leygardagur 31. januar 1998síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 20 — 31. JANUAR 1998
Torsvøllur fer ikki at bíða
eftir Fotboltssambandinum
Hóast nógv enn er eftir at fáa upp á
pláss, so sigur Heðin Mortensen seg
framvegis rokna við, at farið verður
undir Torsvøll í år
Heðin Mortensen ætlar sær
á aðalfund hjá Fótbóltssam-
bandinum fyrrapartin í dag.
Hann er formaður í ÍSF, og
tað er við tí kaskettini uppi
á, at hann metir á aðalfund-
inum:
— Eg royni at meta á að-
alfundi hjá gllum sersam-
bondunum í ÍSF. Men eg
skal ikki dylja, at sjálvt um
tað er sum ISF formaður, at
eg meti á fundi leygardagin,
so eri eg áhugaður at hoyra,
hvat fundurin hevur at siga
um Tórsvgll. Eg hevði
roknað við, at FSF fór at
viðgera hetta sum serstakt
mál, men tað síggi eg, at teir
fara ikki at gera. Kortini í-
myndi eg mær, at spurning-
urin fer at koma fram, sigur
Heðin Mortensen.
Halda kósina
Stigtakarin til Tórsvell vil
ikki hoyra talan um, at tað
er eitt skot fyri bógvin hjá
Tórsvelli, at Fótbóltssam-
bandið tykist vera tøvandi.
— Tað hevði komið væl
við, um FSF hevði viljað
verið við av fullum huga,
men at teir tykjast hava valt
ta kósina, at teir heldur vilja
vera brúkarar av vellinum
og harvið vera við til at
tryggja raksturin, er teirra
val, sigur Heðin Mortensen,
sum ásannar, at higartil hav-
a tað ikki verið itøkiligar
samráðingar við FSF um,
undir hvgrjum treytum FSF
skal brúka vøllin.
Men ber tað til at fara
víðari við ætlanini, tá greið-
a ikki er fingin á leiklutinum
hjá FSF?
— Tað gera vit í ti sann-
føring, at FSF altíð fer at
avgreiða sínar dystir, har
sum tað eru flestir áskoðar-
ar, og vit halda, at feløgini
fara at gera tað sama, tá tey
skulu taka avgerð um, hvar
Europa Cup dystirnir skulu
spælast. Og í mínari verð
er eingin ivi um, at tað fara
altíð at vera nógv flest á-
skoðarar í høvudsstadnum.
Men ert tú vónsvikin av,
at FSF ikki spælir meiri ak-
tivt við í Tørsvølli?
— FSF hevur gjørt av at
seta 2,5 milliónir í, so vit
kunnu ikki siga, at teir hava
verið heilt passivir. Sum
sagt so ivist eg ikki í, at teir
fara at koma inn á onkran
hátt, og sjálvt um teir gera
av ikki at seta meiri í, so
hevði tað komið væl við,
tíðindablaðið SOSTaln
um teir høvdu fingið tað
byggifíggingina til vega,
sum teir hava møguleika at
skaffa okkum frá UFA, sum
teir hava sjónvarpsavtalu
við.
Nógv at fáa
upp á pláss
Heðin Mortensen sigur, at
hann roknar við, at eitt út-
spæl fer at koma frá fyri-
reikingarnevndini áðrenn
ein mánaði er farin, og tað
útspælið skal m.a. lýsa tey
viðurskiftini, sum higartil
hava verið ógreið:
— Tað snýr seg millum
annað um ognarviðurskift-
ini til Térsvøll, kostnaðar-
ætlanina, fíggingina og
raksturin. Tá hetta er komið
upp á pláss, so fara vit í holt
við at gera jørdarbeidid,
samstundis sum vøllurin
verður detailprojekteraður.
Gongur tað, sum vit hava
roknað við, so fer tað at bera
til at spæla á Torsvølli eina
ferð næsta ár, heldur stig-
takarin, sum man vera meiri
optimistiskur, enn tey flestu
Heðin Mortensen, formaður í ÍSF, roknar framvegis
við, at farið verður undir at gera Térsvøll í ár
høvdu verið, tå so nógv er
eftir at fáa upp á pláss.
Men hvussu ætla tit at
skipa ognarviðurskiftini?
— Vit mugu bíða, til ser-
fróðingarnir eru lidnir við
sítt arbeiði, men tað verður
arbeitt við fleiri modellum.
Vit hava hugt eftir, hvat teir
hava gjørt aðra staðni, eitt
nú í Parkini í Keypmanna-
havn og í Tromsø. Í báðum
førunum er talan um parta-
feløg. I Parkini eigur eitt
partafelag vøllin, og eitt
annað partafelag við somu
eigarum rekur hann. Teir
hava selt áskoðarapláss og
losjur fyri at fáa pening til
vega, meðan norska parta-
felagið í smáum bitum hev-
ur selt sjálvan vøllin til á-
hugað, soleiðis at hesi eiga
ein part av sjålvum vøll-
inum. Vit hava einki avgjørt
enn, men hesir meguleik
arnir eru frammi, umframt
at møguleikin fyri einum
sjálvsognarstovni eisini
hevur verið nevndur
Heðin Mortensen sigur, at
teir hava følt seg fyri hjá
peningastovnunum, um
møguleikan at læna rest-
upphæddina, sum manglar
i, eftir at upphæddirnar frå
Tórshavnar kommunu,
landinum, FSF og øðrum
eru taldar saman, og láni-
stovnarnir hava verið posi-
tivir:
— Men vit kunnu sjálvsagt
ikki gera nakrar avtalur, áðr-
23
enn felagið, sum skal eiga
og reka Tórsvgll er stovnað
Heðin Mortensen heldur,
at:tað fer at bera til at finna
fram til eina loysn, sjálvt
um tað skuldi víst seg, at
FSF ikki fær byggifígging-
ina frá UFA
— Ein møguleiki er, at teir,
sum skulu projektera og
gera arbeiðini, átaka sær
byggifíggingina í fyrstu at-
løgu
Rennibreytin .
og tidin
Tå vit spyrja Hedin Mort-
ensen, um tað hevur verið
upp á tal, at rennibreytin
skal skerast burtur av upp-
runaligu ætlanini við Tórs
velli, sigur hann, at eingir
onnur ætlan fyriliggur enr
tann, sum upprunaliga varð
løgd fram
Og stigtakarin til Torsvøll
heldur, at tað hastar at fara
1 gongd
— Landið hevur játtað
2,65 milliónir í ár, og teir
ætla at játta tað sama á
fíggjarlógunum tey bæði
komandi árini. Skulu vit fáa
nyttu av pengunum, so er
neyðugt, at vit byggja fyri
teir í ár, og tí fara vit undir
arbeiðið so skjótt, sum tað
á nakran hátt ber til, sigur
Heðin Mortensen, sum eftir
øllum at dóma fer at hava
nóg mikið at takast við næs-
tu mánaðarnar og tey næstu
árini. jh
Rogvi Johansen skal við til DM
— Einkultstartserfrødingurin úr Vági
tekur eitt år afturat á súkkluni, áðrenn
hann gevst
At vera súkklari í Føroyum
er ikki altíð so stuttligt.
Veðrið er ikki altíð so gott,
og tá tú sum Rógvi Johan-
sen býr í Vági, eru venjing-
arumstødurnar ikki av teim-
um bestu. Sum hinir før-
oysku súkklararnir loysir
tað seg nógv betur at fara
út um landoddarnar, um ein
veruliga skal fáa góða venj-
ing
Og einkultstartserfrgð-
ingurin Rógvi Johansen ætl-
ar sær eisini á venjingar-
legur uttanlands í ár. Í feb
ruar fer hann til Lanzarote,
og í apríl ætlar hann sær
eisini til Mallorca at venja
Hann hevur eisini teknað
" til trígg tórar kap
r í ár DM, NM
av danmarksmeistarakapp-
ingini.
Hann sigur, at í eini kapp-
ing í Nyborg í fjør súkklaði
hann saman við Jens Knud-
sen, sum varð nummar tvey
í NM seinast. Hóast form-
urin hjá Rógva ikki var av
tí besta tá, var hann minni
enn tveir minuttir aftan fyri
Jens Knudsen. So kanska er
okkurt at heinta í hesi kapp-
ingini.
Seinasta árið hjá
Rógva
Rógvi Johansen hevur
súkklað í eini seks-sjey ár,
og hann sigur, at árið í ár
verður tað seinasta hjá hon
im á hægsta stigi í Føroy
Im
) fer alt ov nógv líð
em
ni,
men ofta endar tað við, at
súkklarin sjálvur noyðist at
rinda bróðurpartin av venj-
ingarleguni og tí, sum hartil
hoyrir.
— Tað tekur nógva tíð, um
tú skalt gera tað ordiligt. Til
stuttleika kann eg nevna, at
eg ikki havi verið í býnum í
eini fýra ár. Sjålvt 1. januar
var eg á súkkluni. Í miðal
haldi eg, at fýra tímar av
degnum eru farnir til venj-
ing seinastu árini, sigur
hann.
Eins og við øllum ødrum
ítróttargreinum fær ein mest
burtur úr at venja saman við
ødrum, heldur enn at venja
einsamallur. Her hevur
Rógvi Johansen ofta havt
ein trupulleika, tí hann
leingi var einasti suðuroy
ingur, sum veruliga gjørði
nakað við súkklingina
Nú havi eg fingið ein
ungan og evnaríkan súkkl
ara, Kára Brattaberg, at
enja saman við, og tað ger
ið eitt sindur lættari, sigur
sannar, af
sum Í
Sjalvul
Icy HM siga, á
úkklarir ha
langan aldur
Bjarne Riis er eisini 33 ár,
og hygg hvat hann megnaði
í fjør.
Tá tú hoyrir um súkkling,
eru tað sum í so nógvum
øðrum føroyskum ítróttar-
greinum tey somu nøvnini,
ið sum oftast ganga aftur
Teir meira etableradu stikkl-
ararnir í Føroyum eru eisini
so smátt komnir upp í árini,
og Rógvi heldur ikki, at tað
eru so nógvir ungir súkkl-
arar, sum kunnu taka við.
Onkur er tó, og her nevnir
Rógvi venjingarfelagan hjá
sær Rúna Brattaberg sum
ein, ið hevur tíðina fyri sær
Skeivt at satsa so
nógv upp á OyL
Avbjóðingarnar til føroyskir
súkklarar eru eisini rættiliga
spjaddar. Seinastu árini
hava Grand Prix-kappingar
verið á summarstevnunum,
og í fjør varð eisini skipað
fyri Statoil Kring Føroyar
kappingini
hevur kortini verið
tíðina. Men tað er Í
) Eitt sindur
størsta gula í
i
Oyggjaleikirnar. DM
serliga NM-kappingin eru
góðar kappingar hjá føroy-
ingum at vera við í, heldur
Rógvi og vísir á, at Oyggja-
leikirnir bert eru annaðhvort
ár.
Annars eru í løtuni ætl
anir um at stovna eitt
súkklufelag í Vági
Vit hava
tosað við
Rógvi Johansen tekur eitt
so ei liðugt lað tc
nogv,
sigur hann
kappróðrarfelagið um sam-
starv. Vit mugu viðganga,
at kappróðurin í Vági og í
Suðuroynni sum heild er
sera illa fyri. Eitt rættiligt
felag av hesum slag hevði
uttan iva givið betri møgu
leikar fyri peningaligum
stuðli fra sponsor S
elj