týsdagur 2. desember 2003síða 33
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 229 - 2. desember 2003
Nr. 229 - 2. desember 2003
9
Oljuspælið Xplore,
sum er uppfunnið og
ment í Føroyum tyk-
ist at fáa góða undir-
tøku heima sum burt-
uri. Í løtuni verður
roynt at marknaðar-
føra spælið og hava
feløg og myndugleik-
ar víst tí áhuga
OLJULEITING Á
TELDU
Jan Müller
Føroyingar, sum fara á olju-
messur í útlandinum, hava
nógvar ymsar uppgávur at
røkja. Ein teirra, sum hevur
roynt at fylgja við gongdini
í oljuvinnuni og tí oftani
hevur verið at síggja mill-
um føroyingarnar á olju-
messunum í Stavanger og
Aberdeen, er Ólavur Ellef-
sen. Sjálvur hevur hann
leingi arbeitt innan hátøkni
og telduheimin. Hesaferð
var Ólavur fyri seg sjálvan
á oljumessuni í Aberdeen.
Ørindini vóru heldur sjáld-
som og somuleiðis eindømi
fyri føroying í hesi vinnuni.
- Eg eri her fyri meg
sjálvan og tað eg royni at
selja, eru skeið innan olju-
vinnuna. Tað hevur sam-
band við telduspælið Xp-
lore, sum varð gjørt í fjør til
føroysku miðnámsskúlar-
nar. Endamálið við hesum
spælinum er at geva fólki
og her ikki minst teimum,
sum eru undir útbúgving
ella arbeiða í vinnuni, eina
fatan av, hvat oljuleiting er
fyri nakað. Tá tú hevur
luttikið í Xplore í ein dag
ella eina viku hevur tú eina
betri fatan av, hvat oljuleit-
ing er fyri nakað.
Spælið er gjørt sum ein
kapping. Teir
dagarnar
oljumessan vardi vóru tað
22 lesandi frá heimsins
størsta oljufelag "Saudi
Aramco", sum vóru ígjøg-
num skeiðið í tríggjar dag-
ar. Hetta varð gjørt í sam-
arbeiði við Robert Gordon
University. Teir vórðu býttir
upp í sjey lið, tvs. sjey olju-
feløg, sum so kappaðust
móti hvørjum øðrum. Teir
vórðu sendir út til eitt nýtt
øki, eitt lítil oyggjasamfe-
lag, sum líkist Føroyum,
har oljuvinnan byrjar. Tað
fyrsta teir skuldu gera er at
kanna, hvussu jarðfrøðin
sær út. Tað næsta er at
bjóða uppá leitiloyvi. Seis-
mikkur verður so brúktur at
finna út av, hvat sær mest
lovandi út. Teir fáa so leiti-
lovyi og verða so tvingaðir
til at fara í partnaraskap við
hvør annan. Eftir tað skulu
teir so velja, hvar best er at
bora og hvønn boripall og
tænastur man skal brúka
tvs. útgerðarhavn, flogfelag
osfr. Har eru nógvir veitar-
ar at velja millum til ymisk-
an prís og førleika. Nøkur
feløg finna so olju og onnur
einki. Tey, sum finna,
kunnu so fara víðari og
gera avmarkingarbrunnar.
Tað man lærir mest av tí er
hugtakið aftanfyri, nær ein
brunnur er rakstrarverdug-
ur. Tvs. á djúpum vatni ella
á grunnum vatni.
Ólavur Ellefsen sigur, at
kjarnin í hesum er, at tey,
sum luttaka læra sera nógv
samtíðis sum tað er spenn-
andi og áhugavert. Tað snýr
seg nógv um at fáa sær eina
vitan, sum skal vera við til
at taka týðandi avgerðir.
Nógvir spennandi spurn-
ingar stinga seg upp. T.d.
nær loysir tað seg at fara
eftir nøkrum. Skulu tað
borast tríggir brunnar ella
hvussu?
Sjálvur viðgongur Ólavur
Ellefsen, at tað kann tykjast
eitt sindur løgið, at ein før-
oyingur, sum ongar royndir
hevur í oljuvinnu, skal
kunna undirvísa fólki frá
Saudiarabia, sum er tað
landið, sum hevur funnið
mest olju í heiminum, at
leita eftir olju.
Skeiðið í Aberdeen var
ein partur av summarskúla í
sjey vikur, sum Robert
Gordon hevði boðið teim-
um 22 lesandi, og har ein
vika so fór til Xplore. Teir
vóru ótrúliga spentir, og
tað var eisini tann vikan,
sum hevði størsta áhugan.
Ólavur Ellfesen hevur
síðani oljuráðstevnuna ar-
beitt víðari við at marknað-
arføra Xplore-útbúgvingar-
spælið og herfyri eydnaðist
tað honum at fáa fleiri lær-
arar úr øðrum londum til
Føroyar at verða kunnaðir
um alla skipanina.
Spennandi kapping
Xplore kappingin millum
miðnámsskúlanæmingar,
sum eydnaðist sera væl í
2002, varð so fyriskipað
aftur fyri 10 døgum síðani.
Størsta broytingin í mun
til í fjør varð, at kappingin
einans vardi tríggir (heilar)
dagar, og at byrjað varð
heilt av nýggjum hvønn
morgun. Í fjør vardi tiltakið
tvær vikur.
Endamálið er eins og í
fjør at geva luttakarunum
eina grundleggjandi fatan
av oljuleiting.
Sjálv kappingin byrjaði
mánadagin 10. november
og endaði mikudagin 12.
november. Finala var mill-
um fimm teir bestu bólkar-
nar 21. november.
Tiltakið varð m.a. stuðlað
av oljufelagnum Eni.
Ólavur Ellefsen, stigtak-
ari sigur, at tað er meira
áhugavert hjá fólki sjálvi at
læra at taka avgerðirnar og
læra á tann hátt og heldur
enn bara at fáa tað at vita at
lesa eina bók ella at onkur
stendur við talvuna. Tú
verður sjálvur settur við
støðuna og til at taka av-
gerðina. Eina avgerð, sum
tú ikki sleppur at taka fyrr
enn um fleiri ár í vinnuni.
Endamálið er at fáa eina
heildarfatan, yvirblikk yvir
vinnuna.
Ætlanin er at fara víðari
og halda skeið fyri øðrum.
Vónandi fyri fleiri í Saudi
Aramco og vónandi eisini
øðrum oljufeløgum· Og at
hava líknandi skeið í Føroy-
um í miðnámsskúlunum.
Hin uppgávan er at menna
nýggjar simulatiónir – atlát
- innan oljuvinnuna og
innan onnur øki eisini.
Hetta
brúkti
Ólavur
nógva tíð uppá á oljumess-
uni.
Tann stóra avbjóðingin er
at fáa oljufeløg at keypa
hesa vøruna. Hon verður
ikki veitt sum søla av soft-
ware men sum eitt skeið.
Hetta fer fram yvir inter-
netið og tí kann tað vera
allastaðni. Men tað hevur
stóran týdning, at tað eru
fleiri, sum eru á skeiðnum
samtíðis. Tað er tí umráð-
andi, at ein lærari er við og
"guidar"
næmingarnar
gjøgnum tað fyrsta.
Higartil hevur Ólavur
sjálvur staðið fyri hesum
partinum eisini men ætlan-
in er at lata skeiðsveitarar
taka sær av hesum og á
staðnum. T.d. at onkur av
lærarunum á Robert Gord-
on fær ta uppgávuna.
Arbeitt verður framvegis
at finna fram til, hvør skal
hava rættindini til nýggja
spælið. Hetta byrjaði sum
ein partur av førleikapeng-
unum hjá ENI.
Tá simulatiónin varð
gjørd fyri einum árum síð-
ani var hon gjørd við peng-
um frá Agip saman við
Oljumáðnum úr puljuni til
førleikamenning. Útlit eru
til at rættindini koma at
liggja í felagnum hjá Ólavi
sjálvum, "Symprentis".
Sansir og Ólavur Ellefsen
hava útviklað spælið og
hevur Ólavur so arbeitt
víðari við hesum.
Føroyingur lærir arabar
at finna olju
Ólavur Ellefsen her stæddur á básinum hjá saudiarabiska oljufelagnum, heimsins størsta, Saudi Aramco, á oljumessuni í Aberdeen herfyri
Mynd Jan Müller
Líkt er ikki til, at
samgongan vil
semjast um á ein ella
annan hátt at veita
rækjuflotanum eina
hjálpandi og til-
trongda hond
Sambært úttalilsum hjá
landsstýrismanninum
í
fiskivinnumálum, Jacobi
Vestergaard, hevur Fólka-
flokkurin flutt seg og vil
verða við til at bjarga
rækjuflotanum. Men tað vil
Tjóðveldisflokkurin eftir
øllum at døma ikki. For-
maður
floksins,
Høgni
Hoydal, sigur seg stúra fyri,
at vit - við at føra studning
innaftur í vinnuna - kunnu
enda aftur har, vit vóru í
áttatiárunum.
Sambandsflokkurin hev-
ur skotið upp eina FAS-
skipan til rækjuflotan, og
hetta er ein tanki, sum Fe-
lagið Rækjuskip áður hevur
ført fram sum eina ávegis
hjálp. Felagið hevur eisini
skotið upp, at rækjuflotin
fær stuðul til olju og flutn-
ing
Men enn er einki hent, og
líkt er neyvan til, at nakað
fer at henda í bræði, so
leingi semja ikki er um at
veita rækjuflotanum ein
fløva.
Merkist týðiliga
Seinastu árini er flotin nógv
minkaður, og alt bendir á,
at hann fer at minka upp
aftur meira.
Arctic Viking fer undir
útlendskt flagg, og stolt-
leikin hjá leirvíkingum,
Hvilvtenni, er eisini vænt-
andi út av landinum.
Á Rækjuvirkinum á Oyri
merkja tey týðiliga, at
rækjuflotin er minkaður. Í
fjør lá virkið, sum annars
plagar at hava nóg mikið at
gera alt árið, stilt í fýra
mánaðir.
Føroysku rækjurnar eru
grundarlagið undir virkin-
um, tí 20% tollur er á øllum
øðrum rækjum enn teimum
føroysku, og tá hongur
framleiðslan ikki saman.
Í næstum verða samráð-
ingar við ES um tollviður-
skiftini, og tá ið hesar eru
lidnar, fæst at vita, um toll-
urin á eitt nú útlendskum
rækjum verður tikin burtur.
Rættindini
Missa vit rækjuflotan av
hondum, er vandi fyri, at
vit eisini missa tey søguligu
rættindi, sum vit hava
vunnið okkum gjøgnum
fleiri ár, eitt nú fiski-
dagarnar á Flemmish Kap.
Tað kann tykjast undar-
ligt, at eingin "reyð" pera er
farin at lýsa hjá ráðandi
myndugleikunum í Føroy-
um, nú okkara áður so stolti
rækjufloti tódnar í hvørj-
um.
Hvat tann parturin av
politiska
meirilutanum,
sum er ímóti at veita rækju-
flotanum stuðul, hugsar sær
við hesi bløðandi vinnu, er
ilt at meta um. Hinvegin
áttu fáir flokkar at kent
støðuna hjá flotanum betur
enn Tjóðveldisflokkurin, tí
bæði Torbjørn Jacobsen og
Niclái Petersen standa hesi
vinnu nær.
At avvísingin at stuðla
flotanum hevur sínar røtur
afturi í áttatiárunum, tykist
sum undarførsla. Í dag er
ein onnur tíð, og tað man
vera rættiliga óhugsandi, at
vit enda aftur í somu støðu
sum tá.
Tað hevur neyvan nakar
føroyingur minsta áhuga í.
Í sandin
Tað kann ikki vera annað
rætt at hyggja uppá viður-
skiftini hjá eini stórari
vinnu, sum er í kreppu –
heldur enn at stinga høvdið
í sandin og siga: Kortanei
til stuðul!
Stuðul kann so avgjørt
vera hjálp til sjálvhjálp.
Í løtuni er ógjørligt at
spáa um, hvør lagnan hjá
okkara
rækjuskipaflota
verður.
Eyðun Elttør, landsstýris-
maður í oljumálum
Oljumálaráðið er farið í
holt við at fyrireika eitt nýtt
loyvisumfar á føroyska
landgrunninum.
Hóast
leitiboringarnar
higartil
ikki hava givið væntaða
úrslitið, hvørki hjá okkum
ella á Atlantsmótinum yvir-
høvur, eru oljufeløgini enn
áhugaði í leitimøguleikum
á landgrunninum.
Sum ein liður í fyrireik-
ingunum vórðu brøv send
oljufeløgum fyri 2 mánað-
um síðani við innbjóðing at
vísa á, hvørjar teigar tey
kundu hugsa sær vóru við í
einum nýggjum loyvisum-
fari. Tilmælini verða løgd
til grund, tá Oljumálaráðið
ger av, hvørji øki verða
boðin út til leiting og fram-
leiðslu í øðrum loyvisum-
fari.
Tað er vanlig manna-
gongd, tá nýggj leitiøki
skulu veljast, at oljumynd-
ugleikarnir heita á ídnaðin
at vísa á, hvørji øki tey
halda
vera
áhugaverd.
Henda mannagongd varð
eisini nýtt undan fyrsta
føroyska loyvisumfarinum.
Freistin at lata inn tilmæli
er sett til 15. desember, so
tað er ov tíðliga at siga nak-
að ítøkiligt um áhugan enn.
Hinvegin hava vit fleiri
ábendingar um, at olju-
ídnaðurin enn er áhugaður í
Altantsmótinum og før-
oyska landgrunninum.
9-ára loyvini
Hesin áhugi kom m.a. til
sjóndar, tá nýggjar arbeiðs-
ætlanir fyri 9-ára loyvini
skuldu avtalast. Tá leiti-
loyvini vóru veitt í 2000,
vóru 3 loyvi latin fyri eitt 9
ára skeið. Ein arbeiðsætlan
var avtalað fyri fyrstu 3
árini.
Upprunaliga
var
endamálið
við
9-ára
loyvunum, at oljufeløgini
skuldu fáa høvi at gera
fleiri fyrireikandi kanning-
ar, áðrenn gjørt varð av,
hvørt farast skuldi undir
leitiboringar á økinum.
Tá nýggj arbeiðsætlan
fyri 9-ára loyvini skuldi
gerast, vísti tað seg, at
oljufeløgini ikki mettu seg
hava nóg holla vitan um
økini til at kunna fara undir
leitiboringar.
Hinvegin
mettu feløgini økini at
verða so mikið áhugaverd,
at tey ikki vóru sinnaði at
lata tey aftur til myndug-
leikarnar, men ynsktu held-
ur meira tíð at kanna økini
nærri. Ein arbeiðsætlan er tí
í fyrsta umfari avtalað fyri
eitt 2 ára skeið, m.a. um-
fatandi fleiri seismiskar
kanningar og tulkingar eins
og oljufeløgini hava sett
eina ávísa upphædd av til
førleikamenning. Tvær av
nýggju arbeiðsætlanunum
eru undirskrivaðar, meðan
tann triðja ætlandi verður
avgreidd í næstum.
Annað loyvisumfar
Í sambandi við fyrireiking-
arnar til annað loyvisumfar
hava umboð fyri Oljumála-
ráðið og Jarðfrøðisavnið
verið og vitjað oljufeløg,
sum enn ikki hava leitiloyvi
hjá okkum, fyri at vísa á
møguleikarnar á føroyska
landgrunninum.
Áhugi er fyri økinum,
hóast eg ikki rokni við, at
vit kunnu vænta somu
undirtøku sum undan fyrsta
loyvisumfari. Tá arbeiddu
oljufeløgini við tí fatan, at
jarðfrøðiligu viðurskiftini
hesumegin landgrunsmark-
ið vóru eins og bretsku
megin, har leiðir sum t.d.
Foinaven og Schiallion
liggja. Í dag vita vit, at so er
ikki. Eftir fýra boringar er
staðfest, at økið føroysku
megin markið skal roknast
sum eitt øki fyri seg og ikki
skal metast sum eitt fram-
hald av jarðfrøðini bretsku
megin markið.
Tá Amerada Hess valdi at
bora víðari enn upprunaliga
ætlað við vón um at finna
kolvetni á størri djúpi enn
higartil hevði verið borað,
vóru kolvetni í týðandi
nøgdum staðfest. Við hes-
um fundinum broyttist for-
treytirnar fyri oljuleiting á
føroyska landgrunninum.
Avbjóðingin hjá okkum
er at vísa á, at hóast fyrstu
brunnarnir ikki hava givið
væntaða úrslitið og eitt
stórt og krevjandi arbeiði
liggur fyri framman við at
endurskoða jarðfrøðiligu
myndlarnar og teknisku
viðgerðarhættirnar,
sum
upprunaliga vóru mettir at
kunna nýtast á føroyska
økinum, so er ein røð av
møguleikum
sum
enn
kunnu troytast í arbeiðinum
at finna olju í rakstrar-
verdum nøgdum á føroyska
landgrunninum.
Eftir ætlan verður lógin
um annað loyvisumfar løgd
fyri løgtingið í hesu ting-
setuni. Umframt at vísa á
útboðsøkið fer lógin eisini
at viðgera treytirnar sum
verða galdandi fyri annað
loyvisumfar.
Um
lógin
verður samtykt, vóni eg at
vit kunnu fara undir annað
loyvisumfar í fyrru helvt av
2004 og at eg kann veita
nýggj leitiloyvi seinni sama
ár.
Rækjuflotin bløðir út
Ein FAS-skipan og/ella olju-og flutningsstuðul kundu kanska bjargað rækjuskipaflotanum, sum
nú minkar í hvørjum
Annað loyvisumfar á føroyska
landgrunninum
Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum
C
M
Y
K
9
8