hósdagur 8. januar 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Á
+
%
8
i
Nr. 4 — 8. JANUAR 1998
tíðindablaðið SOSkalun
17
Petra, fødd Arge, og
ið eg koma at kenna i
g eg komu at gang
Tá gjørdust Símun og
skúlanum
Sd SE
g Esbern Simonsen eru ikki millum
okkara longur. Hetta vóru eini sjáldsom hjún, eini hjún,
| sløk 30 år. Sonur teirra, Simun,
ma skulafk kki 1
eg vinmenn, og tå stutt var frå
nidan til húsini hjá teimum í Hoyvík
Uttan fyri Garðarnar, nú kallað Garðavegur
eg skjótt at kenna bæði Petru og Esbern og tær báðar
Hoydølum
døturnar, Annleyg og Marjuna.
Til minnis um
Petru og Esbern
ella
- so kom
Eg kann ikki siga annað, enn at eg varð stórliga
bilsin, tá ið eg kom inn til teirra. Eg visti, at Esbern var
bankastjóri í Føroya Banka, men maðurin súkklaði til
arbeiðis, og tað fekk eg ikki at passa. Petra var heldur
ikki soleiðis, sum eg hevði ímyndað mær eina stjóra-
frúu, men seinni skuldi tað vísa seg, at Esbern tíbetur
ikki var nakar vanligur bankastjóri, og at Petra ikki var
nøkur vanlig bankastjórafrúa.
Eg hevði ikki kent Esbern leingi, tå ið eg ein dagin
kom inn i Føroya Banka. Har så eg Esbern standa og
pråta vid ein ernan skjurtu-og-flippu-mann, men bædi
flippu-madurin og eg vórðu bilsnir, tå ið Esbern bað
hann umbera seg eina løtu og síðan fór yvir og at práta
vid meg ístaðin. Nei, Esbern gjørdi ikki mun á fólki,
og tad gjørdi Petra heldur ikki.
Eitt, sum eyðkendi hugnaliga heimid hjá teimum
var, at beinanvegin tú komst inn, merkti tú, at í hesum
heimi vóru øll eins, og so var líka mikið, um tú vart
keisari ella gøtus6pari. Eg kendi meg, ið hvussu so er,
altíð heima í hesum sjáldsama húsi við vakra urtagarð-
inum, sum Petra røktadi væl, og vakra útsýninum yvir
Nólsoyarfjørð.
Petra og Esbern vóru bæði nógv lesandi fólk. Esbern
var kendur fyri at lesa skjótt; hann kundi lesa øll tey
føroysku dagblødini — tá vóru eini fimm, seks av
teimum — uppá fimm-tíggju minuttir, og tá las hann
tey væl og blaðaði tey ikki bert igjøgnum. Esbern las
eisini nógv annað, bæði útlendsk dagblød og tíðarrit
og føroyskar og útlendskar bøkur. yrkisblød las hann
sjálvsagt eisini. Arbeiðið hevði Esbern ongantíð heim
við sær; tá ið hann setti seg á súkkluna eftir strævnan
arbeidsdag, gloymdi hann alt um bankabøkur og banka
arbeiði.
Petra las eisini bæði føroyskar og útlendskar bøkur
Sigast skal, at bæði Petra og Esbern vóru sera stinn í
fremmandum máli, so sum enskum, týskum, fronskum
og íslendskum, og so sjálvsagt donskum, svenskum og
norskum. Petra hevði listarligar gávur, og tískil las
hon eisini yrkisbøkur um postalinsmåling, málningalist
og skulpturlist, og plantufrødi hevði hennara serliga
áhuga. Hóast familjan Simonsen hvgrki sang ella spældi
upp á ljóðfori, so syrgdi Petra fyri, at tónleikur javnan
var at hoyra. Talan var bæði um klassiskan tónleik
føroyskan kórsang, og kanska ikki minst bæði írskan
og skotskan fólkatónleik. Og altíð høvdu tey bæði,
Petra og Esbern, okkurt at greiða frá, og tað kundi
bæði vera áhugavert og stuttligt.
Men tey høvdu eisini sorgir at dragast vid. Dótt
urmannin mistu tey, og tá ið tey skuldu njóta síni ellisår,
var lagnan teimum hørd. Stutt eftir at Esbern fór frå
við eftirløn, fekk hann eina heilabløding og sat lamm
aður til hann doyði eini sjey ár seinni, og Petra stríddist
í mong ár við illa kendu Parkinson-sjúkuna, sum smátt
um smátt tók alla megina frá henni, og at enda fekk
hon eisini krabbamein
Ein kann bert siga, at Harrans vegir eru órannsak-
andi, men ein kann hóast alt fegnast um, at Esbern
vegna sjúku sína kanska ikki fataði, hvussu ålvarsama
búskaparliga kreppu, land okkara var komið í, og hvat
hendi við tí banka, hann hevði arbeitt fyri í góða hálva
øld, men vit mugu harmast um, at Petra, so sjúk hon
var, mátti pínast saman við okkum øðrum um støduna.
Esbern sjálvur fór frá í 1986, og sjálvur kann eg siga
við vissu, at Føroyar høvdu verið betur fyri, um Esbern
sat sum bankastjóri nøkur ár aftrat.
Esbern doyði fyri góðum ári síðan, 78 ára gamal,
meðan Petra varð borin til sítt seinasta hvíldarstað nú
tollaksmessuaftan, 75 ára gomul.
Eg vil hervið lýsa frið yvir minnið um Petru og
Esbern Simonsen.
GRANNASTEVNA
Við hesum verður boðað til granna-
stevnu í Kunoy hósdagin, hin 5. febru-
ar 1998, kl. 14.00, í skúlanum í Kunoy.
Innlagt
mál:
Innan- og uttangarðs-
útskifting í Kunoy
Tann, ið atkvoður fyri annan eigara, skal
hava skrivliga fullmakt, váttaða av
tveimum vitnum.
Sýslumaðurin fyri Norðoya Sýslu
hin 6. januar 1998
Karsten Hansen
KUNNGERÐ
Almennu býráðsfundirnir hjá Vágs bý-
ráð í 1998, verða hesar dagar:
21. januar
25. februar
25. mars
22. apríl
20. maí
17. juni
09. september
07. oktober
04. november
09. desember
Fundirnir eru settir at verða kl. 17.30.
Vágs
býráð
Hjá Beckers Máling |
fæst |
ingi
Góð læknahús neyðug
Viðv.: Viðmerkingum til kommunulæknaskipanarlógina, sum sendar eru
landsstýrinum
Stýrið í FKF hevur havt om
anfyrinevnda mål til við-
gerðar og hevur hesar við-
merkingar:
Til lógina:
Alment verður tað hildið
vera løgið, at hesin spurn-
ingur verður tíkin upp nú
ætlanir eru frammi um at
broyta kommunubygnaðin
og helst eisini læknadøm-
ini.
Sambært lógini sum heild
er tað landsstýrismaðurin í
heilsumálum, sum hevur alt
at siga, meðan kommunur-
nar eru statistar, sum gjalda
ein ávísan part av útreiðsl-
unum, eftir avgerðum, sum
landsstýrismaðurin í heilsu-
málum tekur.
Hetta bendir ikki á eina
skipan, har stórri ábyrgd
verður løgd á kommunur-
nar.
Við einum møguligum
broyttum kommunubygn-
aði og åbyrgdarbyti og
somuleiðis eisini møgulig-
um umskipaðum lækna-
dómum so er greitt at meira
má gerast við tey umsiting-
arligu organini við út-
reiðslubýti. Greitt er, at
hetta uppskotið nøktar als
ikki tann tørvin
Tann stóri trupulleikin hjá
fleiri læknadømum er eitt
hóttandi læknatrot, millum
annað ti, at læknar ikki fáa
sær fastan bústað í hesum
læknadømum.
Hesi somu læknadømi
mugu tí hava góð læknahus
tók, og sambært uppskot-
inum eisini til avloysara.
Hesar kommunur eru fíggj-
arliga veikar og tí vil felagið
fegið koma á fund við
landsstýrið um hetta vanda-
mál.
Umframt eigur tað í lóg-
ini at vera ásett hvussu út-
reiðslurnar skulu býtast, t.d
helvtin eftir fólkatalinum og
helvtin eftir skattainntøk-
uni.
Viðmerkingar til
sáttmálan:
Til $2: Læknin skal hava
bústað innan fyri tað økid,
sum verður avgjørt í til-
nevningini og hann skal
altíð vera at hitta í lækna-
dóminum.
$4: Kommunurnar útvega
vidtaluhøli við neyðugum
innbúgvi og amboðum til
kommunulæknan eins og
tað liggur á kommununum
Veggjamáling
gl. 20
4 |. bert 198,- kr.
BECKERS
MÁLING
N. Finsensgota 25 Tlf. 18181
Vit senda um alt landið
BILLUTIR
utvegast til
FLEST ALLAR
BÍLAR
Fa. BILLUTIR
Tit
Fax.
21605 21666
at hava rúm tøkt, har lækn-
in eftir fastari skipan hevur
viðtalu uttan fyri høvuds
viðtalustaðið.
Kommunufelagið kannar
í løtuni ymiskt í sambandi
við læknaútbúnað við ti í
hyggju at fáa hesi viður-
skifti javnari frá einar
kommunu til aðra
Fyri felagið
Jógvan K. Mørkøre,
form.
Peugeot Boxer
vøruvognur
turbo diesel
årg. 97, 39.000 km
Bilurin hevur stóran skaða
Nissan Patrol 3.3 Turbo H/T
árg. 85, 3 hurð., bláur 268.000 km
43.000
Opel Combo 1.3 Van
3 hurðar, hvítur
14.000
Toyota LandCruiser
persónbilur
árg. 86, 3 hurðar, svartur, 200.000 km
60.000
VW Passat 1.6
árg. 87, 5 hurð. gráur, 137.000 km
Ford Sierra 2.0 St. car
árg. 89, svartur, 138.000 km
Suzuki Swift 1,3 GL
árg. 90, 3 hurå., reyður, 125.000 km
37.000
% Meinhardt Arge
Á Hálsi - Box 3171 - 110 Tórshavn
Tlf. 16161