fríggjadagur 9. januar 1998síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
tíðindablaðið
sosfakurn
Nr. 5 — 9. JANUAR 1998
Røda, hildin á fólkafundi á trettanda:
Forsætisrådharrin er
farin um mark
Nú má eingin misskilja meg og halda, at eg havi nakað ímóti Nyrup. Eg kenni ikki mannin, men hann er helst ein
góður hjúnafelagi og góður faðir hjá bórnum sínum. Tað sum vit finnast at, er hansara lutverk sum forsætisráðharri í
Danmark. Men eftir tí vit hava skilt, so fær hann fullan stuðul frá hinum donsku flokkunum í tí yvirgangspolitikki,
im hann rekur ímóti okkum. Okkum ger tað tí tað sama, um danski forsætisráðharrin eitur Nyrup ella okkurt annað,
tí teir eru av sama súrdeiggi allir samlir. Hetta sóu vit eisini greitt tá eitt samt fólkating tók undir við at knúgva fólks-
ins greiða dóm á fólkaatkvóðuni tann 14. september 1946.
Vegna Fólkaítakið fyri tjóð-
fundi skal eg takka tykkum
øllum fyri at tit eru komin
man á Vaglið henda trett-
anda dag jóla, og serliga
skal eg takka ollum teimum,
sum við sínum ídni hava
gjørt tað møguligt at koma
saman her í kveld
Orsøkin til, at vit eru
higar í dag, er tann
forsætisráðharrin
nark. Fyri brátt
tímum árum síðani, tann Í
mai 1995, fekk hann bræv
um hjá drotn-
gini, har hann fekk greið
boð um, at tað var hann
Sur id: taka ímóti undir-
skriftunum hjá Fólkaítaki-
| fyri tjóðfundi. Hann
IKKI Meir enn hoyrt
hetta. fyrr enn hann stakk
halan millum beinini og
æt Nýruppi tær
14. september
995 hevdi hann tann frek
EIKA at eta eitt av skriv
høvdu
bíðið þú.
Harvið fór hann um tað
markið sum er millum rætt
g órætt og gjørdi seg til
em brotsmann. Hetta við-
"gekk hann eisini í brævi-
num, tí hann segði, at hann
ikki kundi visa grundgev-
ingum okkara aftur, men
segði at tær vóru søguligar
Sjálvandi vita vit, at for-
sætisráðharrin ikki hevur
nógva virðing fyri søguni,
tí í hesum døgum er hann í
holt við at avtaka tað danska
ríkið, sum í meir enn túsund
ár hevur verið frælst. Hann
heldur helst, at frælsið hjá
dønum er ein søgulig forn-
leivd, sum ongan tydning
hevur í dag. Men hetta hev-
ur hann rætt til at gera, um
so er at hann fær undirtøku
hjá tí danska fólkinum fyri
hesum
Hin vegin hevur hann ikki
rætt til at taka frælsið frá
einum ødrum ríki. Sjålvur
veit hann helst ikki hvat eitt
ríki er. Hann er nú komin
higar at halda ríkisfund, og
tosar um at hann skal hitta
tveir aðrar forsætisráðharr
ar, sum stýra javnbj6dis
pørtum av ríkinum. Sum
hann tosar skuldi man trúð,
Vit búgva í einum øðrum ríki enn tí danska, sigur Zakarias Wang
at hann heldur Føroyar vera
eitt ríki og Grønland eitt
annað. Hann sigur eisini, at
ein heimastýrislóg er ein
stýrisskipanarlóg. Men um
so er at vit líta í eitt danskt
lógarsavn, so stendur eingin
heimastýrislóg har stýris-
skipanarligar lógir standa
Skulu vit finna heimastýris-
lógina, so noyðast vit at
leita har sum lógirnar um
kommunalt sjálvstýri
standa. Tí kemur hann ikki
higar at hitta javnbjóðis
partar, men kemur sum
yvirmaðurin at hyggja eftir,
um kommunustýrisformenn
hansara duga nóg væl at út-
inna hansara harraboð.
Hetta hevur hann ongan
rætt til, og tí er hann farin
yvir um alt sómuligt mark.
Hann hevur brotið fólka-
rættin við at halda at hann
- eftir at vit hava kravt at
fáa frælsið og útinna tað við
at velja ein tjóðfund — fram-
vegis er okkara forsætisráð-
harri og kann hóreiggja sær
so sum hann gjørði fyri tann
9. juni 1995 tá hann kundi
selja okkum ein banka fyri
at styrkja støðu sína í Dan-
mark.
Hesir dagar eru farnir. Tá
hann nú kemur til ríki okk-
ara og sigur seg vera for-
sætisráðharri okkara, er tað
bert tí at hann nýtir vald sítt
til at halda eitt annað ríki
undir valdi sínum. Hetta er
ikki ókent í søguni. Vit hava
td. eitt dømi sum tað at
Hitler ímóti fólkarættinum
nýtti hermegi sína til at taka
valdið yvir Noregi og har
seta eitt stýri á stovn undir
leiðslu av tí dugnaliga her-
ovastanum Vidkun Quis-
ling. Quisling hevði bert
valdið av tí at týska stjórnin
stuðlaði hann við vápnum
og pengum. Somuleiðis
hava tey kommunalu stýrini
í ríki okkara bert valdið av
tí at danska hermegin og
danski ríkiskassin stuðla
teimum. Øll vit sum her
standa, vita fullvæl, at hevði
Nyrup ikki síðani 9. juni
1995 goldid triggjar milli-
ardir til okkara heimastýri,
so heyði tað ikki verið til í
( Mynd: Jens Kristian Vang)
dag, og so var tað eingin av
landsmonnum okkara, sum
hevði ivadist í at einasta
gongda leiðin hjá okkum
var frælsisleiðin.
Samstundis vita vit, at
tann danski stuðulin ger, at
okkara vinnulív ikki er
kappingarført. Hetta er at-
voldin til, at tað ikki ber til
hjá ungum evnagóður fólk-
um at fara undir nýggj virki.
Øll vita, at skal einum landi
verða lív lagað, so er tað
neyðugt støðugt at fáa nýggj
virki í staðin fyri tey, sum
av ymsum orsøkum fara av
knóranum, men hetta sleppa
vit ikki til í ríki okkara or-
sakað av tí donsku peninga-
ligu uppíleggingini í okkara
innanríkispolitikk. Tað er
hetta, sum er atvoldin til, at
túsundtals av landsmonnum
okkara hava verid noyddir
at rymt av landinum fyri at
yvirliva. Hetta er hent med-
an vit siggja, at onnur lond
av somu stødd sum okkara
klåra seg avbera væl, og at
heimastýrisrespiratorurin
soleiðis oyðileggur lív og
lagnu okkara, tí fáur man
ivast í, at tæri í tjóð okkara
er eins gott og hjá nakrari
aðrari tjóð. Hetta sæst eisini
av tí, at meðan land okkara
undir byrðuni av heimastýr-
isskipanini og blokkinum
ikki kann klåra seg, so fåa
landsmenn okkara arbeiði
og standa seg Oføra væl so
títt og knapt teir eru komnir
burtur úr hesum neyðar-
dýpi, sum Nyrup hevur okk-
um gangandi í. Tað er ikki
av tilvild, at tað í einum
donskum blað stóð ein grein
sum æt: „Hjælp Danmark —
fang en færing“. Og Nyrup
hevur ikki bert fangað ein,
men hevur fangað okkum
allar samlar
Tað sum skal til hjá okk-
um er sostatt frælsi, men tað
sýtir forsætisráðharrin okk-
um, hóast hann væl veit, at
vit hava fullan rætt til frælsi
okkara. Hann veit eins væl
og vit, at vit ikki altíð hava
verið saman við Danmark
Hann veit, at tað ríki, vit
vóru ein partur av, gjørdi ein
fullgyldugan altjóða sátt-
mála við Danmark, sum
segði, at hóast ríki okkara
var saman við Danmarkar
ríki, hevði tað fullkomuliga
sama rætt sum hetta ríki
Hann veit eisini, at hansara
heimild til at stýra okkum
fram til 9. juni 1998 var ein
stýrisskipanarlóg, sum vit
sjålvi høvdu samtykt og
sum sigur at kongur skal
hava alt vanligt útinnandi
og lóggevandi vald, men
ikki rætt at gera eina nýggja
stýrisskiparlóg. Hann veit,
at orsøkin til at hann er for-
sætisráðharri er tann, at tað
danska fólkið í sínari tíð
heitti á kong um at fáa frælsi
og ein tjóðfund at gera sína
stýrisskipan. Danska fólkið
hevur heimilað honum at
stýra Danmarkar ríki, og
fram til 9. juní 1995 hevði
hann eisini heimild til at
stýra ríki okkara. Hann veit
eisini, at henda dag misti
hann heimildina til at stýri
okkum, og bert við at bróta
tann altjóða sáttmála, sum
Danmark hevur gjørt við
okkum um at vit hava sama
rætt sum danska ríkið til at
stýra okkara egnu viður-
skiftum, ber tað til hjá hon-
um at koma yvir um mark
til at reka sjarmuátak hjá
okkum. Væl var Hitler ring-
ur, men hann dittaði sær tó
ikki at koma til Quisling at
gjara út fyri tí norska fólki-
num, so vit noyðast til ein-
falt at konstatera, at Nyrup
er verri enn Hitler.
Nú má eingin misskilja
meg og halda, at eg havi
nakað ímóti Nyrup. Ég
kenni ikki mannin, men
hann er helst ein góður
hjúnafelagi og góður faðir
hjá børnum sínum. Tað sum
vit finnast at, er hansara lut-
verk sum forsætisráðharri í
Danmark. Men eftir tí vit
hava skilt, so fær hann full-
an stuðul frá hinum donsku
flokkunum í tí yvirgangs-
politikki, sum hann rekur
ímóti okkum. Okkum ger
tað tí tað sama, um danski
forsætisráðharrin eitur Ny-
rup ella okkurt annað, tí teir
eru av sama súrdeiggi allir
samlir. Hetta sóu vit eisini
greitt tá eitt samt fólkating
tók undir við at knúgva
fólksins greiða dóm á fólka-
atkvgðuni tann 14. sep-
tember 1946
Men hin vegin er tað púra
greitt, at vilja danskir pol-
itikarar taka annað skinn um
bak og halda uppat við at
leggja seg upp í innanríkis
viðurskifti okkara við at
mutra okkara heimastýris-
politikarar og. sýta fyri at
geva okkum frælsi, so eru
teir vælkomnir higar. Tað
var hetta, sum vit skrivaðu
til Nyrup, men hann læstst
ikki um vón og hevur ikki á
nakran hátt givið til kennar,
at hann ætlar at lata skil og
skynsemi ráða og leggja
niður sín leiklut sum imp-
erialistur. Tí er tað neyðugt
hjá okkum at gera honum
greitt at hann er ikki væl-
komin í ríki okkara, og at
vit venda okkum til hansara
við eini yvirlýsing.
Zacharias Wang