Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. januar 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

rr —— — Nr. 5 — 9. JANUAR 1998 tíðindablaðið Sosa | Ríkisfundur i Føroyum 6. januar 1998 | Poul Nyrup Rasmussen: - Tit tóku størsta takið i 1993/94 — Tað er eindømi í Vesturheiminum, at eitt land hevur reist seg so skjótt aftur búskaparliga, heldur forsætisráðharrin EIRIKUR LINDENSKOV — Hevuðsendamálið = vid ferðini í Føroyum var at strika undir, at rikisfelags- skapurin er annað enn bank- akanningin, segdi Poul Ny- rup Rasmussen á seinna tíð- indafundinum á Hotel Haf- nia mikukvøldid. — Persónligu samrødur- nar, eg havi havt vid før- oysku politikararnar, hava verid merktar av javnvåg og respekt, og hevur talan ver- ið um samrødur á jøvnum føti. Eg fegnist eisini um, at kreppan frå fyrst i 90'unum er um at hæsa av, og eg må leggja afturat, at tad er fantastiskt, at føroy- ingar hava klårad so væl at koma burtur úr eini so stór- ari kreppu, segði forsætis- ráðharrin. Og hann legði afturat: — Tað er eitt eindømi í Vesturheiminum, at eitt land, sum missir tridingin av inntøkunum, so skjótt megnar at reisa seg aftur. Men eingin ivi skal vera um, at hetta er takkað veri teimum búskaparligu inn- trivum, sum gjørd vóru í 1993/94 - og hjálpini úr Danmark. - Eg eri ikki fullkomin Poul Nyrup Rasmussen heldur, nú hann lítur aftur um bak, at hann skuldi verið komin til Føroya fyrr EIRIKUR LINDENSKOV — Tað hevði verið rættari av mær at verið komin til Før- oya fyrr, og eg átti eisini at verið komin við viðmerk- ingum um støðuna fyrr, heldur enn at bíða. Hetta sigur Poul Nyrup Rasmussen um tøgnina, sum hevur valdad i forsætis- málaráðnum, tå spurningar um Føroyamålid hava verið settir. Poul Nyrup Rasmussen sigur, at alt tað, hann hevur frætt í fjølmidlunum um Føroyamålid hevur verið ógvuliga frustrerandi, men hann vildi ikki blanda seg í kjaki - men tað heldur hann nú, at hann átti at havt gjørt. — Men tú hevur heldur ikki lurtað eftir Jóannes Eidesgaard og Atla Dam? — Eingin er fullkomim - heldur ikki eg... — Hví hava tú og Jóannes Eidesgaard ikki kunna tos- að saman? — Eg eri kanska ikki tann einasti, sum ikki eri full- komin, svaraði forsætisráð- harrin speiskliga tíðinda- fólkunum á Hotel Hafnia tyskvøldid. Sinnadur at gera broytingar i rikisfelagsskapinum — Men tað krevur, at føroyska pol- itiska skipanin fyrst verdur samd um málið, sigur Poul Nyrup Ras- mussen, sum mikudagin varð kunnaður um sjálvsstýrislóg- aruppskotið hjá Javnaðarflokki- num Poul Nyrup Rasmussen er sinnaður at tosa um broytinga í ríkisfelags- skapinum, um føroying- ar kunnu semjast EIRIKUR LINDENSKOV — Føroyingar gera sjålvir av, hvussu skal vera vid rikis- felagsskapinum. Hetta hev- ur Poul Nyrup Rasmussen sagt fleiri ferdir undir vitj- anini í Føroyum hesaferð — Eg haldi ikki, at tað er rætt av mær at siga, hvat eg haldi um eina nyggja sjålv- stýrislóg. Eg bíði eftir hvat ein breiður meiriluti av løg- tinginum heldur, og so taki eg stóðu út frá tíð — Men tá broytingar verða gjørdar í rikisfelagsskapi- num, so er tað altíð tað sam- felagið, ið ynskir broyting- arnar, sum sjálvt ger tað av, segði forsætisráðharrin. — Men vit tosa sjálvandi saman um málið. Tá onkur av donsku tíð- indafólkunum spurdi for- sætisráðharran, um Dan- mark vil verja ríkisfelags- skapin, soleiðis sum hann er, svaraði forsætisráðharr- in, at Danmark ikki fer at leggja trýst á, um hinir part- arnir í ríkisfelagsskapinum vilja hava broytingar. Sosialurin spurdi Poul Nyrup Rasmussen, um hann å fundinum vid Javnadar- flokkin hevdi fingid frå- greiðing um sjálvstýrislóg- aruppskotið hjá Javnaðar- flokkinum. — Jú, tað havi eg. Um- boðini fyri Javnaðarflokkin greiddu mær frá uppskoti- num, sum í fyrstu atløgu snýr seg um at leggja fyri tíngið uppskot um eina stjornmålanevnd, sum í eitt ella tvey ár skal fyrireika endaliga uppskotið. — Verður ein breiður meir- iluti á tingi fyri uppskoti- num, so fara vit sjálvandi fúsir at viðgera uppskotið konstruktivt, sigur forsætis- ráðharrin. Poul Nyrup Rasmussen legði afturat, at ætlanin hjá Javnaðarflokkinum er at gera eina sjálvstýrislóg inn an ríkisfelagsskapin, og hann legði dent á, at hann fegin vil varðveita ríkisfel agsskapin Tað harmar meg, um folk ikki duga at síggja per spektivini í ríkisfelagsskap inum, segði forsætisráðharr in at enda á tíðindafundi- num á Hotel Hafnia miku- kveldið. Bergur í Garði kennir einki til tíðindini um, at hann skal verða nyggi stjórin í Føroya Fiskavirking Bergur í Garði avsannar stjórastarvið Bergur í Garði, sum er nevndarlimur í Fiskavirking, avsannar leysatíðind- ini um, at hann verður nýggi stjórin í Føroya Fiskavirking EIRIKUR LINDENSKON — Nei, tað er púra einki í hasum - hatta havi eg als ikki hoyrt So avgjørdur var Bergur í Garði, tá Sosialurin spurdi, um leysatíðindini vóru sonn sum søgdu, at hann er tann »rætti« nyggi stjórin í Før- oya størsta arbeidsplåssi, Føroya Fiskavirking. Seinastu dagarnar hevur nógv verið gitt um, hver nýggi maðurin man vera. Sunnudagin lovaði Sverri Hansen, nevndarformadur, at eitt tíðindaskriv varð al- mannakunngjørt mánadagin - og tá fingu fjølmiðlarnir tíðindini. Men tíðindaskrivið segði einki um nýggja stjóran, og tá vit týsdagin aftur spurdu Sverra Hansen, segði hann enn einaferð, at tað fór at vera kunngjørt í einum tíðindaskrivi Men enn er einki tíðinda- skriv komið. Vit kunnu tí bert gita, at nevndin í Før- oya Fiskavirking hevur trupult við at finna nýggja stjóran. Útvarpið visti at siga, at Jákup Mørkøre ikki sjálvur hevði sagt upp, men at hann er koyrdur úr starvi Vit kunnu sostætt bert staðfesta, at tað ikki verður Bergur í Garði, sum verður nýggi stjórin - og at Fiska virking nú á níggjunda degi liggur í stjóraloysi Lesið feskastu tíðindini á Internetinum hvønn dag - 7 dagar um vikuna www.sosialurin.fo