týsdagur 6. januar 1998síða 14
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 2 — 6. JANUAR 1998
ítróttar
I. deild menn
10. umfar, 3. januar
Neistin-VIF 18-43 (12-21)
4. januar
Kyndil-StfF 22-31 (11-18)
KIF-H71 21-28 (11-16)
Stødan
i. VÍF 10 8-0
2. StlF 10 -
3. H71 10 -
4. Kyndil 10 R
5. Neistin 10 -
6. KIF 10
|
|
0
2
(
)
-
322-218
291-257
268-252
259-254
224-304
226-274
Fyrsta umfar i endaspælinum
14/1 KIF-Neistin
17/1 H71-VIF
18/1 Kyndil-StÍF
I. deild kvinnur
10. umfar, 3. januar
Neistin-Stjórnan 25-17 (12-8)
4. januar
Kyndil-StIF 27-26 (15-15)
VB-GI 35-24 (17-13)
Stødan
. Neistin 10
. StÍF 10
3. Kyndil 10
. VB 10
S. Stjørnan 10
6. GI 10
N) ÞJ ÞJ OD DO DO
i '
Fyrsta umfar i endaspælinum
18/1 Stjørnan-GI
18/1 Kyndil-StIF
18/1 VB-Neistin
15
Hoyvikingar endadu
grundspælio i stili
Hondbóltur: Vid einum tryggum sigri á KÍF tóku hoyvikingar seg upp á triðja
pláss í grundspælinum
1. deild menn:
KIF-H71 21-28 (11-16)
EMiL L. JACOBSEN
H71 hevur staðið seg
óvæntað væl í ár, og hoy-
víkingar endadu eisini
grundspælið við einum sigri
á KÍF, sum sostatt endaði
niðast á stigatalvuni, nú
kappingin >byrjar av nýggj-
um«.
Lidini fylgdust umleid
helmingin av fyrra hålv-
leiki, men so dróg H71 frå
og var í hálvleikinum á
odda 16-11. Tað var serliga
verjuspælið hjá hoyvíking-
um, sum riggaði væl sunnu-
dagin. Hinvegin tyktist
stríðsviljin hjá KIF ikki at
vera tann sami sum sæd fyrr
í ár.
Jákup Símun Simonsen er
ein av veteranunum á H71-
liðnum, og hann sigur, at
teir eru sera væl nøgdir við
kappingarárið higartil. Nú
endaspælið byrjar, liggur
VIF best fyri, meðan H71,
SUF og Kyndil eru rættiliga
jøvn.
Tå hoyvikingar spældi
móti VIF i Havn fyri jól,
vóru teir á odda stóran part
av dystinum, men taptu so
kortini. Um tann dysturin
varð vunnin, hevði stiga-
talvan sæð eitt sindur gðr-
vísi út enn hon ger júst nú.
— Tann dystin hugsa vit
ikki meira um. Hóast vit
framdu onkran taktiskan
brølara í seinna hálvleiki av
VIF-dystinum, má sigast at
teir høvdu uppiborið at
vinna, sigur Jákup Símun
Simonsen, sum ikki vil siga
nakað um, hvussu fer at
gangast hjá H71 í endaspæl-
inum.
— Vit taka bert ein dyst í
senn og so fáa vit at síggja,
hvussu leikur fer, sigur
hann. ;
H71 og VIF hittast aftur í
fyrsta dystinum av enda-
spælinum tann 17. januar,
men áðrenn tað hittast liðini
longu í steypakappingini.
H71 við leikandi
venjaranum Hans
Guðmundsson á odda
hava havt eitt gott
kappingarár higartil.
Savnsmynd
StiF rann Kyndil um ko
Hondbóltur: Strandingar fóru heim
aftur úr Havn við tveimum stigum
afturat eftir dystin móti Kyndli. StIF
vann uppiborið 31-22 og tók seg upp á
annað pláss
1. deild menn:
Kyndil-StIF 22-31 (11-18)
EMiL L. JACOBSEN
Í seinasta dystinum í grund-
spælinum vann StlF uppi-
borið á Kyndli í høllini á
Hálsi í Havn sunnudagin.
Endaliga urslitid gjørdist
31-22, men longu i fyrra
hålvleiki vistu strandingar,
at teir henda dagin vóru
nógv betri enn kyndlamenn,
ikki minst hvat konditión
viðvíkur.
Longu í hálvleikinum
vóru sjey mál á muni, 18-
11, og hóast Kyndil í byrj-
anini av seinna hálvleiki tók
seg upp á 18-14, var ongan-
tíð veruligur ivi um, hvgnn
veg sigurin fór. Serliga mál-
verjin hjá StÍF, Jóhan
Danielsen, stóð væl og tók
í seinna hálvleiki fleiri
brotskøst. Til tíðir var hug-
flogið í spælinum hjá
heimaliðnum sera lítið,
meðan strandingar hinvegin
vóru raskir at skora upp á
sínar møguleikar.
Serliga Arthur Johansen
gjørdi um seg og fekk tiggju
mál., har av tey sjey í fyrra
hálvleiki. Tað gjørdi heldur
ikki støðuna hjá Kyndli
betri, at annar málverjin,
Hans á Lag, fekk reyða
kortið, tá fyrri hálvleikur
endaði, fyri at skumpa ein
stranding út í veggin. Hetta
var annars fyrsti dystur hjá
Hans á Lag eftir leikbannið,
hann fekk fyri eitt annað
reytt kort móti H71 beint
áðrenn jól.
Spurningurin er kortini,
um tað hevði gjørt mun, um
Kyndil í seinna hálvleiki
hevði havt ein ella tveir
málverjar, tí StIF-liðið var
vælupplagt og vann uppi-
borið. Eftir ósigurin sunnu-
dagin datt Kyndil niður á
fjórða pláss, nú endaspælið
byrjar. Men av tí at øll liðini
missa helvtina av sínum
stigum, er framvegis sera
javnt, og alt kann henda
komandi tríggjar mánaðis-
nar.
Alexander Johansen hjá StÍF tveitir seg inn og skorar eitt ay sínum fimm málum móti Kyndli. Liðferarin hjá
Kyndli, Bárður Johannesen, fær einki gjørt fyri at steðga StÍF-spælaranum. Mynd: Alvur Haraldsen