Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 1998síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

* Góðkendur rottangi er nú á goymslu * Tangin er úr PE-plast og ógvuliga sterkur * Tangin er deildur í 3 rúm og er 2 m* Alt tilfar til: Svend Krosstein P/F TIL-14600 100 Tórshavn Vatnveiting - Hitaverk Sanitet & Ventilation Tlf. 17500 við Oyggjarvegin Kokkur Sekt verður eftir kokki til matstovuna » Atlantis« á Hotel Føroyum at byrja sum skjótast. Umsókn skal sendast til: Hotel Føroyar Postsmoga 3303 FR-110 Tórshavn Mrk. >Kokkur< Meira fæst at vita við at ringja tlf. 17500. Heimarøktin í Norðstreymoy Eldrasambýlið í Vestmanna Fólkapensiónistar kunnu nú sekja um pláss á Eldrasambýlinum. Møguleiki er at søkja um at búgva fast, ella at koma til umlætting. Nærri upplýsingar fáast á økisskrivstov- uni á tlf. 33249. Umsåknarblød fåast frá Heimarektini á tif. 33249 ella 17240 og skulu sendast til: Heimarøktin, Heilsumiðstoðin, 370 Miðvági tíðindablaðið SUM Nr. 11 — 20. JANUAR 1998 Money for nothing og kúgvin sum hvarv landsins áhugamál Nú dagin aftaná B-dagin sótu menn sum rímuligt er og tosaðu um landsins framtíðina. Ein maður hugleiddi um sínar barnadagar úti á bygd har iki varð tosað so négv um hvat fekst til matna, men øll vóru kortini mett og manglaði onki. Ein ikki minni kendur løgfrødingur legði uppí tosið og segði, at Føroyingar lissaði sær møguleikan at taka sjálvstýrið tá vit í 60 árunum fóru frá at halda kúgv, hava trød og rógva út til húsbrúk. Nakað bleiv so tosað um hetta og um loysing inntil ein uppá allar mátar sidiligir og vælútbúgvin maður knappliga spyr >jú, men hvussu skulu vit klára okkum«? Hvat meinti madurin? Var hann bangin fyri ikki at fåa dagligu fødina? At hjallarnir i SMS fara at tømast, og at ongin pizza, pasta og onnur fast food fyribrigdi fara at vera til børnini? Hvussu klåra vit okkum? Ein ókendur spurningur i barnadøg- unum hjå havnar- manninum; tå livdi tú lívið hvønn dag, tú skuldi bara klára teg, so einkult var tað. Við klaustrofobiskum klársýni byrjaði eg at skilja spurningin hjá manninum á bríkini í hitarúminum. Vit førovingar meta stóðu og { l okkum at vera heims- borgarar. Vit ferdast heimavandir å Inter- netinum, vid cyperspace år Singapore ut å Argir, Fiskivinnuskulin vinnur altjóða heidursløn fyri genialar fiskarættir, føroyingur gerst MTV- vertur, føroyingur telist millum heimsins sterkastu menn, kanska gerast vit eisini heimsmeistarir í fótbólti, Barbara fær okkum Hollywood Oscars Vit hava heimsins vakrastu frímerkir, yvir 2 mia. í fiskaútflutningi, ferðamannavinnu, komandi oljuvinnu, heimsins best skúlaða ungdóm og so hava vit biðið 2500 útlendskar fyritøkur at koma henda vegin ostr Men! Snýr tosið seg um at seta fótin undir egið borð, so verður beinanvegin farið út aftur undir vaðingina til hálv riv, rótasúpan, mjólkarvatn, kolkomfýrar, troyggjubinding, kúnna og fýramannafarið. Og so okkara mentan, ja. Við allari virðing fyri teimum gráu hárunum, so er hon yvirhøvur í dag gamlir menn, sum skriva endurminningar og bygdasøgur. Útvarpið og bandasavnid vid gomlum skiparum. Fortid, fortid, fortíð. Ongi ung fólk, sum skriva um framtíðina ella fyri ikki at tosa um samtíðina. Vit eru øll Føroyingar og góð við Tjóð okkara. Er semja um tað, er tað ongin Danastjórn, ið vil forða Føroyum í at taka fulla loysing. Tó, ongin torir ella vil tosa um veruleikan: frælsið kostar! Frælsið, hetta ríka og løgna orðið. Lesarabræv Frælsið, sum tú bert kann taka og ikki fáa. Tað kostar at vera harri í egnum húsi. Fult sjálvstýri vil allarhelst vidføra lægri livifót, lægri sosialt trygdarnet, hægri skatt, inflation. Hava vit dirvi at taka å okkum henda kostnadin? Island megnadi hetta og eru teir sera stoltir av teirra samfelagið í dag. Føroyar eru í dag meira enn nakrantíð á einum vegamóti, og sleppa vit ikki undan spurninginum, um vit vilja hava meira sjálvstýri, og sjálvi hava ábyrgd av hesum samfelagi, ella um vit vilja menna Ríkisfelagsskapin og gerast ein partur av EU. Tað er lítil og ongin millumvegur. Kanska er hesin spurningurin ov stórur, nærgangandi og áloypandi til at vit tora at konfrontera hann. Tað er nú kortini hugaligari at sita í hitarúminum við kúnni, fýramannafarinum og hinum heimsspekingunum enn at bróta nasar! Johan Mortensen Toftafólk missa ikki posthúsið Postavgreiðslurnar á Toft- um og aðrastaðnis verða ikki lagdar niður. Ætlanin hjá Postverkinum og fyrr- verandi landsstýrismann- inum í postmálum verður sostatt av ongum. Ætlanin hjá Postverk Før- oya var at niðurleggja post- avgreiðslurnar á hesum stóðum: Toftum, Gjógv, Porkeri, Fámjin, Sandvík, Viðareiði, Stykkið, Skála- vík og Kvívík. Ætlanin fekk undirtøku av táverandi landsstýris- manni í postmálum. Til tess at steðga hesi ætl- an, tóku 7 tingmenn (Hend- rik Old, Jákup Olsen, Jógv- an A. Johannesen, Ingeborg Vinther, Lasse Klein, Signar á Brúnni og Tordur J. Nicl- asen) seg saman og løgdu uppskot á ting, har m.a. varð víst á, at ætlanin ikki kundi góðtakast og varð undir- stríkað tað neyðuga í, at varðveita tær smáu eindirn- ar kring landið. Eisini varð víst á, at hesar tænastur á nevndu stóðum vóru mettar so týdningar- miklar, at Postverk Føroya ikki í framtíðini av sínum eintingum kundi niður- leggja tænastur, uttan at ser- lig Jløgtingslégarheimild varð givin til tess. Eftir tí sum løgtingid nú, við góðari undirtóku, hevur samtykt, er tað lógarásett, at Postverk Føroya hevur skyldu til at hava postav- greiðsluhús á 40 navngivn- um stóðum í landinum. Sostatt verður í framtíðini neyðugt at broyta sjálvan lógartekstin - og tað kann bert tingið gera - um ætlanin er hjá Postverkinum ella landsstýrismanni er, at nið- urleggja nakað postav- greiðsluhús í ávvísari bygd í landinum. Í eini miðsavningartíð er hetta at fegnast yvir, so tøkk skulu teir hava, ið tóku und- ir við uppskotinum. Eiði 17.01.98 Tordur J. Niclasen legtingsmaður á