Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-30, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. januar 1998síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

== | ; Nr. 19 — 30. JANUAR 1998 tíðindablaðið 5012 25 framhald av síðu 2 einum sær... við gulari flugu: k fyri tí veit av tá fylgið fer um flatan. leyst. stygt. S luftin vid reydari flugu: er luftin ein legd ið fyllist av frygd tå fylgið kemur niðan. svart. leyst. Denturin liggur, ymiskt ella samstundis, á tí ftøkiliga í málninginum, t.e. sjálvum løriftinum („groypt í dúk- in“, „um flatan“), á søguni sum málningurin sigur frá (t.d. „fylgið kemur niðan“) ella hugmyndafrødiliga inn- ihaldinum (t.d."er mark fyri ti sum luftin veit av“). Fyrri partur av sonettu- num (kvartettirnar) eru myndir og varhugar við stødi í tí nevnda mikines- målninginum, tíðarliga utt- an fyrivarni skiftandi mill- um nútíð og tátíð. Tersettirnar taka upp ann- an tátt. Straks kemur flugan úr undiryvirskriftini fyri (á- vikavist tann svarta, bláa, gula og reyða) og er órógv- andi til staðar gjøgnum báð- ar tersettirnar. Í yrkingini „við svartari flugu“ situr, flýgur, surrar hon og trokar seg inn „millum linsu og sjónvegg.“ A sín hátt um- boðar hon umheimin, sum altíð er onkustaðni - órógv- andi - til staðar og ávirkar listina. Hon, sigst, verður eitt „bákn“, ella tekin, um tíð „sum krøkist gjøgnum mót og tákn“; eg lesi „mót“ í merkingini „meti“ (sbr. „veðramót“) og „tákn“ sum íslendska orðið fyri „tekin“. Hyggja vit aftur at felags- heitinum, so hevur tað eina tidarfesting, nevniliga 1951; nevnt er fyrivarnisieysa skiftið millum tátíð og nútíð í kvartettunum. Tað ber so- statt til at benda á eina linju av tíðarásetingum gjøgnum yrkingina: fortíðin (1951) og nútíðin (tá ið hann hygg- ur at málninginum) umskar- ast í kvartettunum (bland- ingur av målfrødiligari nú- tíð og tátíð); í tersettunum verður flugan, sum er utt- anfyri men kortini í mynd- ini, eitt samanfatandi tekin fyri tíð og tíðarmót. Í yrk- ingini „við bláari flugu“ er flugan í tersettini sett í sam- band við tað sum ógildir „ta innanlygnu mynd“ (lygna = spegilsblankur blettur á sjónum; yrkjarin tykist at hava gjørt lýsingarorðið „lygnur'= slættur, kyrrur, eftir íslendskari fyrimynd), v.6.0. ger myndina ógilda við hennara innaru logn ella friði. Í triðju og fjórðu rammusonettuni, er flugan í tersettini sett í samband við eina nøgd av fyribrigd- um, frá dreymi um hond, ið „kastar upp í tómið stjørn- ur“ - tann hevdbundna myndin av himninum -, til norrønu myndina av Helj- um: „eitt gólv./ eitt loft av ormum“, sum vit kenna úr Vøluspå: norðr horfa dyrr: falla eitrdropar inn um ljóra, sá er undinn salr orma hryggjum. Tær fýra yrkingarnar leggja dent á ymisk merkingarløg og tolkingarmøguleikar í motivinum „Líkskari 1951“; almennari orðað liggur í hesum åsannanin av margáherðsluni (poly- semi'ini) í målsligum og eisini myndlistarligum teknum, te. evnunum hjá teknunum at bera meira enn eina merking, alt eftir sam- tekstinum ella samheingi- num. At just hesar yrkingarnar ramma savnið inn ger, at hinar yrkingarnar mugu tolkast út frå tí yvirskipaða boðskapinum, sum ramman sendir út. Umframt tað, sum sagt er omanfyri um yrking- arnar, er sjálvur sonettu- formurin ein partur av boð- skapinum; at velja henda formin er ein viðurkenning av teirri hámentan, sum hann eigur rót sína í; tað strikar eisini undir form og formkynstur sum ómissandi lut i yrking eins væl og f aðrari list. Tær fýra ramm- uyrkingarnar hava tí fyri- mynd sína í tí formstrang- asta, sum ofta eisini verður kallað tað logiskasta, í ev- ropeiskari skaldskaparhevd og vísa í motivi og titli til grundleggjaranum av før- oyskari myndalist. Yrkingar í fríum formi Tað er ein lætti at koma frá teimum ógvuliga bundnu sonettunum til yrkingarnar í fríum formi. Serliga tað, at í sonnettunum enda allar reglur við åherdslustavilsi, gevur - umframt tær máls- ligu avmarkingarnar - eina tunga, avhøgda rútmu. Eisi- ni sjálv skriftmyndin av sonnettunum er merkt av hesum við næstan beinari høgrumargu. Hetta er alt ødrvisi í hinum yrkingu- num, sum hava skiftandi rútmu. Av yrkingunum í fríum formi er tann longsta „eind“. Reglurnar eru 6- javnar, tær flestu stuttar, ja, summar bara eitt lítið eink- isligt orð sum „til“, „og“ ella „bert“. Hetta eru hug- leiðingar um hugtakið „eind“, sbr. yvirskriftina, og trý boð ella møguleikar eru settir upp; teir tríggir part- arnir eru býttir sundur við orðinum „ella“, sum stend- ur einsamalt millum fyrsta og annan part og annan og triðja part. Byrjan og endi ramma yrkingina inn við at næstfyrsta regla í yrkingini, staðsetingin „á hålvfarnum vegi“, er uppafturtikin í síðsta parti og kvøldmyndin við mánanum somuleiðis. Yrkingin byrjar sum ein keipumynd av ti fridsælu „Einki er sum summarkvøld við strendur“ eftir Chr. Matras: N vøl vid strendur Slik avlagandi eftirgerð av vidurkendari yrking må skiljast sum atfinning móti teirri skaldskaparhevd, sum henda yrking hoyrir til. Carl Jéhan hevur eisini meira enn eina ferð avsagt ikki bara Chr. Matras men ný- føroyskan skaldskap. I fyrsta parti spyr yrkjara- eg'ið staddur „á hålvfarnum vegi“, órógvaður av mána- eyganum eitt ,,kreppukvøld við strendur“, hvørt tann eindin, sum hann tykist at uppliva, er sum andalætt grót og sang gjøgnum rúmdirnar alt er sum heima. er alt. ið er. - seinasta reglan er uppaft- urtikin nakrar ferðir í 1. og 2. parti í frábrigdinum „alt er. ið er.“ - Fyrsti partur av yrkingini heldur fram at nevna og dýpa ymiskt, sum fær yrkjara-eg'ið at uppliva „eind“, eitt nú „fjøltrygd og teldi“ umframt trúarligur varhugi („festir á notu- legg“). Í øðrum parti er boðið „eindin í oyggjunum“ - og her fylgir lýsing ella hug- leiðing um kreppuna hjá eg'num - og hjá Føroyum. Við umskriving úr skjaldri- num „Kall og Svein ungi“ er bjargalínan, tað sum heldur uppi, her ein flatlendskur DNA-smílskur hosnatráður og sjálvur eg á endanum Síðan er í sterkum myndum lýst „eindin í havinum“, sameiningin millum lagnu- na hjá havinum og sam- felagnum ødrumegin og bú- skaparligar og lógarligar at- gerðir hinumegin - víst gjógnum málsligar atgerðir í yrkingini, m.a. metafor- isku møguleikarnar í orðum sum „skrædl“, „ugga-“: veðhald fyri genum sum evnast til blóð iðvíst miovist og tåknir: útkomu Tað er ein óunnilig eind, sum talan er um. Við ti í huga er tað skiljandi, at triðja og síðsta hugleiðingin er áheitanin um nakað ann- að: sigl óeind sigl fram úr myrkri. - her finna vit heldur íkki tað endurtikna „alt er. id er.“ úr |. og 2. parti, her verður biðið um nakað nýtt. - Við teirri tilsipingini, sum hesar reglur gera til eina aðra, ikki minni kenda, yrking eftir Chr. Matras, nevniliga „Sigl, oyggj, fram úr mjørka", er tað tøkt at tolka „óeind“ sum eitt nevni fyri tær Føroyar, sum yrkjarin ynskir sær - í ljósinum frá teimum óheilagu samgong- um, „eindum“, sum yrking- in hevur lýst í 1. og 2. parti. 3. partur, nidurstødan, vísir fram eftir til tað 6- komna og líkist í tí einari aðrari yrking, sum eitur „málhvarv“ og endar so- leiðis: … kýpist málið mánavegin um okkurt ið eingin enn hevur sagt. Innanmáls og uttan Tvinnanda ger yrkingarnar torlisnar: annað er orðatil- farið við sínari blanding av sjáldsomum gomlum og ný- gjørdum føroyskum orðum og ordasamansteingum, og tey íslendsku orðini. Hitt, sum hevur samband við tað høvudsråkid í modernistisk- ari yrking at skiggja ta skill- igu, stigskipadu og eintyddu merkingina, hevur meira at siga; tað er, hvussu orðini eru skipað sínámillum; orða- og setningaskipanin fylgir nevniliga ikki norm- almálsligum reglum um or- søk og fylgju, yvir- og und- irskipað; eitt annað eru tey óvanligu deixis-viðurskift- ini: fornøvn verða nýtt, utt- an at tað kemur fram, hvat tey standa fyri; skift verður uttan fyrivarni millum nútíð og tátíð. Hesi eyðkennini í málburðinum eru sambæri- lig við upplivaningarform- arnar í tí ótilvitaða sálarlív- inum, eitt nú í dreymi, har fortíð og nútíð eru sama til- verustig og eitt annað skil- vísi ræður enn vøkuskilvis- ið. Málið er enn sum fyrr tema hjá Carl Jóhan; tað er tað bæði gjøgnum tann ser- staka málburðin og við beinleiðis umrødu av tí. Ein nýggjur áhugi er her fyri tí ikki-málsliga = veruleika- num, tí sum „hevur einki navn enn“. Í savninum er telduheimurin ein grundtreyt, sum tilveran verður livað igjøgnum, eins og náttúran í romantikki- num var stødid undir heims- fatanini. Fyribrigdi f teldu- heiminum verða lyst við fyribrigdum úr náttúruni: tíðindi sirma inn á netið, sum skrædnar. Her er tað eins og í romantikkinum náttúran, sum er tað kenda og verður nýtt til at lýsa lívið við telduna og á alnet- inum. Í øðrum førum er tað øvugt: myndir úr teldu- heiminum verða nýttar til at lýsa tað ókenda - menniskj- að: tú ert samgildið, sum ger meg og teldubant nervar á óvirkin minni ða DD SE + … li Við teldu- og fjølmiðlaorð- unum - forrit, skiggi, teld 0.0 - tekur savnid upp nakað av ti mest aktuella ordatil- farinum í málinum, og hesi orðini eru væl at merkja ikki sjålvgjørd men úr veruleik- anum uttan fyri yrkingarnar. Hetta veruleikasambandið er ein styrki í savninum. Telduorðini fáa eyðvitað eykamerkingar í tí nýggja høpinum. Daglig orð sum minni, sum hava fingið sítt pláss í telduheiminum, eru eisini virkin í yrkingunum. Samansetingar sum gloymiteld, minnisvídd, tekstógildi og teldurek eru partur av handfaringini hjá yrkjaranum av nútíðarveru- leikanum. teldurek á sti norðlýsið ið svívur aftur inn á skíggjan eg lesi tey úr tíðindum kjósina ið stoytist sum vergldir í minnið. netið ið skrædnar av forvitni um einki eg lesi tey úr tíðindum ið sirma gjøgnum nálir og skriva lágt í samskifti um mynsturkensl sum hvarv. eg lesi tey úr tíðindum sum tekstógildið forritar og rekir inn í gloppið áðrenn tíðin bindur ringin og stevið javnast út eg lesi tey úr tíðindum sum leyvið bóru frá. Tá yrkjarin - sum kann tykj- ast halgibrot - brúkar eina tragiska mynd eftir Mikines í „flugufrábrigdum“ sínum, ella hann yrkir um „avboð- anardag Mariu“, so er tað liður í roynd hansara at av- byggja (dekonstruera) og loysa sundur vanabundna (konventionella) tolking av mýtum, hugsjónum og hug- myndum, sum eru avger- andi táttur í samleika og mentan okkara. Tað er ann- ars merkisvert, at fleiri grundleggjandi myndir og mýtur um tað kvinnuliga verða umtolkaðar; umframt Mariu eisini Eva, Gunnlød - og „halgikvendi í helviti“ Eins og hann í málvið- ferðini tambar og slítur ta hevdbundnu målskipanina, so ógildir hann í evnisviåd- gerðini ta hevdbundnu hug myndaskipanina. Hann tek- ur sær stødt í mentanararv- inum - men lidar allar tolk- ingar av honum sundur. Eft- ir stendur avbjóðingin til lesaran, eitt landslag av gåt- uløddum myndum. E.S.: Í teksti sum hesum er tað serliga tvørligt at mis- prentingar koma fyri, sum tað at strá er stavað „stráð“ HV SP/F GRANNSKODARAFELAGID RASMUSSEN & WEIHE Arbeidid umfatar * bókhald starvið. * tímauppgerðir og lønarroknskap * alt vanligt skrivstovuarbeiði Tann, sum settur verður í starvið, má kunna arbeiða sjálvstoðugt. Prakt- iskar royndir eru tí ein treyt. Lon sambært avtalu. Umsóknir skulu í seinasta lagi 16. febr. 1992 sendast til Sp/f Grannskoð- arafelagið Rasmussen 8 Weihe, sum | eisini kann geva nærri upplýsingar um Bókhald Fyri ein av kundum okkara - eitt entre- | prenørvirki í Tórshavn - søkja vit eftir | einum bókhaldara og skrivstovufólki at taka við skjótast gjørligt. RASMUSSEN & WEIHE STATSAUT. GRANNSKOÐARAFELAG SP/F International: Associdte member of Coopers & Lybrand. Int. P.O. Box 30 FR-110 Tórshavn Faroe Island Tlf. (4298) 11017 Telefax (+298) 11018 e-mail rogw Golivant.fo nk!