týsdagur 6. januar 1998síða 12
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 2 — 6. JANUAR 1998
mannaoyrum, men eg sakn-
aði filmin. Tónleikur í hell
og á fløgu er ikki tað sama,
sum tónleikur á filmi.
Nú veit eg ikki, hvussu frá-
boðaða fløgan verður sett
saman, men í míni verð skal
nógv gerast við tónleikin,
áðrenn hann kann bera
einsamallur — uttan film
Syrpa a la Knút
Nei! Ikki er talan um eitt
óreint konufólk, men um
eina stuttliga samanseting
av nøkrum av teimum Øtelj-
andi vøkru løgunum, ið
Knút hevur >rist< úr erm-
uni
Føroyar mín móðir
Avaringarkent ljóð í blástri,
eitt sindur nútíðarkent
aftursvar í orkestri, og kórið
tekur ramliga undir. Vit
skifta millum menn og
kvinnur — og orkestur og
kór
Eitt sindur av stílskifti er
millum kórsatsirnar og
orkestursatsirnar, ið býtað
verkið upp í partar. Hetta
gevur verkinum ein frískan
dám, men kanska eisini eitt
sindur av >stílórógv<, og tú
erður kanska eitt sindur
skakkur, tá kórið knappliga
tekur tráðin upp, ið kanska
kka var við hondina!
Løgini hjá Knúti eru vøk-
ur og hava sínar væl royndu
dygdir. Tey eru einføld, men
sera greið í síni talu: >Minn-
ist tú í haganum«, og tónar-
nir leika, sum smálomb á
bønum
»Mær leingist at fevna teg
grønkandi vår« og tad
hoyrist á bæði kóri og or-
kestri, at nú eru vit troytt av
vetrinum, og saman við
Knúti kenna vit okkum
trygg — nú stundar móti vári.
Kórið sang vakurt — eitt
sindur >yvirsungið< við
hvort kanska, og orkestrið
spældi væl.
Fekk ikki nakra veruliga
mynd av samansetingina av
verkinum. Í stóðum ljóðaði
væl, onkrastaðni stuttligt og
eitt sindur >moderna<, men
heildarmyndin var eitt
sindur rótut — kanska var tað
ætlanin?
Nýgsfórspgrturin
Sum heild kom orkestrið
væl frá hesum partinum.
Vit fingu eitt sindur av
hvørjum. Vøkur kend løg,
og eitt sindur av skemtilig-
um eisini.
Eitt sindur vandamikið er
at fara undir kend verk, sum
„An der schønen, blauen
Donau<. Verkið er sera
kent, og ikki serliga saman-
hangandi. Ikki er lætt at fáa
øll skiftini at >glíða< hvort
inn í annað, men væl eyðn-
aðist í flestu fórum.
»Pizzicato Polka« er
ógvuliga avdúkandi. Men
hetta vakra og sera skemti-
liga lítla verk fekk sera góða
móttgku, hóast Pegasus í
einum føri misti ein skógv
og gjørdist eitt sindur haltur.
Tó hevði smiðurin býtt um
hetta til seinnu konsertina.
Tað skal tó sigast, at verk
sum hetta krevja >yvir-
skot<, skulu tey veruliga
koma til sín rætt.
»Københavns Jernbane
Damp Galop«
var stuttligasti parturin av
skránni. Um tokini órógva
tónleikin í konserthøllini,
hví so ikki gera tey til part
av tónleikinum?
Hetta hevur Lumbye gjørt
í hesum skemtiliga verki.
tíðindablaðið S0SÍZu
Við sannførandi myndug-
leika førdi rúsdrekkaráð-
gevin tokið gjøgnum tón-
leikin: Floytuna í munni-
num, eimin í aðrari hondini
og hjólini í hinari!
Væl gekst ferðin gjøgn-
um høllina, til Kanny Kon-
duktørur boðaði frå, at nú
vóru vit í Roskilde.
Einasta atfinningin fer til
myndamannin hjá sjón-
varpinum, ið var ikki til
reiðar at taka ímóti á far-
stødini.
Martin og orkestrid
Vælupplagdur og vælfyri-
reikaður = setti Martin
Mouritsen sín dám á hesa
frálíku konsert. Sera neyvt
og livandi leiddi hann or-
kestrið frá byrjan til enda.
Tað er gleðiligt, at hann er
farin at leggja seg meira eft-
ir at liva við í tónleikinum
— hetta >smittar< beinan-
vegin, og orkestrið verður
meira livandi.
Heldur henda menning
fram, eiga vit í framtíðini
ein frálíkan dirigent í Mart-
ini.
Orkestrið spældi sum heild
sera væl, hóast dygdin í
spælinum var eitt sindur
bylgjandi. Neyvleikin var 6
heilt góðari leið, og >klang-
ur< og >balanca< vóru fragd
fyri oyrað.
Munur er sjálvandi eisini
á verkum — summi eru
meira spennandi enn onnur.
Har orkestur og Martin
kendu seg heima, fingu vit
eina frálíka uppliving.
Havi ikki skift áskoðan, síð-
an eg fór umdir at skriva
hetta ummæli: Eftir mínum
tykki higartil besta nýggj-
árskonsertin.
Heldur henda menning
fram, hava vit nógv at gleða
okkum til.
Pauli í Sandagerði
Myndir: Jens Chr. Vang