týsdagur 30. desember 1997síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
12
Nr. 246 — 30. DESEMBER 1997
Einki at
óttast
I Sosialinum tollaksmessu
dag óttast býráðsformaðurin
í Havn. Leivur Hansen, fyri
framburðinum í Havnar
kommunu. Hann torir illani
at hugsa um barnaansing,
eldrarøkt og eisini Tórs
havnar havn
Hesir >trupulleikar<
Leivs eru reinir og skarir
uksustrupulleikar saman
borið við tað, ið aðrir
býráðsformenn og bygdar
ráðsformenn hava á herðum
sínum vð útliti til uppaftur
hægri skattaprosent, um
ikki rentan heldur sær, og
fiskiskapurin verður betri,
enn rokfiskiskapurin og tað
góða veðrið vit hava havt í
1997 og omaná alla kýting
fyri kommunum teirra, so
kortini at síggja eina javna
fráflyting. Eingin ivi er um,
at slíkt prikar í onkustaðni
Þjá by- og bygdarrådsfor-
monnum og stýrum teirra
Slíkar stingir eru bý
ráðsformenn í Havn spard
i
Einki at óttast
Leivur Hansen hevur einki
at óttast. Hann kann bara
seta skattaprosentið upp,
har ið nógvar kommunur
eru noyddar at vera, so fær
hann árliga umleið 50 mió
krónur meira í kassan. Tað
skuldi munað væl bæði til
baranaansing og eldrarøkt
Tórshavnar han er ein so
] útreiðsla, at í mun til
aðrar havnir í Føroyum er
hon ein rein inntøkukelda
fyri Havnar kommunu, har
tað alsamt flødir inn vid
havnargjøldum. meðan
fjóra er aðrastaðni i land-
inum
Hver óttast?
Tá talan er um ótta, so hugsi
eg, at býráðsformenn, ið
ikki hava fast samband við
megingkið, hava alla grund
at vera óttafullir. Skattabog-
in er vælsaktans spentur á
tamb, og um so var, at hann
skuldi spennast uppaftur
meira, so eru so nógvir
gamlir streingir í, at tað
kemur at standa á teimum
nýggju, við tí møguleika, at
hesir leita sær burtur, har
trýstið er minni, ella í
hvussu er lættari at bera. Tí
royndur lutur er tað, at
meira fæst fyri hvert ålikn-
aða skattaprosentið, har
inntøkan fyn hvønn borgara
er høg enn har hon er låg
Leiur Hansen, tad er h6-
ast alt åhugavert, at tygum
nerta við midsavningina,
sum uttan iva fer at verða
eitt stórt landsmál - tó ikki
so stórt, at tað kann roknast
sum nakrar trupulleiki av
týdningi fyri Havnina
Veturin 1983/84 vísti
Kommunufelagið á henda
landstrupulleika, ið kundi
taka seg upp. so fyri okkum
er hetta ikki tann stóra
opinberingin
Meira um tað seinni
Gott nýggjár
Jógvan Mørkøre,
kommunu-
felagsformaður
Ferðaseðil
við Atlantic Airways til Keypmannahavn-
ar 2. januar kl. 17.30 til solu fyri 1.300
kr.
TIf. 55509
Vøruvognur til sølu
VW transporter vøruvognur, diesel, mo-
dell 1988, koyrt uml. 130.000 km.
Tlf. 10637 - Tórshavn
VIT gera alt
SNIKKARA- og TIMBUR-
ARBEIÐI
Bíðið um
óbindandi
TILBOÐ!
Lesarabrøv
Oli Jacobsen og forfylging hansara
Oli Jacobsen hevur nú í
longri tíð brúkt nógva tíð
og orku til at spilla út Før-
oya Arbeiðarafelag og ser-
liga undirritaðu
Vit síggja tó, at tå Oli er
mest óndsinnaður og grovur
í sínum ålopum á fakfelags-
rørsluna, so torir hann ikk:
at seta sitt navn undir ill
gitingarnar og útspilling-
arnar, men fjalir seg aftan
fyri sokallaða verkamanna-
blaðið, nevnt FF-blaðið, har
Óli tykist at vera tann, sum
stýrir øllum
Ja, Óli er so framligur, at
hann í heilari blaðgrein í
FF-blaðnum frá 4
desember 1997 tekur út
parta av sáttmálanum mill-
um Feroya Arbeiðarafelag
og Feroya Arbeiðsgevara-
felag og leyst frá øllum
samanhangi í sáttmálanum
annars leggur Føroya Ar-
beiðarafelag undir ikki at
vilja fylgja sáttmálanum
Greinin er úr einum enda
í annan fullkomuliga í tráð
við tey sjónarmið, sum
arbeiðsgevarafelagið førir
fram, og ti er tað skilligt
hvørjum parti Oli Jacobsen
er i, tå strid er millum ar-
beidsgevarar og løntakarar
Hetta er ikki nakað nytt,
tí sjálvt um tað býðir mær
ímóti at fara at viðgera tey
úrslit, sum Fiskimanna
felagið hevur fingið við
samráðingunum, so er tað
ein sannroynd, at Oli Jacob
sen hevur verið tann fyrsti
at bakka fyri reiðarunum
gjøgnum øll árini, og hann
er farin so vítt, at hann fyrst
í 1990-unum, beint ímóti
støduni, sum limirnir høvdu
gjørt greitt á landsfundi um,
at ongar forverringar av
sáttmálanum kundu koma
upp á tal, skrivaði undir
sáttmála, har nógvir fiski-
menn komu at vera nóg
verri fyri enn eftir gamla
sáttmálanum
Tey, sum hava áhuga í
hesum kunnu lesa ársfrá-
greiðingina hjá Fiskimanna-
felagnum, sum løgd varð
fram á ársfundinum tann 29
og 30. desember 1994, har
Oli Jacobsen á síðu 5 vidur-
kennir, at "kom hesin sátt-
måli at merkja skerjingar
hjá fiskimonnunum i åvisum
sáttmálum. “
At talan var um ålitisbrot
av Førova Arbeidarafela
móti limum Fiskimanna-
felagsins, vísti årsfundurin,
har táverandi næstformað-
urin, sum nú er farin, við
gråtirødd bað limirnar um
umbering fyri, at stjórnin
hevði skrivað undir sátt-
mála, sum gav limunum
verri sømdir enn gamli sátt-
málin, hóast ársfundurin var
samdur um ikki at vilja góð-
taka ein verri sáttmála
Hesin næstformadur vist,
hvat álit millum leiðslu og
limir felagsins hevur at siga
Aðrenn Oli Jacobsen fer
for langt i útspillingum sín-
um av Føroya Arbeidara-
felag. skal hann hugsa um,
at hesar skerjingar f rættind-
unum hjá fiskimonnunum
vórðu góðkendar av Ola
Jacobsen, samstundis sum
Føroya Arbeiðarafelag helt
tørn, og við tógvið stríð
forðaði fyn, at lønin fór eina
krónu niður hjá limum
Føroya Arbeiðarafelags
Limirnir í feløgunum
bådum kunnu so meta um,
hvørt av feløgunum verjir
áhugamálini hjá limunum
best
Politikarin Óli
Jacobsen
Eitt skal Oli Jacobsen tó
eiga, og tað er, at neyvan
hevur nakar fakfelagsleiðari
dugað betur at sogið stuðul
til reiðararnar úr landskass
anum enn hann
Vit eru í dag vitni til, at
hann hevur fingið borgar
ligu samgonguna, har hann
sjálvsagt er limur í, at leggja
fyri tingid uppskot um
skattalætta til sjómenn
Eg havi sagt tað áður og
skal endurtaka tað her, at eg
unni væl sjåmonnunum og
kanska einamest fiskimonn-
unum skattalætta, men
samstundis vil eg berjast
fyri, at limir okkara eisini
fáa skattalætta, tí munur
eigur ikki at verða gjørdur
á løntakarunum
At hetta uppskot til
skattalætta til sjómenn er
ein fjaldur stuðul til reiðar-
arnar, er tað helst bert Óli
Jacobsen, sum enn ikki hev-
ur fatað
Avleiðingarna av hesum
fjalda stuðuli kunnu vit m.a.
lesa um í frágreiðingini hjá
„Det rádgivende udvalg“
frá november 1997, og
eisini í greinini hjá Kjartan
Hoydal í Dimmalætting
herfyri
Formaðurin fyri reiðara-
felagið hevur nú eisini
alment sagt, at hann væntar
at sokallaði skattalættin fer
at føra við sær, at hýrurnar
skulu niður
Hyggja vit tó nærri at,
hvat prísurin er fyri hendan
háttin at royna at skapa
skattalætta fyri sjómenn
(ella rættari stuðul til reiðar-
arnar), so síggja vit, at fak-
felagsleiðarin Óli Jacobsen
er i samgongu, og tykist í
dag fult út at stuðla hug-
myndaligu sjónarmiðunum
hjá m.ø. Ola Breckmann
løgtingslimi fyri Folka-
flokkin
Vit, sum undrandi sita og
skoða henda leik hjá for-
manninum í Fiskimanna-
felagnum, kunnu bert
ásanna, at Óli Jacobsen nú
stuðlar tí plitikara, sum
hann gjøgnum so at siga Øll
1980-árini brúkti stórar part
av sínari tíð at leggja undir
at umboða tað mest ódám-
liga í politikki yvirhøvur, og
í blaðgreinum sínum sam-
anbar hann Óla Breckmann
við teir mest óhugnaligu
politikararnar í Týsklandi í
1930-árunum
Hvat vísir hendan gongd
so okkum føroyingum og
serliga limunum í Fiski-
mannafelagnum?
Jú, í besta føri vísir tað
okkum, at Oli Jacobsn
vendir sum vindurin blæsur,
og sum tann opportunistur
hann er, fylgir tí ráki, sum
tænir honum best, uttan at
skeita til hugsjónir av
nøkrum slag
Hin møguleikin er, at
skriving hansara i 1980-
unum bert hevur verið eitt
skálkaskjól, og at hann alla
tíðina hevur verið líka so
reaktionerur, sum tann sami
Óli Breckmann, sum hann í
blaðgreinum sínum hartaði.
Báðir møguleikar eru í
veruleikanum líka ódám-
ligir, tí hvussu kann ein lítla
á ein persón, sum altíð
fylgir tí ráki, sum tænir
ersónligu áhugamálum
hansara best, uttan at hava
nakrar hugsjónir yvirhøvur,
ella sum, fyri at tekkjast
limum sínum ella veljaran-
um, skrivar blaðgreinir, har
hann kritiserar ein politikk,
sum hann í veruleikanum
tekur undir við
Persónforfylgjarin
Óli Jacobsen
Ein kann seta sær tann
spurning, um Óli Jacobsen
hevur tørv á altíð at hava
ein ella annan persón, sum
hann í blaðgreinum skal
spilla út og forfylgja
Vit minnast øll, hvussu
hann í 1960-árunum skriv-
aði um táverandi formannin
í Føroya Fiskimannafelag
Hendan bladskriving var
av slíkum slag, at tey flestu
av okkum mundu øtast,
men endamálið var greitt —
aftur persónligar ambitiGnir
og Oli Jacobsen røkk
málinum, sum hann hevði
sett sær, uttan at hugsa um
persónligu avleiðingarnar
av skriving sínari
Í 1970-árunum var tað,
sum nevnt frammanfyri, Óli
Breckmann og Fólkaflokk-
urin, sum stóðu fyri skotum,
men tá tað so tænir Óla
Jacobsen betur, ja so fer
hann í samgongu við hesum
sama persóni og flokki
hansara
Í 1980-árunum var tað
serliga Atli Dam og Kjartan
Hoydal, sum fingu toyggi
frá Óla Jacobsen
Í 1990-árunum hevur tað
so serliga verið undirritaða,
og eisini eitt skifti danski
forsætismálaráðharrin, sum
herferðin varð vend ímóti
Slík framferð, sum tann
sum Óli Jacobsen hevur víst
móti sínum ímyndaðu fígg-
indum, er ring at skilja, men
at maðurin hevur ringt við
at stýra sær, sást gott dømi
um í tinginum herfyri, har
hann rópti og geylaði fyri
opnari mikrofon, meðan
hann í illsinni rann úr ung-
salinum
Hóast slík framferð, sum
tann Óli Jacobsen vísti í
tinginum, kann sigast at
vera óvanlig, fyri ikki at
taka munnin ov fullan, so
lýsir tað kanska væl lyndi
hansara, og so skilir ein eis-
ini betur framferð hansara
móti teimum til eina og
hverja tíð verandi ímynd-
aðu fíggindum hansara
Tórshavn 18.12.1997
Ingerborg Vinther
Takk fyri >Jól undir eysturgrønlandi«
Takk fyri sendingina, sum
gav eitt innlit í lívið umborð
og tær umstødur, ið partar
av sjófólki livir í og undir
Ég gleði meg til næstu
sendingar
Tað, sum serliga gleddi
sjómanskvinnuringarnar og
okkum, sum annars starv-
ast í Sjómansmisstónini, var
jólaaftan við sangt, jóla
evangeliinum og jólapakk-
um.
Takk fyri ta stóru og
vøkru umtalu av jólapakk-
unum og tann tydning, teir
hava
Sjómanskvinnuringarnir
og onnur, ið lata pakkar,
tørva eitt herðaklapp fyri
teirra stóra arbeiði — og tað
fingu tey í sendingini
Samstundis vil eg ynskja
Guðs ríku signing yvir alt
fólk okkara, bæði á sjógvi
og landi
Gott nýggjár í Harrans
navni øll somul!
Vinarliga,
Torleif Johannesen,
sjomanstrubodari