týsdagur 6. januar 1998síða 20
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 2 — 6. JANUAR 1998
tíðindablaðið
Viðmerkingar til
ta almennu føroysku
lánibyrðuna
Kreppan sum rakti tjóð okkara seinast í áttatiárunum hevði fleiri orsókir. Eft-
ir mínari meining vóru høvudsorsøkirnar hesar:
A. Skeivar politiskar av-
gerðir.
Vit brúktu alt ov nógvan
pening til útbygging av
landinum, ov nógvur stuðul
bleiv latin til fiskivinnuna
og almenn vedhøld vórðu
latin í alt ov stóran og vági-
ligan mun.
B. Ov lítið vinnuligt og
privat varni.
Vinnan gjørdi eisini alt ov
stórar vágiligar íløgur, sum
í mongum førum endaðu
við økonomiskum sorgar-
leikum. Eisini varð privata
nýslan og hugurin at fíggja
við láni alt ov stórur.
C. Afturgongd í vinnulív-
inum.
Vinnulítið kom í stórri
trupulleikar enn ein framm-
anundan hevdi væntað.
D. Alt ov stór útláns-
trongd hjá bankum, kred-
ittfeløgum og øðrum figgj-
arstovnum.
Peningatilboðið til allar
føroyingar var alt ov stórt.
Peningur var nærmast
prangaður upp á bæði land,
kommunur, almenn feløg,
privat feløg og meiniga
mannin.
Henda útlánstrongd var
grundin til at allir liðir í før-
oyska samfelagnum kundu
hava eina stóra ovurnýtslu.
Kreppan íkemur við ødr-
um orðum tí føroyingar
skuldarbundu seg, og at
hetta var møguligt, tí útláns-
feløg rættiliga óprofession-
elt lempaðu pening í ein
ótryggan føroyskan økon-
omi.
Nú veitslan er liðug, ligg-
ur rokningin hjá øðrum av
pørtunum, sum luttóku í
veitsluni. Långevararnir,
sum man kann siga tendr-
aðu ljósið í veitsluhglinum,
og sum ikki vóru aftastir í
meldrinum, hava á sera
dugnaligan hátt, skáka sær
undan rokningini.
Umfram at rokningin gll
er løgd til føroyingar at
gjalda, er tað sera ivasamt
um rokningin ikki er alt ov
stór, umframt at rentutil-
skrivingin fram til dags
dato, hevur verið alt ov høg.
Tá tað dag og dagliga av
leiðandi embætismonnum
og politikkarum verður tos-
að, sum um vit skulu gjalda
alla skuldina við ovurrent-
um aftur, kann ein ikki lata
vera við at mótmæla.
Tað er ikki ein moralsk
skylda at gjalda saldo av
skuldini í dag. Tað eigur at
vera gjørt eitt føroyskt krav
til lángevarar, eisini teir før-
oysku, um hvussu stóran
part av skuldini lángevarin
hevur ábyrgdina av og
hvussu stóran part lántak-
arin hevur ábyrgdina av.
Steddin av skuldini
Vit fingu í teimum frálíku
sjónvarpssendingunum her-
fyri gott innlit í nógv viður-
skifti, sum hava við skuld-
arsetingina av landskassan-
um og kommununum at
gera.
Bankabjargingin. Hvor
hevur økonomisku åbyrgd-
ina av bjargingini av Sjó-
vinnubankanum. Er tad eitt
m, sum danir hava alla
åbyrgd av, og eiga vit at
krevja teir at gjalda fyri
bjargingina?
At vit lótu Den Danske
Bank sleppa undan ábyrgd-
ini av Føroya Banka vita øll.
Hetta aftaná at teir, við ok-
ursrentum, høvdu tjent feitt
upp á veitsluna í åttatiårun-
um.
Her eru 3 ivasamar milli-
ardir.
Uttanlandalán. Hvi vóru
danir so altráir av yvirtaka
og niðursjóða føroysku utt-
anlandalánini. Lángevar-
arnir høvdu ein trupulleika
við skuldini í Føroyum. Her
hevði tað verið møguligt at
samrátt seg til góðar loysnir.
Men danir kundu, eftir øll-
um at dóma, ikki liva við,
at føroyingar møguliga fóru
at fáa avskriva skuld í út-
heiminum. Endin var at
danir vegna føroyingar yvir-
tóku og goymdu okkum
skuldina.
Hví hava danir rætt til at
lata erkvisni teirra fremja
yvirtøku av skuld, sum vit
síðani skulu gjalda.
Her finna vit eisini stórar
upphæddir, sum ikki burdu
verið á lánisaldoini í dag.
Rentan av
landskassaskuldini
Landskassaskuldin upp á 6
milliardir í danska stats-
kassanum hevur verið
rentað við umleið 7%. Rent-
an burdi, um rætt var at-
borið, ikki verið meira enn
5%. Her hava vit goldið
meira enn 100 mill. ov nógv
um árið í fleiri ár.
Kommunuskuld
Kommunuskuldin, sum í
dag er umleið 2 milliardir,
kundi um skilagott var at-
borið í dag verið nógv
minni.
Ein kann í fyrsta umfarið
siga, at av tí at lángevararnir
til kommunurnar gjørdu tot-
alt skeivar disponeringar, er
tað ótrúligt, at teir ikki
viðganga sær ábrygd og av-
skriva ein part av skuldini,
umframt at rentan síðani
burdi verið marknaðarrenta.
Tað tyktist eisini, tá kreppan
var í komu, at summar
kommunur fóru at fara á
heysin, men knappliga stað-
festi Føroya Rættur at ein
kommuna kann ikki fara å
heysin. Her var eftir øllum
at døma, aftur talan um
skuldarniðursjóðing = av
grovasta slag.
Gav R. Mikkelsen, ella
onkur annar, rættarskipanini
boð um, at kommunur ikki
skuldu kunna fara á heysin?
Kundi danskt erkvisni ikki
liva við at kommunur í stat-
inum fóru á húsagang?
Um ein í ødrum lagi
meinar at kommunuskuldin
skal øll gjaldast aftur, -so
reisir næsti spurningur seg.
Hevur rentan verið røtt, til
so trygg útlán, sum við
100% vissu verða aftur-
goldin. Svarið er nei.
Tá kommunurnar sam-
ráddu seg til »Kommunu-
loysnina< koyrdi rentan við
fúlum satsum í einum long-
um samráðingartíðarskeið-
ið, og tá loysnin var sett í
verk helt rentustóðið fram
á einum alt ov høgum stød-
ið. Kommunurnar hinvegin
góvu lángevarum treyta-
leysar transportir, og bundu
seg nógv við kreppuláns-
grunnum etc.
Eg fati ikki at kommunu-
politikkarar, landspolitikk-
arar og embætismenn
kunnu látast at vera nøgdir
aftaná eina slíka avhølving.
Kommunuskuldin er í
dag minst 0,5 milliard ov
høg.
Kostnadur av danska
politikkinum
Politikkurin danir framdu i
Føroyum gjørdi kreppuna
óneyðuga stóra. Hugsið til
dømis um Fossbankan.
Hann var tá saman um kom
ikki fallitt. Hann skuldi
helst fáast av vegnum, so-
leiðis at danir styrdu øllum
bankakervinum beinleiðis.
Alt stagneraði óneyðuga
nógv tí kreppan bleiv gjørd
so stór sum møguligt. Alt
ov nógv virksemi steðgaði
upp, og alt ov nógv fólk
mistu hús og heim, og máttu
við skomm rýma av land-
inum, sum flongdir hundar.
Vinnuloysnirnar, = sum
kroystar vóru niður yvir
okkum, hava í stóran mun
verið skeivar og hava kost-
að samfelagnum nógv.
Tað er ringt at siga hvat
danskar loysnir hava kosta
okkum, men talið er íkki
lítið.
Endurgjald fyri neyð-
tøku av føroyska
samfelagnum
Danir hava sidan kreppan
tók seg upp brotið so nógvar
skrivaðar og óskrivaðar
reglur og viðfarið lítla
beiggja so illa, at ein hevur
ilt við at trúgva tí.
Teir hava veruliga
»lumpa og lirka< sínar
loysnir ígjógnum. Teir hava,
uttan um allan rætt kroyst
allar møguligar loynsir nið-
ur yvir okkum. Teir hava
eisini yvirtikið stýringina av
føroyska samfelagnum, utt-
an nakran rætt til hetta. Eitt
sera grovt dómi var, tá vit
til alla ólukku høvdu latið
okkum trýst til at yvirtaka
Føroya Banka. Um tað tå
var nøkur sum helst mans-
virðing í R.M. og Co. so
fóru stjórarnir Tage Ben-
jaminsen og Flemming
Duus, ella hvat teir itu, av
landinum dagin eftir. Nei,
teir framdu eina rúgvu aftrat
við Føroya fólki sum arb-
eiðsgevara. Og hvar kom
Finn Norman Christensen
frá.
Hví ein dani? Tað er
ótrúligt at hugsa sær at vit
lótu hann vera okkara
fremsta embætsimann, tað
einu ferðina vit samráddust
við danir.
Danir kravdu, gud hjálpi
mær, einaferð at Atlantic
Airways skuldi gevast, og
hví vóru tað mitt í tí heila
Mærsk, sum sluppu at bora
í Lopra.
Soleiðis kundi ein hildið
áfram.
Vit eiga at krevja stórt
endurgjald fyri neydtøku av
tjóð okkara.
Føroysk sjálvsvirðing
Ein hevur ta fatan at vit før-
oyingar eru so avhølvadir
sum tjóð, at vit sita eftir við
tí áskoðan, at vit duga onki.
Nei so er ikki, ein skal ikki
leita leingi í t.d. Danmark
fyri at finna út av, at eisini
har var stór ovurnýtsla, bert
pengarnir vóru tøkir. Var t.d.
í Arhus í heyst. Har stendur
eitt hotel fyri umleið 0,7
milliardir tømt, tí tað er ikki
økonomiskt at brúka tað.
Tosa um oyðsl.
Og vóru ein rúgva av
bankum í Noregi og Dan-
mark ikki stýrdir á heysin í
áttatiárunum? Jú, teir dugdu
eisini.
Føroyingar eru hvørki
verri ella betri enn onnur
fólkaslóg. Nei, lat okkum
reisast og fara f holt vid at
fyrireika okkum til næstu
øld.
Vid nyggjårskvødu
Atli Gregersen
21
Ein snildislig ætlan
Frá tjóðveldisflokkinum í sambandi
við ríkisfundin 6. januar 1998
Tjóðveldisflokkurin
heldur tað vera mark-
leysan frekleika og mót-
mælir at danski forsæt-
ismálaráðharrin og Før-
oya løgmadur seta ríkis-
fund í Føroyum. Føroya
Løgting hevur á ongum
sinni samtykt at halda
nakran ríkisfund.
Forsætismálaráðharr-
in hevur sýnt óhgviskan
atburð móti øllum Før-
oya fólki. Vit meta vitjan
hansara bert er ein snild-
islig ætlan at tiðna upp
køldu vidurskiftini og
álitisbrotini, ið eru land-
anna millum.
Uttan mun til banka-
kanningarúrslitið kunnu
Føroya fólk og Tjóð-
veldisflokkurin longu nú
hava illgruna um, at
ógvusliga búskapar-
kreppan í Føroyum i
TVINGSILSSOLA
Hósdagin
tann 29. januar 1998
kl. 9.10
verður á dómaraskriv-
stovuni C. Pløyensgøta
1, 100 Tórshavn, hildin
tvingsilssøla yvir matr. nr.
136, Leirvík (AS nr. 117/
97).
Talan er um eini sethús
í 2 hæddum bygd fyrst í
1970-unbum, har hver
hæddin er 96 kvm., og er
grundstykkid 500 kvm til
viddar. Husini eru gjørd
av betong vid timbur-
skjøldrum, takt vid jarni og
vid plastvindeygu vid ter-
morútum ísettum. | kjall-
arahæddini er trappurúm/
gongd, 3 kømur, pultur-
rum, bad/wc og fyrrum.
Stovuhæddin er innrætt-
að við duri, hjalli, gongd,
stova, kokur, kamar, sovi-
verilsi og baðiverilsi.
Stoyptur garður er rund-
anum ognina.
Tvingsilssølan er um-
bidin av Annfinn V.
Hansen, adv., Gongin,
Tórshavn, tlf. 19595 (J.
nr. 224101), sum kann
geva nærri upplysingar
um ognina og sum nærri
avtala kann gerast við,
um ynski er at síggja
ognina.
Søluuppgerå kann um-
biðjast hjá nevnda advo-
kati ella hyggjast igjøgn-
um á dómaraskrivstov-
uni.
Foroya Fútarættur,
tann 2. januar 1997
0032
kveld kl. 19-23.
Deyvafelag Føroya
Skrivstovan í Deyvahúsinum »Effata«, Íslands-
vegur 10 B, er opin mánadag-fríggjadag kl. 9—15.
Telefon 17597. Telefax 13609. Teksttelefon, ring
og bið um 16929. Limafundur hvert mána-
nítiárunum var væl og
vandaliga tilætlað og
nýtt sum politiskt
amboð at fremja privat
donsk peningalig
áhugamál ímóti Føroya
fólki.
Hesa niðurstøðu
floksins hevði ikki verið
vikið frá í einum hugna-
práti við forsætismála-
ráðharran
Tjóðveldisflokkurin
hevur sum adalstevnu-
mid at stovnseta før-
oyska tjóðveldið, tí hetta
er einasta trygd fyri, at
føroysk áhugamál verða
røkt til fulnar. Tjóðveld-
isflokkurin er altíð til-
reiðar at tosa við forsæt-
ismálaráðharran = um
hesi viðurskifti.
Tjóðveldisflokkurin
TVINGSILSSOLA
Hósdagin
tann 29. januar 1998
kl. 9.50
verður á dómaraskriv-
stovuni C. Pløyensgøta
1, 100 Tórshavn, hildin
tvingsilssøla yvir matr. nr.
29 d Lambi, (AS 119/97).
Ognin er eini sethús í
kjallara- og stovuhædd í
112 kvm. til viddar við lofti
60 kvm., gjørd av betong
og takt við jarni, klødd við
timbri fyri uml. 5 árum síð-
ani. Innrætting: Kjallari:
Oinnrættadur. Miðhædd:
Durur, gangur, kekur,
stova, millumgangur,
baðiverilsi við brúsu, 2
komur og hjúnarúm. Loft:
Úti á lofti, 2 komur, og eitt
lítið rúm óinnrættað. Nok-
ur vindeygu skift fyri uml.
5 árum síðani. Húsini eru
í ringum standi. Ognin er
leigað út. Stykkið er 854
kvm. til viddar. Einki er
gjørt uttanfyri.
Tvingsilssølan er um-
bidin av Frida Paturs-
son, advokati, Fr. Pet-
ersensgøtu 9, Tórs-
havn, tlf. 11145 (J. nr.
970724), sum kann geva
nærri upplysingar um
ognina og sum nærri
avtala kann gerast vid,
um ynski er at siggja
ognina.
Søluuppgerå kann um-
bidjast hjå nevnda advo-
kati ella hyggjast igjøgn-
um á dómaraskrivstov-
uni.
Føroya Futarættur,
tann 2. januar 1997
ER 7