mikudagur 28. januar 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Internet: www.sosialurin.fo
Lýsingar og sola:
Jonhard Hammer
| Blaðfólk: Edvard Joensen
| Áki Bertholdsen, Emil L. Jacobsen
Eirikur Lindenskov, Sveinur Poulsen
D Joensen,
Eyðun Klakkstein, Ljósmyndari:
Jens Kristian Vang
et, uppseling og prent: Telefon: 11820
RÆ urin Telefax. 14720
etern ur 26, Argjum e-mail:
Postadr- þa ti 76, sosialur & post olivant.fo
110 Tórshavn
Stóri „næsadagur“
Oddagrein
DAGURIN í gjár hevur fingið heitið „Stóri
næsadagur“. Tað er danska blaðið Jyllands-
posten, sum hevur funnið hetta heitið til
n, tå alt bankamálið varð til viðgerar á
dagin. tá
Í SKRIVANDI løtu vita vit ikki, hvor niður-
stødan varð av hesum drúgva orðaskifti, men
eftir tí vit hava skilt, so fór stjórin at blíva
sitandi. Studulsflokkar hennara høvdu valt
at geva henni eina stóra nes heldur enn at
tvinga hana frá við tí úrsitið, at ein borgarlig
stjórn hevði tikið við.
SAMBART tí sum tíðindafólkini hjá Útvarpi
Føroya vistu á middegi í gjár, so eru flokkar-
nir samdir um, at stjórnin skal taka upp
samráðingar vid føroyingar um eitt nú leik-
lutin hjá Den Danske Bank við tí fyri eyga at
kanna møguleikan fyri sakarmáli ella at
krevja eitt endurgjald. Eisini skal ein loysn
finnast á endurgjaldi frá statinum tætt knýtt
at spurninginum um skuld Foroya til danska
statskassan.
SPURNINGURIN er so, hvat foroyskir polit-
ikarar kunnu semjast um. Fara vit at seta krov
sum líkjast tí, ið løgmadur hevur víst á í
donsku pressuni ella verður tað ein heilt
onnur loysn! Vit vóna ikki, at danska orða-
skiftið fær tær fylgjur, at málið missir áhuga
og at loysnin ver hr hareftir. Moguleiki er
fyri, at luftin fer úr ballónini, og at tað í síðsta
enda verða vit foroyingar, sum aftur sita við
svartaperi.
TAÐ stendur greitt, at foroyingar eru vornir
snýttir. At leiðandi javnaðarmenn í Danmark
haraftrat hava valt at villeiða ella ikki at in-
formera tåverandi javnadarløgmann, Maritu
Petersen er ótilgeviligt. Slíkt átti ikki at kunn-
að komið fyri millum bróðurflokkar, ið leggja
so stóran dent á júst eitt ærligt og rættvíst
samstarv tvortur um landamark. Í hesum
máli kunnu vit so endurtaka, at táverandi
løgmadur Marita Petersen hevur vist seg at
takla sín leiklut sera væl við sakligum og
skilagóðum argumentum. Her er ikki minst
sera hepna hond hennara í donsku sjón-
varpssendingini herfyri.
TA hetta er sagt, eiga vit ikki at gloyma, at vit
eiga sjálvi hevuðsábyrgdina av tí kreppu,
sum tók seg upp í 80-unum. Og tí eiga vit
ikki at yvirspæla okkara leiklut og seta døn-
um órealistisk og órímulig krov. Vit eiga at
halda høvdiø kalt og við skili og sakligheit at
krevja endurreisn av dønum fyri tað, sum
teir hava gjørt móti okkum við óhepnari
hond og einum ringum vilja. Men tað er
ómetaliga týdningarmikið, at málið ikki bara
endar í hondunum á løgmanni, tí hetta er
eitt mál fyri allar flokkar - uttan undantak.
Ti skal tað vera vón okkara, at løgmadur, tå
farið verður til Danmarkar at samráðast um
eina framtíðar skuldarloysn, tekur umboð
fyri allar flokkar við.
Sosialurin
Minningarorð um
ohan F. Djurhuus,
skrivstovustjóra
f. 21. jan. 1918 d. 13. jan. 1998
Tann 13. januar andaðist Johan Djurhuus, fyrrverandi
skrivstovustjóri á Landsskrivstovuni.
Johan Djurhuus hoyrdi til tað ættarliðið av vælút-
búnum føroyingum, ið kom heim aftur eftir annan
heimsbardaga. Meðan teir flestu valdu beinleiðis at
fara uppí politikk, valdu aðrir embætisleiðina, millum
teirra var Johan Djurhuus.
Meira enn nakar annar kom hann at mynda ta ungu
heimastýrisumsitingina, ið varð sett á stovn, eftir at
heimastýrislógin var komin í gildi í 1948. Hetta merkti
ikki, at Johan ikki hevði politiskan áhuga. Hann var
av stinnum sambandsbergi brotin, men hann lat ong-
antíð sína politisku áskoðan ávirka sínar málsviðgerðir
ella stødutakan í dagligu leiðsluni av fyrisitingini
Johan Djurhuus var elsti sonur Kristian Djurhuus,
sýslumann og løgmann fyri Sambandsflokkin í tvey
valskeið, og Margrethu F. Nielsen úr Heiðunum, frá
teimum fekk hann í vøggugåvu góð evni og nógvar
gávur. Hann var giftur við Esther Djurhuus, tannlækna,
ið er dóttur Knút Lutzen og Metu f. Laursen.
Hann vaks upp á Tvøroyri, har faðirin var sýslu-
maður. Í 1937 tók hann eins og nógvir tvøråmenn
studentsprógv á Rungsted Statsskole. Eftir hetta fór
hann at lesa løgfrødi vid lærda háskúlan í Keypmanna-
havn og kom at verða verandi í Danmark øll krigsårini,
og tað setti sín dám á hann.
Eftir lokið prógv arbeiddi hann í danska fíggjar-
málaráðnum, til hann í 1947 kom til Føroya at starvast
hjá Vinnulánsgrunninum, ein almennur grunnur, ið
fíggjaði endurnýggjan av fiskiskipaflotanum. Tá heim-
astýrið varð sett á stovn í 1948 yvirtók tað nýggja
útinnandi valdið, landsstýrið, umsitingina hjá løgting-
inum, og skrivstovustjóri løgtingsins, Edward Mitens,
cand. jur. gjørdist fyrsti stjóri fyri nýggju fyrisitingina.
Tá Mitens árið eftir fór frá vegna aldur, gjørdist Johan
Djurhuus skrivstovustjóri. Hetta embætið útinnti hann
åbyrgdarfult og samvitskufult til hann legði frå sær á
heysti 1987. Hann var tá 69 ára gamal og hevði tá
tænt tí almenna í Føroyum í fýrati ár.
Løgmonnum, landsstýrismonnum og løgtingsmonn-
um var Johan Djurhuus cin dyggur stuðul og ein hollur
ráðgevi. Hann hevði eina vinnandi medferð, var vin-
sælur og fyrikomandi, samstundis sum hann dugdi at
halda tann avstand, sum er neyðugur, um eitt embæt-
isverk skal kunna virka undir skiftandi landsstýrum.
Hann dugdi serstakliga væl at seta virðing um em-
bætið og landsfyrisitingina. Hann visti ødrum virðing
og var sjálvur høgt virdur sum menniskja og sum
embætismaður. Til almennar vitjanir var hann hin
sakkøni í protokolspurningum, hjá honum lá tað líka-
sum í blóðinum. Eisini til samráðingar uttanlands var
hann tann sakligi og sáttligi embætismaðurin, og tann
gløggi analytikarin, ið einhver politisk sendinevnd
tørvar í torførum samrådingum yvirfyri métpørtum
við drúgvum altjóða royndum í samrådingarkynstri.
Tað var júst undir slíkum umstødum, at royndir, gløgg-
skygni og løgfrødiligu førleikar Johan Djurhuusar
komu til sín rætt og gjørdu sítt gagn.
Tað nívdi hann, tá politikkarar ikki vildu geva fyri-
sitingini tær umstødur, ið skuldu til fyri at kunna fylgja
við í tí skjótt vaksandi samfelagsmenningini. Hann
visti sum var, at ein vælvirkandi fyrisiting var fortreytin
fyri politisku skipanini og rættarsamfelagnum.
Johan Djurhuus hevði eitt fjølbroytt arbeidsøki.
Hann var sjúkrahússtjóri til 1978, limur í donsk-
føroysku nevndini viðvíkjandi almannalóggávuni
1959-87, løgfrødiligur ráðgevi hjá barnaverndunum
1960-84, formadur i nevndini fyri Hotel Torshavn
1978-86, limur í styrinum fyri jardfrødiligu rannsókn-
irnar hjá Danmarks Geologiske Undersøgelser í Før-
oyum frá 1979, formaðurfyri Jólamerkjagrunnin 1980-
87, formaður í styrinum fyri Skúlan á Trødni og ritstjóri
á Lógbók fyri Føroyar frá 1988. Johan Djurhuus var
eisini aðalskrivari hjá Fróðskaparsetri Føroya 1965-
74 og limur í setursráðnum 1974-84. Fróðskaparsetrið
var eitt av hjartamálum Johan Djurhuusar. Vit minnast
í tøkk hann sum ein av undangonumonnunum, ið løgdu
lunnar undir ein føroyskan lærdan háskúla, Fróðskap-
arsetur Føroya
Tá Johan Djurhuus legði frå sær, kundi hann líta
aftur á eitt langt og hendingarikt lív. Hann hevði tå
staðið á odda fyri uppbyggingini av heimastýrinum,
hevði lagt lunnar undir almennu umsitingina, har hann
legði dent á góða málsviðgerð og holla ráðgeving av
politikkarunum.
Johan Djurhuus hevði stóran tokka til gomlu Havn-
ina, har hann hevði sínar røtur. Tað er ikki minst honum
at takka, at tað eydnaðist at varðveita gamla umhvørvid
í Tinganesi. Hann var frá fyrsta degi talsmaður fyri, at
tað almenna skuldi ogna sær ognirnar í Tinganesi, tí
hann sá virðini í gomlu pakkhúsunum hjá Kgl Eina-
handlinum. Hann kendi søguna hjá gomlu Havnini,
og tað var ein sonn frægd at hoyra hann greiða frá
umhvørvinum úti á Reyni og Tinganesi.
Til myndina av tí gløgga embætismanninum hoyrir
eisini, at Johan var hugnaligur í vertskapi. Hann hevði
ein fínan humor og dugdi sum nógvir av hansara
ættarmonnum væl at siga frá.
Johan Djurhuus er nú farin, og tað er av álvara farið
at tynnast í tí liði av embætismonnum, ið bygdu upp
okkara fyrstu almennu fyrisiting. Hann verður sakn-
aður av teimum, sum hann í sinum fjølbroytta livsyrki
kom í samband við. Størstu er saknurin hjá konuni
Esther, børnum og abbabørnum, og tankar okkara leita
í samkenslu til teirra, nú vit minnast og lýsa frið yvir
háttvirda Johan Djurhuus.
Edmund Joensen, løgmadur
|
|