Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2003síða 18

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 229 - 2. desember 2003 Nr. 229 - 2. desember 2003 35 Egil Olsen, fiskivinnu- frøðingur, skrivar Í samband við útgávu av serblað um fiski og olju- vinnuna, hevur Sosialurin heitt á meg at skrivað eina grein um fiskivinnu- gransking í Føroyum. Í greinini fari et bera fram míni sjónarmið, um, hvussu eg haldi, at fiski- vinnugranskingin í Føroy- um frægast kann skipast, eftir teimum menniskjans- ligu og fíggjarligu karmum, sum eru í føroyska sam- felagnum. Hvat er gransking? Í hagfrøðiligum høpi, nýta OECD-londini hesar leið- reglur fyri at skilmarka (definera) hvat gransking er: "Gransking kann skil- markast sum skipað skap- andi arbeiði, fyri at økja um ta vísindaligu og tekn- isku vitanina og brúka hesa vitan til at vísa á verkliga nýtslu". Skilt verður vanliga ímillum tvey sløg av gransking: • Grundgransking • Nýtslugransking Grundgransking eru upp- runa kanningar sum hava til endamáls at fáa fram nýggja vísindaliga vitan og fatan. Hon er ikki beinleið- is rættað ímóti verkligum málum ella nýtslu. Nýtslugransking eru uppruna kanningar, har denturin verður lagdur at útvega nýggja vitan og fatan. Hon er beinleiðis rættað móti verkligum mál- um ella nýtslu, og vinnan hevur ein virknan leiklut í granskingini. Er neyðugt við fiski- vinnugransking í Føroyum? Eg haldi avgjørt at tað er neyðugt við fiskivinnu- gransking í Føroyum. Føroyska samfelagið verður borið uppi av teim- um inntøkum, sum fiski- vinnan á sjógvi og landi skapar. Meir enn 90% av føroyska heildarútflutning- inum kemur frá fiski og alivinnuni. Sjálvt um talið av fólki sum starvast í sjálvari vinnuni ikki er so stórt, so er tað avleidda virksemi av fiski- og ali- vinnuni sera stórt. Vit sóu í kreppuárunum hvussu alt samfelagið ávirkaðist av tí negativu gongdini í fiskivinnuni. Vit síggja í dag hvussu alt samfelagið ávirkast av tí positivu gongdini í fiski og alivinnuni. Eitt samfelag sum er so bundið av fiskivinnuni, má hava gransking innan fiski- vinnu. Tí: • vit mugu alla tíðina fáa sum mest burturúr okk- ara fiskatilfeingi. • vit mugu alla tíðina kenna tørvin hjá okkara kundum, soleiðis at vit framleiða tær vørurnar, sum geva teir bestu prís- irnar til virki og samfelag • vit mugu framleiða okk- ara vørur soleiðis, at tær eru á einum jøvnum og høgum góðskustøði. • vit mugu framleiða okk- ara vørur til kappingar- førar prísir • karmar og lógarverk mugu vera optimal í mun til ta tíð og ta vinnuliga umhvørvið ein er partur av Fyrst og fremst er íløga í gransking, ein íløga í okk- ara framtíðar kappingarføri mótvegis øðrum londum. Hetta er ein íløga í okkara framtíðar vinnuførleika. Í eini tíð, har fría kapp- ingin ræður, har broyting- arnar henda skjótari enn nakrantíð, er tað sera umráðandi altíð at verða kappingarførur mótvegis kappingarneytunum. Vit mugu staðfesta at enn er tað lítið av fiskivinnu- gransking ið fer fram í Før- oyum sammett við onnur lond, sum t.d. Noreg og Ís- land. Lítið av hesi gransk- ing hevur beinleiðis vinnu- ligan týdning. Nakað av gransking fer fram á Fiskirannsóknar- stovuni og er tað mest lív - og vistfrøðilig gransking. Harumframt fer lívfrøði- lig gransking fram, á Biofar í Kaldbak. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eisini luttikið í onkrum norður- lendskum verkætlanum t.d. innan vatn og Listeria. Granskingadepilin fyri Økismenning, hevur eisini verið við í altjóða verkætl- anum um alivinnu og tikið alneyðuga rekrutterings- spurningin til viðgerðar. Granskingadepilin, skipar í komandi mánað fyri ráð- stevnu um rekruttering av høgt útbúnari arbeiðsmegi til fiski og alivinnuna. Felags fyri tað av fiski- vinnugransking sum fer fram í Føroyum í dag, er at tað enn er lítið av hesi gransking, sum beinleiðis gevur vinnulig árin. Tann tøkniliga menning av fiskivinnu og alivinnu í Føroyum, er fyri tað mesta komin eitt úrslit av gransk- ing - men útlendskari gransking. Føroyingar hava verið rættuliga dugnaligir at brúka útlendsk gransk- ingarúrslit fyri at menna fiski og alivinnuna. Vandin við eini slíkari "kopiering" er, at táið hendan er framd, hava kappingarneytarnir t.d. tikið aðra tøkni í brúk ella framleiðslu. Samstundis er nógv út- lendsk vinnugransking vard og úrslitini koma ikki fram fyrr enn rúm tíð er farin. Hetta ger, at tað er neyðugt hjá føroyingum sjálvum at granska. Ì granskingini mugu vit læra at avmarkað okkum og seta brennidepilin á nøkur ávís umráði sum t.d. matfram- leiðslu, havfrøði, biotøkni, kunningartøkni, nýskapan, kappingarføri og almennar reguleringar. Tað eru hend nógv fram- stig innan vinnuliga fiski- vinnugransking í Føroyum, serliga tey síðstu tvey árini. Síðan FMR setti ein dugna- ligan fiskivinnusamskip- ara, at taka sær av samskip- anini av fiskivinnugransk- ingini, umvegis Fiskivinnu- royndir, eru hend stór fram- stig. Granskingarøkini er raðfest fimm ár fram og tann vinnuligu parturin av umsóknunum til Fiski- vinnuroyndir er vaksandi. Samstundis verður ar- beitt í løtuni við at fáa trinnar granskingardeplar at virka, innan ávíkavíst evnafrøði og biotøkni, veiðu og reiðskapstøkni og virkingartøkni. Ein pro- grammnevnd mannað við fólki við førleika innan tey ymisku fakøkini, skal stinga útí kortið, hvørjar granskingarætlanir, farast sum skulu undir tey kom- andi 3-5 árini. Vinnan er eisini væl umboðað í pro- grammnevndini. Ætlanin er eisini við samstarvi millum gransk- ingarkjarninar og skipanina við vinnugranskararum, sum eru beinleiðis knýttir at virkjunum. Eg síggi eisini granskingardeplar- nar, sum sambindingarlið ímillum vinnuna og út- lendskar granskingarstovn- ar og vinnufyritøkur sum arbeiða innan sama fakøki. Granskingarkjarnin inn- an evnafrøði og biotøkni skal halda til á Heilsu- frøðiligu Starvsstovuni og hinar báðar kjarninar á Fiskirannsóknarstovuni. Eg haldi at tað er stórt spell, at man ikki eisini setti á stovn, ein gransk- ingardepil innan tilfeingis- umsiting og búskap. Hesin kjarnin kundi arbeitt við og lýst samfelagsbúskaparlig og organisatorisk viður- skifti t.d. í samband við fiskidagaskipanina. Hesin granskingardepilin hevði nátturliga verið kýttur at Granskingardeplinum fyri Økismenning, tí depilin hevur uppbygt sær førleika innan hetta øki. Er førleiki innan fiski- vinnugransking í Føroyum? Føroyska samfelagið hevur eitt vælútbúgvið fólk. Rættuliga stórur partur av fólkinum nema sær hægri lestur uttanlands serliga í Danmark. Um hugt verður eftir, hvar tey høgt útbúnu fólk- ini enda eftir lokið prógv, er tað serstakt fyri Føroyar. at tey flestu fáa starv í al- menna sektorinum, meðan bert tey heilt fáu fáa sær starv í privatu vinnuni. Hví hetta er so, er ikki so lætt at greiða frá, og tað er heldur ikki ætlanin við hesi grein. Vit mugu bara staðfesta at tann mesti heilakapasi- teturin "Brainware" í sam- band við granskingar-før- leika í Føroyum, er í al- menna sektorinum. Um mest skal fáast burt- ur úr gransking í Føroyum, sæð útífrá einum vinnu- ligum sjónarmiði, er tað so- statt neyðugt við sera góð- um samstarvi ímillum al- menna sektorin og tað pri- vata vinnulívið. Hetta krev- ur virðing frá báðum pørt- um og tað krevur ikki minst, at møguleiki er fyri ikki vanabundnum sam- starvsloysnum tvørtur um sektorar og (møguliga) eis- ini fakmørk. Um ikki hetta letur seg gera, eri eg bangin fyri at tann "Brainware", sum vit eiga í almenna sektorinum, verður til "Drainware", av tí at tær fakligu avbjóðing- arnar verða ov lítlar, við tí vanda at fólk sovna burtur, ella stinga í sekkin, og finna sær avbjóðingar aðra- staðni enn í Føroyum. Stór verklig vitan er ímillum fólk sum dagliga starvast í tí føroysku fiski- og alivinnuni. Fiskivinnan er so stórur partur av tí lokala samfelagnum og á- virkar so stórar partar av gerandisdegnum hjá føroya fólki, at sera góður gróðrar- botnur er fyri mennandi kjaki um viðurskifti, sum viðvíkja hesum vinnum. Granskingar avbjóðingin liggur tískil í at samskipa hesa vitan og at seta hana saman við servitan á ym- iskum økjum, fyri harvið at fáa ítøkilig verklig úrslit burtur úr . Hvat fyri fiskivinnu- gransking skal verða og hvussu kann hon skipast? Undirritaði er av tí áskoð- an, at tann fiskivinnu- gransking, sum vit skula hava í Føroyum, í mest møguligan mun skal verða gransking sum miðjar eftir góðum vinnuligum úrslit- um. Bæði tað fíggjarliga og menniskaliga tilfeingið er avmarkað og tí eigur orkan at verða løgd á gransking- arøkir sum í mest møgu- ligan mun eru til gagns fyri tað føroyska samfelagið. Granskingarverkaætlanir eiga at verða gjørdar í tøtt- um samstarvi við vínnuna og í mest møguligan mun úti á teimum virkjum, sum eru við í teimum einstøku verkaætlaninum. Mínar leiðsluroyndir gjøgnum 15 ár, hava sannført meg um, at har granskarar og virki arbeiða tætt saman, fæst mest burturúr, tí tann praktiski førleikin sum starvsfólkini hava framm- anundan, hjálpa væl til at náa góð, verklig úrslit. Við at verða úti á virkjunum, fáa granskarnir eisini betri fatan hvat sum er mest átroðkandi og lønandi at granska. Ein spurningur sum sjálvandi skal svarast í sam- band við fiskivinnugransk- ing, er, hvør skal gjalda. Eg haldi at fiskivinnu- granskingin eigur partvís at verða fíggjað við almenn- um pengum og partvís frá vinnuni sjálvari. Vinnan kundi t.d. latið eitt ávíst gjald av útflutninginum sum varð markað til gransking, menning og marknaðarføring. At vinn- an sjálv er við í fíggingini, økir eisini um áhugan hjá vinnuni at fáa ítøkilig úrslit burturúr granskingini. Hvussu nógv, hvør partur skal gjalda, má eisini síggj- ast í mun til, hvørjar verka- ætlanir talan er um og, hvussu avmarkandi tær eru. Spurningurin er eisini, um tann játtan sum Fiski- vinnuroyndir árliga fær á fíggjarlógini, bert skal markast vinnufyritøkum. Stuðul til almennar stovnar kann latast um verkætlanir verða gjørdar saman við vinnufyritøkum. Í Íslandi er fiskiídnaðar- granskingin knýtt at Rann- sóknarstofu Ìdnaðarins (RF), sum heldur til í sama bygningi sum Havrann- sóknarstovan og Fiskimála- ráðið. RF er ein óheftur granskingarstovnur undir Fiskimálaráðnum. Hann varð stovnsettur við lóg í 1965 men hevur virkað síðan 1934. Fíggjarætlanin er umleið 40 mio. kr og umleið 70 fólk starvast á stovninum. Tað almenna fíggjar umleið ein triðing av RF, norðurlendskir- og ES grunnar fíggja ein triðing og tann síðsti triðingin fíggjar vinnan fyri gransk- ingaruppgávur og tænastu- veitingum til vinnuna. Virksemi á RF er skipaði fimm deildum: 1. Granskingardeildin, sum tekur sær av gransking innan matvørur, góðsku, framleiðslur, kunningar- tøkni og marknaði 2. Kanningardeildin, sum bjóðar tænastur til vinn- una og granskingarum- hvørvið. Kanningar- deildin hevur kanning- arstovur á 5 støðum í Ís- landi 3. Ráðgevandi deildin, sum bjóðar ráðgeving til vinnuna innanlands og uttanlands. Ráðgevingin umfatar t.d. rávørustýr- ing, góðskueftirlit, HACCP, vørumenning og framleiðsluplanlegg- ing 4. Kunningardeildin hevur ábyrgd av at almanna- kunngera granskingarúr- slit og annað vinnu- við- komandi tilfar frá stovn- inum. Harumframt skip- ar deildin fyri skeiðum til veiðu og framleiðslu- liðið og annan matvøru- ídnaðin 5. Fyrisitingardeildin tekur sær av dagliga rakstrin- um av stovninum RF arbeiðir tætt saman við Lærda Háskúla Ìslands í Reykjavík og Lærda Há- skulan á Akureyri um gransking og undirvísing innan matvøruvísind og fiskivinnuvísind. Bygnaðarliga skipanin í RF, kundi verið ein góð fyrimynd fyri, hvussu mat- vørugranskingin í Føroyum kann skipast í framtíðini. Vinnan í Ìslandi, tekur sera væl undir við tí arbeiði sum gongur útífrá RF, og nógvar vinnuligar verkaætlanir eru skaptar í tøttum samstarvi millum RF og vinnufyri- tøkur. Tær drívandi kreftinar innan menningina av bio- tøkniskari vinnu í Ìslandi, eru granskarar frá Lærda Háskúla Ìslands, saman við vinnuligum kreftum. Hetta vísir, hvussu týdningar- mikið tað er at byggja brýr í millum tað almenna fólka- tilfeingið og vinnuna sjálva. Tann sum annars vil fáa meir at vita um RF, kann vitja heimasíðu teirra. www.rf.is Eg skal at enda koma við fýra dømum um áhuga- verdar og eisini átroðkandi vinnurættaðar granskingar- uppgávur innan fiski- vinnuna í Føroyum: • Hvussu skulu vit bera okkum at fyri at ala longri til havs? (tøkni, búskapur vm.). • Tilgongd (rekruttering): Hvussu tryggja vit okk- um støðugt og nýtt starvsfólk til fiski- og alivinnuna? • Betri gagnýtsla av fiska- tilfeinginum: Hvussu fáa vit lønandi virksemi burt- ur úr tí rávøru sum í dag ikki kemur til lands og, hvussu fáa vit hækkað virði burturúr hjáfram- leiðslum. • Fiskidagskipanin - sæð frá einum vísindaligum sjónarmiði,- kunnu onnur læra av okkum. Granskingin er neyðug longu ídag. Granskingin verður upp- aftur neyðugari í einum før- oyskum sjálvberandi fiski- vinnubúskapi. Fiskivinnugransking í Føroyum Í Føroyumer lítið av fiskivinnugransking, sammett við onnur lond, sum t.d. Noreg og Ísland. Lítið av hesi gransking hevur beinleiðis vinnuligan týdning Savnsmynd Vit mugu bara staðfesta, at tann mesti heilakapasiteturin í samband við granskingar-førleika í Føroyum, er í almenna sektorinum, sigur Egil Olsen Savnsmynd - Fiskivinnugranskingin eigur partvís at verða fíggjað við almennum pengum og partvís frá vinnuni sjálvari. Vinnan kundi t.d. latið eitt ávíst gjald av útflutninginum sum varð markað til gransking, menning og marknaðarføring, sigur Egil Olsen, Fiskivinnufrøðingur