Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. januar 1998síða 3

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A — - nr Nr. 6 — 13. JANUAR 1998 Yrkisfelagið: Strid fyri betri skúla | Glið var komið á samráðingarnar millum landsstýrið og Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara, men tá Elif Samuelsen, landsstýrismaður, kom uppí leygarkvóldið, var einki at gera, sigur Yrkisfelagið RANDI JAOBSEN Í gjár fór Yrkisfelag Stu- dentaskúla og HF-lærara undir aðru viku av verkfall- inum, sum í skrivandi løtu eingi útlit eru fyri, at loysn fæst á. Um vikuskiftið varð ein roynd gjørt at tosa saman, men leygarkvøldid fóru partarnir aftur hvor til sítt, og verkfallið varð tikið upp aftur. Lærararnir ivast onga løtu í, at teirra stríð er rættvíst. Teir vilja ikki undir nøkrum umstødum góðtaka ætlan landsstýrisins um at leggja tveir flokkar á Kambsdali saman, so tað verða 28 næmingar í flokkinum. Hetta góðtaka teir ikki, tí teir gjørdu í 1992 avtalu ið landsstýrið um, at skal næmingatalið upp um 24, skal hetta gerast í samráð við felagið. Og tá Yrkisfel- agið sigur nei, so er tað nei. - Vit hava eina skrivliga avtalu, siðvenju og tað er eisini eitt ófrávíkiligt prin- sipp, at næmingatalið má ikki fara upp um 24, sigur Yrkisfelagið. I Danmark góvu stu- dentaskúla-og HF-lærarar eftir, soleiðis at onkrir flokkar hava fleiri enn teir 24 næmingarnir. Tað angra teir í dag, tí undirvísingin er ikki nóg góð við so nógv- um næmingum í flokkinum. - 24 er eisini í meira lagi, men hetta tal hevur í áravís verið lofti, sigur Yrkisfel- agið. Høli eru heldur ikki til so stórar flokkar. Felagið minnir á, at tað í sínari tíð var eitt politiskt val, at vit skuldu hava leiri studentaskúlar og HF-skeið. - Tað kostar at desentral- isera og má kosta, men tað er ikki okkara ábyrgd. Friggjakvøldid møttist stýrið í Yrkisfelagnum á fundi við umboðum fyri fíggjarmálastýrið og undir- vísingar- og mentamála- stýrið í Tinganesi. Sambært Yrkisfelagnum gekk væl at práta saman, og komið varð so langt sum at avmarka trupulleikan til ein fíggjar- ligan spurning. Leygar- kveldið var nýggjur fundur, men tá Yrkisfelagið kom við útspælinum at taka ar- tíðindablaðið o-i Yrkisfelagið hevur opið hús hvønn dag í húsum sínum í Vardagøtu, har stýrið situr og bíðar eftir at frætta aftur frá landsstýrinum. Á myndini síggjast fýra av teimum fimm stýrislimunum, frá vinstru. Steingrim Abrahasen, Snorri Fjallsbak, Eiríkur Tausen og Ann Ellefsen Mynd: Jens Kr. Vang beiðið upp aftur og samráð- ast víðari, við 14 í hvørjum av teimum báðum flokkun- um á Kambsdali, bóðu landsstýrisumboðini = um steðg. Hálvan triðja tíma seinni komu tey aftur, og tá var Eilif Samuelsen, landsstýr- ismaður við. - Hann segði tá, at hetta ikki bara var ein spurningur um pengar, og at tað ikki var samfelagsgagnligt við tveimum flokkum. Eilif Samuelsen sá heilt burtur frá avtaluni og segði, at tað fanst einki loft fyri næm- ingatalinum. Hetta var spell, at alt skuldi detta niður fyri aftur, tí vit sóu frammanundan ein glotta, at ósemjan kundi loysast, sigur Yrkisfelagið. Landsstýrið svaraði, at tóku lærararnir arbeiðið upp aftur við samanløgdu flokk- unum, skuldu lærararnir fáa samsýning, men tað vildu lærararnir ikki. Teir høvdu tó framvegis vónina um, at landsstýrið fór at geva eftir og bíðaðu sum longst sunnudagin við at lýsa, at verkfallið helt fram. Sunnudagin sendi lands- stýrið út tíðinaskriv undir yvirskirftini »Gislatøkan heldur fram«. - Vit halda tað vera 6gvu- liga primitivt av einum myndugleika at brúka slík Hvi er verkfall á studenta- og HF skúlunum? Tað snýr seg ikki um løn. Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara, YF, hevur eina avtalu vid Føroya Landsstyri, sum sigur, at næmingatalið i skúlaflokk- um skal ikki fara upp um 24. Landstýtrið hevur brotið hesa avtalu vvið at skipa soleiis fyri, at ein flokkur á Kambsdali skal hava 28 næmingar. So einfalt kann tað sigast. Soleiðis ljóða ikki tíð- indaskriv og útsagnir lands- stýrismansins í skúlamálum í hesum døgum. Hann førir fram, at skúlaskipanin í Før- oyum gongur eftir donskum reglum, sostatt skal næm- ingatalið í Føroyum vera 28 eins og í Danmark. Eilif Samuelsen gloymir at siga, at sáttmálin er ikki tann sami sum í Danmark, at ar- beidsumstødurnar eru ikki tær somu, at hølisvidurskift- ini ikki eru tey somu osfr. Tá ið YF varð stovnað, var tað m.a. tí at Landsstýrið vildi ikki samráðast við donsk fakfeløg - limirnir í YF vóru annars limir í GL (Gymnasieskolernes Lærer- forening). Men nú eru vit ikki longur í GL og hava okkara egna sáttmála. Tað er stórt spell, at danska skúlaverkið hevur verið so hart pressa- nú í langa tíð, at danskir skúla- næmingar eru verri fyri eitt nú í lesing en næmingar í ødrum londum í Europa. Danska sjónvarpsrásin TV3 hevði eina sending um júst hetta ein dagin. Tað er frálíkt at læra av øðrum og herma eftir tí góða, onnur finna uppá, men at honka eftir, tá ið hini gera okkurt mini gott, tað er ikki skila- gott. Um alt skal vera sum í Danmark, hví hava vit havt Landsskúlafyrisitingina í øll hesi ár? Og hví hava vit hetta nýggja, fína, væl- mannaða undirvísingar- og mentamálastýrið? Skulu vit hava eitt stýri at stýra und- irvisingini, men forkoma sjålvari undirvisingini? Mótpartur okkaa førir fram, at tað ber ikki til at hava bert 14 næmingar í einum flokki. Men lands- stýrismenn og dløgtings- menn - og kanska serliga tey, sum varð av åvikavist Kambsdali, Klaksvik og Suðuroy - vóru sera hugaðir at fáa skúlar á hsi pláss. Men tey mugu hava roknað út, at stundum verður trup- ult at fylla flokkarnar í hesum gkjum. Og hvussu við tí nógv rósta valskúla, sum júst er farin at virka, skulu valflokkrnir eisini vera 28? Skula tey, sum velja ávísa lærugrein, flytast til Havnar. Vit eru ikki í verkfalli fyri ægri løn, men fyri at varð- veita eina dygdargóða und- irvísing. Um tú hevur 28 næmingar í einum flokki, er sera trupult at fáa samband við øll, tað er sera trupult eisini við 24 næmingum. Í hesum árum fer sera stórur partur av einum árgangi í studenta- ella HF skúla Hetta ger, at vit sita við nógvum rættiliga tungum næmingum eisini. Í einum stórum flokki ber betur til hjá teimum at >krógva< seg, og harvið fáa tey minni burturúr. Nógv foreldur munna hava hoyrt børn síni siga, at tey sleppa ikki fram- at, tað verður ikki lurtað eft- ir teimum, tey fáa ikki frá- greiðingar um júst sínar spurningar osfr. Okkara mótpartur sigur, at vit hava næmingarnar sum gíslar. Næmingarnir eru samdir við okkum í, at 28 næmingar í einum flokki er alt ov nógv og alt ov óarbeiðsligt - tey vita tað best, flestu teirra hava roynt 24 markið. Sjálvsagt viilja tey aftur í skúla, serliga tey í 3.s, men tey skilja, at málið er ein spurningur uym ein góðan skúla í Føroum. YF vísti sín góða vilja friggjakvøldid, men stødan visir seg at vera fastlæst. Verkfallið er tikið uppaftur. Verkfallið rakar umframt alla undirvðising á stud- enta- og HF skúlum, veg- leiðing til og rætting av 3 árs og 2. árs uppgávum og abeiði í provtøkuuppgåvu- nevndum og ødrum nevnd- um. Bergljót av Skarði. IF hósdag: orð, og tað var at herða stríðið, sigur Yrkisfelagið. Felagið heldur eisini lítið um, at landsstýrið gav skúlastjóranum á Kambs- dali ordra til at ringja til foreldrini at næmingunum í tímum báðum flokkunum á Kambsdali og spyrja, um nakar teirra var sinnaður at flyta til Havnar at ganga í skúla. - Í onkrum fórum vóru tað næmingarnir sjalvir, sum tóku telefonina og skuldu vara, og tað er ikki serliga dámligt, tí næmingarnir eru so ungir, at teir eru ikki myndugir. Lærararir vóna, at okkurt fer at henda, tí tað kemur bæði 3.g og 2.HF aftur um brekku, heldur verkfallið fram longur enn hesa vik- una aftrat. 3. ársuppgávan hjá næmingunum í Hoydgl- um skal rættast, teir í Eyst- uroynni skulu skriva upp- gávu nú, terminsroynd verður í februar, pensum skal uppgevast o.a Tað ber ikki til at útseta próvtókuna til t.d. í oktober, tí tá ger eingin uppgávur- nar, sum eru tær somu í Før- oyum sum í Danmark. Landsstýrið hevur roknað seg fram til, at við at leggja tveir flokkar saman nú, kunnu 400.000 krónur spar- ast. - Teir penarnir eru longu spardir í minni lønarit- reiðslum, meðan vit hava verið í verkfalli. Landsstýrið hevur eisini sagt, at verða flokkarnir ikki lagdir saman nú, verða færri tiknir upp næsta skúlaár. So einfalt er tað ikki, sigur Yrkisfelagið á, tí reglan er, at allir skikkaðir næmingar skulu takast upp Vit hava opið soleiðis framyvir: Mánadag- .. 8.00—18.00 Fríggjadag: ...... 8.00—19.00 Leygardag: ...... 10.00—15.00 Røttu brúktbilaloysnina finna tit hjá P/F WENZEL. Bruktan bil til ein og hvønn pengapung!!! P/F WENZEL Akranesgøta 5 - Box 3043 Havn - TIf. 13873