Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-12-09, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. desember 1997síða 3

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 235 — 9. DESEMBER 1997 tíðindablaðið 3 Framhald av síðu 2 antin so ella so. Tað er tað stutta av tí langa Nú er so borðreitt av nýggjum. Hesa ferð verður tað gjørt meira snildisligt Fólkaflokkurin hevur vent byttuni og sigur skattalætta til fiskimenn. Onki annað Eg eri vísur i, at hesin film urin, eins og teir flestu, hev- ur tvær akur. Tann seinna aktin kemur beint aftaná ta fyrru. Í tí seinnu aktini fer Føroya Reiðarafelag at siga sáttmálan upp við ell mann- ingarfelegini. Kravid verð- ur eitt munandi lægri hýru- prosent, vísandi til, at fiski- menn nu hava fingid eina so lagaliga skattaskipan Soleiðis fer hesin >skatta- lættin< hjá fólkaflokkinum beint niður í lumman hjá føroyskum reiðarum Tað er heilt týðuligt at grundgevingarnar hjá fólka- flokkinum eru falskar. Tá skattalætti varð boðin fyri lønarnidurskuråd, var grund- gevingin tann, at kostnað- arstaðið í føroyska samfel- agnum var alt ov høgt. Men nú hoyra vit onki um kostn- aðarsteðið. Nú er grundgev ingin tann, at ein skattalætti til fiskimenn, skal lokka før- oyskar fiskimenn vid út lendskum skipum heimaftur á klettarnar. Og tí fær ein hug at spyrja, hvussu lokk- andi gamla ulboðið frá fólkaflokkinum um skatta lætta fyri lønarnidurskuråd, hevði verið fyri føroyskar fiskimenn við útlendskum skipum? Tá eitt lækkað hýrupros ent kemur í kjalarverrinum á skattalættanum, kunnu vit røkna vid, at:citt uppaftur stórri tal av føroyskum fiskimonnum lettar sær hýru uttanlands. Men tað leggur fólkaflokkurin onki í. Endamálið er ikki at fáa føroyskar fiskimenn við út- lendskum skipum heim Endamálið er sjálvandi at lækka kostnaðarstæðið. Tað gerst millum annað við at fáa hýruprosentið hjá før- oyskum fiskimonnum nið- ur. Onnur lokabrøgd verða helst nýtt seinni fyri at fáa løntakarar á landi sama veg Tað kann henda, at fólka- flokkurin og reiðararnir gera ris til egnu rumpu, um hýruprosentið verður lækk að. Tað er góður politikkur, at selja har ein fær mest fyri framleiðsluna, og at keypa vørur og tænastur, har tær eru bíligast. Um føroyskir fiskimenn fara at ganga eftir hesi meginreglu, kunnu vit rokna við, at teir fáa sær hýru við útlendskum skip- um, har hýran er hægri, men velja at gjalda skatt í Før- oyum við einum frådråtti uppá 15 prosent av inntøk um. Um hetta verður gong- din kemur føroyski flotin at liggja vegna manningartrot Annars er at siga um skattapolitikkin hjá Anfinni Kalsberg og fólkaflokkin um, at hann er ein sannur hurlivasi, sum onki rætt hugsandi fólk kann fáa skil á. Fyri einum ári síðani var alt um at gera, at fáa eina bruttoskattaskipan fyri allar A-skattgjaldarar. Nú skal eim partur av hesum A-skatt gjaldarunum, hava ein frá drátt, sum svarar til 15 pro sent av inntøkuni. Fyri cin- um ári síðani varð sagt, at eim bruttoskattaskipan fyri B-skattgjaldarar, = skuldi koma um eitt ár Síðani hava vit onki hoyrt aftur um bruttuskatt fyri B- skattgjaldarar. Hetta var bara eitt bluffnummar frá fólkaflokkinum. Tað varð sagt fyri at fáa tingmenn at taka undir við eini brutto- skattaskipan fyri A-skatt- gjaldarar. Stødan er sostatt tann, at A-skattgjaldarar hava mist allar sínar frá- dråttir, meðan B-skattgjald ararnir framvegis hava sínar frådråttarmøguleikar Samanumtukið må hald- ast, at hógvarnir stinga so langt undan, at allir føroysk- ir løntakarar, bæði á sjógvi og landi, hava alla orsek til at vera sera varnir. Tað er nevniliga ikki gamansleikur tå úlvurin letur seg í seyða skinnið Tann 6. desember 1997 Vilhelm Johannesen Finnbogi Arge fær sessin aftur Hann fór úr figgjarnevndini, tå hann valdi at gerast leysgangari í tingi- num, men nú er líkt til, at hann slepp- ur upp í part aftur DAGNY JOENSEN Fíggjarlógin skal vera lið- ugt vidgjørt í hesum årin- um. Tað krevur, at tinglimir- nir gera skjótt av at velja nevndirnar av nyggum, nú Sjálvstýrisflokkurin fór úr samgonguni Samgongan hevur gjørt uppskot um valbólk, har somu flokkar og áður eru umboðaðir, við undantaki av KrF og Finnboga Arge, uttanflokkatinglim, sum koma inn í staðin fyi Sjålv- styrisflokkin Spurdur, um Finnbogi Ar- ge nu var sloppin inn f hitan aftur, sigur hann seg ikki hava tikið stødu til annað enn KrF, ið er komin inn í valbókin, sum Finnbogi Ar ge var í áður Flest nevndarsessir Tad merkir m.a., at hetta eru flokkarnir, sum fáa fles- tu nevndarsessir, sigur Finn- bogi Arge - Tú hevur áður sagt, at tú ikki stillar upp aftur. Merkir hetta, at tú stillar upp aftur? Nei, hetta merkir ikki annað enn at fíggjarlógin skal verða samstykt áðrenn |. januar, og at tað er um- ráðandi at týðandi lógir, eitt nú kolvetnislógin og skatta- lógirnar 0.a., sum liggja í tinginum, skulu hava við- gerð - Við einum nevndarsessi, får eg ávirkan á lógirnar, sigur Finnbogi Arge Tekur tú, við at fara í valbólk við samgonuna. undir við øllum, sum sam- gongan leggur fram? Eg fari fyribils at seta meg niður og kanna málið Møguleikar eru fyri at fáa upplýsingar í nevndum, sum eg ikki visti um áður, sigur Finnbogi Arge. Hann leggur dent á at hetta stigið ikki hevur annan tydning enn at fáa åvirkan, nú tað líður móti endanum í hesi ungsetu - Eg haldi, at tað er skeivt at útskriva val júst nú, og eg havi - við at fara í val- bólk- tryggjað mær ávirkan, at ikki týðandi mál skulu detta niðurfyri, sigur Finn- bogi Arge, og nevnir m.a uppskot um Telefonverkið, ið skal umleggjast til alment partafelag. Tað heldur hann eisini er týðandi mál at fáa ávirkan á Nevndarval í fyrsta lagi næsta minadag Eftir hvat skilst. so eru bert tveir valbólkar. Samgongan hevur 19 tinglimir og and- stødan 14. Súsanna Danielsen, stjóri á Løgtingsskrivstovuni, sig- ur við Sosialin, at uppskot um valbókar skuldi leggjast fram í gjár seinnapartin. Um einki frávik verður givið, kunnu nevndinar í fyrsta lagi verða valdar næsta mánadag Tað var ikki møguligt at frætta, hvussu Sjálvstýris flokkurin fer at skipa seg viðvíkjandi valbólki Alvur Zachariasen, ting maður í Sjálvstýrisflokkin- um, sigur, at tey ikki enn hava vidgjørt spurningin í flokkinum Hugsandi er, at Sjálvstýr- isflokfurin fer í valbólk við andstøduni. Um so er, so er talið í teimum báðum val- bólkunum tað sama sum áð- ur Leikhúsini Jól byrja i morgin Sógan um Lítla Gutta er komin við aftur í Leikhús Jól, sum 26 bórn nú fara at framføra í Sjónleikarhúsinum í Havn RANDI JACOBSEN Í ár eru 10 ár liðin, síðan Havnar Sjónleiakrfelag á fysta sinni framførdi Leik- hús Jól Hesin fasti jólasiður verð- ur ikki niðurlagdur í bræði, tí børnini flokkast um at sleppa at spæla við, og ikki plagar at stanmda á at fáa áskoðarar Í ár eru tað Hjørdis Jo- hansen og Katarina Nolsøe, sum stjórna. Hjørdis var eisini við í fyrstu Leikhús Jólum fyri 10 árum síðan Tad eru tveir leikir í Leik- hús Jólum í ár. Annar er ein nissulerkur, sum tey nevna Gívurin og jólini, og hin eitur Lith Gutti. Lith Gutti hevur áður verið við í Let hús Jólum og er sloppin við aftur nú, men søgan er ikki heilt tann sama sum í upp- runaligu søguni um jóla eingilin og Lílta Gutta Umstødurnar at venja Leikhús Jól hava ikki verið tær bestu, tí pallurin í Sjón leikarhúsinum hevur verið upptikin líka til nú av leik inum Ísblomstrið. Tey hava tí verið noydd at venja í ødrum hølum - Men tað hevur gingið ótrúliga væl, siga Hjørdis og Katarina Tað krevur ikki sért av hegni at fyriskipa einum slíkum tiltaki, tí 26 børn eru við, og tey yngstu eru fimm ár. Elstu leikararnir eru 21 ár Hjørdis og Katarina lata væl at flokkinum, so væl tey hava mett, og so góðan hug tey hava at spæla. Tey hava verið ótrúliga tolin. Tær báðar valdu, at tær skuldu ikki sjålvar skriva handritini. Tær byrjaði við dramavenjingum, og út frá hesum formadu børnini sjálv leikirnar. Hugskotini koma frá tí, sum børnini sjalv gjørdu spontant undir venjingunum Upp á tann mátan blivu leikirnir til av sær sjálvum, og børnini uppliva tað, sum hava tey sjálv gjørt leikir- nar. Tað økir um hug teirra at vera við Fitt við tey smáu Ikk: er vanligt at hava so smá børn at spæla saman við teimum so eldru, tí tey smáu fata ikki tað sama sum tey størru. Men tað hevur gingið ómetaliga væl, og tey stóru hava verið cina standandi fitt við tey smáu, sum spæla nissupinkur og einglapinkur Tær hava lagt tað soleiðis til rættis, at berst teimum smáu frá onkran dag, er tað eingin ólukka. Tey heilt smáu skulu siga siga nakað, men afturfyri hava tey úr at gera, tí tey somum spæla bæði einglar og nissur, skulu skifta, og tey noyðast at:tuska aftur og fram Tey størru hava skyldu til at meta Gl hverja vending og syning Umframt teir 26 leikar arnar, kemur Jógvan Telling eisini við sínum barnakóri frá Tórshavnar Muikkskúla Tey berni eru 15-20 í tali. Leikhús Jól er ein fa- niljusyning.og tað merkir, at eisini heilt smá børn fáa nakað burtúr at síggja leik- in. Stórur dentur er lagdur á, at gera søgurnar einfaldar Tað verður ikki sagt so nógv, har er meira við rørslum. Og nógvir sangir Leikirnir er eisini ein- faldir á tann hátt, at lítið og einki er gjørt burtur úr pallinum, sum Annika á Lað hevur fyriskipað.Flestu klæðini, sum børnini eru í, eru úr húsinum, men okkurt hevur Hjørdis tó seymað Haraftrat hava tær valt at halda leikinum undir einum tíma, tí longur orka smá børn ikki at sita Upp å henda måta eru Leikhús Jól eisini væl egnað at vitja hjá fólki, sum kunnu enda túrin í býnum saman við børnunum í Sjónleikar- húsinum Flestu sangirnir í leikin- um eru jOlasangir, sum børnini kenna Leikhús Jól verða fyrstu ferð framførd mikudagin kl IS, og framførslur verða sidan gerandisdagar kl. 18 og sunnudagar kl. 16, hvønn dag fram til 21. de- sember - um fólk halda fram so leingi við at koma til syn- ingarnar. Men tað verður neyvan nøkur neyð, tí Leik hús Jól plaga at verða væl vitjað Atlgongumerki fáast í Kunningarstovuni og í Sjónleikarhúsinum ein tíma undan hverji sýning. At- gongumerki kunnu ikki leggjast av Atgongumerkið kostar 30 krónur fyri bæði stór og smá. Stórur áhugi Sjónleikarhúsið lýsir ong- antíð eftir børnum at spæla við í Leikhus Jólum, tí so hevði verið heilt galið. Ahugin er frammanundan so stórur, at øll ikki sleppa við Tær hava roynt at velja út sum frægast, so nøkur roynd eru við men samstundis eru Leikhús Jól fyrsta høvi hjá fleiri børnum at royna seg á pallinum Jólakalendarahúsið Jólamaðurin í tí lítla húsi- num í Grasagarði er í jóla- hýri, og hann hevur savnað sær eina rúgvu av gávum frá handlum i Han. Gåv- urnar verða lutaðar burtur, og hvønn dag verður luta- seðil í Sostalinum. Gáv- urnar verða eisini at síggja í glugganum í kalendara- húsinum Tá jólamenninir eru komnir ul Havnar verða tað teir, sum draga vinningin, og tollaksmessukvøld fara teir at draga um eitt gåvu- kort uppá 1000 kr Jól í gamla bókhandli Endurminningar hjá hevundanum 16 tey fyrstu árini, 1947-64 Bókin gevur eina frálíka brota- kenda tíðarmynd av neynda tíðarskeiði, men er fyrst og fremst søgan um eina viðkvæma gentu ið veksur upp og búnast við teimum spurningum. gleðum og sorgum. sum ungdómar til alla tíð fara at dragast við 290 bis Marianna Debes Dahl Úti á leysum oyggjum Kr. 198,- pf. H.N. Jacobsens Bókahandil Vaglið + Tlf. 1 10 36