Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-29, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. januar 1998síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

MÁLTEIGURIN tíðindablaðið Sesialyin Kvóða til Málteigin við hugleiðingum um fóroyskt mál og stóðu tess Omma mín, sum var sera vitug, plagdi onkuntíð at siga við okkum óvitar, at ein ongantíð skuldi rósa sær sjálvum. Hini skuldu rósa tær. Minnist aftur á farnu óvitaárini, tá tú sum piltur plagdi at spæla saman við javnaldrar tínar, hvussu omma eygleiddi okkum, meðan vit spældu úti. Ongantíð legði hon lag í at leggja seg uppí, ella hevdist at okkum tá vit sum óvitar spældu saman, ella tá vit deildust. Tá eg einsa- mallur plagdi at fara út at vitja ommu, kundi hon finna uppá at rætta meg, um okkurt orð kom skeivt fyri. Og eg hevði fulla virðing fyri tí, hon segði. Men altíð fyrst læt hon meg tosa meg lidna. Tá eg so var liðugur, tástani kom hon við sínum svari. >Tí soleiðis søgdu tey gomlu« plagdi hon játtandi at siga. Tú lýddi á trúgvur sum trellið, meðan tú sat undir tí, sum tey gomlu søgdu. Tók ímóti og játtaði! Meg minnist serliga, hvussu góður málburður hennar var, sum hon hevði arvað frá ættarbondum sínum í Skála- vík. Og hon tosaði sítt egna bygdamál. Og øll tey góðu og hollu ráð, eg fekk frá ommu, havi eg lagt mær væl í geyma. Tá ið eg gekk at lesa hjá ommu, minnist eg, at hon altíð segði K og H (sagt ká og há, men ongantíð segði hon ká og há). Hon varðveitti bygdaframburðin. Sum nevnt, eitt av hesum góðu ráðum var, at eingin skuldi rósa sær sjálvum. Men nú eg hugsi um tað, sum omma mín fortaldi mær, havi eg nú hug til at veita ødrum rós. Tankar mínir fara beina kós flúgvandi út á blaðhúsið, Tíðindablaðið Sosialin, har blaðið ótroyttiliga hevur verið so beinasamt at latið prentað Málteigin, sum framvegis er ein fastur táttur í blaðn- um. Og tað eri eg sera takksamur fyri! Målspurningar yvirhøvur, sum staðið hava á prenti í Sosialinum hava verið mær sum lesara at miklum gagni. Og tað eigur blaðið uppiborið rós og størstu tøkkini fyri. Og eg ivist onga løtu í, hvussu mangan hentur og hollur í ráðum Málteigurin eisini hevur verið og er ímóti gðrum lesarum. Og trúliga kunnu vit fegnast um at blaðið kemur út heilar fimm ferðir um vikuna. Men uttan dugnaliga starvsfólkaleiðslu, ivist eg onga létu, at blaðnum hevði verið lív lagað. Tí kunnu øll vera púra samd við meg um. Takkað veri eisini øllum teimum, sum trúliga vitja blaðið og skriva til Málteigin samstundis sum tey eru við til at gera teigin áhugaverdan. Svenningi Tausen, málmanni, veiti eg mína bestu tøkk, sum varisliga og hegnisliga, við síni kønu hond, skrivaði tá í blaðið. Honum hava vit avbera nógv at takka fyri! Evnini í Málteiginum hava sum heild altíð verið sera áhugaverð at lisið. Men eg haldi tað eisini ræður um at finna eitt lætt og gott tema at kjakast um, sum viðkoma øllum, og sum ikki skal forða fyri at gera tað áhugavert hjá lesarum at taka lut í gerandisspurn- ingum. Men tó er tað eisini umrådandi, at høvundurin ella greinskrivarin eigur at duga at gera evnid áhuga- vert og avmarkandi fyri lesaran. Ein spurningur kundi verið at kanna eftir, hvussu nógv lesa Málteigin. Um hetta varð gjørt, kundi ein åvisur statistikkur verið gjørdur. Spurnarblød kundi verið send út til t.d. miðnámsskúlarnar, um hvussu nógv lesa Málteigin? Hvat kundi verið ødrvisi og so framvegis? Ella hvat næmingar halda um tað føroyska málið í fjølmidlun- um og lýsingum annars? Flestu lesarar, sum eg havi skift orð við, sakna t.d. fyribrigdi í gomlu bygdamálunum, serliga framburð- inum i føroyskum máli soleiðis sum tað varð tosað upp gjøgnum tíðirnar. Hetta kundi verið ein spurn- ingur um td., hvussu målstødan er í dag í okkara grannalondum sammett við okkara nútáðarmál? Aðrir hava eisini gjørt vart við seg í fjølmidlunum, at orð- ingin í sjónvarpslýsingum tørvar åbøtur. Tó haldi eg tað vera umráðandi at royna at gera evnið einfalt hjá tí, sum lesur. Bara um. t.d. dentur varð lagdur á målfrødiligu greiningina í føroyskum máli, vænti eg, at evnið hevði verið ov turrisligt og torgreitt hjá lesarum, sum kanska einans hevði ør- kymlað. Men flestu lesarum dáma væl at fáa kunn- leika og innlit í mállæruna, sum er ein veikleiki hjá nógvum. Men heldur eigur at fara varisliga fram og avmarka evnið, so at tað verður so lætt sum gjørligt at skilja hjá tí, sum hevur áhugað at lesa Málteigin. Fjølmiðlarnir eiga ein týðandi leiklut, tí teir eru alla tíðina við til at ávirka málið nógv, ti krevur tað at standa saman og vera góður við okkara móðurmál. Fólk, sum hava kenslu av at vera góð við sítt egna bygdamål, eiga ikk: at firnast egna framburðin í term- um ymsu bygdaplássunum. Og týdningarmikið og mennandi fyri málið er, at framburðurin verður varð- veittur. Føroyskt mál er ríkt og mong eru góðu orðini komin av eldstaðnum, sum komandi ættarlið er ókennandi við. Vit eru bara ov smæðin til at nýta henda ríka, ómissandi arv, har orðfeingið í máli okkara ikki trýtur. Í nútíðarmáli okkara í dag ávirkar málsliga rákið uttanlands okkum sera nógv, har yðjanin av tøknilig- um, ósmædnum orðum frá ókendum boripallum floyma inn yvir land okkara. Hóast vit ikki eiga før- oysk orð og hugtøk at seta í staðin, er at vónað og væntað, at okkara politikarar fíggjarliga veita stuðul til orðabókaarbeiðið. Tørvurin er stórur. Sum eitt hug- skot mæli eg til, at ein orðabókabókastovnur verður settur á stovn, t.d. á Føroyamålsdeildini. Hetta hevði so kunnað gjørt tað møguligt hjá okkara kæru mål- frødingum - við hjálp frá málkgnum fólki - at farið til verka. Men politikarar mega geva sær far um at nógvur peningur skal til samstundis sum at fleiri fólk eiga at verða sett til at taka sær av orðabókaarbeið- inum. Hølistrupulleikar eru á Føroyamålsdei í dag, so neyðugt er við einari útbygging. Men tey, sum fáast við orðabókaarbeiðið á Føroyamålsdeildini eiga eisini at gera vart við hesi viðurskifti. Ábyrgdina eiga øll, sum eru góð við málið. og tí kunnu vit ikki látast um vón. Nevnast kann, at vit sleppa ikki inn í franskt mål, týskt mál, spanskt mál, ítalskt mál og so fr. Dentur eigur eisini at verða lagdur á eitt spesialis- erað orðabókaarbeiðið t.e., at vit fáa tekniskar orða- bøkur av slíkum slag, sum gagna teimum, sum starv- ast í oljuvinnuni. T.d. táttu vit eisini at havt ordabøkur innan læknafrødi, løgfrødi, sålarfrødi og tónleik og so fr. Vit mega bert ásanna, at fremmandi orð eiga at fáa føroyskan búna. Lat hetta verða gjørt í sátt og semju. Latið okkum tosað okkum til sættis, so at tað í roynd og veru spyrst nakað skilagott burturúr. Ver treiskur og bjartskygdur, men ongantíð falla í fátt! Vit eiga tí at semjast betur, og ikki fara at stríðast og togast hver ímóti ødruym sum við málinum um Kirkjubø- mårin, sum nú er komið undan kjararvørrinum, har menn eru ósamdir um, hvat hvør eigur hvat. Tørvurin er mikil. Tað er ikki dagur, at tú ikki kagar igjøgnum blødini og sær eina villu fyri og aðra eftir. At ávirkanin er stór uttanlands, er einki at taka seg afturúr. Fróðskaparsetrið eigur stóra tøkk fyri at hava skipað fyri almennum málskeiðum, bæði í enskum, íslendsk- um og í føroyskum máli. Teirra partur liggur ikki eftir. At ein fjølmiðlaskúli hevði verið settur á stovn í Havn hevði verið mítt besta uppskot. Tað hevði bøtt mikið um málvansarnar og verið fjølmiðlafólki at miklum gagni. At tríva í málreglurnar av og á er altíð ein góður tanki.Orðafar ger tað ótroyttiliga! Vóru ongar mál- reglur evnaðar, hevði tað verið sum við bilferðsluni á Aarvegnum, at skjótur ruðuleiki hevði valdað. Men tað hevði heldur ikki borið til við framtíðini í huga. Tá vænti eg, at onkur skjótt hevdi verið varugur við, at ikki alt hevði verið í lagi. Haldi annars - nú so nógv er at tríva í - at Mál- hornið, sum stendur í Viðskeranum í Dimmalætting, sum skilamaðurin, Tórður Jóansson, leggur til rættis, er ein sera áhugaverdur teigur at lesa. Málið er lætt, og evnið er áhugavert. Men hóast innihaldið í Mál- horninum leitar meir aftur til målrøturnar, ella sum søguligt baksýnið, har vanligi leær borið fram síni sjónarmið, er harafturímóti Málteigurin meir dem- okratiska skipaður, tí lesarin fær høvi at koma við sínum málspurningum har. Men dentur eigur eisini at verða lagður á aktuellar málspurningar. At enda fari eg at ynskja Sosialinum tillukku og góða eydnu við blaðnum, sum nú eisini er á Internet- inum. Hetta er eitt frálíkt tiltak. Hetta er eitt bragd, tit hava gjørt. Tað sigur okkum ikki so lítið um, at tit á Sosialinum enn eina ferð hava prógvað, hóast vána- ligar tíðir, at tað sanniliga ber til at gera blaðið til eitt gott og uppaftur betri blað til brúkararnar. Hóast útviklingurin í dag er bara so heilt ótrúligur, at ein næstan iki megnar at fylgja við, so ivist eg onga løtu í, at lesarin fer at taka væl undir við hesum frálíka alternativi. Tað verður lættari at koma í samband við blaðið igjøgnum Internetið. Hóast mær persónliga dámar væl betur at fáa blaðið í hondina, enn at lesa Málteigin á Internetinum, ivist eg onga løtu í, at Internetið verður framtíðin. Lesarin hevur møguleika beinleiðis gjøgnum telduna at skriva til Málteigin. Og sjálvandi kanst tú eisini lesa Málteigin á Inter- netinum. R. Nr. 18 — 29. JANUAR 1998 SÁ Tiltøk Í am Meinigheitshúsið í Havn Missiónsvikan 98 heldur fram í kvøld kl. 20 við ser- støkum ungdómskveldið við Bergur D. Joensen. Bólkurin I Am syngur. Dram. Fríggjadagin talar Niels J. Nielsen. Manskórið syngur. Samkoman Immanuel Friggjakvøldid kl. 21: Ung- dómsfundur. 12 ár og eldri eru vælkomin. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 17 meti og sunnudagsskúli. Biðið verður fyri sjúkum. Øll eru vælkomin. Frelsunarherurin, Tórshavn í kvøld kl. 20: Heimafor- bundið. Allar kvinnur kunnu vera við. Hoyvíkar skúli Sunnudag kl. 14.00: Sunnu- dagsskúli. Sunnukvøldid kl. 18.00: Møti vid Torbjørn & Co. Oasan Bønarmøti verdur måna- kvøldid kl. 20.00, lovsangs- og bønarmøti. Øll eru væl- komin. KFUM & KFUK Friggjakvøldid 30. jan verður opið hús í KFUM. Børn undir 13 ár kl. 19-21. Ung yvir 13 ár kl. 19-01. Eldrasamkoma verður mánadagin kl. 15 í KFUK v/ Suna Joensen. Evni: Frá- sagnir. 4. grein (eldri KFUK skótar) koma saman í KFUK månakvøldid kl. 19.30. Øll eru vælkomin til okk- ara tiltøk og fundir. Frå Livsins Orå Møti verdur mikukvøldid kl. 20. Barnamøtid leygar- dagin kl. 17. Møti sunnu- morgunin kl. 10.30. Keldan í Skálafirði Friggjakvøldid kl. 21: Bøn og breyðbróting. Leygarkvøldid kl. 21: Opið hús v/ Helga Abra- hamsen. Sunnudagin kl. 17: Møti v/ fríum vitnisburðum. Sunnudagin ki. 17: Barnamøti. Norðoya Vistarheim Niels Pauli Danielsen hevur gudstænastu á Norðoya Vistarheimi h6skvøldid 29. januar kl. 19.30. Hvalvikar Missiónshús Missiónsvíkan heldur fram í kveld kl. 20. Hassi Jo- hannesen og Hansina Jo-' hannesen syngja og enda. Øl eru hjartaliga væl- komin. Missiónshúsið á Tveroyri Vikuskiftisfundir = verða fríggja- og leygarkvøldid kl. 20 v/ Niklas Mikkelsen og Petur Jacobsen. Sunnudagin kl. 14 verð- ur sunnudagsskúli. Sunnu- kveldið kl. 18 verður meti v/ Niklas Mikkelsen og Pet- ur Jacobsen. Samkoman Sion, Vágur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar å 73771. Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvert tyskvøld og hvørt hóskvgld kl. 21 í Térsgøtu 5 (inn- gongd vestanfyri). Losjan í Havn Fríggjadagin kl. 15 hittast tilkomin og eldri til hugna. Santa Jørunds Gildi, Tórshavn Gildisfundur verður mána- kveldið 2. febr. kl. 19.30. FR caféin a in FA Klaksvík Hóskveldið 29. jan. verður filippinskt kveld. Borðreitt verður við filippinskum dógurða, myndir frá Filipp- inunum verða vístar og greitt verður frá landinum. Á skránni verður eisini filippinskur tónleikur og framsýndir verða lutir úr oyggjunum. Opið verður frå kl. 19.30. Tiltakið kostar 40 kr, sum umfatar bæði døgurdan og kaffi/te. Øll eru hjartaliga væl- komin. Amnesty Interntiona! Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30—12.30 Hósdag kl 8.30—16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin måna- dag til hósdag frå kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf foGpost.olivant.fo Javni N. Finsensgøta 32 Skrivstovan er opin: Mikudag kl. 14—16, hósdag kl. 14-17 og friggjadag kl.14—16. Tilhaldid er opid 1. friggja- dag í hvørjum mánaði kl.14.30—16.30. Epileptikarafelag Føroya i Postadr.: MBF-húsið, Ís- landsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovu- tíð, men samband við felag- ið fæst á tlf. 13978, Rand- fríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. SU 3333 Í i