leygardagur 17. januar 1998síða 20
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 10 — 17. JANUAR 1998
morgin
A middegi í gjár lættu Jens
Erik Magnussen, formaður
í landslidsnevndini, og Isak
Mikladal, adalskrivari, úr
Vágum. Málið við ferðini
er Belgia, har teir saman við
Allani Simonsen, landsliðs-
venjara, skulu vera hjá-
staddir í Gent, tá lutur í
morgin verður kastaður um,
hvussu tey 49 limalondini í
UEFA skulu flokkast í und-
ankappingini til EM enda-
spælið, sum verður í Hol-
landi og Belgia á sumri í ár
2000.
Og tað er einki at liggja
omaná, at tey í FSF, lands-
liðsspælararnir og fótbólts-
hugaðu føroyingarnir ann-
ars eru sera spentir uppá,
hvussu lutakastið fer at laga
seg.
Hjá londunum, sum skulu
taka lut í HM endaspælin-
um í Fraklandi í summar,
kennist tað ivaleyst eitt
sindur veruleikafjart at
ganga upp í tað, sum kemur
aftan á tað, ið verður mett
sum tað størsta i fótbólti -
at taka lut í endaspælinum
um HM — men hjá hinum
og ikki minst hjá føroying-
um er tað longu nú ógvuliga
áhugavert at frætta, hvørji
måtstødulondini vera i
næstu EM undankapping-
ini. Tað tykist vera sera tor-
ført hjá føroyingum at fáa
venjingardystir í móti gðr-
um landsliðnum, og hóast
tað alla tíðina verður hugsað
um og arbeitt við møgulig-
um venjingardystum, so er
í løtuni lítið, sum bendir á,
5 Bul
3. Írland
Lutakastið
Tey 49 londini eru styrkismett soleiðis:
i Tyskaland, Spania, Rumenia, Russland, Ongland,
Ju gosli Skotland, Italia og Noreg.
garia, Danmark, Kroatia, Portugal, Eystur-
riki, Frakland, Kekkia, Turkaland og Grikkaland.
Sveits, Svørfki, Ukraina, Litavia, Slovakia,
Finnland, Ísrael og Georgia.
4. Pólland, Ungarn, Norðurírland, Bosnia-Hersegov-
ina, Latvia, DM dedonia, Kýpros, Wales og Ísland.
5. Hvitarussland, Slovenia, Armenia, fe Al-
bania, Luxemburg, Moldova, Aserbadjan, Estland,
Malta, Liktinstein, San Marino og Andorra.
Londini verða flokkaði í níggju bólkar — fýra við
seks londum í og í fimm við fimm londum í. Nidast
styrkismettu londini verða drigin fyrst. Eftir at níggju
teirra eru komin í hvønn sín bólk, verða tey fýra, sum
tá eru eftir, drigin í hvønn sín bólk.
Hægst styrkismettu londini verða síðst drigin, og
tað er greitt, at Týskaland, Ongland, Spania og Italia
koma í bólkar, har tað bara verða fimm lond í hvgrjum.
Belgia og Holland verða vertir fyri EM endaspælin-
um í ár 2000, og tey eru sjálvskrivaðir luttakarar og
skulu tískil ikki taka lut í undankappingini.
at tað fer at eydnast at fáa
venjingardystir í lag fyri
summarsteðgin.
Ahugamálini
Tað er ikki líka mikið,
hvussu luturin fellur. Ahug-
amálini eru ymisk, og sum
hjá so mongum ødrum, so
eru tey hjá føroyingum
bæði av ítróttarligum og
fíggjarligum slag.
Tey ítróttarligu eru part-
vis, at tað hevdi verið áhug-
avert at fingið eitt landslið
við kendum spælarum í
bólk saman við Føroyum,
og partvís at tað er av stór-
um týdningi, at Føroyar fáa
eitt land í bólkin, sum tað
er stórt sannlíki at vinna í-
móti
Tey fíggjarligu áhuga-
málini snúgva seg um inn-
tøkumøguleikarnar og um,
hvussu stórar útreiðslurnar
fara at vera, og tá verður
fyrst og fremst hugsað um
inntøkur fyri sjónvarpsrætt-
indini og útreiðslurnar av at
ferðast
Ynskini
Beint áðrenn, teir fóru úr
Føroyum, fingu vit fatur á
Jens Erik Magnussen, og
hann duldi ikki, hverjir
dreymarnir hjá honum vóru
fyri urtøkuna av ferðini:
Síggja vit tað út frá
ítróttarliga sjónarmiðnum,
so vóna vit, at vit koma í
ein bólk, har tað verða seks
lond. Hetta ger, at vit fáa
tíggju dystir, og tað kemur
væl við, tí tað gongur so illa
tíðindablaðið Sosialurin
| Seks millionir standa
upp á spæl í morgin
Fótbóltur: Tað ber ikki til hjá FSF at
fáa bæði ítróttarligu og figgjarligu
ynskini at ganga út, tá bólkarnir í EM
undanumfarinum verða skipaðir í
at fáa venjingardystir. Eitt
sovorðið lutakast hevði eis-
ini havt við sær, at sannlíkið
hevði verið stórri fyrr, at vit
komu í bólk við einum land-
i, sum vit hava góðar møgu-
leikar at rókka einum góð-
um årsliti ímóti, og tað er
sjálvsagt áhugavert hjá okk-
um gllum
Millum hesi londini telj-
ast Estland, Malta, Liktin-
stein, San Marino og An-
dorra.
— Síggja vit tað frá fíggj-
arliga sjónarmiðnum, so
stendur Týskaland ovast á
ynskilistanum, og so koma
Ongland, Spania, Italia og
Frakland. Fáa vit Týskaland
í bólk við okkum, so er
fíggjarliga avleiðingin, at
vit fáa einar seks milliónir
krónur meiri burturúr sjón-
varpsrættindunum, enn um
vit fáa Russland ella Rum-
enia sum hægst flokkaða
måtstødulandid, sigur Jens
Erik Magnussen.
Ikki í posa og sekk
Samstundis sum formaður-
in í landslidsnevndini opin-
berar síni hægstu ynski, so
ásannar hann, at soleiðis
sum UEFA hevur lagt luta-
kastið til rættis, so ber tað
ikki til hjá føroyingum at
fáa bæði ítróttarligu og
fíggjarligu ynskini at gerast
veruleika.
UEFA hevur gjørt av, at
Týskaland, Ongland, Span-
ia og Italia skulu koma í
bólkar, har tað verða fimm
lond, og tað vil siga, at um
Føroyar fáa eitt gott fíggj-
arligt lutakast, so ber ikki
fíggjarligu
til at fáa besta ítróttarliga
lutakastið.
Men um tú skalt taka dag-
ar ímillum ítróttarligu og
dreymarnar,
hvat hevði tú so tikið fram-
um hitt?
— Tað er sjálvandi stór
trygd og hevur nógv færri
trupulleikar við sær, um vit
fáa eitt gott fíggjarligt luta-
kast, men tá alt kemur til
alt, so vil eg fegin hava eitt
lutakast, sum ger, at ítróttar-
liga avbjóðingin verður so
stór, sum tað ber til, og tað
vil siga, at vit fáa nógvar
dystir, og at vit fáa í hvussu
so er eitt mótstøðulið, sum
vit hava góðar møguleikar
at vinna ímóti.
Marran og
nskidreymurin
að ber sjálvandi til at
blanda bólkarnar á ógvuliga
ymiskar mátar. Eitt av mest
óhepnu lutakgstunum fyri
Føroyar hevði verið hetta:
Rumenia, Bulgaria, Ge-
orgia, Bosnia-Hersegovina,
Hvítarussland og Føroyar.
— Eg tori næstan ikki at
hugsa um eitt so óheppið
lutakast. Higartil hava vit
verið spard fyri at fáa nógv
måtstødulond heilt har eyst-
uri og suðuri í Europa, men
sannlíkið er stórt fyri, at vit
fáa okkurt av teimum í bólk
saman við okkum, tí tey eru
so nógv í tali, men tað skal
vilja heilt illa ul, um tað
verður so galið, sum tað
varð nevnt
Skulu vit fáa eitt lutakast,
sum er ítróttarligt optimalt
og samstundis ikki verdur
Sunnudagin fåa Magni
Jarnskor og hinir lands-
lidsspælararnir at vita,
hvørjar uppgåvurnar i
komandi EM-undan-
kappingini verda. Mynd:
Jens Kr. Vang
av leid figgjarliga, so man
dreymabólkurin ikki vera so
langt frå hesum: Noreg,
Frakland, Svøriki, Island,
Føroyar og San Marino.
Lítið á skránni i heyst
Tá lutakastið hevur verið,
fara føroysku umbodini í
Gent at seta seg í sambandi
við umboðini fyri londini,
sum Føroyar eru komnar í
bólk við. Tað verður mett
sannlíkt, at longu sunnudag-
in fer at bera til at finna fram
til ein dag og ein stað, har
umboð fyri øll londini
kunnu metast um stutta tíð
fyri at leggja skránna fyri
undankappingina.
Itréttarsolsialurin hevur
fyri nakað síðani havt dag-
arnar, sum UEFA hevur á-
sett, í blaðnum. Talan er ikki
um serliga hóskandi spæli-
dagar fyri Føroyar, men
UEFA hevur sligið fast, at
tað ber ikki til at gera avtal-
ur uttanfyri løgdu dagarnar:
Eg rokni ikki við, at
talan verður um hjá okkum
at spæla meiri enn tveir
dystir í heyst. Og tað hevur
so aftur við sær, at tad verð-
ur rættuliga strevid í 1999,
ti tå skulu vit fåa seks ella
átta dystir frå hondin!, sigur
Jens Erik Magnussen.
jh
23
Jens Martin
vil hava
England
FOTBOLTUR: Jens
Martin Knudsen, mest
royndi føroyski landslids-
spælarin, fer sunnudagin
at sita klistraður til sjón-
varpsskíggjan
Lutakastið um EM
bólkarnar er eins spenn
andi og ein dystur, og tað
er eingin ivi um, hvat
land Jens Martin helst vil
royna seg imoti
Eg vil gjarna hava
England i okkara bólk
Og av teimum sterkastu
ljóða Ítalia og Holland
eisini spennandi, sigur
hann
Annars er tað altíð
stuttligast at sleppa at
royna seg móti liðum
sum vit ikki hava spælt
móti áður, men eg havi
til dømis einki ímóti at
fáa Danmark í okkara
bólk enn einaferð
- Tað er tydningarmik
ið at vita arbeiða okkum
upp eftir styrkislistanum
og tí er tað ongantíð betur
um vit fáa okkurt av hin-
um liðunum í veikasta
bólkinum í okkara bólk,
sigur landsliðsmálverjin
ek
Uni droymir
um Wembley
FÓTBÓLTUR: Vit
mugu sleppa at royna
okkum á Wembley
Alopsspælarin Uni
Arge er eisini ein av teim
um, sum droymir um at
sleppa at royna seg m
ensku heimsstjórnunum
Danmark og Ísland
ljóða eisini sun
spennandi: mótstandar
men eg hevði gjar
at vit fingið okkt
»kkara bólk
kunnu vinna
Liecthenstein
Eisini Uni Arge
á, at tað er týðningarmik-
ið, at Føroyar arbeiða seg
upp eftir styrkislistanum
hjá FIFA, og tað kann
bert gerast gjøgnum góð
úrslit og sigrar
— Tí hava vit brúk fyri
onkrum landi í okkara
bólki, sum vit kunnu
koppa, sigur hann
ek
Gev okkum
Týskland
FÓTBÓLTUR: Pó! Thor-
steinsson hevur eftir stutt-
ari tíð spælt seg til fast
pláss á landsliðnum. og
hansara stóra ynski til
lutakastið sunnudagin, er
stóra fótbóltstjóðin Týsk-
land.
— Eg havi í fleiri år havt
ein serligan tokka til
Tyskland, og tað hevdi tí
verið ómetaliga spenn
andi at sloppið at spælt
ímóti teimum
Men tað hevur eisini
týdning, at:vit fáa okkurt
lið í okkara bólk, sum vit
kunnu vinna á, og harvið
koma longur fram á
FIFA-styrkislistanum
ek
Fu