Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. januar 1998síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

20 Marknatrætan við bretar: tíðindablaðið S0Sjaluin Í hondum løgmans Marknamálið, sum er vorðið læst fast, liggja i hondunum å Edmund Joensen, løgmanni. Okkurt bendir å, at bretar fara ikki at koma vid nøkrum nyggjum útspæli, nú fóroyingar møttu á seinasta fundinum uttan nakað nýtt útspæl. Bretum dáma væl úttalilsini hjá dan- ska forsætisráðharranum um, at hann fegin vil fara við til London, um lógmaður ynskir eitt politiskt umfar. Spurn- ingurin er tí, hvat lógmaður hevur í kvittanum. Ein av møguleikunum er at bíða við at taka nakra avgerð til eft- ir komandi val. Analysa Jan MULLER Tað sær nú ikki mætari út enn, at skal gongd koma á aftur marknamálið millum Feroyar og Bretland, so má ein triði partur uppí. Við hesum verður ikki í fyrstu atløgu hugsað um dómstól- in í Haag men um eina pol- itiska viðgerð av málinum. Og her kunnu orðini hjá danska forsætisráðharran- um Poul Nyrup Rasmussen undir vitjan hansara í Før- ovum herfyri verða eitt møguligt tekin um, at málið er um at verða búgvið til, at tann politiski parturin tekur sær av tí. Undir vitjan síni í Føroyum herfyri segði for- sætisráðharrin seg fúsan at fara til London at hitta Blair um tað skuldi vera - fyri at fáa e'na ella aðra loysn í marknatrætuni, sum nú hev- ur vart í meira enn 20 ár Men danski forsætisráð- harrin legði dent á, at hetta vildi hann bert gera, um hann fekk boð um tað frá føroyskum myndugleikum g tað vil siga løgmanni Tað hevur ikki eydnast kkum at fáa eina viðmerk- ing frá løgmanni til hetta málið og Arni Olafsson, sum stendur á odda fyri før- ysku samrådingarnevnd- im, vil lítið og einki siga Hann vísir bert á, at eingin fundur hevur verið og eing- n er avtalaður. Samráðing- arnar eru lormelt ikk: stitn aðar, men tað sær ikki út Í, at nakar av pørtunum fer at taka stig Ul at fáa ein nýggjan fund Fundir i juli og Gongdin í málinum var annars tann : stedg i meira enn eitt år tóku bretar seg i JKSINS í JU ør saman og bóðu um fund Sosialurin hevur sk bretar á hesum fundinum komu við einum vyggjum útspæli, har teir linkadu um krøvini, og fyri fyrstu ferð vildu teir tosa um eina ella aðra miðlinju sum mark. Fundur varð so avtalaður aftur í september. Tá lá tað í luftini, at føroyingar skuldu koma við einum ella ødrum, nú bretar vóru kom- in við sínum útspæli í juli. Tað skal tó gerast vart við, at tá høvdu føroyingar bíðað í eitt ár eftir einum útspæli frá bretum. Eftir innanhýsis fundir í Føroyum, har fleiri møgu- leikar vórðu vidgjørdir, frå tí at flyta seg evarska lítið til einki sum helst at leggja fram, varð gjørt av, helst av løgmanni sjålvum, at før- oyska samrådingarnevndin einki útspæl skuldi hava við sær á fundin. Endamálið var at vísa ónggdina mótvegis bretum: føroyingar kundu ikki góð- taka seinasta útspæl teirra, tí hetta var ikki nóg gott - og harvið settu føroyingar einki nýtt uppskot fram á fundinum í september Firtnir bretar Sosialurin hevur frá keld- um fingið at vitað, at bretar gjørdust sera firtnir inn á nýggja samráðingarhátt før- vinga og fóru av aftur fundinum sera 6nøgdir. Teir hava helst mett, at føroy- ingar bóru seg legið fyri kk! at siga Ohøviskt at. Av- talað varð, at formenninir skuldu hava samband hvor ) annan, um nakað varð it tosað um Og eftu at dóma r einki verið at tosað um síðani, og útlit eru held kki til, at nakar av pørt fer at taka málið upp bræði Løgmadur hevur úttalað Sostalin, at hann helt tað era rímuligt at bíða eftir vat bretar høvdu aftaná øllum nevu h at siga tað hálva árið, sum tykist í løtuni at teir sjálvir skutu upp skuldi ganga, til ein ella onnur av- kláring varð gjørd. Tað hálva árið gekk út hálvan januar - og eingi tekin eru til, at bretar fara at koma við nøkrum. um orð Nyrups Vit hava biðið ein av odda- monnunum í bretsku sam- rådingarnevndini, Anthony Layden, sum í dag er ein av næstu monnum uttanrikis- ráðharrans, um eina við- merking til úttalilsini hjá Nyrup og gongdina í máli- num annars. Hann er fáorðaður, tí samráðingarnir eru í trún- aði, men váttar kortini, at bretar hava lagt sær í geyma orðini hjá danska forsæt- isráðharranum, tá hann vitjaði í Føroyum. -Vit hava við stórum á- huga fylgt við í tí, sum Poul Nyrup Rasmussen segði um marknamálið - at hann hev- ur einki ímóti at leggja leiðina til London fyri at fáa gongd á aftur. Vit síggja fram til, at danska stjórnin og avgjørt eisini føroyska landsstýrið taka okkurt stig, sum vit so aftur fegnir vilja svara aftur uppá sigur Ant- hony Layden við Sosialin. Keldur, sum blaðið hevur tosað við, siga, at soleiðis sum stødan er vorðin, er neyvan vantandi, at bretar fara at koma við einum út- spæli. Og kunnu orð Lay- dens helst eisini tulkast so Og er tað so, at løgmaður hevur sett sær fyri íkki at geva seg ein tumma aftrat, og tí heldur ikki vil koma við nøkrum nýggjum út- spæli, líka mikið hvussu lítið tað enn er, so bendir nógv á, at stødan er læst føst Tað kann vera, at løg- maður sigur sum so, at tå bretar nú hava toygt seg so langt í 1. umfari við at Nr. 19 — 30. JANUAR 1998 Stór ábyrgd hvílir á løgmanni, sum umsitur bæði undirgrundarmark og møgulig rá- evni í undirgrundini. Um somu tíð sum oljufeløgini bíða eftir at sleppa at bora eru samráðingarnir um markið vornir fastlæstar. Løgmadur ger av, hvat skal henda - um nakað skal henda - nú okkurt bendir á, at bretar ikki fara at koma við nøkrum útspæli krevja rættin heilt inn at klettinum, so hava teir eisini gjørt sær sjálvum trupult at taka hondina nóg langt aftur. Hetta er tí teirra trup- ulleiki og ikki okkara. Politiskt umfar Eru samráðingarnar á em- bætismannstigi við at verða úttsmdar, so er spurning- urin nær og hvør skal taka stig til at fáa málið upp til eina politiska viðgerð. Vit ella bretar! Sum stødan sær út í løtuni er tað helst eisini løgmaður, ið hevur síðsta orðið at skula hava sagt frá føroyskari og danskari sidu.Og tå bretar tykjast at bíða eftir okkum, so er tað upp til okkara, nær og um ein politisk runda skal tak- ast nu. Hyggja vit so eftir leikluti løgmans f hesum måli, so er tad at siga, at Edmund Joensen fekk málið latið upp í hendurnar frá und- anfarna løgmanni fyri skjótt fýra árum síðani. Nú hevur hann so havt fýra ár til at loysa knútin, og tá hetta ikki er eydnast honum við vanligum samráðingum, so er greitt, at hann verður noyddur til at taka onkra avgerð, hvussu víðari skal farast fram, og her skuldi ein trúð, at tað var mest nát- túrligt at tíkið málið upp á politiskum stødi. Tað kann eisini vera, at løgmaður vel- ur at bíða sum longst og ikki fyritaka sær nakað hasard- erað fyri komandi løgtings- val. Hann kann jú siga, at nú eitt val er í hondum, vil hann ikki fyritaka sær meira men heldur lata tað vera upp til eitt komandi løgting af gera av Tað er neyvan hugsandi, at Edmund Joensen vil hava sitandi á sær fyri eftirtíðina, at hann skundaði sær ov nógv at fáa eina loysn, sum ikki var tann besta fyri Før- oyar. So leikirnir eru nógv- ir í hesum drúgva talvi. Nú hevur verið samráðst uppá vanliga mátan síðani 1991, og tað hevur ikki ført til nakað úrslit. Skaðin við at fara frá tí kósini tykist tí avmarkaður. Spurningurin er so, um tað er hetta, sum løgmaður ætlar. Eitt tykist tó heilt greitt, og tað er, at málið er í hondunum á løgmanni. n og markið (ein íðað 05 eftir, skal henda í samráð- ingunum, verður arbeitt við at fyrireika eitt 1. útbjóðing- arumfar á føroyskum øki. Sosialurin skilur, at tað frá føroyskari síðu verður kannað, hvussu ein ella onnur útbjóðing kann skip- ast, uttan at hon skal ávirka samráðingarnar tvs. hvert tað er ráðiligt og í hvann mun tað er ráðiligt at bjóða út í eini sigðu, har markið ikki er avklárað Av tí at avleiðingar av eini ávísari útbjóðing kunnu skaða okkara støðu i marknamálinum, um tað endar í Haag, er greitt, at menn vilja hugsa seg væl um. Um somu tíð, sum tað hendir, verður bíðað í stór- um spenningi eftir, nær tann |. útbjóðingin verður kunn- gjørd. Henda óvissa og tann sannroynd, at oljuprisurin er farin niður í bont, kann verða óheppið fyri eina føroyska útbjóðing Sostalurin hevur roynt at „grava“ eitt sindur í hesum málinum og hava vit við tilfari av ymsum slag og við keldum sett upp nakrar møguleikar. Vit kunnu sjálvandi bíða at bjóða nakað út, til mark- ið er endaliga ásett. Tað var møguliga hetta løgmaður hevði í huganum, tá hann á tingsins rødarapalli segði, at markið hevur hægri pri- oritet enn ein útbjóðing, og tá hann síðani tók Arna Olafsson úr Oljuráðlegging- arnevndini og gav honum boð um at brúka alla sína orku uppá markið. Avleið- ingarnar av hesum kunnu verða, at eingin líkinda út- bjóðing verður fyrr enn um nøkur ár. Tá kann vera, at nógv av oljufeløgunum hava mist áhugan fyri Før- oyum. Eisini kann vera, at vit tá hava vunnið eina sak í Haag og harvið hava eitt nógv betri åtgangsstødi. Men møguleikin er eisini fyri tí øvugta. Vit kunnu so eisini velja at bjóða út øki, sum ikki eru umstrídd. Tað kann verða, at fleiri oljufeløg fara at vera áhugað, men sannlíkt er helst eisini, at nøkur halda, at hesi økini iKki eru nog åhugaverd. Møguleiki er so eisini at bjóða øki út, sum í sam- ráðingunum eru umstrídd, tvs. øki, sum bretar hava gjørt krav uppá men tó ikki alment. Her er tann stóri spurningurin: bjóða vit slík øki út og bretar tá fara at gera síni krøv alment gald- andi, verða vit so ikki noydd Framhald á síðu 28