Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. januar 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 12 — 21. JANUAR 1998 tíðindablaðið S0SÍZ Eilif Samuelsen, landsstýrismaður: Verkfallið má fáa ein enda Landsstýrið hevur biðið lónardeildina í landsstýrinum kannað, um landsstýrið hevur vald til at steðga verkfallinum hjá studentaskúla- og HF -lærarum RANDI JACOBSEN Løgtingid samtykti í gjár, at Eilif Samuelsen, landsstýr- ismaður í skúlamálum, skal svara einum fyrispurningi frå Signari á Brúnni, løg- tingsmanni. Á løgtingsfundinum gjørdi onkur vart vid, at um Eilif Samuelsen fer at brúka alla tidarfreistina, kemur svarid frå honum ikki fyrr enm 20 dagar. Landsstyrismadurin ætl- aði at koma við eini vid- merking, men fekk ikki høvi til tess, áðrenn løg- tingsformaðurin fór víðari til næsta mál á dagsskránni. - Eg ætlaði bara at siga, at eg ari at svara so skjótt sum gjørligt, helst longu hósdagin, sigur Eilif Sam- uelsen við Sosialin. Ongar samráðingar Nýtt er annars einki hent í málinum. Lønardeildin hev- ur aftur heitt å Yrkisfelagid um at taka arbeidid upp aftur og koma til sam- rådingar, men felagid hevur ikki svarað. Torført er eisini at taka upp samráðingar, tí felagið vil bara samráðast treytað av, at teir báðir flokkarnir á Kambsdali verða verandi tveir. Og hesa treyt góðtekur Eilif Samuel- sen ikki. - Tí so hava tey fingið sín vilja, og so er einki at sam- ráðast um. Tað gevur onga meining, sigur Eilif Sam- uelsen. Hann visti í gjár ikki, hvussu útlitini eru fyri at fáa enda á ósemjuni, sum nú burturav er eitt prinsippmál. Pengar snýr tað seg ikki longur um. Men okkurt má gerast, tí verkfallið kann ikki halda fram, sigur Elif Samuelsen, Okkurt má gerast fyri at fáa enda á vrkfallinum, sigur Eilif Samuelsen, landsstýrismaður sum nú hevur biðið lønar- deildina kannað, um lands- stýrið hevur nakran máta við valdi at fáa steðgað verkfallinum. Nógv ímóti sær Tað er ikki nøkur løtt upp- gáva hjá landsstýrismann- inum at greiða hesa upp- gávuna, sum hann einsa- mallur hevur ábyrgdina av. - Hin parturin hevur bæði næmingar, foreldur, abbar og ommur í sínum parti, og sum tey eisini brúka, sigur Eilif Samuelsen. Hann fekk í gjár handaðar 400 undirskriftir frá foreldr- um og avvarðandi at næm- ingum í Hoydglum. - Heldur verkfallið hjá lærarunum fram, verður verkfallið undirvísing teirra í ár heilt oydiløgd, og nøkur av teimum, sum skuldu havt fingið endaligt prógv í summar, verða helst noydd at uppgeva tað. Vit taka ikki dagar ímillum, um Lands- stýrið ella Yrkisfelagið hava rætt í hesum máli; men næmingarnir eru so ikki annað enn gíðslar, og vit halda tað ikki vera rætt, at teirra framtíð verður so álvarsliga skadd av einum tílíkum máli. Næmingarnir svíða - Vit heita tí við hesum so inniliga á Landsstýrð um at bakka og heldur taka tann meira princippiella spurn- ingin um næmingatal up á einum meira hóskandi staði, t.d. til komandi samráðingar við Yrkisfelagið. Hetta kemur kanska at kosta land- inum eina hálva millión eyka; men heldur verkfallið fram, so verður bæði menn- iskjansligi og fíggjarligi kostnaðurin fleirfalt tað. Vit ivast ikki í, at Landsstýrið heldur seg hava rættin í hes- um máli; men hvert tað er so ella ikki, so eru tað nú ósekir næmingar, sum gjalda kostnadin av hesum stridi, og tad halda vit ikki, at Landsstýrið sum ovasti skúlamyndugleiki = kann bera ábyrgdina av, siga for- eldrini í skrivinum við und- irskriftunum til Eilif Sam- uelsen. Kórvenjingin byrjar Leygardagin klokkan 15 byrja kórvenjingarnar í sambandi við ætlaða frum- framførslu av Dåvids Sálmi nr. 33, sum Jóhan Mortesen hevur skrivað tónleik til og útsett fyri kór og orkestur. Roynt verður at savna eitt stórt kór í hesum sambandi. Ætlanin er tí at fáa fólk úr øllum ættum at koma við at syngja, so kórið kann gerast so stórt, sum yvirhøvur til ber. Øl] mugu kenna seg vælkomin - bædi garvadir kórsangarar og sanghugað annars. Gongst alt eftir vild, verð- ur framførslan saman við tónleikarum úr Føroya Symfoniorkestri í Fríðriks- kirkjuni um hálvan mars mánað. Skal nakað koma burtur úr hesum ætlaða tiltaki, er brúk fyri nógvum eldhug- aðum sangarum. Yvirhøvur er tað so, at framførslur av tíðarkreyjandi kórverkum í Havn. Sámur 33 er ei I ettiliga drugt verk. I 1996 cydnadist at frum- framføra Sålm 25 i Fridriks- kirkjuni. Heitt verdur ti å fara iram fólk úr eystri og vestri at fylkjast um tiltakið, so tað eisini kann eydnast hesa ferð. Fyribils verða tríggir leygardagar lagdir av til venjing. Fyrsta venjingin verður í skúlanum á Glyvr- um leygardagin 24. januar frá kl. 15 ul 18. Skipað rður so fyri, at sangararnir ein drekkamunn og ein kakubita. Tær báðar næstu jingarnar verða 7. og 21. februar. Eftir hesar triggjar venjingarnar skuldi land verið fyri stavn. urn Stutt undan 80 ára fødingardegnum and- aðist Johan Djurhuus, skrivstovustjóri í landsstýrinum frå 1949—87. Hann var føddur í Havn 21. januar 1918, foreldur hansara vóru Margretha ættað innan úr Heiðunum og Kristian Djurhuus, sum m.a. var løgmaður Før- oya 1950—59. 13. januar andaðist Johan Frits Djurhuus. Í hjúnalagnum hjá Esther og Johan eru børnini Helena, Kristian, Høgni og Elin. Við Johan Djurhuus er ein teirra farin, sum longst var við í uppbyggingini av føroyskari umsiting frá fyrstu tíð heima- stýrið varð skipað. Tá Johan Djurhuus hevði tikið løgfrødiligt embætisprógv í Keypmannahavn í 1945, var hann 2 ár í fíggjarmálaráðnum; kom so heim til Føroya. Tók vid sum formaður og sum dagligur leiðari í Vinnulánsgrunni Før- oya Løgtings, sum tá var týðandi láni- stovnur til uppbygging av fiskivinnuni, til hann í 1949 varð skrivstovustjóri í ladnsstýrinum, ovasti embætismaður í føroysku umsitingini, samstundis lógar- smiður fyri lóggávuarbeiði løgtingsins. Tá var landsskrivstovan eisini løgting- sins avgreiðsla. Uppgávan hjá Johan Djurhuus var stutt sagt at skipa føroyska fyrisiting og seta hana í verk, nú vit høvdu nýggja stýrisskipan. Hetta er í einum tíðar- skeiði, tá føroyskt lógarsmíð varð brotið upp úr nýggjum, skuldi skipast frá botni av. Teknisku hjálpitólini tá samanborin við nútíðina eru ikki at sammeta. Hent- leikin var telefonin, tað sum tá var tele- fon, kravdi handakreftir og munagott tolsemi, til umheimin var einki sum at telefon, nóg illa um oyggjarnar allar, tað var alt eftir veðrinum, vætuni, hýr- inum á teimum mongu telefonstødun- um um bygdir, sum formidla skuldu sambandið. Tað var í teirri tíðini Johan Djurhuus tók táttin upp, sum leiðari av eini lands- umsiting í síni byrjan. Myndina av manninum við máls- dungunum framman fyri sær, skrivar við hond og avgreiðir mál fyri mál, tá landsstýrisfundur var liðugur, av- greiðsluviðmerkingarnar gjørdi hann alt hondskrivað. Skrivimaskinu sá eg hann ongantíð brúka. Drúgv vóru målsevnini Johan Djur- huus hevði um hendi og ymisk. Um- framt krevjandi starvið sum skrivstovu- leiðarin í Tinganesi, var hann sjúkhús- stjóri, tað bar m.a. í sær, at hann var við á gllum fundum í sjúkrahússtýrunum í Klaksvík, á Tvøroyri og í Havn. Hetta var eisini krevjandi arbeiði, í ávísum Johan F. Djurhuus 17 tíðarbilum sera strævið og krevjandi, tí hetta eru málsgki, sum mangan hava gjørt næturnar langar og dagarnar í so strævnar fyri at fáa tingini at rigga. Ofta var læknatrotið ovurstórt og ferðasam- bandið hartil ikki at sammeta við nú- tíðarsamfelagið Hóast Johan Djurhuus hevði ovur- stóra arbeiðsbyrðu alla sína longu em- bætistíð, so sást tað nóg illa á honum, tá hann sum ráðgevi í løgfrødi ella skriv- ari í landsstýrinum ella onkrari nevnd legði fram sínar metingar, tað var sinni- ligi embætismaðurin burturav greitt og snøgt. Tá Johan i 1987 legði frå sær sum skrivstovustjóri og tók sær meira av løttum, hóast hann støðugt hevdi onkrar uppgåvur, var hann meira enn so at siggja i bønum i våsaklædum, og tå tyktist hann vera fegin og lættur Møtti tú honum onkra g6dvedursløtu spákandi heimeftir Kongabrúnni við hondunum aftan bak undir frakkavel- inum, smírandi — altíð ein blíð viðmerk- ingum okkurt, sum nú var uppi. Fyri knøppum 5 árum síðani broyttist gerandisdgurin. Johan gjørdist lamin. Men komst tå å tal vid hann, hugsadi tå ikki stórt um tað. Hesin maður, sum hevði loyst og av- gjørt so mangt í føroysku umsitingini — 1. apríl eru 50 ár síðan heimastýris- skipanin varð sett í verk — var hóast alt hin sami persónurin. Vit lýsa frið yvir minnið um heiðurs- mannin Johan F. Djurhuus. jl.