týsdagur 2. desember 2003síða 35
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 229 - 2. desember 2003
Nr. 229 - 2. desember 2003
13
Stjórin á Jarðfrøði-
savninum, Sigurð í
Jákupsstovu, er verk-
frøðingur á Ph.D stigi
við serfrøði innan
oljuframleiðslu,
íroknað drúgvum
praktiskum royndum
frá boripallum
KOLVETNISTØKNI
Búi Tyril /
PRnewsMedia.com
Teir seinastu fýra mánaðir-
nar, og teir komandi tjúgu,
er stjórin á Jarðfrøðisavnin-
um
ikki
jarðfrøðingur.
Hann er hinvegin verkfrøð-
ingur og Ph.D innan kol-
vetnistøkni, nevniliga 40
ára gamli Sigurð í Jákups-
stovu. Hann avloysir Mart-
in Heinesen sum hevur far-
loyvi vegna serliga ar-
beiðsbyrðu í sambandi við
fyrireikingar til landgruns-
krøv uttan fyri 200 fjórð-
inga fiskimarkið.
Sigurð í Jákupsstovu
skrivaði millum 1998 og
2002 sína doktararitgerð,
undir heitinum "Simulation
of Gas Injection Processes"
og vardi hana við Dan-
marks Tekniska Universitet
fyri einum lítlum ári síðani.
Tíggju ár frammanundan
fekk hann sum útbúgvin
maskinverkfrøðingur
ar-
beiði hjá Mærsk Olie &
Gas og har arbeiddi hann
fyrst sum Well Site Engi-
neer og seinni sum kolvetn-
isverkfrøðingur; hann starv-
aðist í Danmark umframt í
Miðeystri og Fjareystri.
"At vera Well Site Engi-
neer er ofta tað fyrsta ar-
beiði ein fær sum verkfrøð-
ingur hjá einum oljufelag,"
greiðir Sigurð í Jákups-
stovu frá. "Arbeiðið er
praktiskt orienterað, eitt
slag av ‘learning by doing’
sum her merkir at seta seg
inn í og samskipa arbeiði á
einum boripalli. Tað er
sjálvandi ógvuliga læruríkt
og kanska heldur strævið í
longdini, men eg flutti jú
upp í hierarkiinum aftan á
eina tíð – og eg eri nú sera
takksamur fyri royndirnar."
Áhugaverd leiting
Ph.D verkætlanin, sum
varð fíggjað av Gransking-
arráð Føroya og Nordisk
Energiforsknings Program-
mer, snúði seg um teldu-
simuleringar av gassinn-
spræning í sambandi við
oljuframleiðslu – eitt øki
sum Sigurð í Jákupsstovu
hevur royndir við frá
starvstíðini hjá Mærsk.
"Hjá oljufeløgum ræður
um at fáa sum mest burtur
úr einari oljugoymslu,"
vísir Sigurð í Jákupsstovu
á. "Tað kostar nógv at út-
vinna oljuna og tað arbeið-
ið má, bæði tekniskt og bú-
skaparliga, gerast upp á ein
so munadyggan og skila-
góðan máta sum møguligt."
"Í nógvum førum verður
gass og/ella vatn sprænt
niður í kelduna fyri at økja
um framleiðsluna við at
gagnnýta fysiskan og kem-
iskan skiftivirknað millum
løg og goymslugrýti. Í sam-
band við útbygging av
einari oljuleið er umráðandi
at kunna gera álítandi for-
sagnir fyri kolvetnis fram-
leiðsluni og hvørja ávirkan
innspræning av vatn ella
gass kann hava; hetta er í
stuttum tað sum eg arbeiddi
við í mínari Ph.D verk-
ætlan…"
Tú hevur við øðrum orð-
um sæð rættiliga fitt av
aktión… Kennist tað ikki
keðiligt at koma til Føroya
og innstilla seg upp á
leitivirksemi?
"Eg haldi at leitiarbeiði
er sera áhugavert… Hvør
veit hvat sum fer at henda í
Føroyum? Vit eru stutt síð-
an byrjaði at leita, fyrstu
loyvini vórðu givin í august
2000. Til samanberingar
kann nevnast at BP fann ta
stóru
‘Claire’
kelduna
vestan fyri Hetland í 1977,
og ikki fyrr enn nú verður
hon sett í framleiðslu. So
perspektivini eru long og
Atlantsmótið kemur uttan
iva í nógv ár at verða rokn-
að sum eitt áhugavert øki
millum oljufeløgini."
Nýggj loyvi skjótt
Ein avbjóðing í sambandi
við leiting í Føroyum er
basaltfláirnar, sum í fyrstu
atløgu
tarna
seismiska
kanningararbeiðið og í aðru
atløgu kunnu verða truplar
at bora ígjøgnum.
"Nógv spennandi arbeiði
fer fram í verkætlanum sum
seta serligan fokus á júst
hesar spurningar við atliti
til at menna nýggja tøkni,
soleiðis at jarðfrøðin undir
basaltinum kann kortleggj-
ast neyvari og boringar
leggjast betur til rættis."
Men øll eru kanska ikki
líka optimistisk?
"Fólk eru sjálvandi av
ymiskari
uppfatan
um
hvørjir
teir
realistisku
møguleikarnir eru… Okk-
ara uppgáva er at vísa á at
møguleikarnir eru fleiri á tí
føroyska økinum. Leitingin
higartil hevur verið foku-
serað upp á eina skipan í tí
sunnaru leiðini har lítið og
einki basalt er. Aftaná at
fýra brunnar eru boraðir
kann staðfestast at vit hava
eina virkna kolvetnisskip-
an. Amerada Hess brunn-
urin boraði ígjøgnum 170
metrar av fláum sum inni-
halda kolvetni. Enn eru
fýra brunnar eftir at bora í
sambandi við fyrsta loyvis-
umfar; teir fara at geva
okkum meira vitan um
møguleikarnar í tí sunnara
økinum.
Harumframt
vænta vit at annað loyvis-
umfar, og arbeiðið sum
verður gjørt í samband við
9 ára loyvini, fer at viðvirka
til at onnur økir og aðrar
jarðfrøðiligar
skipanir
verða kannað – her finnast
eftir okkara tykki stórir
møguleikar."
Sigurð í Jákupsstovu vís-
ir á at vit eru bara komin í
helvt í okkara fyrsta leiti-
umfari og at vit hava allar
orsøkir til bjartskygni – tað
er, tolið bjartskygni.
Fyrsta loyvisumfar gong-
ur út um miðjan august í
2006; innan tess skulu fýra
royndarboringar
afturat
gjøgnumførast.
Annað
loyvisumfar verður í løtuni
fyrireikað.
"Vit arbeiða við øðrum
umfari og væntandi kunnu
vit skriva loyvini við árslok
2004," upplýsir Sigurð í
Jákupsstovu.
Tolið bjartskygni
Sigurð í Jákupsstovu er fyribils stjóri á Jarðfrøðisavninum í tvey ár.
Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com
– Stóri trupulleikin er
tann, at tíðarbilið er
vorðið ov langt. Tað
skuldi verið kravt, at
meiri ferð varð sett á,
soleiðis at vit varð-
veittu ta vitan, sum
vit hava arbeitt upp á
oljuøkinum. Her
hugsi eg bæði um
føroyskar fyritøkur
og eisini tey, sum
hava veitt cathering
og veitt tænastur í
útgerðarhavnini. Tí
fer henda vitanin fyri
bakka, so eru vit illa
fyri heldur Kári Høj-
gaard, ein av undan-
gongumonnunum í
oljuvinnuni á Skála-
fjørðinum
UNDANGONGU-
MAÐUR
Jan Müller
Ein av teimum, sum hevur
fylgt við oljumenningini
nær sagt frá byrjan er Kári
Højgaard, í dag løgtings-
maður fyri Sjálvstýris-
flokkin. Sum lokalpolitik-
ari í Runavíkar Kommunu,
hevur hann luttikið í nógv-
um av oljuráðstevnunum,
sum verið hava í Stavanger
og Aberdeen upp gjøgnum
øll 90 árini. Og hann hevur
so eisini verið ein av heit-
astu talsmonnunum fyri at
fáa útgerðarhavnina til
Runavíkar.
Ta
søguna
kenna vit – har tað loksins
eydnaðist at leggja tí fyrstu
oljuútgerðarhavnina nakr-
antíð í Runavík. Og vit
kenna so eisini víðari til-
gongdina, sum kanska ikki
hevur verið alt ov positiv,
nú fýra brunnar eru boraðir
og einki lønandi fund enn
er staðfest og har tað ganga
í hvussu er tvey ár, áðrenn
nakað
virksemi
verður
aftur í Runavík.
Kári Højgaard var eisini
við á oljuráðstevnuni í
Aberdeen herfyri. Heim-
aftur komin staðfestir hann,
at tað er lítil fokus og áhugi
fyri Atlantsmótinum sum
støðan er í løtuni, tó at
feløg hava bundið seg til at
bora tilsamans átta brunnar
á landgrunninum.
- Tað er hugstoytt at
síggja, at vit longu hava
borað helvtina av brunnun-
um, og at spenningurin er
minkaður. Hinvegin vita
vit, at olja og gass eru
staðfest í undirgrundini.
Enn hava vit ikki mist
mótið. Men stóri trupul-
leikin er tann, at tíðarbilið
er vorðið ov langt. Tað
skuldi verið kravt, at meiri
ferð varð sett á, soleiðis at
vit varðveittu ta vitan, sum
vit hava arbeitt upp á olju-
økinum. Her hugsi eg bæði
um føroyskar fyritøkur og
eisini tey, sum hava veitt
cathering og veitt tænastur í
útgerðarhavnini. Tí fer
henda vitanin fyri bakka, so
eru vit illa fyri. føroysku
undirgrundini. Og vit vita,
at tað eru fýra leitiboringar
eftir.
Men Kári Højgaard hev-
ur ikki mist mótið fyri tað.
Hann er bjartskygdur og
tolin maður av lindi og
heldur tað man fara at
ganga rætta vegin. Hann
dugir ikki at síggja nakra
orsøk til tess, tá oljufeløg-
ini enn trúgva uppá tað. Vit
vistu, at sannlíkið fyri at
finna olju var sera lítið, og
hyggja vit til Noregs, so
vórðu
boraðir
nógvir
brunnar,
áðrenn
nakað
veruligt var funnið.
Kári Højgaard sigur seg
annars vera sera spentan
um, hvat Amerada Hess
veruliga hevur funnið í
Marjunbrunninum.
Kári Højgaard hyggur frameftir:
– Enn hava vit
ikki mist mótið
Kári Højgaard hevur ognað sær vitan um oljuvinnuna á mongum oljumessum. Her er hann við
á oljumessuni í Aberdeen herfyri
Mynd Jan Müller
C
M
Y
K
13
12