Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-24, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. januar 1998síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FE Nr. 15 — 24. JANUAR 1998 Uppskot um loysn av skúla- tíðindablaðið SOS—AMNMMR trætuni fyri tingið í gjar Tordur Niclasen legði vegna Miðflokkin í gjár uppskot fram á ting um eyka- játtan til skúlaverkið, soleiðis at endi kundi fáast á verkfallinum á miðnáms- skúlunum LEo POULSEN Á tingfundinum í gjár legði Tordur Niclasen fram eitt uppskot um eykajáttan til skúlaverkið uppá 450.000 kr. Samstundis varð eisini eitt uppskot um broyting í løgtingslógini um talið á skúlanæmingum í hvgrjum flokki lagt fram. Hetta seinni nevnda uppskotið snýr seg í stutt- um um, at undantaksloyvi til flokkar við fleiri enn 24 næmingum bert kann gev- ast eftir samtykki frá lær- araráðnum. Í viðmerkingunum til fyrr nevnda uppskotið um eyka- játtan sigur Tordur Niclasen í viðmerkingunum: Landsstýrið hevur sum kunnugt hildið fast um, at tveir flokkar á Eysturoyar Studentaskúla og HF-skeiði skulu leggjast saman. Lesarabræv Yrkisfelag Studenta- skúla- og HF-lærara heldur fast um, at talið av næm- ingum í hvgrjum flokki/ bólki ikki skal vera hægri enn 24 og vísir í hesum sambandi á avtalu, ið gjørd varð við Føroya Landsstýri í 1992. Henda ósemja partanna millum hevur nú staðið við í vikur og ført vid sær, at eingin undirvísing hevur verið á avvarðandi skúlum. Næmingarnir eru teir, ið raktir eru meinast av hesi ósemju — og eru vorðnir gíslar í einum máli, sum átti fyri langari tíð síðan at verið loyst. Landsstýrismaðurin í skúlamálum hevur víst á sparingar sum grundgeving fyri, at flokkar verða lagd- irsaman og at 28 næmingar kunnu vera í hverjum. Hesar sparingar, ið lands- stýrismaðurin sipar til, eru longu fleirfaldað funnar við spardum Jlønariitreidslum undir verkfallinum. Kunngerð Landsfelag okkara hevur seinastu dagarnar havt drúgvar fundir, har vit hava havt til viðgerðar mong álvarsmál. Vit hava ásannað, at sum gongdin í samfelag okkara hevur verið hesi seinastu árini innan sam- felagsvidurskifti, ment- unarviðurskifti og fíggj- arvidurskifti kunnu vit ikki annað enn fegnast stórliga um tann fastleika og tað gløggskygni, sum landsins hægstu mynd- ugleikar hava sýnt í við- gerðini av teimum mest týðandi og mest átroðk- andi spurningum og trupulleikum, sum hava verið uppi, og sum hava verið loystir mestsum fyrimyndarliga væl so hvert, teir hava stungið seg upp. Havandi í huga hesi framúrskarandi úrslit, sum longu eru nádd, skal eg heita á hesar somu landsins hægstu mynd- ugleikar um at sýna sama fastleika og dirvi og ikki víkja ein einasta tumma í viðgerðini av trupul- leikum nú eins og fyrr, hvørki innan skúlagátt ella landsstýrisgátt. Tit mugu fram um alt standa saman um ábyrgdina. Latið onnur um smá- ligt putl sum at samrøda at samstarva at samrådast at visa samhuga at visa samanhald Megna tit hetta, so kunnu tit allir rokna við at koma aftur í somu og glóðheitu sessir. Við hávirðing, R. í Holu Landsforseti føroyskra valamanna E.S. Tey mongu, sum taka undir við hesum sannførdu sjónarmiðum okkara, hava høvi til at senda okkum stuðul sín við posti, telduposti ella telefaxi. Drigið verður millum innsendararnar. Vinnari og vinningur verða kunngjørd í Sjónvarpin- um. R. í H. Fíggarligu fortreytirnar eru sostatt til staðar hjá landsstýrismanninum at fingið málið loyst. Men tá ikki rgkist fyri hesum, verður skotið upp at veita eykajáttan til at hald- ast kann fram við umtalaðu tveimum flokkunum — og soleiðis fyribyrgja, at hesir verða lagdir saman. Hvat sparingunum í løn- arútreiðslunum viðvíkur, eigur at verða kannað, hvussu stór sparingin ftøki- liga er á studentaskúlunum og HF-skeiðunum kring landið og hædd tikin fyri hesum undir viðgerðini av málinum. Annars verður víst til við- merkingarnar í lógtingsmáli - um broyting í løgtingslóg um studentaskúlar v.m. og løgtingsmålid um broyting í løgtingslåg um skeið til | hægri fyrireikingarpróvtóku Sum skiltist í tinginum í gjár var góður møguleiki fyri, at hetta málið fór at verða avgreitt um vikuskift- ið — men um ikki, verður 2. viðgerð av málinum helst týsdagin í komandi viku. Tlf. 14281 Brúðar- og brådur- gentukjólar i Í við tilhoyri til leigu : ——m en - Skjót tíðindi - Fesk tíðindi — Føroysk tíðindi '- Um allan heim www.sosialurin.fo zU Tlf. 12222 + SJÓFRAKT | 8 | STRANDFARASKIP LANDSINS: BÚMERKJAKAPPING Í sambandi við nýskipan av almennu fyritøkuni Strandfaraskipum Landsins ætlar leiðslan at gera eitt nýtt búmerki/eyðkennismerki og bjóðar við hesum almenninginum til eina búmerkjakapping ALMENT UM VIRKSEMIÐ * Strandfaraskip Landsins er ein vinnurekandi landsfyritøka * Hevuðsuppgávan hjá fyritøkuni er at lúka landsins tørv á innanlanda fólka- og farmaflutningi BÚMERKIÐ Búmerkið skal onkursvegna avmynda virksemið hjá fyritøkuni, t.e. skipa-, buss- og lastbilrakstur * Navnið STRANDFARASKIP LANDSINS ella styttingin SL kann standa á búmerkinum, men tað er eingin treyt * Búmerkið skal kunna vera í svørt/hvitum, men kann harumframt eisini vera í litum Búmerkið skal kunna brúkast á skjølum og ødrum pappírsverum, búnum, bygningum, skipum, akførum og annars har, eitt frámerki skal setast á Fyri tað uppskotið, ið valt verður sum nýggja búmerkið, verður latin ein virðislen stór kr. 15.000,- Fyritekan skilar sær tó rætt til einki av uppskotunum at velja sum nýtt búmerki * Búmerkið skal teknast á eitt hvítt A4-ark (tygum skulu ikki skriva tygara navn á tekningina) Uppskotini skulu vera innkomin í seinasta lagi 23. februar 1998 STRANDFARASKIP LANDSINS (Búmerkjakapping) Postsmoga 88 FR-110 Tórshavn Skrivið tygara navn og bústað á ein lepa, leggið lepan í ein lítlan bjálva og klistrið hann aftur Leggið tekningina (evt. fleiri) og bjålvan í ein størri bjålva uttan avsendara og sendið hann til: Nærri upplýsingar fáast við at ringja til stjóran Reidar Nónfjall á tlf. nr. 14550 } Í