Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

|. Lýsingar og sela: Jonhard Hammer Eiríkur Lindenskov, Edvárd Joensen Emil L: Jacobsen Sveinur Poulsen Bústaður: Postadr: Tem 76, |: 11820 ; 14720 e-mail: sosialur & post olivant.fo Blaðstjórnarful Randi Jacobsen Donsk arroganca skot fyri bógvin . Oddagrein LOKSINS varð lokið lyft av ti spruttkókandi banka- kanningargrýtuni. Lukkutíð, tí bíðitíðin var um at forpesta nærum alt foroyskt-danskt samskifti umframt alt tað politiska lívið her á landi, har álit varð avloyst av misáliti og virðing avloyst av vanvirðing. NÚ hava vit so fingið eina drúgva frágreiðing, har - um ikki alt kemur fram í dagsins ljós - so tó so mikið, at nógv av ti øsing, sum hevur verið móti foroyingum í longri tíð, nú er gjørd til einkis. At tað so smátt eisini ber til at siga, hver og hvat er gjort skeivt í ollum hesum málinum, er sum balsam, tí tað hevði ikki verið haldbart at skula liva víðari í allari óvissuni FØROVINGAR og Føroyar hava fingið uppreisn, og tað er gott. Harvið er ikki sagt, at vit ikki eisini sjálvi eiga at taka í egnan barm, tí vit eru so sanniliga heldur ikki plettfri. Men sum heild eru tað vit, sum eru vorðin fríkend fyri fleiri av teimum ákærum, sum ávísir danskir politikarar, bankafólk og embætismenn hava hildið lív í. Og tú byrjar so smátt at kunna flikka saman eina mynd úr tí sera stóra og flokta puslispæli, sum alt hetta málið hevur verið og framvegis er Í okkara hugaheimi eru tað arrogantir danskir em- bætismenn, bankafólk og politiskarar væl stuðlað av ávísum lítiðvitandi og sensatiónshungrandi miðla- fólki, sum eru ein hevuðsatvoldin til alla hesa ólukku. Júst orðið arroganca dekkar hetta so væl, tí hesi betri- vitandi og sjálvupptiknu fólk hava ongantíð sett teir røttu spurningarnar og hava heldur ongantíð víst nakra sum helst virðing fyri foroyingum ella foroyska sam- felagnum. Vit sóu, hvussu ávís fjølmiðlafólk tustu til Feroya fyrst í 90-unum eftir at bæði fíggjarmálaráð- harri og aðrir danskir politikarar hevdu ost tey upp. „Disse uanstændige færinger og deres kollosale over- forbrug“ var niðurlagið, tá vit foroyingar vórðu niður- gjørdir í feitum forsíðuyvirskriftum um eitt nú tunn- ilsgalskap okkara. Ja sum besta domi um okkara gal- skap var tunnilin millum Havnina og Kollafjørd brúkt. „For at spare fem minutters korsel har de færoske nisssehuer og bjerggeder lavet en ny tunnel, hvor de i forvejen havde en fin vej”. NETTUP henda tunnilssøgan sigur alt um donsku arrogancuna. Eingin timdi at kunna seg um veruligu viðurskiftini, hvørki Lykketoft ella K. Jacobsen ella Ekstrablaðið. Oll róptu og geylaður tey við ein mun, hvussu ørar ílegurnar vóru í Føroyum. Ikki ein spurn- ingur um, hví Oyggjarvegurin mátti hava ein avioysara. Einki við at skilja, at her var talan um eittoyggjaland og eitt oyggjafólk, at tað var neyðugt við ílegum í eitt nú tunlar fyri at liva upp til krøvini, sum eitthvert nútíðarsamfelag setir til trygdina og til framburð. OG hvat við R. Mikkelsen og Benjaminsen! Vit minnast, hvussu tann eini rósti hinum í SVF-sendingini, at tað var nærum vamlisligt at síggja og hoyra. Hesir somu menn, sum tóku sær æruna fyri at hava bjargað Før- oyum, verða nú avdúkaðir sum teir veruligu skurkarnir. Tá alt kemur til alt, so er talan um eina arrogansu væl stuðlað av niðurgering og undirmeting av einum heil- um fólki. Vit minnast, hvussu mest týðandi maðurin í ellum hesum, R. Mikkelsen, bar seg at sum tann al- vitandi, ið ikki hevði fyri neyðugi hvorki at tosa við føroyingar, eiheldur at kunna føroyingar um nakað sum helst. Latið hetta vera eina farna tíð. Latið okkum fáa hesa kanning frá hondini við at lata ol! tey, sum so ella so hava borið seg skeivt at, fáa tað at vita. Latið okkum so royna at byggja upp aftur tað álit, sum fór í øllum hesum meldrinum. Vit hava oll brúk fyri hver eðrum. Og lat okkkum tí ikki gloyma at virða hver annan sum sjálvan seg. Vónandi hava bæði danir og vit sjálvi lært av hesum, soleiðis at vit kunnu stevna inn í eina nýggja eld við nýggjum hugburði, har álit og virðing aftur verða sett í hásæti. Samanumtikid hava bæði danir og feroyingar vunnið. Kanningin hevur reinsað luftina millum hesi bæði fólk, og tað var kanska tða besta hon kundi gera. Restin eigur nú at koma av særsjálvum. Sosialurin annlei er komin Vit fingu rætt í bankamálinum. Nú er sera umráðandi at allir flokkar á tingi standa saman. At Føroya Løgting — bæði sam- gonga og andstøda — eins og Føroya Landsstýri draga eina línu Loksins fingu vit so frá- greiðingina frá Bankakann- ingarnevndini. Urslitid er, at føroyski illgrunin um, at danir hava svikad i banka- målinum verdur dyggiliga staðfestur í teimum niður- stóðum, sum kanningar- nevndin hevur gjørt. Kann- ingarnevndin staðfestur tó ikki nakra ábyrgd. Tað høvdu vit heldur ikki rokn- að við, tá hesin kanningar- hátturin varð valdur, ella rættari sagt góðtikin frá før- oyskari síðu. Tað arbeiðið er sostatt eftir enn. Í frágreiðingini er nógv, sum bendir á, at talan hevur verið um eina væl fyriskip- aða danska ráðagerð ímóti okkum føroyingum. Mill- um annad fåa vit at vita, at vit føroyingar hava verið mettir sum ein mótpartur í teimum samrådingum, ið hava verið millum donsku stjórnina og føroyska lands- stýrið øll hesi seinastu ár- ini. Eisini fáa vit at vita, at føroyska heimastýrið ferð eftir ferð, við hóttanum, verður trýst at taka týðandi avgerðir við sera stuttum skotbrá. Somuleiðis stað- festir frágreiðingin, at Før- oyabólkurin, sum okkum vitandi hevði umboð frå fleiri donskum ráðharra- stovum, eisini hevði umboð frá Fíggjareftirlitinum og frá okkara egna Fíggingar- grunni frá 1992, og at bólk- urin hevði neyvt samstarv við danska stórbankan, sum við góðari hjálp frå Føroya- bólkinum framdi svikið ímóti føroyska samfelag- num. Fyribils bendir onki å, at kanningarurslitid fær polit- iskar avleiðingar í Dan- mark, men fleiri røddir eru frammi vid åbendingum um, at hetta eigur at fåa av- leidingar fyri danska em- bætisverkið. Møguleikin fyri eini tænastumanna- kanning av embætisverkin- um er nevndur. Hetta haldi eg vera sera rímuligt og heilt náttúrligt. Just hverjar persónar ein tænastúmanna- kanning eigur at fevna um, eri eg ikki førur fyri at siga, men embætismenninir í Fíggjareftirlitinum eiga ikki at sleppa undan. Heldur ikki dupultgangarin í Fíggingar- grunninum frá 1992 og í Feroyabólkinum. Tað sama er at siga um dupultgang- aran í Ráðgevandi neynd- ini viðvíkjandi Føroyum og i Féroyabólkinum. Annars haldi eg at allur Føroya- bólkurin eigur at verða lagdur undir sjóneyku. Tað verður torført at byggja álitið millum Danmark og Føroyar uppaftur, um danskir politiskir myndug- leikar ikki bera so í bandi, at hetta fær avleiðingar fyri tey, sum hava staðið aftan fyri hesa ráðagerð. Eftir at vit hava fingið frágreiðingina frá Banka- nevndini, er tað vorðið púra greitt, at vit føroyinga eiga at fáa eitt endurgjald úr Danmark, ið svarar til ein rímuligan part av tí, sum bankabjargingarnar hava kostad føroyska samfelag- num. Spurningur er bert, hvussu vit skulu fåa fatur å hesum endurgjaldi. Eigur hetta at verda gjørt vid einum rættarmåli ella vid politiskum samrådingum millum føroyingar og danir. Tann fyrra møguleikan eiga løgfrødingar at meta um. Vit Lesarabræv 110 Tórshavn ans tími hoyra longu nú, at fleiri løgfrødingar bæði í Dan- mark og í Føroyum eru sera ivasamir. Tí spurningurin er hvor skal reisa endurgjalds- kravið ímóti danska stór- bankanum. Formliga er tað Fíggingargrunnurin frá 1992 sum er snýttur. Men hinvegin spældi formaður- in í grunninum við í sjálv- ari ráðagerðini ímóti føroy- ingum. Hann visti alt. Tí verður eitt rættarmál helst sera trupult. Hin møguleik- in er so politiskar samráð- ingar millum føroyingar og danir. Annars tykist alt orða- skiftið at snúgva seg um partabrævaumbýtið og keypið av Føroya Banka, meðan spurningurin um, hví tað gjørdist neyðugt at bjarga Sjóvinnubankanum bæði eina og tvær ferðir, tykist at vera gloymdur. Tað er eisini ein spurningur, um tað var rættvíst, at Foss- bankin fór á húsagang. Tá vit nú, við stødi í frágreið- ingini hjá Bankakanning- arnevndini, kenna leiklutin hjå Figgjareftirlitinum, er orsøk at seta spurnartekin vid bædi bjargingarnar av Sjóvinnubankanum og við húsagangin hjá Fossbank- anum. Fíggjareftirlitið syrgdi nevniliga fyri, at øll virðini aftanfyri útlánini hjá føroysku peningastovnun- um, vórðu niðurskrivað. Hetta førdi til kravið um peningainnspræning í Sjó- vinnubankan. Og seinni førdi hetta til at Fossbankin fór á húsagang. Umframt at fáa endur- gjald frá Den Danske Bank fyri partabrævaumbýtið, og seinni fyri keypid av Før- oya Banka, kann tað eisini verða ein spurningur um endurgjald frá danska rík- inum fyri tað, at Fíggjar- eftirlitið metti virðini aftan fyri útlánini hjá bankunum so låg, at tað gjørdist neyð- ugt hjá landskassanum at geva Sjóvinnubankanum bæði eina og tvær peninga- innspræningar uppá tilsam- ans hundraðtals milliónir. Hetta eru spurningar, sum vit eisini eiga at hava í huga, nú endurgjaldsspurningurin verður vidgjørdur. Men fram um alt er tað sera umrådandi, at vit føroyingar nú standa saman, og eru fullkomuliga samdir um tað, sum víðari skal henda í málinum. Allir flokkar á tingi eiga at standa saman. Føroya Løgting og Føroya Landsstyri eiga at draga eina linu. Fyri at røkka hesum måli er tad neydugt at landsstyrid og umboð fyri allar flokkar á tingi fara til samráðingar- borðið. Tann 19. januar 1998 Vilhelm Johannesen Landsskaðiligt virksemi Heystið 1992 yvirtóku Før- oyar til føroyskt sermál rå- evni í undirgrundini. Hetta hendi eftir tógvið stríð í nógv ár. Yvirtøkan merkir, at allur rættur til at gera av um leit- ast skal eftir olju, nær leitast skal og hver skal sleppa at leita, liggur hjá fóroyskum myndugkeikum. Afturat hes- um kemur, at allur møgulig- ur vinningur er føroysk ogn. Landsstýrið, oljufyrisit- ing, oljurådleggingarnevnd og ikki minst Føroya løg- ting hava sidani yvirtøkuna arbeitt út frå hesum fortreyt- um. Men, ein fólkaflokksting- maður er ikki nøgdur. Hóast eina greiða avtalu millum landsstýrið og donsku stjórnina um, at vit hava all- an rættin til ráevni í undir- grundini, so spyr hann donsku stjórnina, hvør hev- ur henda rættin. Vid ød rum orðum, hann sáar iva um tað nú er rætt, at tað eru vit sum hava avgerðarrættin. Urslitid bleiv, at nú kem- ur ein av hesum ivaleyst vælmeinandi útlendingu- num og nærmast ræður oljufelógum frå at gera nakra avtalu við føroyskar myndugleikar um leitingar- loyvi, tí ræðisrætturin hjá Føroyingum er so ivasamur. Tað er framvegis eingin ivingur um, at við yvirtøk- uni er ræðið á råevnum í undirgrundini flutt heim til Føroya. Men uttan fyri Føroyar hevur tað eydnast fólka- flokstingmanninum at sáa iva um hetta, ein ivi, sum kann koma at kosta dýrt. Kári Dalsgaard Petersen