Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. januar 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 2 — 6. JANUAR 1998 Móti endanum av 1993 var Fossbankin íkki til longur. Bankin var stovnaður í 86, tey árini, minsta tjóðin í norðanlondum upplivdi eitt av teimum heilt stóru boomunum, so væl innan- fyri fiskivinnuna sum innan byggivinnuna. Svend Áge Ellefsen, Mortan Johanne- sen, Heri Mortensen og á, allir fingu sær skip í 100- millión klassanum, og tá tey fóru á heysin, fekk skatt- gjaldarin rokningina. Orðið fiktift vann sær hevdsrætt í okkara målid tey årini, og man kann siga, at fiktiv skip, bíløgd av fiktivum reidarum, blivu send avstad at veiða meir og minnið fik- tivan fisk. Eisini fiktivir byggningar reistu seg upp år trædum keyptar og seldar fyri fiktivar prísir. Hvørt einasta kraddaragen f landi- num var aktivera. Helgi Fossádal, stjórin i fyrrver- andi Fossbankanum, var onki undantak. Við góðum innliti í tí herligu forrætning ein banki er, tevjadi hann møguleikan at tjena eitt sindur meira av peningi enn tær krónur, ein pylsuvognur ella kanska ein kiosk kasta av sær. Okkara neyðars tjóð bleiv tey árini tveitt fyri føturnar á teimum frælsu marknað- arkreftunum. Og ongin politisk makt royndi at steðga ella at tálma útvikl- ingini. Tvgrturímóti. Tey, sum í dag geyla um at fáa innlit í alskins bankaskjøl, rasaðu í 80'árunum móti fólkið, ið diddaðu sær at skíra kalkuleringarnar hjá Sjóvinnubankanum, Føroya Banka og hjá teimum út- lendsku kredittfeløgunum, fyri undirgravandi virksem- ið. Marknaðurin reguleraði seg sjálvan, var boðskapur- in hesi høvdu at bera før- oysku tjóðini. Men tey tos- aðu ikki satt. Ella sagt eitt sindur brutalari, tey vóru full av lygn. Marknaðurin reguleraði ikki seg sjálvan. Eitt heilt samfelag fór meir og minni í knús, tí markn- aðurin ikki megnaði ta upp- gávuna. Til valgið í 94 vóru velj- ararnir somikið frægir, at teir vrakaðu umleið helvtina av løgtingspolitikarunum. Hví teir ikki eisini vrakaðu flokkarnar, ið høvdu skapt og programera hesar polit- ikarar, tað kann tykjast heldur inkonsikvent. Nú skriva vit so 1998, og tað sær ikki mætari út, enn at gamla teaturútgerðin frá 80' árunum, er borin inn aft- ur á pallin. Hóast summir leikarar eru nýggir, so sýnist tað ikki at vera nakar trupul- leiki hjá teimum at spæla við í leikinum, um tað býtt- astu tjóðina í norðanlond- um. Vit skulu hava tunnil bæði undir Vestmannasund og Lorvíksfjórð. Fyri ein hampa skattalætta lótu lim- irnir hjá undanstøkkingi- num Óla Jacobsen seg keypa, og syndraðu sundur ta natúrligu, men skroypi- ligu føroysku solidaritets- kensluna. Skelkandi sjón- varpssendingarnar hjá Høgna Hoydal um banka- málið, hava fyribils fingið tann meira ivasama partin av sjålvstyrisrørdsluni at spretta, men blomstrini eru svørt og hava hvassar tornir. Og vid nyggjari styrki herjar privatiseringssóttin. Alt, ið bara luktaði av tí al- menna, sefti hin spakmælti skaðafuglurin Sámal Petur í Grund sær fyri at syndra. Nakra sakliga grundgeving fyri at privatisera skotlands- siglingina, sum Strand- ferðslan yvir eitt drúgt ára- mál hevði bygt upp, var ikki til. Vit síggja eisini úrslitið. Sambart fjølmidlunum, er tað bara ein spurningur um tíð, so er tann farleiðin inn á meginlandið farin í søg- una. Postverkið skal eisini privatiserast. Til hvat? Fyri aftur at reisa ein gravstein yvir eina almenna fyritøku? Næst á ynskiseðlinum hjá kraddunum, er kongsjørdin. Tey hampuliga stóru al- mennu festini, sum í dag eru høvdusstudulin undir Mjólkavirkið Búnaðar- manna, skulu avreiðast til spekulasjónsjórð. Einastu grundgevingarnar vit hoyra, er at í prinsippinum eigur alt vinnulív at vera privat. Men hvgr hevur uppfunnið tað prinsippi? Er tað kanska hin fingralangi formaðurin í vinnunevndini, Jørgen Niclasen? Ella eru tað onkr- ar higartil ókendar, heilagar skriftir, ið prædika tað prin- sippi? Nei. Eitt djúpt hatur til alt ið ber brá av sosial- ismu, tað er tann einfalda og andstyggiliga orsøkin! Men hitt kanska mest symptomatiska teknið uppá forfall yvirhøvur, er at pressan er farin at busta støv av politiskum ódugna- kroppum, sum fólkið langt- síðani hevur vrakað. Ég trúði, at eg hoyrdi yvir meg, tá føroyameistarin í undir- høkum, Jógvan Sundstein, slapp í Utvarpið at tosa um okkara nýggju stýrisskipan. Tann maðurin hevur havt sína tíð, og ríkiliga tað. Og hví Sosialurin tann 18. de- cember letur Helga Fossádal spæla leiklutin sum fíggjarligt orakul, heldur ikki tað skilji eg rættuliga. Einastu nidurstøduna sum eg dugi at draga burturúr hesum ørskapinum, er at kreppan er í góðum hondum. Men tað higartil mest sjáldsama, ella í hvussu so er, mest orginala úrslitið av føroysku kreppuni, hongur í dag norðuri i Haldarsvikar kirkju. Tad er tann fimm metur breiða, og góðar tvær metur høga altartalvan sum Helgi Fossådal fekk lista- målaran Torbjørn Olsen at måla. Motivid er rættiliga tíðindablaðið SOSTAMNMN Nøkur orð um politikk, og altar- talvuna norðuri í Haldarsvik tradisjonelt. Hin heilaga kvøldmåltidin. Målningurin er gjørdur av einum manni, ið dugir sítt handverk. Tór- bjørn Olsen hevur málað vakra kristiliga propagandu, og uttan iva er altartalvan til gleði og uppbygging fyri tey, ið mistu pengar, tå bankin fór av knóranum. Men eg haldi ikki, at tað ber til at lesa nakra djúpa religi- øsa kenslu burturúr máln- inginum. Víst er talan um eitt vakurt verk. Men er vakurleikin so altavger- andi? Finnast tað ikki onnur listalig kriteriðir enn vak- urleikakriteriði? Sum meg- inparturin av kirkjulist, so er her talan um eina religi- øsa symbolparadu, ella beinari, um eitt kopi av eini symbolparadu eftur Miche- langelo. Lýsingina av Judas Iskariot haldi eg vera hin mest væleydnada. Døkki yvirkroppurin vid sinum kreptu ørmun, minnir um forbeinini å eini sperdari rottu, tilbúgvin at leypa á. Lýsingin av Jákup eigur eis- ini nakað av passión í sær. Men hinir apostlarnir kenn- ast heldir fátækir og eins- táttaðir. M.a. undirritaði, ið legði andlit til navnan Jó- hannus. Eftur mínum tykki hevur Tórbjórn Olsen ikki megnað at givið teimum nógmikið av sálarligari dýpt, og hetta er eitt álvarsligt lýti fyri eitt verk, við heilagu kvøldmåltidini sum fyrimynd. Uttan innar- ligheit, verður eitt slíkt verk ein tóm symbolparada. Ber- ur vakurleiki gerst sum frá- líður hitt størsta úttrykkið fyri tómleika. Ja, so para- doksalt sum tað kann ljóða, er nettup vakurleikadyrkan- in eitt slag av vindstilli, ið forðar listini at falda út sínar sterku og trefsaðu veingir. Føroyar er eitt lítið sam- felag, og kenslur, sum hava við skuld og skomm at gera, upplivast her við einum in- tensiteti, ið lættliga gevur kenslunum eitt sjúkligt yvir- bragd. Í hvussu so er, tá tal- an er um toliliga kultiveraði menniskju, soleiðis sum eg meti Helga Fossådal at vera. Maðurin er samansettur, líkist ikki akkurat teimum vanligu føroysku tálg- bukku-missións-kapitalistu- num, og í nógv ár hevur hann verið eitt slag av tænastumanni fyri føroyska målningalist. Eg giti, at alt- artalvan norður í Vík hevur eitt ávíst samband við hans- ara skuldarkenslu. Í ådurnevndu samrøduni vid Sosialin, sigur Fossådal, at tað var Privatbankin, sum longu í 88 fekk Fossbankan at reka ein varnan útláns- politikk. Uttan iva er tað rætt. Men tað var ikki Pri- vatbankin, ið stovnaði Foss- bankan! Líka lítið sum danir bera skuldina av øllum trol- arunum ið fóru á heysin, so er tað heldur ikki Privat- bankin, ið ber ábyrdina av at viðskiftafólkini hjá Foss- bankanum mistu 30 prosent av síni uppsparing. Høvuds- ábyrgdina av tí ber Helgi Fossádal. Hann lat seg tøla av tí stóra boominum mið- skeiðis í åttatiårunum, og fyri at beta eitt sindur um skaðan hann var upphavið til, giti eg, at hann hevur latið kirkjuni norðuri í Haldarsvík altartalvuna. Er mín hypotesa skeiv, so biði eg Fossådal um umber- ing. Er tað hin vegin á toli- ligari leið, tað sum eg skrivi, so hava tankarnir hjá Fossádal trúliga sveima í somu rásum, sum tankarnir hjá eitt nú frú Leonie Sonning, tá hon í 1959 stovnaði Sonningprísin til minnis um íbúðarhávin, hon hevdi verið gift við. Og eg trúgvi eisini, at tankarnir hjá Fossádal líkjast teimum, sum Alfred Nobel gjørdi sær, tá hann í 1895 skrivaði sítt víðagitna dynamitttestamenti. Tá teir ikki sloppu í søguna sum filantropar, so keyptu teir sær bara eitt pláss í søguni. Men Helgi Fossådal er ikki í sama peningaliga vekt- klassa sum Sonning ella Nobel. Meðan teir fingu sær eitt meira makiligt sitipláss í søguni, bjargaði Fossådal sær eitt standipláss, og í dag hongur hin heilaga kvøld- máltíðin norðuri í Haldars- víkar kirkju. þ So kann onkur ið hveppir seg við hørd orð kanska spyrja, um tað er nøkur or- søk til at háða mannin. Jú, tað haldi eg so avgjørt, at tað er. Tann dagin, tað ikki longur er orsøk til at háða yvirstættina, so er okkurt heilt galið hent í verðini. Men hesar hugleiðingarnar um politisku støðuna og um altartalvuna, eru ikki fyrst og fremst skrivaðar fyri at háða. Eg havi m.a. tað felags við ein stóran part av føroysku tjóðini, at eg líði av eini djúpari indignasjón, ein kensla, sum í summum fórum hevur útvilkað seg til reint hatur. Bæði móti míni egnu og fólksins politisku vanmegd, men fyrst og fremst móti teimum kreft- um, ið eru farnar so illa við Føroyum. Var eg trúgvandi, hevði eg biði Gud um at sissa meg, ella í hvussu so er um sent eitt rák av mildni inn í sálina. Men nettup tað at leggja orð á indignasjónina, er eitt slag av trygdarventili. Og um man so onki annað hevur at siga um listina, so er tað eitt av hennara væl- signilsum, at vera trygdar- ventilur hjá fólkið við hørd- um kenslum, ella sum líða av meira og minnið vælgrundaðari paranoia. Men eitt sum listarfólk ikki mugu gloyma, er at í byrjanini var listin. Síðani komu Sonning, Tate, Nobel, Guggenheim og Helgi Fossádal. Og teir skulu vera vælkomnir. Øll, ið bera alsk til listina, líkamikið hvørji teirra motivir eru, tey skulu vera vælkomin. Men listar- fólk mugu ikki leggja seg undir mesænana meir og minnið tíðartreytaða smak Annars slepst aldrin burtur- úr hesi dyrkanini av tí reina, sidiliga, nossliga og vakra, ið hóttir við at kvala okkum, og fyllir listaheimin við óer- ligheit. Man hevur stundum lyndi til at gloyma, at listin er ikki ein avbyrgdur heim- ur við privatum lungum Akkurat sum reiðaranir í 80'årunum høvdu sínar slangur liggjandi niðri i Landskassanum, soleiðis 11 hevur listin sínar slangur liggjandi inn í lívið. Sjálv- andi hevur listin sínar egnu lógir. Tað hava allar disci- plinir. Men gloymir lista- fólkið samtíðina, ja so gloymir samtíðin eisini tey Tað er í hvussu so er tað vanliga. Men í Føroyum er broyting komin í hugtakið samtíðarlist. Ein føroysk bók skal helst smakka og lukta av 80-90 åra gomlum laka, áðrenn hon verður góðtikin. Allar hesar ættar- og bygdasøgurnar, hava í veruleikanum sett seg sum ein stóran propp í okkara litterera tarmsystem. Nakað undan jólum fingu vit at vita, at okkurt um 4000 før oyingar eiga eitt sindur av genunum hjá Nólsoyar Pålli í sínum kjøti. Allir fjølmið! arnir vartaðu upp við hes um, eftur øllum at dóma sensationellu = tíðindum Men hvat skulu vit gera við allar hesar forbannaðu gen irnar, sum eftirhondini hava fingið religiøsan status? Tann politiski hugburðurin sum okkum tørvar, hanr hevur onki við genir at gera Tann hugburðurin má skap ast. Fyri at fáa okkara tjóð aftur á føtur, mugu vit m.a evna tað torføra kynstri, at sópa fyri egnum durum, og fyri alt í verðini mugu vit gevast við at grenja. Tí í veruleikanum, so eru vit blivin nulpunktið í norðan- londum, ein bagatell sum ongin tekur fyri fult. Og hó- ast vit so dekoreraðu baga- tellina við 10.000 ættarsøg- um, so broytir tað snøgt sagt onki! Hinvegin kenni eg meg ikki so vissan í, hvat tað er fyri heilivágur ið skal til, fyri at broyta hesa støðuna Fyri 10-15 árum síðani hevði eg kanska kent svarið, men í dag ivist eg. Ella sagt meira neyft, so hveppi eg meg við at varta upp við góðum ráðum. Kortini vil eg siga, at vit mugu knýta okkum at teimum gróðrarríku tradisjónunum sum m.a. franska kollvelt ingin skapti. Okkara egna tj6dskaparrørsla loysti eisini úr lagdum skapandi mátt, bæði av politiskum, listaligum og vinnuligum slagi. Vit eru ikki tilvildar- liga stroydd út yvir jørðina Vit eru partur av eini drúgv- ari utvikling. Men nógvar eru søgurnar um menn ið hava brotið kumpassina, og drukki sprittið. Tað ber til at villast, og ikki minst í eini tíð, sum meir og minni frí- villiga hevur offrað seg á altarinum hjá teimum frælsu marknadarkreftu- num. Men livilikindini í Føroyum eru ikki verri enn aðrastaðni. Vit mugu byrja at takað okkum sjálvi meira í álvara. Tástani kunnu vit kallað okkum tað 6. norð- urlendsku tjóðina. Jóanes Nielsen