Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 8 — 15. JANUAR 1998 tíðindablaðið S0621 7 TL FF F7qF nn ——wiiNeeeeeeeneeeeeeeeeeeeeeeeeeeeee Í = Tað hevði verið so nógv lættari at skriva tær eina 50 ára fødingardags- heilsan Krisjan. Tú náddi tey fimti, men nú er tú farin, deyður, og livir bert eftir í minn- inum hjá teimum mongu, sum tú gleddi gjøgnum títt stutta liv. Tað hevði verið so lætt at skrivað til tín á lívi, tí tú var eitt lætt menn- iskja. Eitt menniskja sum dugdi at sita undir og sum dugdi at síggja tað stuttliga sjálvt í tí álvarsama. Tú var so lættur at vera saman við. Nú eg siti framman- fyri skerminum, við deyðsboðunum enn sjongrandi i oyrunum, eru tankarnir so fløktir. Eg veit ikki rættuliga, hvussu eg skal byrja, ti tú og deyðin hoyrdu lík- asum ikki saman og eg vil siga tær farvæl. Eg havi verið burtur nú í hálvt annað ár, og tá vit skiltust var tú frískur og ferðugur. Tú ynskti mær alt tað besta úti í heimi. Eitt sindur øvundsjåkur var tú, og tú vísti tíðuliga, at tú ikki var so fegin um at okkara vegir skulu skilj- ast eitt bil. Mundi tú gruna framtíðina, slíkt kemur fram í tonk- unum, nú tú er farin. Eg kendi teg sum starvsfelaga, og sein- astu mongu árini hevur tú verið ein partur av mínum gerandisdegi. Ein ikki so lítil partur. Eg eri fegin um at hava lært teg at kent, at hava havt teg sum vinmann. Frá í fyrstuni at vera stjórin, so gekk skjótt tann vegin, at tú eisini gjørdist vinur. Ein rætt- ur vinur. Tú var ikki líka glaður, hvussu tað gekk hjá mær. Tú feldi við mær, tá tað gekk illa, sýndi kærleika, og hjá tær hevði tað stórri tydning at skilja heldur enn sjálvur at verða skiltur. Eg takki tær fyri hendan eginleikan. Tin lidingarsøga gjørdist stutt og svår, og eg luttók slettis ikki í henni eins og familjan og hinir starvsfel- agarnir á Sosialinum. Ikki fyrr enn ein starvsfelagi vitjaði meg um jólini, fekk eg rættuliga at vita, hvussu sjúkur tå var vorðin. Eg hugsaði at skriva tær eitt bræv, men ov seint, nú er tú deyður. ; Heilt óskiljandi er tú tik- in frá okkum, tú, sum skuldi átt nógv góð ár eftir, um vit mannabørn ráddu. Tú, sum átti familju og hevði so nógv at liva fyri. Illa ber til at leita eftir eini meining við deyðanum. Vit menniskju skilja hann ikki. Vit bert merkja hansara køldu hond og vita, hvussu svárur hann er fyri okkum. Vit mugu bert trúgva, at tann altvald- andi er góður, og at vit ein dag fara at síggja hansara ætlan við okkum og okkara næstu. Hetta er tó so ógvu- liga lítil troyst hjá teimum, sum missa. Hjá tykkum, Karlu og børnunum. Tit hava verið sterk, gævi tit framhaldandi fáa neyðugu styrkina. Kristjan var eitt náttúrunnar barn. Hann elskaði náttúr- una og skapannarverkið. Hann sá og legði í geyma í náttúrunu nógv, sum vanlig fólk slett ikki leggja merki til. Tá tú arbeiðir tætt saman við einum menniskja, so fert tú at kenna, hvussu árið gongur hjá hesum. Tú veit, hvat tín næsti tekst við og hvat upptekur hann. Eitt nú dámdi Krisjani væl at fáast við gæs. Eg minnist ein mánadag á Sosialinum, har meginparturin av degnum gekk við at tosa um ein túr hann hevði gjørt til Syrða- dals á Streymoynni eftir gæsnum í vikiskiftinum. Hann hevði nýtt ein heilan Minningarorð um Krisjan Dahl leygardag og kom íkki heim fyrr enn á náttartíð. Hann hevði rikið tær allan vegin aftur til Havnar og hevði notið hvørt fet hann steig. Hjá honum snúði tað seg íkki bert um at fáa gás- aflokkin Havnar. Nei, hann livdi við náttúruni suðureftir og kendi hvgnn stein og hvørja túgvu. Minnini frå barnaárunum í náttúruni dagaðu fram aftur og hann gleddist við skapannarverk- ið. Eg gjørdist heilt hugtikin av hansara fråsøgustili og hansara evnum at eygleiða og eg hugsaði: >Hvussu leingi kann hann halda fram við at fortelja um hendan túr?< Eg nevndi aftur gása- túrin týsdagin og mikudagin við. Øll vikan okkara mill- um gekk við at tosa um nátt- uruna í Suðurstreym og vit kundu havt hildið fram. Krisjan kundi verið stórur rithøvundur. Hann hevði, eins og Steinbeck og aðrir rithøvundar, eyga fyri små- lutunum og tað er júst tað sum ger ein fråsøgumann áhugaverdan. Krisjan var eisini bergtik- in at tí einfalda. Av teimum fyrstu stóru uppfinnilsunum og hvussu tey riggaðu. Teir stóru og snotiligu bátarnir á Skålatrød søgdu honum ikki so nógv. Men lítla fýra- mannafarið við seglinum var honum til stóra gleði. Hann gjørdist ongantíð lið- ugur at undrast á, hvussu hetta lítla seglið kundi føra bátin trygt fram. Stóru framkomnu motorarnir í bátunum á Skålatrød søgdu honum heldur einki. Men fekk hann ein gamlan motor við einum sylindara og glødihøvdi, so skuldi tú sæð ljósið í andlitinum. Hann undraðist á tað einfalda. Tú var eisini úti í heimi Krisjan og tey árini evn- aðu teg til mann. Tú gjørdist ongantíð troytt- ur av at greida frå vak- urleikanum f Grønlandi. Tíni eygu vóru so deil- iga objektiv og kanska var tú føddur ov seint. Hevdi tú verið føddur fyri góðum hundrað ár- um síðan, so kanska tú hevði mett Roald Am- undsen. Hann hevði kanska biðið teg koma við sær á Suðurpólin og fekk tú hetta tilboð, so tók tú av upp á stand- andi fót. Tíðin á donsku sendistovuni í Ankara var fast prentað í minn- inum. So fast, at tá tú flutti í nýggja skriv- stovu á Sosialinum, so gavst tú henni eyðkenda grøna arabiska litin. Tú var takksamur fyri árini úti í heimi. Í dag siga vit tær far- væl, eg sjálvur í tonku- num úti í heimi og øll tit onnur heima í Før- oyum. Tú livdi ikki til fánýtis, og tín góða á- virkan fer at koma fram fyri okkum, tá brúk er fyri henni. Títt arbeiðs- pláss, sum tú gavst so nógv, er sært og skelk- að av missinum, men vit fara at minnast teg á leiðini fram. Hóast tú nú er farin, so hevur tú ikki fyri seinastu ferð hálað í smílibondini á Sosialinum, og smílið ger lívið so nógv lættari at bera. At sige verden ret farvel I livets gry og livets kvæld er lige tungt at nemme; Det lærtes aldrig her på jord, var, Jesus, ej du I dit ord Hos os, som du er hjemme. Men kommer døden førend du, kom da I løn, og kom I hu, hvor mørkt det er I graven! Omstrål mig, så jeg glemmer den, salv øjet på din syge ven, så jeg han se Guds-haven! Kom I den sidste nattevagt I en af mine kæres dragt, og sæt dig ved min side! Og tal med mig, som ven med ven, om hvor vi snart skal ses Igen og glemme al vor kvide. (Grundtvig) Singapore tann 13. januar 1997 Jústinus Eidesgaard Eyka landsfundur verður leygardagin 31.1.98, kl. 13.00 í hølunum hjá Føroya Arbeiðarafelag. Skrá: Komandi valið. Landsnevndin fyri Verkamannafylkingina nava ALT til BAÐIRÚMIÐ — t.d. stórt úrval av baðirúms- ; H AF A skápum frá Øll við spegilshurðum uttan/innan og í ervaljósi- num, sum fæst til oll skáp- ini, 110/220 V við jørå. RØTTU PRÍSIR & BESTA DYGD Vitjið framsýning okkara á Hálsi ella ringið og fáið tilfar sendandi VHS Alt tilfar til VATN HITAVERK SANITET KSvend Krosstein Falkavegur - Tlf. 14600 9 RUSTVIÐGERÐ Lat ikki bil tygara rustfarast og missa virði. Vit rustviðgera bil tygara eftir FDM skip- anini og virðini vara. Ivan Johansen Bilar Hoyvíksvegur 63 - FR-110 Tórshavn TIf. 13666 Bátur til solu Starlet 29. Hevur nýggjan motor. Tlf. 51277