hósdagur 22. januar 1998síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 13 — 22. JANUAR 1998
søsialurin, box 76, 110 tórshavn, tel 11820, fax 14720 e-mail til ítróttin: emil Gsosialurin.fo
sm |Ivasamt um Sepp Blatter
stillar upp til FIFA-valið
byrjunar-
skeiðið
FOTBOLTUR: Í vikuskift-
inum 6.-7. februar skipar
útbúgvingarneyndin hjá FSF
fyri byrjunarskeiði Á fyri venj-
arar. Endamálið við hesum
slagnum av skeiði er at geva
skeiðluttakarunum eitt stutt
praktiskt og teoretiskt innlit í
nøkur av term mongu sjónar-
midunum innan venjarastarv-
ið, og at skikka skeiðluttakar-
arnar til at instruera í og leiða
fótbóltsvenjing, umframt at
eggja til víðari útbúgving
Skeiðleiðarar verða Jógvan
Martin Olsen og Petur Simon-
sen
Byrjað verður í HB-húsinum
fríggjadagin 6. februar klokk-
an 18.00 og fram til klokkan
22.00. Leygardagin verður
byrjað klokkan 8.30, og skeið-
ið endar klokkan 17.00. Sein-
asta freist at boða frá luttøku
er mánadagin 2. februar
elj
Nú skal
svimji-
landsliðið
takast út
SVIMJING: Komandi viku-
skifti verður skipað fyri HS-
svimjikappingum í Havn.
Byrjad verdur friggjadagin
klokkan 19.00, og hildið verð-
ur fram leygardagin klokkan
15.00. Kappingarnar enda um
11-12 tíðina leygarkvøldid
Eisini leygardagin verdur
føroyska svimjilandsliðið
kunngjørt í ÍSF-húsinum. Til-
samans 14 svimjarar skulu
manna føroyska landsliðið.
elj
Fótbóltur: Í juni mánaði skal ein nýggjur
forseti í FIFA veljast fyri Joao Havelange.
Eingin veit rættiliga, um aðalskrivarin í FIFA,
Sepp Blatter, fer at stilla upp
Aðalskrivarin í altjóða fótbólts-
samgonguni FIFA, Joseph Blatter,
letur framvegis fótbóltsheimin
vera í iva um hansara ætlanir í
sambandi við forsetaembætid í
FIFA
Leygardagin sendi europeiska
fótbóltssamgongan UEFA eitt
skriv til Blatter, har hann fekk
tíggju dagar til at stilla upp ella
»halda seg burtur<, sum varafor-
setin í UEFA Egidius Braun mál-
bar seg
Europeiska fótbóltssamgongan
hevur longu gjørt greitt, at hon
stuðlar sínum egna valevni —
NI
Lesið eisini
ítróttin á
Internetinum
=
www.sosialurin.fo J
svenska UEFA-forsetan Lennart
Johansson — í stríðnum um at taka
við eftir brasilska Joao Havelange,
sum í juni fer frá eftir at hava sitið
24 ár við róðrið.
Men 82 ára gamli Havelange
heldur ikki nógv um Lennart Jo-
hansson, og valdmikli FIFA-for-
setin hevur eisini longu heitt á
Blatter um at stilla upp.
Seinasta almenna freist at stilla
upp til valið sum forseti í FIFA er
7. apríl
Tað er eingin loyna, at tað fyri
føroyingar hevði verið frægast,
um Johansson fær starvið. Menn
sum Franz Beckenbauer — sum nú
hevur kunngjørt, at hann ikki ætlar
sær at gerast FIFA-forseti — hevur
talað harðliga ímóti at hava smá-
tjóðirnar við í teimum stóru al-
tjóða fótbóltskappingunum.
Hvussu stødan hjá Blatter er í
hesum spurninginum, er ikki heilt
greitt, men tað er heilt vist, at
Lennart Johansson stuðlar teimum
smærru londunum og vil hava tey
við >millum tey stóru<.
elj
Dartkapping í Vestmanna
fyri fyrstu ferð
Dart: Næstseinasta vikuskifti var dartkapping
í Vestmanna fyri fyrstu ferð nakrantíð.
Kappingin eydnaðist stak væl, og nógv fólk
vóru í ítróttarhgllini og hugdu
Næstseinasta vikuskiftið skipaði
Íkast, sum er dartfelagið hjá vest-
menningum, fyri dartkapping í
itrottarhøllini í Vestmanna. Hetta
var fyrstu ferð, at skipað varð fyri
eini tílíkari kapping í Vestmanna.
Leygardagin 10. januar varð
kappast í tvímansleiki, har 12 pør
luttóku. Í finaluni spældu Henrik
Petersen og Polly Poulsen úr
Havnar Dartfelag móti Janusi Jen-
sen og Peturi Djurhuus úr Íkast.
Dartstødid í finaluni var miðal-
gott, og spenningurin treyt ikki.
Lidini fylgdust til síðsta og av-
gerandi settið, sum Henrik og
Polly vunnu, og sostatt vunnu
havnarmenninir kappingina í tví-
mansleiki. Trýarar gjørdust Petur
Grønagard og Henning Thomsen
úr Havnar Dartfelag og Regin
Enghamar og Elias Mikkelsen úr
Havnar Róðrarfelag Dart.
Dagin eftir var tað so einmans-
leikurin“ ið stóð á skránni. 34 dart-
spælarar vóru við í hesi kapping-
ini. Jens Albert Simonsen úr Vága
Dartfelag vann í finaluni á Janusi
Jacobsen úr Klaksvíkar Dartfelag.
Henning Thomsen úr Argja Dart-
felag og Jens Petur Poulsen úr
Havnar Dartfelag gjørdust trýarar
tvimansleikin
í einmansleikinum.
Kappingin, sum var tann fyrsta
í Vestmanna, eydnaðist væl, og
luttakararnir vóru eisini nøgdir við
umstødurnar og tilrættisleggjanina
av kappingini. Eisini vóru fleiri
áskoðarar enn vanligt er til slíkar
kappingar.
Dartfelagið í Vestmanna vil feg-
ið takka luttakarum, áskoðarum
og teimum, sum hjálptu til og
gjørdu sítt til, at kappingin varð
Henrik Petersen og Polly Poulsen úr Havnar Dartfelag vunnu
£
avgreidd uttan trupulleikar, um-
framt kommununi f Vestmanna
fyri, at ítróttarhellin var til taks
uttan at kosta nakað.
Og sponsorarnir Føroya Spari-
kassi í Vestmanna, Vest Pack,
Vestlax, Shellstødin í Vestmanna,
Føroya Banki í Vestmanna og
handilin hjá Palla Lamhauge fáa
eina serliga tøkk fyri fíggjarligan
stuðul.
Nummar eitt í einmansleiki, Jens Alberg Simonsen úr Vága
Dartfelag, nummar tvey Janus Jacobsen úr Klaksvíkar
Dartfelag, nummar trý Henning Thomsen úr Argja Dartfelag og
Jens Petur Poulsen úr Havnar Dartfelag. Hægst útgang hevði
Petur Grenagarð úr Argja Dartfelag og fægst pílar Alvin
Egholm úr Havnar Róðrarfelag Dart
;