hósdagur 18. desember 1997síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 242 — 18. DESEMBER 1997
tíðindablaðið
Helgi Fossadal, stjóri í fyrrverandi Fossbankanum
Mugu fáa eina
politiska semju
við danir heldur 7
enn rættarsak
-Tað er fullkomiliga órímuligt, at bara førovingar skulu
standa við allari rokningini fyri alt tað, sum er hent.
Bæði danski staturin og Den Danske Bank mugu gjalda
sín part sigur stjórin í fyrrverandi Fossbankanum, sum
heldur tað vera skilabest at fáa eina politiska semju við
danir heldur enn eina drúgva rættarsak.
Jan Miller
Stjórin í fyrrverandi Foss
bankanum, Helgi Fossadal
er ein av teimum, sum fleir
ferðir hevur verið frammi í
fjølmiðlunum og sagt sína
hugsan um búskapargongd
ina í Føroyum við banka
kreppu, bankasamanlegg
ing og at enda bankakann
ing
Nú sjónvarpið hevur latið
gera tríggjar sendingar um
m.a. hesar spurningar
spurdu vit Helga Fossadal
um nakað nýtt er komið
fram, sum hann ikki vistu
áður!
Sjálvandi er nógv komið
fram í teimum skjølum, sum
ikki eru kunngjørd áður
Men nógv av hesum er nak
að, sum tú hevur havt var
hugan av
Helgi Fossadal sigur, at
vit í veruleikanum skulu
heilt aftur til 1988, tá fyrsta
spírin til tað, sum fór at
henda, varð lagdur
Hetta árið hevði forsæt
isrådharrin Poul Schluter
ein fund við tað stóra
bankkonsortii vid Privat
bankanum, Handilsbank
anum og Den Danske Bank
Tá gav Schluter boð til um
røddu stovnar um, at Før
oyar vóru í eini veldugari
kreppu. Uttanlandsskuld
ina, sum føroyingar tá
høvdu uttan fyri kongaríkið,
vildi staturin hjálpa før
oyingum við, men skuld til
danskar stovnar, bankar ol
máttu hesir sjálvur róta seg
burtur úr
Helgi Fossadal vísir á, at
kreditturin, sum Fossbankin
hevði í Privatbankanum,
varð uppsagdur eftir einum
degi. Sama var galdandi fyri
bæði Sjóvinnubanka og
Føroya Banka
Vit høvdu ikki bid um
henda kredittin, men danski
bankin hevði boðið okkum
hann. Orsøkin til at teir nú
tóku hann aftur vóru boðini
frá Schluter um støduna í
Føroyum
Helgi Fossadal sigur vid
ari, at Fossbankin tók hetta
til eftirtektar og var sera
varin at læna út eftir hetta
Ikki soliditets- men
likviditetskreppa
Hann sigur annars um vid
ari støduna og hending
arnar, at tað, sum hinir báðir
pengastovnarnir manglaðu
í bæði 92 og 93 vóru reinir
pengar í kassanum
losað varð tå bara um
eina soliditetskreppu, tvs
trygdina hjá bankunum í
teimum lánum, sum teir
høvdu latið, men her var
fyrst og fremst talan um
eina likviditetskreppu. Tað
er tað, sum gangur aftur og
aftur sigur Helgi Fossadal
og leggur aftrat, at hetta
hevur einki við soliditetin
at gera
Fyri at útvega likviditetin
vóru teir eisini noyddir at
niðurskriva ognirnar og
soleiðis kroystu teir lands
stýrið at koma inn við
pengum. Ognirnar skuldu tá
vera null verdar. Men hetta
var lygn. Hetta var nakað,
sum varð skapt og íkki
nakað, sum var reelt
Um orsekina til at henda
loysn varð vald sigur Helgi
Fossadal, at tað var tí, at
bankarnir manglaðu pengar
Og einasti máti at fáa teir
inn uppá var antin sum
beinleiðis innskotskapitalur
frá landsstýrinum, statinum
ella almenninginum, sum tå
varð bundin í so og so nógv
ár ella hin møguleikin,
nevniliga at niðurskriva
aktivini. Tå er bankin farin
á húsagang, og tå er ein
noyddur til at seta meira
pengar í
Hetta hevur so fingið
bóltin at rulla skjótari enn
ein hevði roknað vid. Og
longu í 92 varð boðað frá,
at stóru bankarnir skuldu
leggjast saman
-Trupulleikin, tá danir
koma upp í 93, er, hvussu
pengar skulu skaffast til
Føroya Banka. Og tann
einasti mátin at útvega hann
uppá var at niðurskriva
restina av aktivunum, sum
vóru til og sum vórðu nið-
urskrivað frammanundan,
tvs. húsini, sum vórðu sett
niður á null stórt sæð. So
leiðis mátti m.a. Fossbankin
blaða. Eisini Sparikassin
misti
Feroyingar sovið í
tímanum
Helgi Fossadal heldur ikki
vit bara eiga at geva dønum
alla skyldina fyri tað, sum
er hent
Tad er fantastiskt, at ein
maður sum Finnbogi Isak
son, tá vit hava fingið lánin
uppá meira enn 500 mill
kr., skal siga við fjølmidl
arnar, at eingin banki í Fer
ovum fer á heysin, og at
allir = innskjótarar skulu
kenna seg tryggar. Men so
ganga fýra mánaðir og
Fossbankin verður koyrdur
á heysin uttan so mikið sum
at tryggja innskjótararnar, ið
eru teir einastu, sum hava
sviðið fyri hetta og hava
verið ólíka fyri lógini
Men hava teir ikki fing
ið tað mesta aftur
Vit hava goldið 70% aft
ur, men vit røkka ikki at
gjalda 100%
Helgi Fossadal heldur tað
vera skeivt bara at leggja
eftir Richard Mikkelsen á
Co., tí vit mugu ikki
gloyma, at tað eisini finnast
nógvir føroyskir aktørar í
øllum hesum, tað verið seg
stjórar og fulltrúar av yms
um slag
Eg havi einki ímóti, at
ein fer eftir Richard Mikk-
elsen, men at hinir menn
ininir í øllum hesum, tvs
føroyingar, bara skulu
gloymast, kann ikki vera
rætt. Allir hesir persónar
sleppa at halda fram, uttan
at nakað er hent. Teir eru
entá álitið hjá Føroya lands
stýrið í dag framvegis
-Men teir síga væl eins
og politikararnir, at teir
hava ikki fingið at vita,
hvat gekk fyri seg handan
leiktjøldini og tí ikki hava
dugað at mett um veruligu
stóðuna ?
-Tað kunnu teir ikki. Tí
út frá hverjum grundarlag
kunnu teir m.a. siga, at
Framhald á síðu 8
Vit mugu gevast at vera so „undirdanigir
3 10% nov i:
I PNErRATEDEG
í gg
fan: ska bankanum
heldur Helge Fossadal
Jolagåvan til hansara
fæst frá
Valdemar Lutzen
SS 11.
PF. VALDEMAR LUTZEN Tif. 1 1020
Skålatrød
100 Tórshavn