mikudagur 7. januar 1998síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 3 = 7. JANUAR 1998
tíðindablaðið SOS
21
| ) [] . 2 . . TVINGSILSSØLA TVINGSILSSØLA
nøvna,) E in ny 88) ar. sh eils an til Hósdagin Hósdagin
' tann 29. januar 1998 tann 29. januar 1998
kl. 9.40 kl. 10.30
Góði Jóhan á Plógvi (sovandi Bull)
Tillukku við 30 ára degnum
Tínir bestu vinir!!!
Eyðfríð Kristiansen
Góða Eyðfríð, vit ynskja tær
tillukku við 18 ára fødingar-
degnum. Alt tað besta ynskja
vit tær.
Frá okkum øllum, beiggi
Góða, fitta Asta
Hjartaliga tillukku við 9 ára
fødingardegnum trettanda dag.
Kærastu heilsanir til øll fyra.
Omma og abbi
Fólkaítakið fyri
tjóðfundi ímóti
Nyrupvitjan
Harra
Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri
Keypmannahavn
Tann 15. desember 1997 sendu vit tygum eitt bræv,
har vit søgdu, at tygum vóru vælkomin, um so var
at tygum komu við játtandi svari til krav okkara um
val av einum tjóðfundi í ríki okkara.
Nú er skrá tygara fyri ferðina almannakunngjørd,
at har stendur einki um, at tygum fara at geva eina
tílíka fráboðan.
Tí skulu vit boða tygum frá, at tygum íkki eru
vælkomin til ríki okkara í døgunum 6. til 8. januar
1998.
Við hávirðing
Líggjas í Bø, Maria Jacobsen,
Hans Tausen Olsen, Eirikur Simonsen,
Olaf á Stongunum, Ingeborg Vinther
og Zakarias Wang
Karl | abba
G60i abbi.
Tankarnir leita til tygara, nú vit eru byrjað uppá
eitt nýtt ár. Serliga nú Jenny omma ikki er ímillum
okkum meira. Bert 3 vikur síðan vit bóru hana til
hvíldar. Vit vistu væl, at omma var móð, nú hon var
91 ár, men vit dugdu so illa at skilja, at hon skuldi
fara frá okkum, tí hon var so glað fyri at liva, men
dagar hennara vóru taldir.
Ja, abbi, hendan mánaðin høvdu tit livað saman í
60 ár. Harrin unti tykkum øll hesi árini saman. Vit
takka honum fyri tað. Vit hava bara góð minnir eftir
ommu, men eitt tómrúm var at koma til Runavíkar á
jólum, og eingin omma var.
Góði abbi, hóast tygum hava nátt ein høgan aldur,
tað má sigast, 92 ár, eru tygum lættur á fótum og
altíð glaður og við tí góða. Tað gleðir eisini okkum
nógv. Takk fyri tað.
Ég ynski abba alt tað besta í tí nýggja árinum og
takki fyri tað, abbi og omma hava verið fyri meg.
Jesus pápi signi tygum.
Heilsan við Es. 46-4.
Signar
verður á dómaraskriv-
stovuni C. Pløyensgøta
1, 100 Tórshavn, hildin
tvingsilssøla yvir matr. nr.
339 b, Miðvágur, (AS nr.
118/97).
Ognin er eini eldri set-
hus 47 kvm. til viddar i
kjallara, stovu og lofts-
hædd. Gjørd av timbri å
betonggrund, klædd við
jarni og takt við asbest,
hava hega reising og
kvist. Kjallari: Óinnrættað-
ur. Stykkið er 356 kvm. til
viddar.
Tvingsilssølan er um-
biðin av Niels Winther
Poulsen, advokati, Fr.
Petersensgøtu 9, Tórs-
havn, tlf. 11145 (J. nr.
970723), sum kann geva
nærri upplysingar um
ognina og sum nærri
avtala kann gerast vid,
um ynski er at siggja
ognina.
Søluuppgerå kann um-
bidjast hjå nevnda advo-
kati ella hyggjast igjøgn-
um á dómaraskrivstov-
uni.
Føroya Futarættur,
tann 2. januar 1997
verður á dómaraskriv-
stovuni C. Pleyensgeta
1, 100 Tórshavn, hildin
tvingsilssøla yvir matr. nr.
561, Tvøroyri, (AS nr.
113/97).
Ognin er eini sethús við
handilshøli 120 kvm. til
víddar í kjallara og mið-
hædd. Gjørd av timbri á
betonggrund og takt við
tjørupappi. Innrætting
Kjallari: Gongd, verkstað-
ur, handil, wc, kontór
kjallararúm og fýrrúm
Midhædd: Gongd, køkur,
bryggers, stova, 2 kømur,
baðiverilsi, soviverilsi við
baðiverilsi. Stykkið er
1579 kvm. til viddar.
Tvingsilssølan er um-
bidin av Niels Winther
Poulsen, advokati, Fr.
Petersensgøtu 9, Tors-
havn, tlf. 11145 (J. nr.
970677), sum kann geva
nærri upplysingar um
ognina og sum nærri
avtala kann gerast við,
um ynski er at síggja
ognina.
Søluuppgerå kann um-
bidjast hjå nevnda advo-
kati ella hyggjast igjøgn-
um á dómaraskrivstov-
uni.
Føroya Fútarættur,
tann 2. januar 1997
Fast samband um Vestmannasund
Fasta sambandið um Vestmannasund fer ikki at kosta landskassanum eina
krónu netto, og er skilabesta ætlan innan samferðsluna síðan árabáturin kom
til lands
Landskassin 80 milliónir kr.
Låntøka 100 milliónir kr.
Inntøka av bumpeninga-
skipan 2 milliónir í 15 år:
30 milliónir kr.
Tilsamans 210 milliónir kr.
Av 210 milliónum krónum
er stórur partur lønir og av
hesum fær landið minst 80
milliónir aftur í beinleiðis
skattum. T.v.s. at fasta sam-
bandið um Vestmannasund
ikki kemur at kosta lands-
kassanum eina krónu. Og
tunnilin kemur at halda í
100 ár ella meira. Um land-
ið letur 20 mió. kr. 4 ár, er
hetta uml. 38 kr./føroying/
már. í 4 ár brutto. So er
landskassin úti av myndini.
At nevnda upphædd ikki
kollrennur nakran landsbú-
skap er eyðsýnt. Øll mugu
vera samd um, at nevnda
upphædd ikki kollrennir
nakran landsbúskap er eyð-
sýnt. Øll mugu verða samd
um, at nevnda upphædd ikki
er stór, um hugsað verður
um tað positiva árin hetta
fær á samfelagið alt, m.a.:
1. 35-40 minuttir non-stop
til flogvøllin alt dógnið,
årid runt. I dag tekur
ofta longri tíð at koma
frá Vágum til Streymoy,
enn frá flogvøllinum til
Keypmannahavnar.
2. Avstandurin frá Vaglin-
um til Miðvágs verður
39 km, ella tað sama
sum til Vestmanna.
3. Ung í Vágum kunnu
búgva heima og ganga í
skúla á megingkinum.
Mong hava ikki møgu-
leika at ganga á hægri
skúlum, av tí at hetta er
sera dýrt. Ein sosialur
skeivleiki verður rættað-
ur um fast samband
kemur.
4. Vinnan báðumegin
sundið fær optimalar
møguleikar at virka
undir, eins og flogvøll-
urin fer at geva møgu-
leikar fyri exporti/im-
porti av veru, ið ikki er
til staðar í dag
Argumentatiónin hjá Jákupi
Joensen heldur als ikki, tå
hann uttan drál tegir burtur,
at góðar 200 milliónir krón-
ur av landskassans peningi
eru nýttar til berghol í val-
dómi hansara til knapt 400
fólk í svárastu fíggjar-
kreppu í søgu okkara, ímeð-
an hann er á gosi um at
landskassin skal nýta 80
milliónir krónur til at betra
eitt totalt ónýtiligt og niður-
slitið ferðasamband til
knapt 3000 fólk og einastu
floghavn okkara. (Undirrit-
aði er glaður um, at sumb-
ingar hava fingið eitt gott
samband, tillukku við ti.
Vildi mett, at sumbingar
eins og suðuroyingar ann-
ars, við undantak av Jákup
Joensen, ikki hava nakað
ímóti at ferðasambandið
gerst betri til útjaðaragkir)
Landskassin verður
nevniliga ikki tyngdur av
upphæddini oman fyri 80
milliónir krónum. Hendan
verður nevniliga goldin av
bummpeningagjaldinum,
hvers grundarlag er stóra
ferðslan um Vestmanna-
sund
A hesi farleið er púra ørt
at nýta eina krónu til annað
enn fast samband. Og tað
er indiskutabult. Hetta hava
nógvir bólkar kannað væl
og virðiliga.
I.Ráð frá skilamanninum,
jarðfróðinginum Jóannis
Rasmussen, sála
.Borikanningar uml. 200
metrar undir sundið báðu-
megin.
3.Seismiskar botnkanning-
ar í sundinum
4. Samfelagsfíggjarlig árin.
5.Grótið er av sama slagi
sum í tunnlinum ímillum
Signabø og Kaldbaks-
botn, har stak væl gekst
at bora osfr.
N
Alt talar fyri at gera fast
samband. Og hetta er neyð-
ugt at gera. Nú
Mær vitandi hevur Jákup
Joensen ikki kannað hetta.
Men hann hevur eina greiða
stóðu, á ongum stødi. At
hann áður hevur tikið stóðu
uttan nakað grundarlag, og
at hetta er hansara 80-ara
arbeiðsháttur, má ikki aftur
koma at kosta samfelagnum
og skattgjaldarunum mang-
ar milliónir krónur.
At býráðspolitikarin úr
Tórshavn, Lisbeth Petersen,
rekur lokalpolitikk á Føroya
Løgtingi er til lítlan sóma
fyri hana
Maria Han hevur onki at
óttast. Hon veit, at ein blind-
tarmur ikki verður skorin
burtur uttan hann gerst sjúk-
ur. Vestmanna fær við fasta
sambandinum betri møgu-
leikar fyri at yvirliva enn í
dag — tí samstarvsmøgu-
leikar ímillum Vágarnar og
Nordurstreymoy gerast
nógv betri innan øll økir. Nú
er at vóna, at tingmenn vilja
byggja land og taka undir
við hesi skilagóðu ætlan, ið
helst ikki fer at kosta lands-
kassanum eina krónu, held-
ur tverturímóti fer at geva
landskassanum eina inn-
tóku, ið fer at bóta um
møguleikar okkara at taka
okkum av yngru og eldru
samfelagsborgarum okkara
Vit eiga altíð at byggja
Føroyar upp — á skynsam
an hátt.
Marjus Dam