Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. januar 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið (RS) mir Nr. 13 — 22. JANUAR 1998 Vibeke á tingsins rødarapalli Ríkisumboðsmaðurin, Vibeke Larsen, var fyri fyrstu ferð á tingsins rødarapalli i farnu viku, tá hon svaraði fyrispurn- ingi frá Bjarna Djurholm Bjarni Djurholm vildi hava Vibeke Larsen at greiða frá, hvussu ríkisstjórnin tulkar heimastýrislógina, annað- hvert tað var eftir avtalu- teoruni ella eftir delega- tónsteoriini. Somuleidis bað hann um grundgeving- ina fyri tulkingini I ødrum lagi spurdi Bjarni, hvønn ríkisstjórnin metir hava evsta vald yvir rådevnunum í føroysku undirgrundini, heimastýrið ella rikismyndugleikarnar Í viðmerkingunum greiðir Bjarni Djurholm frá gongd- im í málinum um yvirtøku av undirgrundini sum før- oyskt sermál, og vísir á teir stóru trupulleikar, ið stóðust av hesum máli, til danska stjórnin knappliga í 1992 loysti upp fyri øllum og gav føroyingum undirgrundina rættiliga óvæntað Til fyrra spurningin vísir Bjarni á, at danska stjórnin eftir øllum at dóma tulkar heimastýrislógina eftir dele- gatiónsteoruni — ið hvussu er sum tað hevur víst seg síðani 1990. Delegatións- eoriin gevur dønum rætt til at broyta heimastýrislógina einvegis Hvussu við ráevnunum í undirgrundini Legtingsmaðurin sigur rkingunum, at van ga fatanin av hermastyris lógini hevur verið, at henda lóg tryggjar, at Føroyar eru ein sjålvstyrandi partur av rikisfelagsskapinum i tråd vid avtaluteoriina, sum sig- ur, at ongar broytingar kunnu gerast uttan vid av- talu millum báðar partarnar Bjarni Djurholm vísir á, at ein avgerandi spurningur, sum fer at stinga seg upp í næstum, er yvirvaldsrættur- in til ráevnini í undirgrund- ini. Neyðugt verður í hesum sambandi at fáa greiði á, hvussu treytirnar, sum und- anfarin landsstýri hava boygt seg fyri og hava skrivað undir, verða fataðar av donsku stjórnini At enda í viðmerkingu- num sigur Bjarni Djurholm, at hann tíðliga í fjør setti løgmanni sama spurning, men at svarið var sera stutt og lítið avdúkandi. Hetta er eisini orsøkin til, at hann nú roynir at fáa ríkisumboðs- mannin at svara spurningu- num, sum mugu hava stór- an týdning fyri framtíðar- samstarvið millum Føroyar og Danmark. Fólkatingið hevur rættin Í svari sínum sigur Vibeke Larsen, at forsætismálaráð harrin higartil hevur verið av teirri áskoðan, at heima stýrislógin statsrættarliga kann verða broytt av Fólka- tinginum sambært $ 7 Samstundis hevur tó eingin ivi verið um, at lógin politiskt og moralskt verður roknað sum ein avtala mill um Føroyar og Danmark, og eigur ikki einvegis at verða broytt uttan samtykt frá føroyska heimastyri- num Vibeke Larsen sigur i svarinum, at forsætismåla- ráðið sær onga orsøk at halla seg til aðra av ávístu teoriunum, og at heimastýr- islógin undir øllum umstød- um er ein serskilt lóg, sum eisini serliga byrjanin til lógina ger greitt Tað verður tó enn eina- ferð undirstrikað, at lógin politiskt og moralskt verður mett sum ein avtala, ið ikki eigur at verða broytt einveg- is av donsku stjórnini uttan tilmæli frá féroyskum myndugleikum. Bæði og Viðvíkjandi evsta valdi yvir råevnunum í føroysku undirgrundini er svarið eitt sindur tvískilt. Sambært avtaluni frá 22. desember 1992 millum donsku stjórnina og før- oyska landsstýrið yvirtóku føroyingar umráðið råevni f undirgrundini sum sermål. Hetta merkir yvirtøka av lóggevandi og umsitingar- liga valdinum við harav standandi útreiðslum. Samstundis verður víst á, at við avtaluni er semja um, at yvirtøkan ikki umfatar nakrar partar av donsku undirgrundini, sum eftir donskum rættarprinsippum ikki kunnu yvirtakast av einstøkum pørtum av ríki- num, fólkinum har ella ein- um heimastýrismyndug leika Út frá hesum kann sigast, at føroyingar hava yvirtikið lóggevandi og umsitingar liga valdið av undirgrund ini, men ikki undirgrundina sjálva. Tískil finst ein annar spurningur, sum Finnbogi Ísakson eisini var ikki á í orðaskiftinum eftir at ríkis- umboðið hevði svarað spurningunum, og tað er, hver so eigur inntøkurnar av eini møguligari vinnu eftir ráevnum í undirgrundini. Kanska føroyingar kortini I umrødu síni vísti Finnbogi á eina avtalu um, hvussu ein møguligur vinningum av út- vinnan av råevnum í undir- grundini skuldi nýtast. Í teirri avtaluni verður víst á, at hesin peningur kanska kann nýtast til at endur- skoða støddina av blokki- num, ella til at gjalda aftur skuld hjå føroyska lands- kassanum til danska stats- kassan. Ut frå hesum ber til at gera ta nidurstødu, at eisini donsku myndugleikarnir meta møguligan oljupening at vera føroyska ogn. Sum Finnbogi segði, er tað lítil meining í, um danir við oljupengunum gjalda sær sjálvum aftur av føroyskari skuld, ella nýta egnan olju- pening til at minka um blokkin. So helst verða tað føroy- ingar, sum fáa ágóðan av einari møguligari oljuvinnu í føroysku undirgrundini - um hon væl at merkja er føroysk Bjarni Djurholm, sum eyðvitað ikki var nøgdur við svarið frá løgmanni í fjør vár, segði í stuttari viðmerk ing, at svarið frá Vibeke Larsen var nøktandi, og at hann sostatt var nøgdur vid tað Hugnakvøld á Hotel Tvøroyri Um undirtøkan verður nóg stór, verður hugnakveld á hotellinum leygarkveldið 31.1. kl. 20.00. Borðreitt verður við buffet: 3 ymisk sløg av kjøti, rómaeplir, bakieplir ella epla- salat, salatborð við ymiskum dressingi, kaffi og småkøkur omaná. Eisini verður felagssangur við undir- spæli. Moguleiki er eisini at dansa. Kostnaður: 150 kr. Sigið frá á tlf. 71171 í seinasta lagi tórskveldið 29.1. kl. 20.00. Hotel Tvøroyri