leygardagur 6. desember 1997síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 234 — 6. DESEMBER 1997
Edmund Joensen, løgmaður:
Mugu ikki enda
aftur sum ban-
anrepublikk
-Tað er umráðandi, at vit ikki gera nakað í panikki.
Altavgerandi fyri at fáa eina góða avtalu um skuldina er,
at vit halda saman og ikki gera nakað, sum vit ikki hava
ráð til. Gera vit tað kortini fer eingin av hava álit á okk-
um, hvørki teir, sum skulu fíggja okkara skuld ella nøkur
oljuvinna. Tá verða vit aftur mettir sum ein bananrepu-
blikk sigur løgmaður m.a. i samrødu við Sosialin.
JAN MÚLLER
Nú løgmadur hevur sagt
upp ein av sínum landss
týrismonnum spurdu vit
hann, um hann ikki er lopin
framav!
Tad er løgmadur avgjørt
ikki. Tad er vert at undir
strika, at tað er uppgåvan
hjå løgmanni at meta um
um ein landsstyrismadur
hevur umsitid sítt málseki
á fullgóðan hátt. Tað hevur
Sámal Petur í Grund ikki
gjørt. og tí er hann koyrdur
frá. Grundgevingarnar fyri
hesum eru í brævinum til
landsstýrismannin
Løgmaður sigur, at tað er
skert at brúka Vágatunnilin
sum orsøk til uppsøgnina
Hverki eg ella sambands
flokkurin eru ímóti festum
sambandi um Vestmanna
sund. Men fíggjarliga stød
an í Føroyum ger, at tað er
Omøguligt at fara undir eitt
slíkt stórt projekt nú. Tíðin
er ikki búgvin. Føroyaska
samfelagið er ikki til reiðar
Men tá tíðin er búgvin til
tað, so vil eg fegin seta
pengar av til at byrja ar
beiðið uppá fast samband
um sundið. Hetta mugu
tingmenn liva við
Legmaður vísir á, at tað
eru bert fá ár síðani, at sam
felagið nærmast fór á húsa
gang og 15% av føroying
um fluttu av landinum. fjór
di hver var arbeiðsleysur
og øll fólk vóru undir slík
um skattaoki, at tey, ið eftir
vóru, eisini ívaðust í at
rýma
Nú vit ikki meira enn
hava fingið nøsina uppund
an og síggja út til at fáa pent
yvirskot á fíggjarlógini og
hvar vit næstu tíðina fáa
eina bankakanning og hvar
vit skulu gera av, hvat vit
skulu gera við skuldina
mugu vit bíða, áðrenn vit
kasta okkum út í storfløgur
Løgmaður heldur fyri, at
sambandið um Vestmanna
sund er alt ov vánaligt og
vit hava ikk: tíð at bíða eftir
einum undirsjóartunnli fyri
at beta um hetta. -Hetta skið
hevur verið alt ov lind pri
oriterað, og tí er neyðugt nú
at gera nakað til vit fáa fast
samband. Tað má gerast
beinanvegin, og hetta ætli
eg mær at virka fyri
Men var tað ikki nettup
hetta, sum Sámal Petur í
Grund legði fyri samgong
una /
Hann skuldi fyrst verið
komin í tankar um tað sam
bandið, sum vit hava og bøtt
um tað. Hetta sama er gald
andi fyri onnur eki í land
inum
Tað sær ikki mætari út
enn, at: hnir egnu ting
menn og landsstýrismenn
vilja fara longur enn Sám
al Petur og gera tunnilin
til ein kardinalspurning
Hatta verður vidgjørt í
samgøngum og kemur fram
til ta tíð
Kann tað henda, at
tínir egnu verða eksklu
deraðir á sama hátt sum
Sámal Petur, nú teir
krevja, at Vågatunnilin
verður við á fíggjarlógini?
Hatta hav: eg ikki hug at
svara uppá
Uppá fyrispurning um
ikk: løgmadur átti at havt
tosað við formannin í sjálv
stýrisflokkinum um trupul
leikarnar við landsstýris
tíðindablaðið |: Il
manninum, áðrenn hann
gjørdi av at koyra hann sig
ur Edmund Joensen, at hann
spurdi formannin í sjálv
stýrisflokkinum á sam
gongufundinum tann mána
dagin, hvønn hon hevði at
seta ístaðin fyri Sámal Petur
í Grund
Men átti tú ikki at við
gjørt hetta við sjálvstýris
flokkin, áðrenn tú tók eitt
slíkt drastiskt stig?
Eg skal ikki samrådast
við nakran. Eg skal bert
siga, hvat eg ætli, og tað
gjørdi eg
Men vóru hinir lands
styrismenninir kunnadir
um, at tu før at koyra
Sámal Petur frá og tóku
teir undir við tí?
Hetta er eina og aleina
mín uppgåva. Meira er ikki
at siga um tað. Løgmaður
hevur annars varhugan av,
at hann hevur undirtøku í
landsstýrinum fyri tí hann
hevur gjørt
Bara politikkur
Onkur heldur helst, at ni
ber tað at sum ein ele
fantur í eim glasbutikk og
MOTTØKA
Stjoraskifti hjá Føroya Shell
”
| samband við at Hjarnar Djurhuus
fer frå við eftirløn eftir 29 ára
tænastu, og Håkun Djurhuus
tekur við, verður móttgka á
høvuGsskrivstovuni á Viðarnesi
mánadagin 8. desember
kl 15%-17%
O Shell
at tú við tínum framgangs
máta brennir allar brýr til
bæði verandi samgongu
felagar og til tey tú skal
virka saman við í fram
tíðini av!
Alt hatta er politikkur, og
tað taki eg ikki tungt. Tú
mást gera tað tú er settur til
og kann ikki lata sær alt
lynda. Málið er at rætta
hetta samfelagið uppaftur
og tað nyttar tí ikki bara at
vera eftirgevandi og geva
øllum rætt. Tað hevði verið
lættari at gjørt tað, men tú
fær eingi úrslit við at gera
tað
Edmund Joensen sigur, at
hann er settur sambart eini
nýggjari styrisskipan. - Tann
gamla heyði vid sær, at Før
oyar fóru á húsagang. Ég
skal eisini hugsað um, at
tann siåvenjan, sum eg
leggi í hesa nýggju skipan
ina, skal ikki føra til, at einki
fær avleiðingar
Men er tað ikki týdn
ingarmikið, at tú hevur
undirtøku í tínum egna
flokki, hvat ein ikki hevur
varhugan av, at tú altíð
hevur!
Løgmaður spyr heldur
ikki sín egna flokk, tá eitt
slíkt mál kemur fyri. Skal
hann ráðfera seg við Gud
og hvønn mann, hvat hann
skal gera við ein landsstýr-
ismann, so verður lands-
stýrismaðurin = ongantíð
koyrdur og so kann ein eins
væl strika hasa greinina i
stýrisskipanarlógini
Edmund Joensen sigur
annars, at hann hevur altíð
havt gott samstarv við ting-
menn og landsstýrismenn
Eg havi ongan dag gingið
fornermaður úti í Tinganesi
og havi ongan tingmann og
landsstýrismann verið firtin
inn á. Tann, sum ger tað,
skal ikki vera í politikki
Hetta er eitt álvarssamt ar-
beiði, sum skal gerast, og
tað skal útinnast eftir, hvat
tænir landinum best og eftir
tí, sum er skrivað í nýggju
lógini
Jóannes Eidesgaard,
formaður javnaðarfloksins
sigur við Søsialin, at Sám-
al Petur er offraður fyri
manglandi leiðslu í Tinga
nesi!
-Tað er tverturímóti
Hatta er eisini politikkur
Hann skal blíva við at end
urtaka tað sama til fólk
trúgva tí
Edmund Joensen sigur, at
Jóannes Eidesgaard av góð
um grundum ikki veitt,
hvussu arbeitt verður í
Tinganesi undir tí nýggju
lógini, har tað gongur eftir
einum føstum avtalaðum
arbeiðshátti. -Eg haldi, at
tað er meiri politiskt virk
semi eftir hesum nýggju
skipanina enn tað var eftir
tí gomlu
Ongum vent bakið
Men tá nú ein minni
lutastjórn skal roynast og
hetta er í eini tíð, har
løgmaður hevur brent so
nógvar brýr við aðrar
flokkar. kann tað so ikki
virka eitt sindur bakvent
at fara eftir hjálp frá teim
um SOMU, Sum ein hevur
vent bakið!
Eg haldi meg ikki hava
vent nøkrum bakið. Javn-
aðarflokkurin fór frívilluga
úr Tinganesi, og sjálvstýris
flokkurin líkaso
Løgmadur sigur, at tað
eigur ikki at fáa politiskar
avleiðingar fyri tað at ein
landsstýrismaðurin verður
skiftur út. Tá liva flokkarnir
ikki upp til tað, sum styr
isskipanarlógin fyriskrivar
Í øðrum londum síggja vit,
at ráðharrar verða skiftir út
Tað fær ikki avleiðingar fyri
eina stjórn. Men tað er líka-
sum, at vit hava ikki megn
að at livad upp til eina slíka
nýggja lóg. Helst tekur tað
eimi 10-15 ár til vit megna
tað
-Men heldur tú, at:tú fer
at fáa stuðul í tinginum
eftir hesi turbulentu árini!
-Tað geri eg, og tað haldi
eg vit hava fingið eina ávísa
ábending um frá tinginum
Edmund Joensen er ikki
samdur við Anfinni Hansen,
advokati, sum hevur saman
borið málið við Framtaks-
grunni og Vágatunnuli, tá
tað snýr seg um at fáa hjálp
frá andstøduni
-Tað var eitt mál, sum
løgmaður hevði fingið loyvi
at leggja fyri tingið, eisini
frá fólkaflokkinum. So hetta
kann als ikki samanberast
Mugu hugsa um
umdemið
Uppá fyrispurning um tað
ikki er sera óheppið fyri
okkara umdemi í umheim
inum, at slíkt hendir í Tinga
nesi sigur hann, at tað er
beint øvugt. -Tað er sera
umráðandi, at vit ikki gera
nakað í panikki. At vit før
oyingar vísa, at vit klára at
takla eina stóðu og at vit
tola at síggja, at vit hava eitt
yvirskot á eini fíggjarlóg
uttan at brúka tað til eitt og
annað
Løgmaður sigur, at tað er
eisini altavgerandi fyri at vit
kunnu fáa eina góða avtalu
um skuldina, at vit halda
saman og ikki gera nakað
sum vit ikki hava ráð til
Annars fer eingin at hava
álit á okkum, hvorki teir,
sum skulu fíggja okkara
skuld ella nøkur oljuvinna
So verða vit roknaðir sum
ein onnur bananrepublikk
Tað er ov tíðliga at hava
gloymt fortíðina, nú ræður
um at halda fast og fara hóv
liga fram, soleiðis at sam
felagið gerst sterkari alla
tíðina
Val áðrenn juli
Men hvat skal til fyri, at
Edmund Joensen skrivar
út nýval?
-Soleingi samgongan
kann føra ein politikk, sum
styrkir hetta samfelagið, so-
leingi halda vit út. Nú royna
vit so minnilutastýrið fyrstu
ferð. Vit hava fingið at vita,
at vit fáa stuðul í tinginum,
og vit hava nógv stórmál
fyri, og hesin møguleikan
skal nú roynast
Edmund Joensen sigur
annars, at eitt val verður
helst hildið fyrr enn í juli