mikudagur 4. februar 1998síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nú skulu itrottar-
leikarar á skúlabonk
ISF er farið í
í nevndararbeidi og persónligari menning
samstarv við Handilsskúlan um
skeið
Nú hava leiðarar í ítrótt
arfeløgunum kring land
ið møguleika at koma á
skúlabonk fyri at læra,
hvussu tey kunnu gerast
betri til at røkja uppgåv dagin 10. mai frá kl. 9 til
una, sum tey hava átíkið = 17, og í Sørvågi verður
sær í lokala felagnum skeiðið vikuskiftid 23
H einum sersam og 24. maí í skúlanum
skeiðið í skúlanum leyg
ardagin 2. og sunnudag-
in 3. maí frá kl. 9 til 17, í
Klaksvík verður skeiðið
leygardagin 9. og sunnu-
ella
bandi
ISF boðaði longu á að Innihald
alfundinum seinast frá, at. Endamálið við skeiðnum
teir arbeiddu vid at skipa er, at luttakararnir fáa
fyri samstarvi við Hand- kunnleika um ymsar ar-
ilsskúlan, og nå er komið beiðs- og samarbeiðs-
mikið langt við hes- hættir, ið kunnu nýtast í
at skeiðini dagliga arbeiðnum til
menning av felagnum og
til sjålvsmenning. Skeið-
10 ætlast at hjålpa lut-
takarunum at gerast bet-
ur førir fyri at taka ímóti
og arbeiða við upplýs-
ingum, orða og geva
upplýsingar víðari, sum
aftur skal hava við sær,
at trygdin verður stórri
fyri einum hægri kunn
ingarstøði
Yvirskriftirnar fyri tí,
sum verður á skeiðnum,
eru fyriskipan, fundar-
leiðsla, roknskapur og
kreativitetur
Sagt verður, at tað
krevst eingin forkunn-
leiki fyri at taka lut á
skeiðnum Frálæran
Havnini = verður gjørd livandi, og
týsdagin 14 dentur verður lagdur á,
at luttakararnir eru virkn-
ir og ikki bara skulu sita
og lurta, verður sagt frá
fyrireikarunum
verða
Talan er um eitt skeið
sum verður hildið kring
andið. Skeiðið er sekst
g tað verður
eir dagar — fýra
vønt dagin Kost
rin er hundrað krón
hvønn luttakaran,
í er íroknað undir
skeiðtilfar
tur. Sagt
yg
at
verður
frá luttøku í
seinasta lag: 17. mars hjá
skeiðtænastu Handils
skúlans, sum hevur tele
ast ska
Handilsskúlanum
ambsdal: verður skeið
8 g
pri! frå
týsdagin
1o0sdaein 23 anril
1OsS0agin 23. apri
Jagarnar
Handilsskul
Tvøroyri verður
frå kl
Hvussu kann eg vita hvat eg vil
hvussu kann eg gera tad vid vit og skil
Hvussu kann eg finna út av
um eg skal smíða ella sigla tað salta hav
eima bók
ella skal tað takast sum ein joke
Skal man hyggja í
Ella skal man bara út í luftina hyggja
ella siga nøkur mergja orð fyri landið at byggja
Ella skal man út í nøkur ár fyri okkurt at uppliva
enn at spilla nøkur ár tí man situr í iva
Ella skal man út í verðina at fjakka
ella arbeiða fyri einum skattalætta
Skal man kanska blíva missionerur
'g tosa um allar anda verur
Ella skal man fara á internetið
ella fara á Fróðskaparsetrið
Kanska skal man nógv ganga í skúla
ella liva sum ein løgin kúla
Ella kanska skal man siga nú er friður
og seta seg sum bónda í Múla niður
Ella kanska bara fáa sín feita arv
»g liva lívið feitt uttan starv
Eina útbúgving at hava er aldrin býtt
men valið verður altíð títt!!!!
10.A á Venjingarskúlanum
tíðindablaðið
Lesarabrøv
Nr. 22 — 4. FEBRUAR 1998
Øll kristin truarsamfeløg vóru ikki spurd
Sambært — fjølmidlunum
hava menn i sambandi vid
ætlaða 1000-árahaldið fyri
kristnitøkuna í Føroyum
spurt øll kristin tråarsam-
feløg, um tey ynsktu at vera
vid. Bert brødrasamkoman
vildi ikki vera vid. At øll
kristin trúarsamfelgg vórðu
spurd, er kortini ikki satt.
Hóast góð 60 ár eru liðin,
síðan Jehova Vitni fyrstu
ferð byrjaðu at boða her í
landinum, verða tey eyðsæð
ikki mett sum kristin. Tey
vórðu í hvussu er ikki spurd.
Ikki at vit eru firtin um tað
ella fegin vilja sleppa upp í
part. Svar okkara hevði
kortini verið eitt nei. Partvís
halda vit sum brødrasam-
koman ikki, tað ber til at
kristna eitt heilt land í senn,
partvís tykist framferðar-
hátturin fyri 1000 árum síð-
ani okkum ikki at vera í
samsvar við Bíbliuna.
Tá Føroya bispur í fjøl-
miðlunum sigur, at øll krist-
in trúarsamfelgg, uttan
brødrasamkoman, hava sagt
ja, kann onkur skilja tað,
sum Jehova Vitni eisini
skulu vera við í 1000-ára-
haldinum. Tað ynskja vit
við hesum at avsanna. Ann-
ars undrast vit kanska eisini
á, at Sigmundur Brestison,
sum ferðaðist kring oyggj-
arnar við sverði í hond,
verður mettur sum kristin,
meðan Jehova Vitni, ið
koma við Bíbliuni í hond,
ikki roknast sum kristin. Tá
Jehova vitni boða hús úr
húsi, er tað, tí eingin annar
enn Jesus Kristus sjálvur
beyð okkum at gera tað.
(Matt. 24:14; 28:19, 20) Alt
tað, Jehova Vitni trúgva, og
lív teirra sum heild, tekur
stødi í fyrimyndini hjá teim-
um fyrstu kristnu, soleiðis
sum vit lesa um í Nýggja
Testamenti.
Vinarlig heilsan,
Tíðindatænastan hjá
Jehova Vitnum í Føroyum
Svar til lesarabræv frá
Í Sosialinum 29.1.98 biður
Eiko Apol um nakrar ná
greiniligari upplýsingar um
ferðatrygging saman við
nøkrum viðmerkingum um
almenna sjúkratrygging hjá
okkum og londunum kring
okkum
I fleiri londum er sjúkra-
kassaskipanin avloyst av
>Den offentlige Sygesikr-
ing« har vidtiknar lógir
áseta hverjar útreiðslur
verða goldnar. Í Norður-
londunum er Danmark ein-
asta landið, har tað er álagt
øllum landsins borgarum at
rinda fyri tey, sum á fritid
arferð í Evropa og fáa brúk
fyri sjúkraviðgerð, sjúkra-
husuppihaldi ella skulu
flytast heimaftur. Fyri fáum
árum var skipanin galdandi
fyri frítíðraferðir upp í 60
dagar, men seinni stytt til
30 dagar. Á hvørjum ári er
spurningurin frammi um at
taka skipanina av
Føroyar eru sostatt í somu
støðu sum hini Norðurlond-
mi, á ferðum suðuri í
Evropa nevnilig: Tey ferð-
andi mugu antin sjálv rinda
sjúkraviðgerð og heimflut-
Eiko Apol um ferðatr
ningsútreiðslur ella býta út-
reiðslurnar sínámillum
gjøgnum tryggingarfelag
So gott sum øll velja ferda-
tryggingina, tí tey vita, at tå
illa veit vid, er talan um
einstakar rokningar millum
kr. 50.000,- og 200.000,- í
evropeiskum øki.
Hvussu stór endurgjøldini
vóru í 1995 frá donsku
tryggingarfeløgunum til
teirra viðskiftafólk, er okk-
um ókunnugt.
Ferðatryggingartreytir og
prísir verða regluliga endur-
skoðað bæði her og aðra-
staðni. Síðani stóru broyt-
ingarnar hjá okkum í 1994/
95 eru prísirnir td. fyri
ferðir til Onglands og Allan
Heimin lækkaðir og trygg-
ingarhæddirnar fyri vidføri
á Trygg Bilferð tryggingini
eru hækkaðar uttan meir-
kostnað
Vit vita, at um ársskiftið
eru stórar broytingar gjørd-
ar í donsku ferðatrygging-
unum. Teir hava millum
annað strikad iágprístrygg-
ingarnar nevndar >budget<
tí fleiri av tryggingarupp-
hjæddunum vóru ov smáar
Lesarabræv
til at gjalda allan skaðan hjá
viðskiftafólkunum
Hesum vistu vit av í 1994
/95, og valdu tí ikki at taka
lágprístryggingarnar við í
okkara úrval. Tað skuldi
heldur ikki verið neyðugt,
tá prísirnir her eru lægri enn
»plus« tryggingarnar í Dan-
mark, tá sama vera við
somu skyldum verður
samanborin.
Dygd kostar
Spurt verður um vit sum
einasta ferðatryggingarfe-
lag her á landi lata eina
rímiliga tænastu á hesum
øki. Av tí at tað neyvan er
rætt av okkum at svara hes-
um spurningi, verður í
staðin upplýst: Vit hava sett
okkum sum mål, at før-
oysku ferðatryggingar altíð
skulu umfata alt tað feløg-
ini kring okkum bjóða teirra
viðskiftafólkum. Umframt
skulu tryggingar leggja upp
fyri serliga tørvinum ferð-
andi úr Føroyum til eina og
hvørja tíð hava.
Her kundu vit nevnt alt
tað, sum starvsfólkini á
ferðamannastovunum á
hvgrjum ári fáa gjøgnum-
gingið á okkara skeiðum.
Oivad fer hetta at fylla ov
nógv her, og loyva vit
okkum at vísa til ferðafald-
ararnar, sum nágreiniliga
vísa á munirnar til frama
fyri ferdandi år Føroyum.
Víst verður eisini til starvs-
fólkini á ferdamannastov-
unum og okkara egnu av-
greiðslum
Nú so nógv er skrivað um
rættindi og skyldur á ferð
um, fara vit at gera vart við/
minna á, at vit kunnu koam
verri fyri á ferð Í Danmark
enn hinum Norðurlondun-
um. Í Danmark hava vit á
ferð bert rætt til bráðfeingis
læknahjálp og innlegging á
sjúkrahús. Verður tað dýr
ari enn vanliga ferðaseðilin
at flyta okkum heim aftur,
mugu vit sjálvi rinda eyka-
kostnaðin, um eingin ferða-
trygging er at rinda
Vinarliga,
Tryggingarsambandið
Føroyar
Kjartan Dalsgaard,
marknaðarleiðari
Eitt hjartasuff
Í blaðnum hevur verið nak-
að gjørt burtur úr umhvørvi
og hvussu reint tað er vorð-
ið í teimum ymsu komm-
ununum. Harafturat hevur
IRF eisini meldað út,
hvussu nógv summar
kommunur gera fyri um-
hvørvi. Teir megna ikki at
brenna alt ruski sum kemur
inn
Í Sosialinum frá 23/1 stóð
aftur ein grein um umhvørvi
og um hvussu nógv verður
gjørt í teimum ymsu komm-
ununum fyri, at tað skal
verða so reint og ruddiligt
sum gjørligt
Eg búgvi í Skála komm-
unu inni á Skálafirði. Sum
øllum kunnugt, so liggja 5
kommunur við Skålafjørd-
in, við einum fólkatali uppá
áleið 2500-3000. (Hettar er
bert eitt met).
Tað nógva av tí ruski,
sum kemur frá hesum fólk-
um og teimum skipum, sum
sigla inn og út av fjørdinum,
verður tveitt á sjógv uttan
at kommunurnar gera nóg
mikið, fyri at forða hesum.
Alt tað sum flýtur so sum
plastikk, plastdunkar og
annað rekur so inn á sandin
í Skálafirði til miklan ampa
hjá okkum, sum búgva í
hesi bygd. Í vindi liggur alt
og fýkur runt í bygdini og
endar inn ímillum húsini og
í búin, sum er avtakin í
plastikk, tundrum, dunkum
øðrum.
Sandurin varð ruddaður
millum jól og nýggjár, av
bygdarfólkinum. Tað gingu
bert 3 dagar við lágætt, so
var sandurin aftur avtikin av
ruski.
Tað hevði verið sera gott,
um tit høvdu vilja tikið
ruskspurningin runt Skåla-
fjørdin upp i bladid tykkara
og vidgjørt hann. Bygdar-
fólki hevur heitt bæði á okk-
ara egnu kommunu og á
Kongshavnar Havn um at
fáa greiði á hesum, fyri okk-
um so týðandi máli, men tað
er sum at sláa í stein, einki
verður gjørt.
Tit skuldu ómakað tykk-
um ein túr inn á sandin í
Skálafirði, so høvdu tit sæð
alla óhumskuna sum liggur
á sandinum og langt norður
í búin
Tað er so vælsignað lætt,
at sita út í á Argjum í eini
fjálgari skrivstovu við eini
teldu framman fyri sær og
skriva tað niður, sum kemur
einum fyri oyra.
Vinarliga
Almfinn Jacobsen
I ANN