Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-12-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. desember 1997síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

a Internet: www.sosialurin.fo Sýnir landsstýrið fíggjarligt fyrilit Oddagrein SJÁLVANDI vilja oll gjalda minni í skatti og sjálvandi fegnast vit oll um, at landsstýris- maðurin í figgjarmålum fer at lækka ella taka av meirvirðisgjaldið fyri ávísar tænast- ur, tí henda gongd ber í sær, at vit hava meiri pening at brúka í dagliga húsarhaldin- um MEN vit hava eisini eitt landshusarhald, sum vantar pening á fleiri okjum. T.d. tykist tað trupult hjá Sjúkrahúsverki Foroya at fáa endarnar at rokka saman. Og eitt gott sjúkrahúsverk vilja vit oll hava, líka mikið hvorja politiska áskoðan vit hava. Tí er spurningurin, hvønn figgjarpolitikk skulu vit reka? SKULU vit lata skattalætta — m.a. til sjófólk — og skerja meirvirðisgjaldið fyri ávísar tæn- astur — t.d. fyri bilumvælingar og hárfríðkan — og fáa minni til landshúsarhaldið, so tað verður upp aftur truplari at játta heilsuverki og skúlaverki okkara tann neyðuga pening- in? Ella skulu vit lata vera við at skerja inn- tøkurnar hjá landskassanum, og hava ver- andi tænastustig á t.d. heilsuøkinum? Vit kunnu jú ikki bæði blása og hava mjøl í munninum! VIT kunnu nú ímóti ársenda tosa um skatta- lætta og skerja mvg'id, tí tað hevur gingið nógv betur búskaparliga, enn búskapar- frødingar og løgtingid roknaðu við, tá fíggj- arætlanin varð løgd fyri einum ári síðani. Vit hava fiskað nógv meira — uttan at vit hava virdisøkt tilfeingið á landi — og tað lága rentustigið hevur gjørt, at vit hava nógv meiri pening at húsast við. MEN spurningurin er, um góði toskafiski- skapurin fer at halda sær, og um rentu- stigið fer at vera líka lágt næsta ár? Minkar fiskiskapurin og hækkar rentan, so sansar beinanvegin at, og avlopid á fíggjarlógini hvervur. Tá verður aftur neyðugt at hækka skatt og mvg, skerja og tátta í, og spurning- urin er tá, um vit klára at gjalda eitt tvey- oyra av uttanlandsskuldini? TÍ eiga vit eisini at seta spurnartekin við, um tað er rætt at gjarða so nógv út, tí val er næsta ár, og eisini eiga vit at seta spurnar- tekin við, um landsstýrissamgongan sýnir figgjarligt fyrilit við teimum ætlaðu tiltøkun- um. Øll unna sjófólki og teimum lågløntu skattalætta, men vit skulu eisini hava ráð til hann næsta ár, og keðiligt verður hjá einum nýggjum landsstýri beinanvegin at fremja buskaparlig inntriv! Sosialurin ÉT Tað er munur á monnum A —2E———EG— Yvirfyri Gudi eru vit øll líka, men so er alt sagt. Vit eru ikki øll eins. Tað er munur á fólki. Samfelagið tørvar okkum øll, men vit eru ikki øll líka virkismikil fyri samfelagið Fiskimaðurin og flaka kvinnan eru tey týdningar- mestu fólkini í føroyska samfelagnum. Hesi eru tey, sum skapa virðini, sum gll onnur njóta gott av Tað er mær ófatuligt at hoyra, hvussu fólk í trygg- um, yvirbetaltum almenn um størvum í Torshavn hó reiggja sær av uppskotinum at geva fiskimonnum ein skattalætta Eg meti meg sjálvan ikki til hálvan skøgv við ein fiskimann í Sandoynni í samfelagsvirði. og hevði eg ikki havt ilt av, um hann so fekk 25% í skattalætta. At vera fiskimadur er eitt hart knoss, sum slítur ein niður likamliga. Og ikki er tað heldur ein dansur á rósum hjá einari flakakvinnu at standa í dagavís við rein- skeriborðið við haldi í rygg inum, móð í kngunum og ikki at gloyma tíðarmerktu sjúku síni, at passa sítt ar beiði í larmi og gjóstri Øll skul hava tað sama verður sagt. Hví fær so ein fiskimadur ikki tað sama í løn sum ein tænastumaður í Førovum fær? Sannleikin er tann, at í Føroyum er eitt andskrami- ligt órættvíst stættasam- felag, har 55% av figgjar- lógini fer at gjalda ein av heimsins størsta óproduk- tiva almenna sektor Skatturin må vera høgur, fyri at gjalda alt hetta marg- læti av almennum aðalstjór- um, undirstjórum, fulltrú um, almennum farloyvum, og fyri ikki at tosa um allar pedagogarnar, sum hava tað so ringt?? Ein útholað skipan, sum verður útnyttað á skammi- ligan hátt! Ein ræðsla og onnur Ein eigur ikki at gjalda meira enn 30% í skatti, tá verður aftur trivnaður. Hetta krevur tó, at almenni sek- torurin verður minkaður eina helvt. Men tað er nokk burtur- við at ímynda sær hetta, nú næstan alt á landi situr á al- mennu greinini við sínum yvirhøvur óproduktiva ar- beiði Eg unni so hjartaliga fiskimonnum skattalættan Tá hann er rýmdur av land- inum, verður øskukalt Tórur Johannessen Í eina tíð hevur tað verið ument kent, at danski for sætismálaráðharrin hevur ræðst føroyingar so illan ut hann ikki torir at vitja land okkara Nú er so eitthvert fyri framman, sum hann ræðist verri enn okkum og kemur hann tiskil til Føroya á rík ísráðsfund 6. januar Eisini boðar forsætis málaráðharrin frá, at hann ikki ætlar at tað skal verða við hetta, nei hann ætlar at koma ein túr afturat, saman við konu síni, seinni út á sumri Nú er tað soleiðis, at ein skal verða varin tá gitingar verða grundarlag undir nið urstødum, tí eru gitingarnar skeivar, so gerast nidurstød urnar eisini skervar Men eingin ivi er um, at nú er vent í holunu. Tá vit eru tey somu, og eingin nýggj tíðindi, sum tala til hansara fyrimun eru komin fram, tverturímót, so má tað ivaleyst verða eitthvert, sum hevur gjørt verandi ræðslu hansara fyri føroy- ingum til småting Bankakanningin Góða viku eftir at forsætis málaráðharrin fer av aftur landinum, kemur úrslitið av nógv umrøddu bankakann ingini út til almenningin T20 at hann velur at koma áðrenn úrslitið av banka kanningini er almanna kunngjørt, kann kanska vera ein ábending Vit hava fyrr hoyrt, at tað eru persónar sum hava fing ið ábendingar um ávíst sum kanningin fer at avdúka, ella kanska ikki fer at av dúka Leiðslan fyri Den Danske Bank valdi at siga frá, at næsti forstjóri í bankanum verður Peter Straarup, tá ter høvdu fingið ábendingar um, at hann ikki komi neyð av ursliti bankakanningarn ar Eisini Anna Birgitte Lundholdt lat frætta, at hon hevði fingið ábendingar um, at hon ikki kom í neyð av bankakanningini Seinastur í rødini at siga frá sínum ábendingum í hesum máli, er so Jóanes Eidesgaard, formaður javn aðarfloksins, sum í seinnu helvt av vikuni ið fór, segði frá, at tær ábendingar hann hevæi fingið. vóru eitt gott grundarlag fyri at samráðast við donsku stjórnina, heldur enn at royna málið løgfrød isliga, tá hetta fór at taka langa tíð og kosta nógvan pening Ja, hann legði afturat, at hetta helst kundi geva okk- um eitt betri úrslit og var ruddiligari og enntá meira taktiskt Fyrst av øllum, so tykist tað ikki sørt ørkymlandi, at tað eru persónar sum fáa ábendingar um úrslitið av bankakanningini, sum ann ars skuldi verið umgyrd av tøgn til úrslitið fyriliggur Eitt annað sum ørkymlar er, at formaður javnaðar- flokksins, beint uppundir vitjanina hjá formanninum í danska javnaðarflokkin- um, kemur við uppskot um at lata tað løgfrødisliga í bankakanningini vera líka mikið, og heldur samráðast við donsku myndugleikarn ar, í hesum føri við for manni danska javnaðar floksins á odda Rætt skal vera rætt Tad løgfrødisliga er eimasta trygd fyri at tað sum rætt er verður rætt. Trygd fyri at nakað fæst burturúr samráð ingum við donsku stjórnina hava vit ikki, og royndirnar á hesum øki tala vid ræð- andi dómum Nei, latið okkum íkki gloyma, at her hava vit ikki vid amatørar at gera, men royndar myndugleikar hvers hjarta liggur langt av landi skouð Latið okkum fáa úrslitið av bankakanningini og lat so rætt vera rætt Vit eiga at boða frá, at vit eru fólk ið ikki eru til sølu Hetta er einasta gongda leið, um vit sum føroyingar skulu kunna ganga við rgtt- um ryggi og lyftari pannu Sámal Petur í Grund Miðflokkurin, vitjan Poul Nyrups og Sjónvarpið Fyrst í farnu viku frættist, at forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, kemur til Føroya í sambandi við Ríkisráðsfundin sum verður 6. januar komandi. Letingsumboð Miðfloks- ins eru spurd, bæði av fjøl- miðlum og millum manna, um vit fara á fund við Ny- rup um høvid býðst. So s jålvsagt tykist svarið okk- um, at spurningurin í byrj- anini gav orsøk til undran Sjålvandi fara vit å fund vid Forsætisráðharran um høv- ið verður. Tad vildi verið ein givin møguleiki at komi á tal við hendan, sum longu, áðrenn úrslitið av banka kanningini fyriliggur, hevur so nógvar spurningar at svara, so nógvar frágreið ingar at geva, so nogv at standa til svars fyri Bjóðar tú teg fram sum valevni, te. sum umboð borgarans á politiska økin- um, so fylgir ein ómetalig ábyrgd við, um veljarin vísir tær álit sítt. Tá ert tú m.a umboð hansara á økjum og stóðum hann ikki sjálvur røkkur. Sum slík umboð veljarans fara vit at fundast við Nyrup, at spyrja og krevja frågreiding, ikki bert um viðurskifti, ið eru feynd av bankakanningini, men um so mong viðurskifti sum krevja frágreiðing hansara. Nevnast kunnu spurningar sum t.d Hverjar ætlanir hava rík ismyndugleikarnir = við- víkjandi hart tiltrongdu útbyggjanini av flogvøll inum í Vágum? Hvussu eru veruligu figgjarvidurskiftunum landanna millum sæd i ljósinum av, at vit hava hýst NATO stóðum í so mong ár? Hver er orsøkin til mangl- andi arbeiði Danmarkar í ES, føroyingum at gagni? Skipið fyri almennum fundi við Nyrup Tað er so mangt, vit vildu ynskt at fingið høvid til at fundast við Forsætisráð- harran um, og smásæri (at vera firtin og renna undan) er ikki komið í huga okkara, og verður av okkum mett óhóskandi fyri fólkavaldar politikkarar. Størri ósemj urnar eru, breiðari gjógvin er grivin manna millum, tess stórri er tørvurin á dia- logi. Vanligi føroyingurin kundi ótvað hugsað sær at fingið høvid at sett Forsæt- isrådharranum spurningar sínar - og hví ikki geva hon- um møguleikan? Við ti í huga hevur Midflokkurin sent Løgmanni og Forsæt- isrådharranum bræv, við áheitan um, at skipað verður fyri opnum almennum fundi við Nyrup, har tey, ið hug hava, kunna meta honum, føra síni sjónarmið fram, og vónandi fáa svarað spurn- mgum sinum Vegna Miðflokkin Jenis av Rana, Tordur Niclasen BAO ——— SSAAS ASS ——