fríggjadagur 16. januar 1998síða 19
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 9 — 16. JANUAR 1998
tíðindablaðið SOSTANN
19
' Kyndil
reisti
seg aftur
Hondbóltur: Kyndil vendi ósigrinum
frá fyrru hålvfinaluni og spældi seg í
finaluna í steypakappingini hjá
monnum
EMiL L. JACOBSEN
Higartil í nýggja árinum
hevur StIF havt gott tak á
Kyndli, men mikukvøldid
vóru tað havnarmenn, ið
fingu seinasta orðið.
Sunnudagin 4. januar
vann StIF 31-22 á Kyndli í
landskappingini, og næst-
seinasta mikukvøld vunnu
strandingar fyrru hålvfinal-
una í steypakappingini 27-
25. Tískil var StIF favorittur
til at fara víðari til finaluna,
tá seinna hålvfinalan varð
spæld mikukvøldid. Men
hesa ferð eydnaðist kyndla-
monnum at vinna 25-19, og
tað var nóg mikið til at
sleppa í finaluna við saman-
lagda úrslitinum 50-46.
Kyndil hevði munin so at
siga allan dystin. Tá hálv-
leikur var, var stóðan 12-9
til gestirnar, og hesi leiðsl-
uni sleptu teir ongantíð. Í
byrjanini av seinna hálv-
leiki fór Kyndil frá 13-10
upp á 17-10, og so vendist
ikki aftur hjá SF, sum
hevði råd til at tapa dystin
við einum máli og framveg-
is sleppa víðari til finaluna.
Men munurin gjørdist bert
stórri og stórri, og so líðandi
noyddust strandingar at
ásanna, at hóast teir hava
vunnið á Kyndli tvær ferðir
seinastu tíggju dagarnar,
megnaðu teir ikki at vinna
tann = tydningarmiklasta
dystin — tann sum gav sæti
í steypafinaluni.
StiF-Kyndil 19-25 (9-12)
StIF: Poli Hansen 6, Arthur
Johansen 5, Jónleif Sólsker
5, Agnar Højgaard 2, Pauli
Hansen 1.
Kyndil: Bårdur Johannesen
9, Hannis Wardum 6, Heini
Joensen 4, Bjarni Wardum
4, Niklas Djurhuus 1, Uni
Wardum 1.
Kyndil vann seinnu |
hálvfinaluna móti StÍF
við seks málum, og tað
var nógmikið til at
koma í finaluna
(Savnsmynd)
Utvisingar: StÍF 1, Kyndil
5
Burturvísing: Kyndil I
H71 setti alt upp á pláss
Hondbóltur: Við
einum sannfør-
andi sigri á VIF
spældi H71 seg
mikukvøldid í
steypafinaluna
EMiL. L. JACOBSEN
Høllin k6kadi, tå hoyvik-
ingar góvu alt teir høvdu í
sær og vunnu uppiborið á
VÍF í seinnu hålvfinaluni í
steypakappingini hjá monn-
um.
Burtursæð frá fyrstu
tíggju minuttunum av
seinna hálvleiki hevði H71
tamarhald á støduni og
megnaði at halda leiðsluna,
liðið hevði vunnið sær í
fyrra hálvleiki. Hesar fyrstu
tiggju minuttirnar eftir
stedgin hótti VIF og Aki
Olsen (gjørdi fyra mål hesa
løtuna) vid at renna hoyvik-
ingar um koll, men vest-
menningar komu ongantid
nóg nær og megnaðu ikki
at halda trýstið.
Tað vóru serliga síðstu
tíggju minuttirnir av fyrra
hálvleiki, sum vóru avger-
andi fyri úrslitið. Tá tók
H71 seg frå 7-6 upp á 14-6,
og hesin munurin visti seg
at vera ov stórur hjá VIF at
taka innaftur. Hoyvíkingar
spældu væl hesa løtuna,
men hinvegin má sigast, at
føroyameistararnir úr Vest-
manna ikki spældu upp til
sítt besta. Alopsspælið rigg-
aði als ikki, og tá holini
komu, vórðu tey ikki útnytt-
að. Hetta broyttist í seinna
hálvleiki, men tá var ov
seint.
VIF-liðið broytti taktikk
eftir steðgin og fór at verja
meira offensivt. Tað riggaði
væl eina løtu. Krossbóltar
nir hjá H71 vórðu fangaðir,
Hans Guðmundsson varð
vardur betur, og tá Neil Blá
hamar minkaði til 18-15,
kom veruligur spenningur í
aftur. VIF hevði jú vunnið
Andreas F. Hansen
tveitir seg inn í málteigin
og fær bóltin inn undir
Jón Nielsen í VIF-
málinum. Hetta var
fyrsti dystur hjá
fyrrverandi kyndla-
leikaranum fyri H71
Mynd: Alvur Haraldsen
fyrru hålvfinaluna 30-28, so
nú var bert eitt mál á muni í
samlaða úrslitinum
Men gula og bláa ballónin
brast. VIF megnaði ikki at
halda trýstið, og serliga Ják-
up Símun Simonsen var eff-
ektivur í måtålopunum
Hesi mótálopini gjørdu av
við VIF, sum mátti síggja
H71 fara avstað við finalu-
plássinum. A H71-liånum
spældi Andreas F. Hansen
við fyri fyrstu ferð. Hóast
hann bert fekk tvey mál
vísti hann enn einaferð, at
hann framvegis er millum
bestu strikuspælarar í Før
oyum, millum annað, tá
hann tveitti seg inn í mál
teigin eftir einum leysum
bólti og fekk stýrt honum
inn undir Jón Nielsen í VII
málinum. Andreas er ein
góður styrkur hjá H71, sum
vera sterkasta
hevuðsstaðr
elIsini man
hondbóltslið
um í iðlun
H71-VIF 26-20 (15-8)
H71: Hans Gudmundsson
7, Jåkup Simun Simonsen
7, Halgir D. Olsen 5, Ann
finn N. Debess 3, Andreas
F. Hansen 2, Hallur Daniel
sen 1. Olaf Vesterg sard 1
VIF: Aki Olsen 10. Ing lt
sen 4. Sámal Joensen 2
Neil Bláhamar Martin
Hummeland 1, Petur I
| wxnsen R VI Nielsen Í
Hjalmar K. Olsen I
Utvisingar: H71 6, VIF 2