týsdagur 2. desember 2003síða 20
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 229 - 2. desember 2003
Nr. 229 - 2. desember 2003
39
Í einum av fyrrver-
andi bygningunum
hjá Reyni Service í
Rættará húsast í dag
battarí- og akkumula-
torfyritøkan Sp/f
Pólar, sum havnar-
maðurin Margeir
Ørvarodd setti á
stovn í 1994. Fyri-
tøkan leggur stóran
dent á kappingarførar
prísir og góða
tænastu
FYRITØKA
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Í einum hugnaligum hølum
niðri í Rættará heldur
battarí- og akkumulator-
fyritøkan Sp/f Pólar við
Margeir
Ørvarodd
til.
Fyritøkan hevur sermerkt
seg við at hava øll sløg av
battaríum og akkumula-
torum á goymslu.
Margeir er 57 ára gamal,
og havnarmaður, sonur
Thomasiu Matras og Odd-
vald Ørvarodd, tann kenda
skræddaran í Havn.
Margeir hevur annars
siglt frá ungum døgum av,
men eftir 25 ár á sjónum
legðist hann upp á land í
1985. Hann hevði tá siglt
við skipum sum Brandi
Sigmundarsyni, Kúrberg og
Ørnini.
Undir hørðu búskapar-
kreppuni fyrst í 90-unum
stóð Margeir brádliga uttan
arbeiði. Men eftir trimim
arbeiðsleysum
vikum
gjørdi hann bart og yvirtók
eina akkumulatorfyritøku.
Tveir av synum hansara
keyptu um somu tíð tvey
samanbygd hús í Rættará.
Tað eina húsið verður
leigað út sum íbúðir, meðan
Sp/f Pólar fór inn í hitt
húsið, har eykalutagoymsl-
an hjá Reyni Service fyrr
helt til.
Tann 7. oktober 1994 lat
handilin upp, og umframt
Margeir
starvast
eisini
bróðir hansara, Tór-Egil M.
Ørvarodd, dagliga í handl-
inum.
Fyri stuttari tíð síðani
nýumvældu brøðurnir báðir
handilshølini, so at tey í
dag eru sera hugnalig og
kundavinarlig. Teir selja
akkumulatorar til bilar og
bátar, og fáast hesir í yms-
um støddum, eins væl og í
prísum.
Vanligt er, at alt akkumu-
latorvirksemi er tengt at
árstíðini. Og besta árstíðin
at selja er júst nú, tá kavin
og kuldin eru farin at gera
um seg. Tí ein vánaligur
akkumulator kann virka
væl í lýggjum veðri, men
starttrupulleikarnir koma,
so skjótt sum veðrið gerst
kaldari.
Hjá Sp/f Pólar leggja teir
avbera stóran dent á at veita
góða tænastu. Um ein bilur
t.d. hevur starttrupulleikar,
so kanna teir beinanvegin
el-skipanina fyri at vita, um
trupulleikin liggur í løði-
relénum ella generator-
inum, ella um talan er um
ein vánaligan akkumulator.
Tað er vanliga Tór-Egil,
sum kannar brekið og
skiftir akkumulatorin. Og
meðan kundin bíðar, verður
hann boðin inn í hugnaligu
kaffistovuna at bíða og
práta við hini viðskifta-
fólkini ella Margeir sjálvan.
- Okkara vørumerki vil
altíð vera góð tænasta, siga
teir báðir, Margeir og Tór-
Egil M. Ørvarodd frá Sp/f
Pólar.
Battarí- og akkumulatorfyritøkan Pólar:
Góð tænasta er okkara
vørumerki
Brøðurnir Tór-Egil og Margeir Ørvarodd inni í handlinum, Pólar, í Rættará
Mynd: Jens Kristian Vang
Oddvald Ørvarodd, pápi Tór-Egil og Margeir
Ørvarodd, var skræddari, og hetta skelti hekk á
hansara skræddararavirki í Eiriksgøtu
Mynd: Jens Kristian Vang
Tór-Egil Ørvarodd frá Pólar skiftir her til nýggjan Varta akkumulator
Mynd: Jens Kristian Vang
Kolvetni
X = 100,5%
Y= 99%
3/171.pdf
C
M
Y
K
39
38
Føroyar: Føroya Kolvetni P/F · Bryggjubakki 22 · P.O. Box 1098 · FO-110 Tórshavn · Faroe Islands
Tel: +298 320 450 · Fax: +298 320 451
Bretland: Faroe Petroleum plc · 24 Carden Place · Aberdeen · AB10 1UQ
Tel: +44 1224 652 810 (switchboard) · Fax: +44 1224 643 243
e-mail: faroe-petroleum@faroe-petroleum.com · www.faroe-petroleum.com