Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-12-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. desember 1997síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið Nr. 236 — 10. DESEMBER 1997 Vit unna fiskimonnum skattalætta — men við treytum: Teir sjómenn sum eru ringast fyri mugu fáa størsta skattalættan — Hetta er ótrúl- iga órættvíst. Og skal uppskotið um skattalætta til fiskimenn brúkast til utgangsstødi, fara vit at seta tríggjar treytir, sum fara at gera tað rættvísari. Fjórða treytin verður, at tey lág- løntu á landið eisini fáa ein skattalætta AK! BERTHOLDSEN Javnaðarflokkurin fer ikki uttan víðari at taka undir við uppskotinum um skattalætt- a til fiskimenn Men skal uppskotið brúkast sum eitt útgangs- stødid, fara vit at seta fram fleiri treytir Jóannes Eidesgaard, for- maður Javnaðarfloksins sig- ur, at flokkurin hevur mang- an víst í verki, at hann unnar fiskimonnum so góð kor sum møguligt Men hann er kortini sera ivasamur at veita fiski- monnum skattalætta eftir uppskotinum hjá landsstýr- inum Fyri tað fyrsta er upp- skotið ótrúliga órættvíst í- móti teimum fiskimonnum, sum forvinna minst, og so- statt hava mest brúk fyri skattalættanum - Og harafturat fara vit at krevja, at låglønarbOlkarnir á landi verða tiknir uppí Tá ið málið um skatta- lætta til fiskimenn var til viðgerðar í unginum mána- dagin segði Jóannes Eides- gaard, at hetta var ein nýggj, og ikki vandaleys, kós í skattapolitikkinum I hesum føri er ikki ætl- anin at lata skattalætta eftir føroysku — figgjarorkuni men eftir fíggjarorkuni hjá kkara grannalondum og tað er skeivt, segði Jóannes Eidesgaard Serliga vandamikið er hetta um grannin er fíggj- arliga sterkur, og um tann bólkur, tað snýr seg um hevur ein annan týdning í grannalondunum, enn hann hevur hjá okkum Noreg er eitt av heims ins ríkastu londum. Og fisk- - Tað kundi verið eitt hugskot, at fiskimenn lótu ein part av skattalættanum fara í ein pensjónsgrunn, so tað ikki fer til forbrúk. Tí hvat pensjón vidvikur, eru fiskimenn heilt illa fyri, serstakliga tí at teir noyðast mangan at fara í land í hampiliga góðum árum, sigur Jóannes Eidesgaard ivinnan í Noregi hevur ikki nær og námind tann týdning fyri norska samfelagið, sum okkara fiskivinna hevur fyri tað føroyska — Harnæst er fiskivinnan i Noregi bara ein trupulleiki í einum åvisum parti í Nor- egi, nevniliga Norðurnor- egi --Annars frættist år Nor- egi, at nýggja miðstjórnin ætlar at taka serliga fiski- mannaskattin av, legði Jó- annes Eidesgaard afturat Hann segði, at teir før- oyingar, sum vóru farnir til Noregs vóru farnir av tveimum orsøkum --Summir eru farnir av tí at teir ikki fingu kans vid føroyskum skipum. Men serliga eru teir farnir av tí at teir verða nógv lagaligari skattaðir í Noregi, og tí fáa teir meiri burturúr Hann roknaði ikki við, at tann seinni bólkurin fæst heimaftur fyri tað um hetta uppskotið verður samtykt, tí fiskimenn í Noregi fara framvegis at verða nógv lagaligari skattaðir Tað verður eitt upptak Jóannes Eidesgaard ávaraði eisini samgonguna um, at tað fór at enda galið, hildu tey ikki uppat at gjara út og at yvirbjóða hvønn annan fyri at fiska atkvødur - Anfinn Kallsberg held ur, at tað, sum fiskimenn fáa í skattalætta, fer til forbrúk og tað fer at geva landskass- anum meiri inntøkur í mvg — Hetta sigur hann ímeð- an handilsjavnin versnar so skjótt, at tað verður ikki longi til tað verður undir- skot á honum --Tí átti Anfinn Kallsberg heldur at havt eitt vakið eyga við forbrúkinum — Tað er legið at hugsa sær, at í Danmark hevur akkurát verið hart, politiskt stríð um at tálma nýtsluna Men í Føroyum verður ikki latið um vón. Hann vísti á, at ætlaði skattalættin fer at kosta landskassanum 28 miljónir, og hann spurdi fíggjarmála- ráðharran, hvussu hann hevði hugsað sær, at lands- kassin skuldi sleppa burt- urúr tí — Vit hava bundið okkum til at hava yvirskot á fíggj- arlógini í 1998. Og soleiðis, sum landið nú liggur, restar nógv í, enntá á pappírinum - Og tá havi eg ikki tikið fløgur í undirsjóvartunnil við, segði Jóannes Eides- gaard Hann minti eisini á, at samstundis, sum vit tosa um skattalætta og undirsjóvar- tunnil, er stór kreppa í heilsuverkinum. Tey gomlu fáa ikki neyðugu røktina og tey sálarliga veiku verða ríkin á dyr Jóannes Eidesgaard segð- 1, at tað er eitt stórt vónbrot hjá nógvum at síggja, hvussu ótrúliga lint, lands- stýrið hevur verið, síðani fólkaflokkurin kom uppí. — Stutt sagt hevur figgjar- politikkurin ikki verið ann- að enn ein endaleysur streymur av útgjaringum — Og nú tykist sum um tingmenninir eisini eru farin uppí eina kapping um at y- virbjóða hvønn annan - Eitt er í hvussu so er greitt: Hvør tað enn verður, sum tekur yvir í Tinganesi aftaná hetta stýrið, koma tey undir eitt fíggjarligt upptak av eini aðrari verð. Tí sum nú er, rennur línan bara út, segði Jóannes Eidesgaard Eykabyrða uppá 14 miljónir Hann neyndi eisini truplu støduna, = kommunurnar koma í -Hvussu hevur landsstýr- ið hugsað sær, at kommun- urnar, og serliga tær við 23% í kommunuskatti, skulu klára eykabyrðuna uppá 14 miljónir, sum tær missa um fiskimenn fáa skattalættan Harafturat hava tær fingið eina eykabyrðu uppá fimm miljónirnar, av tí at teirra partur av barnaansingini er dýrkaður Kommunurnar hava akkurát lagt fíggjarætlanina fyri komandi ár, og ásett skattaprosentið. So tað fer at tátta í hjá nógvum komm ununum Fad skal vera legið um landsstýrismaðurin í fíggj armálum og landsstýris maðurin í kommunumálum yvirhøvur tosa saman. Og gera teir tað, er stødan upp aftur løgnri Jóannes Eidesgaard sigur, at tað er sum um vit eru far in frá at hava eitt landsstyr ið, sum tók avgerðir í felag, til at hava seks ella sjey sjålvstødug landsstyri, har ið hver ikki veit av ødrum Tað var so ikki ætlanin við nýggju stýrisskipanar lógini, skoytti hann uppí Órættvísur skattalætti Tað, sum Jóannes Eides gaard serliga hevur ímóti hesum uppskotinum um skattalætta, er, at tað er sera orættvist Eftir uppskotinum, verða fiskimenn skattaðir av 85% av inntøkun: Tvs, at ein sum forvinnur 100.000 krónur verður skattaður av 85.000 krón- um Ein, sum forvinnur eina miljón, verður bara skatt aður av 850.000, og tann, sum forvinnur tvær miljón- fr, verður bara skattaður av 1,7 miljón, tvs, at hann fær 300.000 krónur óskerdar í lumman - Júst hetta er sera órætt- vist, og vit kunnu als ikki taka undir við einum slíkum uppskoti, uttan at seta ett hámark á - Tað er eisini ein stórur bági í uppskotinum, at teir, sum fáa partar av inntókuni úr lønjavningargrunninum verða við skerdan lut, tí inn tekur frå lønjavningar grunninum eru ikki umfat- aðar av skattalættanum Somuleiðis fýltist Jóan- nes Eidesgaard á, at eisini útróðrarflotin er fyri skerd- an lut í hesum sambandi. — At teirra inntøkutrygd samstundis verður munandi skerd, styrkir tann varhuga, vit hava av, at landsstýrið ætlar heilt at halda útróðr- arflotan uttanfyri Seta kílar ímillum Jóannes Eidesgaard segði, at enn einaferð hevur tað eydnast fólkaflokkinum at seta kílar ímillum ymsar samfelagsbólkar — Í hesum føri hevur tað eydnast teimum at seta verkafólk upp ímóti fiski- monnum. — Hetta er ein ótrúliga 6- dámligur, politiskur ar- beiðsháttur At so fiskimålarådharrin samstundis hóttir við at seta tiltøk í verk ímóti teimum feløgum, sum ætla sær at mótmæla, ger bara støduna enn verri. Krevja hyrurnar nidur Jóannes Eidesgaard ávaraði eisini fiskimenn um, at hes in skattalættin for neyvan at verða ókeypis Hann minti á kongstanka fólkafloksins um at seta løn irnar niður Beint nú er tosið um løn arniðurskurð ikki so nógv frammi Men eingin skal ivast eina løtu i, at ætlanin at:seta lønirnar niður er ikki slept Hetta er dulda endamál fólkafloksins, sum hann fer at draga fram, táið skatta lættin er samtyktur Få skulu manningarfel øgini vita, at reiðararnir fara at krevja, at hýrurnar verða settar niður Møguliga fer fiski mannafelagið at klára frí sak, men yvirmannafeløgini klára tað neyvan Vit seta fýra treytir Jóannes Eidesgaard sigur, at skal uppskotið hjá lands stýrinum brúkast sum út gangstødi fer Javnaðar flokkurin at seta ymsar treytir 1: Loft, ella hámark skal setast á, so at inntøkur yvir eitt ávíst krónutal, fáa ikki skattalætta 2: Skattalættin skal eisini fevna um inntøkur frå løn javningargrunninum so at tær lágu inntøkurnar hjá fiskimonnum, og serliga hjá útróðrarmonnum, fáa ágóð an 3: Skattalættin skal verða progressivur, so at tær lágu inntøkurnar fáa størsta lætt an, men at lættin minkar so líðandi, til hann at enda heilt fellur burtur, táið komið er uppundir hámarkið 4: tey skattligu viðurskift ini hjá teimum lågløntu, timaløntu á landi skulu tak ast við. Tað ber snøgt sagt ikki til, at ein bólkur í sam felagnum skal fáa skatta lætta, sum mangan er hægri, enn øll lønarinntøkan hjá teimum. sum arbeiða á landi Hetta má takast við. Alt annað er ósemiligt. Tí hesi hava hóast alt verið her øll kreppuárini, við teimum 6- hepnu avleiðingum, tað annars hevur havt Eitt sindur av skatta- lættanum til At kom Jóannes Eidesgaard við einum uppskoti, sum hann bað fiskimenn hugsa um. Hann vísti á, at tá ið tað kemur til pensjónsviður- skifti eru fiskimenn ser- stakliga illa fyri, serliga tí tað mangan er neyðugt at gevast í hampiliga góðum árum. Tí kundi tað verið vert at umhugsa, serliga hjá fiski- mannafelagnum, og hinum manningarfeløgunum, um tað ikki var eitt hugskot at sett ein part av skattalætt- anum í ein pensjónsgrunn, so tað ikki fór til forbrúk, men til eina pensjón. Hann heldur, at politiskt átti hetta hugskot at fingið nakrar tankar, hóast talan var um eitt fakfelagsmál Annars mælti hann esini til at brúkt Ísland og Dan- mark sum fyrimynd Tað kundi verðið gjørt við at latið fiskimonnum eitt fast gjald fyri hvenn mynstraðan dag Fáa ikki tíð Annars fýltist hann á, at tingmenn fáa so lítla tíð at viðgera málið so nágrein- iliga, sum tað hevur uppi borið Tað ringasta, sum kann henda, er at samgongan fer at trumfa málið óviðgjert igjøgnum tingid. Tí tá verð ur neyðugt hjá ødrum at koma afturum aftur, sigur Jóannes Eidesgaard