Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. januar 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

a Lýsingar og sela: Jonhard Hammer Randi Jacobsen Eirikur Lindenskov, Edvard Joensen Emil L. Jacobsen Sveinur Poulsen Jens Kristian Vang Bústaður: Argjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 11820 Telefax. 14720 e-mail: sosialur8 post olivant.fo Oddamenninir í okkara banka! Oddagrein TAÐ er at fegnast um, at vit hava fólk í landinum, sum tora og duga at siga sína meining. Ein av teimum er Birgir Danielsen, sum Sosialurin hevði eina samreðu við mikudagin. Umframt at vera stjóri í Fiskaseluni í mong ár var hann eisini nevndarformaður í Sjóvinnubankanum, so hann var ein av teimum týðandi í samfel- agnum í sjeyti- og åttatiårunum. SOSIALURIN spyr Birgir Danielsen um tað ikki hevði borið til at stýrt búskapinum betur, um vit høvdu havt ein landsbanka í åttatiårunum, tå heimastýrið misti tamarhald á búskapinum. Gamli sjóvinnubankastjórin heldur at ein lands- banki hevði kunnað stýrt búskapinum betur, og hann leggur afturat, at teir vóru ímóti lands- bankanum, tí teir vildu ikki hava politiska valdið inn í bankamar. LÍKT er til, at Birgir Danielsen hevur misskilt okkurt, tí ein landsbanki er ikki forlongdi arm- urin hjá landsstýrinum ella legtinginum, men ein sjålvstødugur stovnur, sum m.a. skal ráð- geva landsmyndugleikunum og stýra gjaldoyra- samskiftinum við umheimin. BANKARNIR søgdu í åttatiårunum, at vit høvdu ikki brúk fyri einum landsbanka, og tiskil floymdu uttanlandslánini inn yvir okkum. Nógv av teim- um vóru forhondslån, sum vórðu sett í føroysku bankarnar, og bankarnir skulu jú vinna pening, so útlán vórðu bjóðað einum og hverjum, líka mikið, hvussu kredittvirðið var. HESUM partinum stýrdu bankarnir! Bankarnir sleppa ikki undan ábyrgdini, at teir vóru med- virkandi til, at privata brúkið vaks ómetaliga nógv, og at húsaprísirnir fóru langt upp um veru- liga virðið. Syndarligu avleiðingarnar kenna vit øll, og hesum kunnu bankarnir ikki renna undan. BIRGIR Danielsen sigur, at Sjóvinnubankin ávaraði landsmyndugleikarnar, men at tað nytt- aði lítið. Hetta er aftur eitt dømi um, at neyðugt var eisini tá við einum sterkum landsbanka, sum nústani nú verður bygdur upp við fólkum við góðum og dyggum buskaparligum førleika. HETTA er sjálvandi bara ein partur av sorgar- leikinum. Ein annar partur er, at vinnuligu fløg- umar vóru alt ov stórar. Kredittmetingarnar - eisini hjá bankanum - vóru órealistiskar. Men bankarnir tóku á seg ábyrgðir fyri privatar kund- ar, sum bankarnir neyvan kláraðu, tá skrædlið kom. Harafturat lótu bankarnir heldur ikki lán til eina jollu uttan landskassaveðhald. Og tað hava vit eisini merkt sviðan av. Men eisini í einum slíkum føri hevði verið brúk fyri eini góðari figgj- ardeild, landsbanka og búskaparráði at meta um iløgur og kredittvirði. Landsmyndugleikarnir gjørdu nógv skeivt, men bankarnir - og odda- menninir - kunnu ikki renna undan åbyrgd! Søsialurin Viðvíkjandi verkfallinum hjá YF Stríðið ímillum YF og skúla- og mentamálastýrið (Eilif Samuelsen), er nú vorið so drúgt og langt, at ongin vón tykist at verða fyri einari loysn í málinum. Jólafrítíðin, sum vanliga er uml. 14 dagar, er blivin til tað sama sum ein summar- frítíð. Runt um í landinum ganga studenta- og HF- skúlanæmingar og stúra fyri framtíðini, hetta eru serliga 3. g'arar og 2. HF'arar. Hvi er stødan so trupul, og hver hevur ábyrgd av hesi stóðu? Næmingaráðsformaður- in í Hoydølum, segði í „Dagur og vika« 22.1.1998, at Eilif Samuelsen hevði alla ábyrgdina av støduni, men er tað nú so einfalt, at øll ábyrgdin bert kann leggjast á landsstýrismann- in? Um hugsað verður um nær YF valdi at fara (fór) í verkfall, so kundi teirra »timing« ikki verið betri, tí hetta var júst rætta tíðin at fara í verkfall, har verkfallið rakti harðast og gjørdist eff- ektivast, fyri YF's viðkom- andi. Hetta er orsøkin til, hvi stødan er so akut og trupul, sum hon er i dag. Upprunaliga so var hetta eitt strid imillum YF og skåla- og mentamålastyrid, men tad tykist mær, sum um stødan er blivin ein onnur. Hetta er blivid til eitt stríð hjá studentaskúlanæming- unum í Føroyum. Vit (sam- an við foreldrum) verða nýttir sum eitt amboð, so- leiðis at YF kann vinna í hesum stríðnum. Vit mugu ikki vera so býtt og naiv, at hugsa, at vit standa til at vinna nakað stórt í hesum stríði. Eg eri ikki ósamdur við YF um, at 28 næmingar í einum flokki er alt ov nógv, sjálvandi eri eg ikki tað, men er tað stríðið, sum upprunaliga var YF's, veru- liga vert húgvuna? Vit mugu vera ansin, at tað ikki verða vit sjálvi, ið gera enda á einum møguleika fyri at fáa prógvið í summar. Eg haldi, at tað er bæði skila- leyst av YF og landstýrinum í hesum málinum, at rena okkum út í eitt 6føri, sum vit ikki hava verið við til at skapt. Tað eru aðrir møgu- leikar fyri at loysa hetta málið, men trupulleikin nú er bert, at hvorki YF ella landsstýrið vilja >tabe an- sigt«. Ein møguleiki hevði verið, at lærarar fóru aftur til verka undir protest, og síðani valdu at taka málið uppaftur til næsta skúlaár, við at nokta at fara til ar- beiðis eftir summarsteðgin, hetta hevði eisini givið møguleikan fyri samráðing- um í summarsteðgin um. Vit mugu hugsa rationelt og síggja hvat tænir okkum best, eg mæli ikki til at verða ósolidariskur mótveg- is umstríddu flokkunum á Kambsdali, men at hesir eisini sýna okkum solidar- itet, soleiðis at vit fáa møgu- leikan at fáa students- og HF-prógvið í summar. Stríðið um 24 ella 28 skal ikki vinnast nú, fyrst og fremst má talan verða um okkara stríð, sum vit hava goldið nógv fyri, at fáa stud- enta- og HF-prógvið. Ábyrgdina hava bæði YF og landsmyndugleikar á skúlagkinum: Snorri Fjalls- bak, sum eftir mínari áskoð- an ikki er rætti maðurin til uppgávuna, tí hesin sýnist at vera alt ov treiskur og hevur hug til at loypa fram av, ein maður, ið ikki er at samráðast við. Petur Peter- sen saman við Eilifi Samu elsen, sum vit gll eru samd um, kundi virka fyri, at stødan ikki gjørdist so trup- ul sum hon nú er - tað er púra greitt. At enda havi eg hug at siga, at ein týdningarmikil trupulleiki í gllum slíkum málum ofta er, tað at føroy- ingar aldrin hava duga at sláka til tess at vinna. Vit kenna tað frá londum rund- an um okkum, men tað verður ikki nýtt í Føroyum, vegna »stoltleika føroying- anna« Kompromispolitikkur sýnist at vera eitt ljótt orð í føroyskum politikki, hetta er nakað ið bæði YF og skúla- og mentamálastýrið saman við Eilifi Samuelsen áttu at hugsa um. Orsøkin til at eg valdi, at skriva hetta er einføld, eg finni meg ikki í at vit les- andi verða nýtt í hsum máli, sum vit verða, og heldur ikki finni eg meg í, at okk- ara framtíð verður sett uppá spæl soleiðis, sum hon verður. Serliga vildi eg heita á 3. g'arar og 2. HF'arar, at umhugsa teirra stóðu við- víkjandi framhaldandi stuð- uli til YF, er ta tað vert, tí vit líða mest í hesum stríðið, og er hetta okkara stríð? Lærararnir hava enn einki mist í hesum máli, og lands- stýrið hevur funnið viðvíkj- andi Ígnarútreiðslum til YF. Tann einasti veruligi taparin í málinum, eru studentar og HF-arar, serliga 3. g og 2. HF, ið mugu leggja alt teirra álit á hinar partarnar í mál- inum, um ein loysn skal fá- ast og soleiðis bjarga húgv- uni. 23.1.1998 Við vón um skjótari loysn 3. g'ari í Hoydglum P.S. Hvat er blivið av stud- entar andanum, ið vit øll kenna frá fyrr av, og er tað veruliga neyðugt, at vit verða leidd av foreldrum okkara? Brandskúla við Air og í Klaksvík - einki er broytt í foroyskum politikki Valár er, tað ferskasta dómi er, at uppsagdi landsstýris- maðurin í sjóvinnumálum avgjørdi, at brandskúli o.a. fyri sjófólk við fiskiskipum og handilsskipum skal liggja í Klaksvík. Hví tað skuldi til Klaksvíkar er ikki so ringt at hugsa sær, tá ið ein veit hvønn flokk fyrr- verandi landsstýrismaður umboðar og hvgr er valdur fyir henda flokk í Norð- oyggjum. Ég haldi at øll vinnan sum hevur við sjófólk at gera er samd um, at brandskúlin við Aír er ein góður skúli, við góðum lærarum. Áir liggur sentralt í landinum og av- síðis frá bygdum øki, so at roykur frá brandskúlanum nervar umráði sum minst. Bygningar til brandskúlan eru har og møguleiki til innivist er eisini tilstaðar, somuleiðis eru møguleikar til útbyggingar eisini við Air. Eisini skulu oljufeløg vera hugaði at stuðla einari útbyugging við Áir við til- fari, soleiðis at útbyggingin blívur so bílig sum gjørligt. Táið man veit, at eitt upp- skot hevur ligið í landsstýr- inum til útbygging av brandskúlanum við Air, so at hesin kann blíva ein mið- depil fyri allari undirvísing av sjóvólki, viðvíkjandi brand-, roykkavara og trygdarskeidum, sum krevj- ast í dag av sjóvinnumynd- ugleikunum og oljuvinnuni er flytingin til Klaksvíkar ikki væl umhugsað. Í Klaksvík kunnu sjófólk taka eitt trygdarskeið, sum sjóvinnumyndugleikarnir krevja, men uttan at taka nakað frá hesum skeiði, so er veruleikin tann, at føroy- ingar sum fara at sigla vid skipum td. úr Hollandi, mugu fara á trygdarskeið í Hollandi. At tað føroyska skeiðið ikki er vidurkent í altjóða høpi kann eg ikki trúgva, tí so er tað »næstan« eingin grund til á fara á skeiðið. Hesin politikkur, við at tær smáu kommunurnar har okkurt virksemi er allatíð- ina skulu verða fyri miss, meðan tær stóru bert skulu hava meir, er harmiligur. Finnleif Guttesen, Tvøroyri kvøld kl. 19-23. Deyvafelag Føroya Skrivstovan í Deyvahúsinum >Effata<, islands- vegur 10 B, er opin mánadag--fríggjadag kl. 9—15. Telefon 17597. Telefax 13609. Teksttelefon, ring 0032 og bið um 16929. Limafundur hvert mána- —— 2" ? Kvinnuhúsið Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvert hóskveld frá kl. 19.00—21.00, inngongd hjá KFUM, Oman Pisuvarða 2, ella á tif. 17200. Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar fré kl. 10.00-16.30. Telefonin, 17200, svarar hvønn dag frå kl. 10.00 fyrrapart til kl. 7.00 å morgni.