Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. januar 1998síða 21

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 9 - 1 iNUAR 1995 een Tað treingist í toppinum hjá FCK Fótbóltur: Todi Jónsson fer ikki við landsliðnum á venjingarlegu. Um somu tíð skal FCK luttaka í kapping júst í Spania, har Todi og seks aðrir fara at kappast um pláss í álopinum JÓANNES HANSEN Todi Jónsson verður ikki í ferðalagnum, tá Allan Sim- onsen og hansara menn seinna partin av februar fara á venjingarlegu í Cadiz í Spania. Men tað er rættuliga sannlíkt, at Todi verður í Spania um somu tíð, sum landsliðið verður har. Ein ørgrynna av fótbólts- liðum úr nordaru pørtunum í Europa eru vanliga suðuri við Miðalhavið um mánað- arskiftið februar-mars. Hesa ársins tíðina tola grasvall- irnir á heimabeitunum ikki, at tað verður vant nógv á teimum, og so velja til døm- is flestu feløgini í donsku superliguni at fara aðra staðni, har tað er líggjari, og tá er upplagt at fara suður til Miðalhavið at pussa formin av, áðrenn tað verð- ur álvari í heimligu kapp- ingini. Frá 18. februar verður skipað fyri tí, teir rópa skandinaviska meistara- skapinum. Kappingin verð- ur í Marbella í Spania, og tólv lið fara at taka lut — fýra tey bestu í Noregi, Svøriki og Danmark. Liðini eru flokkað í fýra bólkar. Try lið eru í hvørjum bólkinum — eitt úr hvørjum landi. Teir fýra bólkavinn- ararnir koma í semifinalu- umfarið, sum verður 27. februar, og finalan verður |. mars. Ré hevur ikki ligið á løtu síðuni síðstu vikurnar. Fyri stuttum kom fram, at teir høvdu gjørt eina nýggja klædnaavtalu, sum ber við sær, at inntøkurnar í hesum sambandi meiri enn trífald- ast, so seldu teir Morten Ni- elsen til Strasbourg, og í fyrradagin keyptu teir ikki færri enn tríggjar spælarar. Ein er vongverjin og mið- vallarin Thomas Rytter, sum Todi Jónsson spældi saman við í Lyngby, ein annar er U-21 landsliðs- maðurin Martin B. Larsen, sum hevur verið álopsspæl- 4 At FCK hevur keypt tveir ålops- spælara afturat hevur sjålvsagt vid sær, at kappingin um plåssini i ålop- inum verdur uppaftur størri, enn hon var i fjør. Todi Jonsson hevur ikki færri enn sjey adrar at kappast vid um tey bædi plåssini i fremstu rød ari hjå Svendborg, og hin tridji er álopsmaðurin Thomas Thorninger, sum var sera vandamikil álops spælari í AGF, áðrenn hann varð seldur til Perugia í Ital 14 Kal y t ri Var ry Félag ecir baðar, sum inum av Eur væl hjá teimum í útlandin um, og nú vóna bæði t og FCK, at skiftið til felagið í Keypmannahavn kann fáa fótbóltsspælið í røttu leguna aftur Skulu vit meta út frá partabrævamarknaðinum, so tykist sum um stóra virk- semið í FCK hóvar dønum Virðið á FCK partabrøvun- um er í hvussu so er hækkað fleiri prosent hesa síðstu vikuna. Fara ivaleyst at selja At FCK hevur keypt tveir álopsspælara afturat hevur sjálvsagt við sær, at kapp- ingin um plássini í álopin- um verður uppaftur stórri, enn hon var í fjør. Todi Jónsson hevur ikki færri enn sjey aðrar at kapp- ast við um tey bæði plássini í fremstu rød. Umframt Toda, Thomas Thorninger og Mortan Larsen eru tað David Nielsen, Stefan K. Hansen, Clement Clifford, Jacob Svinggaard og Kenn- eth Jensen, sum eru evni til álopið. Allir teir fimm síðst nevndu fingu møguleikan í heyst, uttan at nakrar teirra sannførdi um, at teir eru nóg væl fyri til at eiga rætt til fast pláss, og tað saman við óttanum fyri, at Todi aftur verður óheppin, man iva- leyst vera orsøkin til, at FCK nú hevur keypt tveir álopsspælara afturat. Eingin hevur sagt nakað um tað, men tað man vera rættuliga sannlíkt, at FCK fer at selja onkrar av marginalspælar- unum burturav næstu dag arnar Tað tekur sína tíð Tad or "ur rætt mgu CC emv niingini Felseøid 3 ; É num hev vallir, sum líkjast sera nóg niðara vølli í Gundadali har venja teir hvønn dag. og sumar dagar verður vant tvær ferðir um dagin Síðst í hesum mánaðinum verður farið undir at spæla venjingardystir, men tað er greitt, at Todi verður ikki klárur til ta tíð. Veit væl við so er ikki óhugsandi, at hann verður klárur at spæla við fullari ferð, tá kappingin í Spania kemur fyri, og tá hon verður liðug, vera tað tvær vikur til tað verður tørnad til aftur í donsku kappingini Hóast kappingin um á- lopsplássini er stór, so er eingin ivi um, at Todi fer at fáa høvi at vísa, hver dugur er í honum. Svenski venj arin hjá FCK segði í heyst við Ítróttarsostalin, at hann metir føroyska spælaran at vera ein hin besta álops- spælaran í superliguni Spurningurin er bara, um hann fer at sleppa undan skaðunum, sum í meiri enn tvey ár so ofta hava plágað hann. Tað vóna Kent Karls son og hinir, sum hava á- byrgdina av FCK, og tað vóna Allan Simonsen og hini, sum hava ábyrgdina av landsliðnum, og tað vóna allir fótbóltshugaðir føroy- ingar t Eysturoyingar stovna felag fyri frælsan itrott EMIL L. JACOBSEN I kvøld klokkan 19.30 verð- ur stovnandi fundur av ein- um felagið fyri frælsan ítrótt í Eysturoynni. Nógvir — eysturoyingar íðka frælsan ítrótt, og sum skilst er eisini góð undirtøka fyri einum tílíkum felag. — Vit hava havt nógvar kappingar í Eysturoynni seinastu árini, men sum oft- ast hevur tað verið Bragdið, sum hevur staðið fyri teim- um, hóast tað hava verið fólk á staðnum, sum hava gjørt alt fyrireikingararbeið- ið, sigur Sølvi R. Hansen, sum er ein av stigtakarun- um Við at hava okkara egna felag verður tað lættari at skipa fyri kappingum o.s.fr., sigur hann. Kappingin >Runt Agnið< er komin fyri at verða og fær góða undirtøku, og í seinastuni hevur eisini verið skipað fyri sonevndu »Heidarenningini«. Eitt nú eru nógv róðrarfólk við í rennikappingunum. — Vit hava tosað við ítrótt- arfólk í Eysturoynni, og øll eru sera áhugað í at fáa eitt felag fyri frælsan ítrótt í økinum. Vit hava eisini sett okkum í samband við deild- arsambandið undir ÍSF, og eisini har hava tey tikið sera væl ímóti ætlanini, sigur Sølvi R. Hansen. Ætlanin er eisini at skipa fyri tveimum ødrum renni- kappingum í syðra parti av Eysturoynni komandi mán- aðirnar. I triðju viku av mars mánaði verður ein kapping, har teinurin er 10 kilo- metrar, og í apríl er ætlanin at hava eina hálva maraton- kapping, har runnið verður frá Eysturoyartunnlinum og út á Toftir. Frælsur ítróttur er ein ítróttargrein fyri øll, og nógvir føroyingar fylgja eisini væl við í temum stóru altjóða kappinguum í eðr um londum. Sum er, er bert eitt stað, har tað veruliga ber til at íðka frælsan ítrótt burtur sæð frá renning, og tað er á Svangaskarði á Toftum. Nógv umrødda rennibreytin um Tórsvell í Havn kann økja nógv um áhugan fyri frælsum ítrótti ikki minst í høvudsstadnum