fríggjadagur 23. januar 1998síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 14 — 23. JANUAR 1998
tíðindablaðið S0Salurfin
Næmingar í Hoydólum:
Vaksnir menn eru nógv
verri enn småbørn
Bæði lærarar og Landsstýrið bera seg verri at, enn fornermað småbørn. Børnini hava tó so mikið í høvdinum, at tá
tey hava klandrast eina løtu, gerast tey góð aftur og spæla víðari, siga næmingar, sum nú eru troyttir av at ganga fyri
einki
EDVARD JOENSEN
Nú er ovboðið hjá nógvum
næmingum, sum ikki sleppa
í skúla orsakað av trætuni
millum lærararnar á
Stundentaskúlunum og HF
skeiðunum og Landstýrið.
Nú er tíð at gevast við at
vera tvørur, halda fýra gent-
ur år 2. E f Hoydølum, sum
nú ikki tíma at hava fri
meira. Tær eru farnar undir
egna skúlagongd fyri ikki
at detta heilt burtur ímillum,
tá vanliga skúlagongdin
einaferð byrjar aftur
Bæði lærarar og Lands-
stýrið vinna nógv stórri
virðing, um teir gevast við
hasum tvætlinum og heldur
lata okkum sleppa í skúla,
meðan teir samráðast, halda
tær fýra, Jónhild, Heidi,
Katrin og Sára, sum eru
leiddar av at ganga fyri
einki, orsakað av nøkrum,
tær eru púra ósekar í
Farið er undir seinna
hálvár av skúlaárinum, og
har eru, sum kunnugt, nógv
ir frídagar. Halgidagarnir
eru nógvir, og tá so mest
sum ein heilur mánaði er
farin av undirvísingartíðini
til at trætast í, fara næm-
ingarnir at óttast, hvussu
verður við próvtkunum.
Byrja sjálvar —
Í Reynstúni á Argjum hitta
vit tær fýra genturnar úr 2.
E í Hoydglum. Tær hava
tikið málið í egnar hendur,
og sita nú og royna at fáa
savna stumparnar av tí, tær
annars skuldu havt gjørt í
Hoydølum.
Jónhild, Heidi, Katrin og Såra halda, at nú er tid upp á, at lærarar og Landsstýrið gevast við at bera seg at sum
fornermað småbørn
Vita vita, hvat vit skulu
igjøgnum, siga tær. Og okk-
urt er býtt út til bólkar og
skal gerast í felag. Uppgáv-
ur, so sum stílar og rap-
portir, skulu latast inn
hverja viku. Nú eru longu
tríggjar vikur farnar, og vit
sleppa ikki av við nakað av
hesum. Men gerast skal tað,
so tað kemur alt upp í røkur,
tá einaferð verður byrjað
aftur, siga tær.
Okkurt hava tey fingið
fyri, áðrenn tey fóru í jóla-
frí, og millum annað tað,
royna tær nú at fáa frá hond-
ini.
Men annað er, sum bara
hópar seg upp. Til dømis er
partur av pensum ein náms-
ferð í samband við málund-
irvísing. Ferðin er løgd um
páskirnar.
Ætlanin er at fara til
Barcelona, og nógv er at
fyrireika. Og tað kostar. Til
dømis er rættiliga nógv,
sum skal lesast á sponskum,
enskum, donskum og føroy-
skum í samband við ferðina.
Eisini hava tey í flokki-
num goldið 10.000 krónur í
depositum fyri ferðina. Og
tey fara ikki at góðtaka, at
missa teir pengarnar, tí lær-
(Mynd: Jens Kistian Vang)
arar og myndugleikar
klandrast um nakað, næm-
ingarnir ikki hava ávirkan
á, men bert gjalda fyri.
Umframt liggur ein rætti-
liga stór uppgáva í føroysk-
um, sum tey ikki fáa gjørt
Endalig provtøka
Tad er ikki bara i 3.G, at
endalig provtøka er. Eisini
i 2. G eru fleiri lærugreinar,
sum skulu avgreidast. Og
annar flokkur å studenta-
skúlanum er rimuliga stræv-
in, eru tær fyra, Sosialurin
hevur tosað vid, samdar um
Tað verður eitt hundalív,
tá nú alt skal takast inn aftur
í vanligari skúlatíð. Og tað
má tað, sambært Eilifi Sam-
uelsen, landsstýrismanni í
undirvísingarmálinum
Yvirtíð leygar- og halgidag
ar verður ikki givin
Eilif átti at minst, hvussu
spentur hann sjálvur var, tá
hann skuldi til próvteku
Bæði um úrslitið og um at
verða liðugur. Og soleiðis
ganga tey flestu eisini í dag
Bara við tí muni, at nú fá
tey eina eyka pínu at dragast
við, tí tey vita ikki, nær, ella
um tey nakrantíð verða lið
ug, siga tær fýra
Allar ætlanir hjá teimum
sum skulu til endaliga próv
tóku, fara fyri einki, um tey
ikki verða liðug til tíðina
Og tað mátti verið ein
heldur høgur prisur at gold
ið bara ti, at nakrir lærarar
og ein landsstýrismaður
sum forrestin eisini er lær-
ari, eru ov tvørir til at við
ganga, at teir hava mistikið
seg, siga Jónhild, Heidi,
Katrin og Sára úr 2. E í
Hoydølum
Jupiter fekk sild å
Sandoyarbankanum
Fyrr í vikuni landaði Jupiter eini 50 tons av sild til Kassavirkid á Bakka.
Sildina høvdu teir fingið á Sandoyarbankanum
EDVARD JOENSEN
50 tons av sild ljóðar ikki
so ógvusligt. Og tað er held
ur einki soleiðis at loypa á
leistum eftir
Men kortini er nakað ser
ligt við hesum, sigur Regin
Jacobsen, stjóri á Kassa
virkinum á Bakka, sum
keypti sildina frá Jupiter.
Føroysk nótaskip hava
fyrr fingid sild å hesum
leiðum. Just hesa árstíðina
Tað var stór og góð sild,
eins og hendan, sum Jupiter
nú fekk.
Regin Jacobsen sigur, at
kanningar hava víst, at
hendan sildin er stórri enn
sild, fingin verður aðrastað
ni.
Talan er helst um ein ser-
liga, føroyskan stovn. Men
stovnurin er helst so litil, at
hann er ikki ålitandi til nakr
ar útflutning sum so, sigur
Regin Jacobsen
Kassavirkið hevur fyrr
selt nakað av hesi sildini til
keyparar uttanlands
Til dømis fingu skipini í
árunum 1993, 1994 og 1995
nakað av sild, og sáttmálar
vórðu gjørdir
Men so hvarv sildin, og í
tvey ár sást einki aftur
>Tað er greitt,< sigur
Regin jacobsen, »at tá vit
ikki kunnu lata avtalaðu
veruna til avtalaða tíð, fara
keypararnir at órógvast, og
so dettur marknaðurin nið
urfyri.<
Sildina, sum teir nú hava
fingið, hava teir vidgjørt á
gamlan hátt, sigur Regin
Jacobsen. Tað mesta er av-
høvdad og saltað í tunnur.
Væntandi verður hetta selt
á skandinaviska marknað-
inum. Eisini er eitt sindur
kryddað
Men nakað er kortini
fryst, og tað fer til Japans
Annars er nógv til av sild,
heldur Regin Jacobsen
Norðsjóarstovurin er ikki
væl fyri, sigur hann, men
aðrastaðni verður rættiliga
nógv fiskað
Til dómis hava norðmenn
bara tvær tær fyrstu vikur
nar í ár fiskað ein: 70.000
tons
Hendan sildin verður hei
lfryst og send til Japan
Regin Jacobsen sigur, at
norsku båtarnir fåa 1,25 kr
fyri kilog, medan Jupiter
fekk tvær krónur fyri kilog
Norðmenn selja nógv til
lond sum Russland og Pó-
land. Men har eru prísirnir
lágir, sigur Regin Jacobsen
Um hendan stovnin, sum
er undir Føroyum, sigur
Regin Jacobsen, at ongar
avmarkingar eru fyri fiski-
skapi. Stovnurin er helst al-
tíð inni á føroyskum eki,
og tí eiga vit hann, sum
hann er, og kunnu fiska av
honum, sum vit vilja