Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 11 — 20. JANUAR 1998 tíðindablaðið Faroes Oil ånd Gas Exploration P/F 8] rr Hava nú stovnað føroyskt oljufelag Ætlanin er at einstaklingar og virki í Fóroyum skulu tekna partapening í på nýggja felagnum, sum fer at gera eina samstarvsavtalu vid bretska oljufelagið Dana Petroleum. Pláss er bæði fyri einum privatum og einum almennum oljufelag í Fóroyum heldur Nils Sørensen, sum er stjóri í nýggja føroyska oljufelagnum, ið varð stovnað í farnu viku. Jan Miller Hósdagin í farnu viku varð eitt føroyskt privat oljufelag stovnað. Felagið, sum hevur fingið navnið „Feroya Kol- ventisfelag P/F" við hjå- navninum ,,Faroes Oil and Gas Exploration P/F" ætlar sær at vera við í oljuleiting vid Føroyar. Stovnarar av felagnum eru Nils Súni Sørensen, deildarleiðari Tórshavn, Graham Duncan Stewart, frá oljufelagnum Dana, Aberdeen og Jákup Egholm Hansen, arkitektur Tórs- havn. Stjóri í felagnum er Nils Sørensen. Hann var eitt skifti stjóri á Føroya Fiska- sølu. Í dag er hann deild- arleiðari á ALS. Endamál felagsins er sambart uppgerð frá Skrá- seting Føroya, at reka idn- aðar- og handilsvirksemi í samband vid kolvetni, her- undir at gerast loyvihavi til leiting eftir og framleidslu av kolvetnum. Felagið hevur heimstað í Havn og kapitalur felags- sins er hálv mill. kr. Nils Sørensen sigur við Sosialin, at nú felagið er stovnað, verður arbeitt víð- ari við at fáa alt uppá pláss. Tvs. at samstarvsavtala skal gerast við útlendska olju- felagið Dana umframt at tekning verður av parta- peningi í Føroyum. Tann hálva mill. kr., sum er inngoldin fyri at kunna skráseta felagið sum parta- felag, er goldin av „Faroe Petroleum Investment“, ið er ein figgingargrunnur, sum hevur heimstað á Guernsey. Meiningin við tí grunninum, at hann fram- yvir, tá felagið fer at virka, skal vera fíggingarfelagið hjá nýggja føroyska olju- felagnum. Tað eru bretar, sum standa aftan fyri hetta fløgu- felagið men ætlanin er, at eisini føroyingar skulu vera við sigur Nils Sørensen. -Men er hetta bara søg- an umaftur sum vit kenna frá fiskivinnuni, har før- oyingar bara eru strå- menn fyri útlendskum áhugamálum, har tað nú ikki eru fiskikvotur, sum útlendskar kapitalinter- essur eru úti eftir, men atgongd til møgulig råevni í undigrundini! -Avgjørt ikki. Tað er net- tup tí, at bert hálv mill. kr. er sett í felagið. Ætlanin er at arbeiða spakuliga víðari, nú eftir at felagið er stovn- sett. Málið er at fáa eitt før- oyskt felag, sum føroyingar kunnu seta pengar í. Tað verður teknaður partapen- ingur í Føroyum. Nils Sørensen sigur, at felagið, sum nú er stovnað, fer at gera eina samstarvs- avtalu við tað bretska olju- felagið Dana Petroleum, har eitt av oddafólkunum er hålvi føroyingurin Graham Stewart. Dana Petroleum er eitt rættiliga nytt oljufelag, sum serliga arbeiðir í Ruslandi. Nils Sørensen sigur, at av- talan fer at fegna um vitan, figgingarmøguleikar, teknikk, samrådingar, fyri- siting vid ødrum ordum, hvussu tå byggir upp eitt føroyskt oljufelag. Niels Sørensen sigur, at hetta fer at líkjast støduni hjå Atlantsflog, tå teir royndu at byggja felagið upp við hjálp frá Chimber- air. Her verður samstarvs- felagin Dana. -Men hví Dana Petrole- um! -Talan er um eitt rættiliga lítið felag, sum hevur eitt virði uppá 2 mia. kr. Ger tú avtalu við eitt stórt felag kanst tú rokna við at detta niðurímillum í systeminum. Dana er fult kvalifiserað til hesa uppgávuna. Eg rokni við, at vit føroyingar við slíkum felag kunnu fáa eitt betri samstarv enn um talan var um eitt gigantiskt felag. Stjórin í Dana Petroleum er Charles Smith, sum er fyrrverandi stjóri í oljufel- agnum Chevron. Ein annar av oddamonnunum í Dana er Tom Cross. Uppá fyrispurning hver hevur tikið stig til hetta tiltak - føroyingar ella út- lendingar - sigur Nils Sør- ensen, at tað er ein kom- binatión av báðum. Nils Sørensen sigur, at endamálið er, at hetta skal vera eitt føroyskt oljufelag, sum føroyingar koma at eiga. Tá avtala við Dana Petro- leum er komin upp á pláss so hevur ein fingið eitt fel- ag, sum hevur ta neyðugu vitanina, sum eitt oljufelag skal hava. Síðani verður farið at samráðast við okk- urt av samtøkunum, sum ætlar sær at bora eftir olju Graham Steward, hálvur føroyingur, sum í dag starvast hjá Dana Petroleu, er nevndarlimur i nyggja felagnum vid Føroyar. Á henda hátt kann felagið so mennast eins og tað norska Saga gjørdi tað. -Tað, sum liggur í hesum, er, at vit føroyingar sjálvir skulu kunna vera við í sjálvari primersvinnuni inn- an oljuvinnuna. Nils Sørensen sigur, at henda ætlanin við einum privatum føroyskum olju- felag fordar ikki fyri einum almennum oljufelag. Hann heldur tad er plåss fyri bådum. -Sjålvandi er talan um at fáa ein vinning burtur úr Nils Sørensen, stjóri í nýggja føroyska oljufelagnum einum slíkum felag, men tað er eisini tankin at byggja upp føroyska ekspertisu á privatum stødi Felagið leggur stóran dent á at vera so føroyskt sum gjørligt sigur ssjtórin í felagnum við Sosialin. Tom Cross, stjóri í oljufelagnum Dana Petroleum, sum nú skal leggja fóroyingum lag á at byggja upp oljufelag Mærsk nú saman við amerikanska Amoco Jan Miller Nú tað nærkast einum út- bjóðingarumfari á føroysk- um øki royna oljufeløgini at finna sær teir réttu partn- ararnar fyri harvið at standa seg betur í eini útbjóðing. Fleiri samtøk eru longu, sum virka á føroyskum øki. Nú um dagarnar var so eitt av hesum samtøkunum broytt. Tað er sokallaði Finabólkurin, sum, eisini danska oljufelagið Mærsk Olie og Gas er partur av. Hitt felagið í bólkinum er Deminex. Í fjør var eisini enn eitt felag í hesum bólk- inum, Union Texas, men felagið tók seg úr felagnum í fjør. Nú er so tað ameri- kanska felagið Amoco kom- ið við í samtakið og hevur eisini yvirtikið operatør- leiklutin, sum Fina hevði. George Chisholm, kann- ingarstjóri hjá Amoco sigur, at teir eru sera nøgdir at vera komnir í henda bólkin, tí talan er um góð cljufeløg. Amoco hevur leingi leitað sær eftir partnarum men hevur so ikki hildið tíðina vera komna fyrr enn nú møguleiki var at koma í henda bólkin. Hann sigur, at teir eru sera sterkir tekniskt, og tað at Amoco var tað felagið, sum fann flest nýggjar oljukeld- ur í bæði 95 og 96 sigur kanska heldur ikki so lítið. Tað kann vera góð barlast at hava við sær í leitingini við Føroyar. Uppá fyrispurning um tað er av týdningi fyri Amoco at vera í einum bólki, har eitt av feløgnum er danskt, sigur George Chisholm, at tað er umráðandi at hava eitt skandinaviskt felag í einum slíkum bólki. Hann hevur annars alt gott at bera Mærsk, sum hann sigur er eitt sera kompetent felag at arbeiða saman við. Hverjar vónir hevur kanningastjórin í Amoco so til, at tað verður eitt før- oyskt útbjóðingarumfar nú, tá tað er óvist við mark- inum! -Ein markaloysn er týdn- ingarmikið fyri øll olju- feløgini. -Men kann ein óloyst marknatræta og eitt útsett utbjødingarumfar køva áhugan hjá oljufelógunum fyri at vera við í leiting við Føroyar! -Tað fara helst at vera nøkur oljufeløg, sum fara at missa áhugan ella rættari - at leggja síni projekt á hillina fyribils, um markið ikki verður ásettt fyrr enn móti endanum av 98 ella miðskeiðis í 99. Men tey vilja so helst koma aftur seinni, tá trætan er loyst George Chisholm sigur, at Amoco fer neyvan at missa áhugan fyri økinum, hóast eingin lisensrunda verður í 98. - Vit kunnu liva við, at eingin lisensrunda verður í ár, men í so skuldi hon helst eisini verið í 99. Bo Wilfang, varastjóri í Mærsk Olie og Gas sigur við Sosialin, at teir eru fegn- ir um at hava fingið Amoco við í bólkin, tí tað skuldi styrkt møguleikarnar at fingið gjørt eitt gott fyri- reikingararbeiði fyri at kunna vera við í fyrstu út- bjóðing. - Vit eru í gongd við kanningarnar, sum enn ikki eru lidnar. Urslitid av teim- um og tí teimum reglum og treytum, sum føroyingar fara at seta oljufeløgunum, Bo Wilfang i midjuni verða so avgerandi fyri, um vit fara at søkja um lisens sigur Bo Wilfang Hann sigur, at Amoco er eitt felag við nógvum royndum á bretskum øki og felagið hevur royndir at bora í somu løgum sum tey vid Føroyar Sosialurin hevur ikki fingið váttaðm býtið millum feløguni men skilur, at Amoco og Mærsk hava 30% hver meðan Deminex og Fina hava 20% hver