgaard, adv. Jógvan Páll Lassen, adv. Petur Even Djurhuus, adv. Jógvan E. Ellefsen, adv. Anna Dam, adv. Amnesty pdf Tíðindi Viðmerkingar Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið C M Y K 37 36