týsdagur 27. januar 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 16 — 27. JANUAR 1998
K laksvik:
tidindabladid
sostaltun
Seinasti arbeiddagur hjå
Hann er ótrúliga væl dåmdur maður i Klaksvík, Henning
Bøgesvang, prestur. Sunnudagin var Christianskirkjan full
av fólki, sum vildu siga prestahjúnunum farvæl, og ynskja
teimum góðan byrðu í nýggja starvinum í Svóríki
SVEINUR POULSEN
Sunnudagin var seinasti ar-
beiðsdagur hjá Henningi
Bøgesvang, presti i Klaks-
vik
Tad eru nu lidin 21 år og
4 mánaðar síðan hann byrj-
aði í starvinum í Klaksvík,
og nú vildi hann royna okk-
urt nýtt
Henning Bøgesvang hev-
ur verid sera væl dåmdur i
Klaksvík og øllum norð-
oyggjum. Ikki bara ti at
prædikur hansara eru g60-
ar, men eisini ti, at hann
hevur so ótrúliga góð evni
at siga frá. Henning Bøges-
vang dugir nevniliga sum
fáur, at rúnarbinda fólk, tá
hann sigur frá
Hann er skemtingarsam-
ur, tá hann stendur á præd-
ikast6linum, og hann kann
ikki bara sær at taka eina
skemtisøgu við í dagsins
tekst
Nógv segdu farvæl
Christianskirkjan var so at
siga full sunnudagin, og
mett verður, at uml. 900
fólk, á henda hátt nýttu høv-
"ið at siga farvæl og takk fyri
21 góð ár.
Prædikan var merkt av, at
hetta var seinasta guðstæn-
asta hansara í hesum um-
fari. Bøgesvang var týð-
uliga rørdur, og tað var ikki
tað flogið yvir prædiku
hansara, sum tað vanliga er.
Sum nevnt hevur hann
ofta hug til at taka eina stutt-
liga søgu við í prædiku sína.
Sunnudagin segði hann tó,
at tað var ikki altíð, at hesar
søgur vóru so sannar, men
tær vóru stuttligar
Kirkjan hevði eisini gjørt
sítt til, at seta serligan dám
á guðstænastuna. Klaksvík-
ar Hornorkestur spældi inn-
gangin og útgangin, og
KFUM-Kórið s ang ein vak-
ran sang til æru fyri frå-
farandi prestinum
Prestahjúnini hava trivist
væl i Klaksvik. Tad er skill-
igt. Tey takkadu øllum tey
hava samstarvad vid, og
#
takkaðu klaksvíkingum fyri
at hava tikið so væl ímóti
teimum, tá tey komu fyri 21
árum síðani.
Gávu frá kirkjuni
Tá Henning Bøgesvang
var liðugur við prædikuna,
nýtti Niels Pauli Danielsen,
sóknarprestur í Klaksvík
eisini høvid at takka hon-
um fyri tíðina í Klaksvík.
Niels Pauli Danielsen
takkaði fyri samstarvið tey
uml. 18 árini, teir hava
arbeitt saman.
Í sambandi við fráfaring-
arguðstænastuna hevði
kirkjuráðið latið gera eina
gávu til prestahjúnini.
Jósvein Østerø hevði til-
evnað eina standmynd, sum
eisini er ein lampa, úr for-
oyskum gróti, har mynd av
tí sera vøkru altartalvuni er
feld inn i
John Eysturoy handar Leivi Hansen, býráðsformanni í Havn tær uml. 200 undirskriftirnar
sum mótmæla, at Gamla Hospital verður tikið niður
SVEINUR POULSEN
Seinasta fríggjadagin fekk
Leivur Hansen handað
mótmælisskriv og uml. 200
undirskriftir frá fólki, sum
mótmælir, at >Gamla Hos-
pital« verður tikið niður.
Tórshavnar Skipasmiðja
keypti gkið fyri nøkrum
mánaðum síðani, og ætlanin
er, at taka bygningarnar,
sum har standa, niður fyri
at fáa betri pláss.
Hesar ætlanir eru fólk í
grannalagnum hjá Tórs-
havnar Skipasmiðju ikki so
glad fyri, og tí avgjørdu tey,
saman við fólki sum hava
áhuga fyri fornminnum, at
savna inn undirskriftir sum
vóru handaðar Býráðnum
fríggjadagin
Blødini vóru løgd út til
(Mynd: Ålvur Haraldsen)
Motmælisskriv
tilvildarliga vald arbeiðs-
pláss og handlar, og undir-
tøkan á hesum plåssum var
sera góð.
John Eysturoy, sum er ein
av sugtakarunum, segði við
við Leiv Hansen, býráðs-
formann, at tiltakið visti, at
tað var møguligt at savna
inn nógv fleiri undirskriftir
enn tær 200, sum vóru kom-
nar, bert eftir einum degi
Bogesvang
Sunnudagin hevði Henning Bøgesvang fráfaringarprædiku í Christianskijuni í Klaksvík
og nógv fólk nýttu høvi til at siga honum og konuni farvæl
(Mynd: Jan Miller)
Sjúklingar sjálvir gjalda
Tann 1. januar í ár kom nýggj kunngerð í gildi, um stuðul til heilivág
eftir fólka-, avlamis- og fólkapensiónslógini. Kunngerðin hevur m. a.
við sær, at sjúklingar nú skulu gjalda millum 800 og 2.400 krónur
sjálvi, fyri tann heilivág tey hava fyri neyðini
SVEINUR POULSEN
Tann 1. januar 1998 kom
í gildi nýggj kunngerð um
stuðul tíl heilivág eftir
forsorgarlógini, fólka- og
avlamispensiónslógunum.
Kunngerðin ásetur eftir
hvørjum treytum sjúk-
lingar kunnu fåa endur-
goldið útreiðslur fyri
heilivág.
Tað sum tó hevur vakt
størstan ans er, at sjúk-
lingarnir nå sjålvir skulu
rinda part av útreiðslun-
um.
Steinbjørn i Lamba-
num, formaður í Diabetis-
felag Føroya sigur, at
hann heldur tað verða løg-
ið, at landsins myndug-
leikar nú leggja hesa
byrðu omaná herðarnar á
m. a. diabetíkarum.
— Landsstýrið arbeiddi
vid ætlanum um at spara
á pensiónsgkinum, við at
minka um fólkapensión-
ina hjá summum pensión-
istum, Tann ætlanin fór í
vaskið, og tí fyrikemur
tað mær, at onkur annar
skal bøta fyri tað
Steinbjørn í Lambanum
sigur, at tað eru uml. 1.000
diabetikarar í Føroyum, og
skulu teir gjalda 1.600 krón-
ur um árið, so sparir lands-
kassin 1,6 millión krónur
um árið bara við diabetik-
arunum.
Steinbjørn í Lambanum
heldur at øll skulu gjalda
fyri niðurgongdina í sam-
felagnum, men hann held-
ur, at tað er skeivt at leggja
hesa eyka byrðu á sjúkling-
arnar.
— Diabetikarar brúka eitt
ótal av sproytum og taka
nógvar blóðroyndir. Nú
skulu teir so eisini gjalda
egingjald fyri tann heiluvág
teir brúka. Í løndunum
rundan um okkum fara tey
hinvegin. Har royna ley, at
bóta um vidurskiftini hjá
sjúklingunum.
— Tað fyrikemur mær, at
kunngerðin er ógreið. Í
grein 3 stendur, at stuðul
bert kann veitast til útreiðs
lur, ið ikki verða rindaðar
av sjúkrakassa ella aðrari
trygging
— Hetta ørkymlar meg eitt
sindur, ti eg trúði, at heili-
vágurin vit brúka, partvíst
varð rindaður av sjúkra-
kassanum. Tí skuldi okk-
ara egingjald verði av tí
partinum sum sjúkrakass-
in ikki rindar, men hetta
kann eg ikki fáa greiðu á.
Steinbjørn í Lambanum
sigur, at tað serliga eru
tvey punkt, sum hava
vakt hansara misnøgd
— Tað er serliga fram-
ferðarhátturin og so tað,
at teir ikki kunnu greiða
okkum frá, hver tað er
sum betalur heiluvág
okkara.
— Eg havi tosað við um-
sitingina, men eg fái ikki
eitt nøktandi svar.
Steinbjørn í Lambanum
sigur, at feløgini mugu ar-
beiða saman um hetta
málið.
— Tað nyttar onki, at eitt
nú Diabetisfelag einsa-
malt fer at arbeida vid
målinum. Feløgini mugu
arbeida saman fyri at fåa
myndugleikarnar at
broyta stødu i målinum