Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. januar 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

rblaðstjóri: laðfólk: Edvard Joerisen í , uppseting og prent: Telefon: 11820 | Jan Múller ÁR Bertholdsen, Emil L. Jacobsen Så Sosialurin Telefax. 14720 | Lysingar og søla: Eirikur Lindenskov, Sveinur Poulsen Bustadur: | | Jonhard Hammer Joensen, Argjavegur 26, Argjum e-mail: ; | Blaðstjórnarfulltrúi: Eir Klakkstein, Ljósmyndar Postadr: Postsmoga 76, sosialur 8 post olivant.fo | Internet: www.sosialurin.fo Randi Jacobsen Jens Kristian Vang 110 Térshavn Donsk rasisma Oddagrein UTTAN mun til hvat årslitid verdur av bankakann- ingini, er greitt, at vidurskiftini millum Føroyar og Danmark og millum vanligar føroyingar og danir longu . eru vorðin so forpestað av illgitingum, tørvandi vitan, óndskapi og fyri ikki at sigat rasismu, at tað skal nógv til fyri at byggja uppaftur sínamillum álitið. Hetta er sera spell, tí stóra fjøldin av føroyingum og dønum hevur altíð staðið væl um sótt, ja føroyingar og danir hava í mangum kent seg sum brødur og systrar. TAÐ er tí ómetaliga spell, tá danskir skribentar, sum viga tungt í ávísum fjølmidlum, seta óneyðugar og óverdugar kílar í hetta annars nátúrliga bróður-systur forholdið. At politikarar høgga eftir hvørjum ødrum - at ósemja og stríð valdar millum flokkar og lond - er ein partur av gerandis veruleikanum. Men at slíkar ósemjur verða brúktar av einsaklingum til at sáa mis- álit og vanvirðing millum vanliga danan og foroyingin er tragiskt, ja óhugnaligt. Hverji eru so hesi fólkini, sum brúka politiskar gølur og ósemjur til at seta van- liga danan upp móti føroyingum og øvugt! EIN teirra eitur Ole Hyltoft. Grein hann hevði i Ekstra- blaðnum 7. januar í år er so nidursetandi og vamlislig, at hon åtti ikki at verid komin å prent. Men lad gå - vit tolerara frælsi hjå hvørjum einstøkum at siga sina hugsan. Greinin hjá Ole Hyltoft er tó meira enn bara ein hugsan, ein meining. Hon nærkast tí ein kann kalla rasismu av fúlasta slag - ja minnir ikki sørt um reinan devulskap fyri at brúka orðið, sum illustrerar hesa grein einabest. Fyri at lesarar kunnu gera sær eina meining um hetta fara vit at endurgeva orðini hjá hesum dananum, sum kortini ikki umboðar vanliga danskaran. Greinin verður prentað í fullum líki: „Nyrup landede på Færøerne. Øernes finansminister og halvdelen af Lagtinget ville ikke hilse på ham. Hvad er det, jeg altid har sagt? Under de færøske nissehuer skjuler sig et krater av boblende galskab. Her kommer repræsentanten for os, der poster millioner og atter millioner op i de tobenede bjerggeder, og så undlader de ikke bare at sige tak, de stikker ikke engang kloven frem til hilsen. Pas på vi ikke sælger jer til briterne, de fedtmåse. Så skal I nok få kærligheden at føle. Sagen er, at man må blive splitterravende skør af at bo på nogle udslukte vulkaner midt ude i Atlanterhavet, hvor det altid regner. De giver ø-kuller. Den eneste effektive løsning på bankkrisen er at flytte alle færinger herned til Danmark. Giv dem en ø at bo på, en mild, rund, dansk ø. Sá vil de såmænd hurtigt blive gode danskere. Og send så Hells Angels og Banditos op til Færøerne De kan få en ø hver deroppe, og lege blodhævn så længe der er nogen af dem tilbage. I overgangsfasen kan færinger få krisehjælp” HETTA vóru orðini frå einum kendum dana.Ironi vil onkur siga. Tola føroyingarnir ikki skemt spyr onkur! Nettup ironiin verður brúkt, tá tú er mest rasistiskur. Orðini raka langt undir tað ein kann krevja av einum siviliseraðum persóni. Er hetta nakað at byggja álit og virðing uppá millum tvey fólk! Er veruleikin veruliga so einfaldur, sum hann her verður gjørdur til Nytoft! Tú er einki frægari enn teir donsku embætismenn, politikarar og ávís fjølmiðlafólk, sum hava so avgjørdar meiningar um Føroyar og føroyingar - uttan nakrantíð at hava givið sær tíð og stundir til at sett seg inn í viðurskiftini í einum oyggjalandi. Felagsnevnarin fyri slík fólk er óvitinheit, intoleransa, vanvirðing, tram- ansskapur fyri ikki at siga, tí ið nærkast rasismu. Men rætt skal vera rætt. Vit hava eisini ein part av skyldini, at vit verða uppfatað á slíkan hátt. Í meira enn 10 ár hevur Oli Breckmann ført føroyskan innanríkispolitikk á fólkatingi og tað er m.a. honum fyri at“ takka“, at nógvir danir einki hava til yvurs fyri føroyingum At ein fyrrv. politikari undir mótmælisgongu í Havn sam- anber Nyrup við Hitler ger ikki stoðu okkara betri. Slíkt semir seg ikki einum upplýstum fólki. Eru vit ónegd og ósamd við danskar politikarar eiga vit ikki at brúka somu metodur móti dønum, sum Ole Hyltoft og hans- ara líkar brúka móti føroyingum ; : Sosialurin Lesarabrøv Nakað um ferðatrygging í Føroyum Sum sæst av yvirlitinum, mugu vit, ið búgva her á klettunum, gjalda umleið 3 ferðir meira til trygging okkara enn t.d. føroyingar, ið búgva í Danmark, um vit fara út um landoddarnar at ferðast. Tryggingartreytir- nar eru annars mestsum tær somu. Tað er sama megin- felag, nevniliga >Europæ- iske Rejseforsikring A/S<, ið trygging okkara umboðar her á landi. Feitur man einkarrættur tryggingarsambandsins roynast teimum, vanliga føroyinginum til ógagns. Hvat sigur prísráðið, ella finst nakað slíkt? Eiko Apol TRYGG FERÐ - FERÐATRYGGINGIN xX á ferðum i 1F Norðurlondum 2f Bretlandi 3F Evropa 4F Allur heimurin Sjúka * íkki tryggjað **150.000 500.000 1.000.000 Flutningur heim óavmarkað óavmarkað óavmarkað óavmarkað Fylgi við sjúkling/boðsending 3 fólk 3 fólk 3 fólk 3 fólk Ferðaslit/heimkallan óavmarkað óavmarkað óavmarkað óavmarkað Endurgjaldsterð“** - 2 nýggjar ferðir + born 25.000 25.000 25.000 50.000 Viðfori (kann hækkast) 10.000 10.000 10.000 10.000 Ov seint framkomin á allari útferðini 10.000 10.000 10.000 15.000 Heimferðarseinkan 1.000 1.000 1.000 1.000 Rættarhjålp 75.000 75.000 75.000 75.000 Vanlukka: Deyði (kann hækkast) 100.000 100.000 100.000 100.000 -Avlami — (kann hækkast) 200.000 200.000 200.000 200.000 Abyrgð: Mannskaði 5.000 000 5.000.000 5.000.000 5.000.000 - Skadi å lutir 2.000.000 2.000.000 2.000.000 2.000.000 + Kemur undir norðurlendsku sam- starvsavtaluna við sjålvsåbyrgd ** bert læknarokningar 0. *** bert galdandi fyri í mesta lag: 32 Gaga ferðir Rós til systkini á Váli! Eg búgvi í Keypmanna- havn, og til jóla fek eg vitjan av mammu míni. Við sær hevði hon ta nýggju fløg- una hjá tykkum. Sangirnir á hesi fløgu eru á einum tónlistarliga høgum stødi, men tað sum eg ser- liga havi bitið merki í, er tann mátin, tit syngja uppá, at tit megna at úttala orðini so týðuliga, at boðskapurin kemur heilt til sín rætt. Tøkk fyri hetta væla vert og Harrans signing í tí nýggja árinum. Tit eru ófgr. Willy Dal-Christiansen Fólkafloksfundur um bankakanningina Månakvøldid klokkan 19 hevur Eysturoyar Fólka- floksfelag fund á Muntra í Fuglafirði. Evnið er úrslitið av bankakanningini. Løgtings- Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu okkum sam- kenslu og hjálpsemi, tá ið góða móðir, vermóðir, omma og systir okkara ANNELENA WAAG andaðist og varð jarðað Tøkk fyri blómur og kransar, og tøkk fáið tit, ið fylgdu henni til gravar. Fyri tey avvarðandi Einar og Heini estaurant Hafnia bjóðar sær til at koyra út friggjakvøldid 16. januar og leygarkvøldid 17. januar Á — frå 18 - 21 menninir Bjarni Djurholm og Oli Breckmann verða við á fundinum. ið eisini fer at viðgera politisku støðuna í landinum. Nr. I Højreb-steak Nr. 2 Farmer steak Nr. 3 Enskur búffur Nr. 4 Franskur búffur Nr. 5 Pipar búffur - v/ bakaðum epli á Kr. 125;- "Be: ge * ókeypis flutningur > 8 Hotellið & ímiðbýnum A Tel. 11270