Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. februar 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 22 — 4. FEBRUAR 1998 tíðindablaðið som, 15 Føroyameistarakappingin í billard: Kaggamenn tevja gull Í byrjanini vóru teir í 3. deild. Bardu seg síðani upp í aðru deild og náddu eftir hetta upp í bestu deildina. Men ikki nóg mikið við tí. Kaggamenn vilja ikki lata sær linda hvórki silvur ella bronsu í 1. deild. Teir eru úti eftir gull- inum, og nú kappingin er komin væl forbi helvt, tevja kaggamenn gullið. Hetta er myndin av einum billardfelag, sum byrjaði úr ongum og sum loksins end- aði á toppinum. 1. deild- arliðið hjá Kagganum ligg- ur klárt og greitt á odda í | deild, við 88 stigum og harvið ikki minni enn 20 stig framman fyri verandi føroyameistararnar ur Klaksvik Sidani eru 10 stig nidur til Tvøroyrar Klubba og aftur 11 stig til Billardfelag Fuglafjardar. I botninum liggja Havnar Klubbi og Mimir. Sum stødan sær ut i løtuni stendur Mimir til at fara nidur f 2. deild. Tad verður so fyrstu ferð í meira enn 20 år, at Mimir ikki hevur lið í 1. deild. Men enn eru ikki allar súðir syftar, og hóast ein greið mynd er við at tekna seg, so kunnu enn henda broytingar bæði millum oddaliðini og botnliðini. A oddaliði Kaggans eru teir tríggir, Anfinn Hansen, Henrik Petersen og Bjarni Skaalum. Ahugavert er at bíta merki í, at allir hesir spælararnir hava spælt fyri onnur feløg fyrr. Anfinn fyri Mimir, Henrik fyri Marinu- støðina og Bjarni fyri Tórs- hell. At hava fingið verandi staklinga føroyameistaran, Henrik, við á liðið, er ikki at kimsa at. Hann er oftast góður fyri øll seks stigini í hvørjari kapping. Men eis- ini Anfinn og Bjarni hava víst seg at vera góðir spæl- arar, sum hava tíkið seg nógv fram seinastu árini. So styrkin hjá liðinum er tann, at her hevur tú tríggjar ha- bilar spælarar, sum tó allir kunnu tapa spøl, tå ástendur. Og tað er nettup hesin „veikleikin“, sum er vónin hjá verandi føroyameistara- liðnum úr Klaksvík. Spælir tað upp til sítt allarbesta og Kaggamenn hava onkran „of“ dag, so kann tað blíva ein harður endaspurtur millum júst hesi bæði liðini. Og hyggja vit so at onkr- um av úrslitinum frá sein- astu kappingunum, er vert at bíta merki í serstakliga eitt lidurslit, tað millum Klaksvíkar Klubba og Bill- ardfelag Fuglafjarðar. Ikki bert vunnu klaksvík- ingar stórt, 14-4, teir fingu eisini tað besta úrslitið, sum nakað lið í Føroyum nakr- antíð í umleið 25 ára søgu Billardsambandsins hevur fingið. Liðið hjá klaksvíkingum fekk 5222 eygu ella 29,01 í meðal. Hetta er einki minni enn eitt bragd. Bestur var Kristian Suni Høgnesen, sum fekk 33,30 eygu i medal. Besta spæl hansara var uppá 848 eygu. Men hinir gjørdu sær ikki fyri skommum. Nýggja stjórna norðoyinga í billard, Niclas Heri Jákupsson spældi upp til sítt besta við 30,56 eyg- um í meðal. Sonard Johann- esen hevði 23,16 eygu í meðal. Fuglfirðingar høvdu eis- ini góð medaltøl. Bestur var Jákup Baldvinsson við 24,82 eygum í meðal. Hyggja vit so eftir ðrum spælarum í kappingini, so hevur Max Rasmussen úr TK staðið seg sera væl. Hann eigur eisini besta ein- staka úrslitið í kappingini, sum er uppá 33,63 eygu. Um einstøku dystirnar er annars at siga, at Kagga- menn hava lagt sera væl út við at vinna rættiliga stórt á flest øllum liðum. Klaks- víkingar, sum eisini hava havt góðar dystir, hava tó ikki megnað at vinna so nógv, at hetta røkkur til eitt fyrsta pláss í løtuni. 2. deild Her liggur TvøroyrarKlubbi á odda. Í hølunum á honum er Kaggin. Aftast í deildini er Mimir. Liðið hjá Tvgroyri er mannað við Dennis Lave, Jógvan Jørgensen og Eyðun Svalbard. Eisini er Jens P. Poulsen við. Her hevur so Eyðun Svalbard bestu úrs- litini við m.a. 19,2 eygum og einum dysti uppá 444. 3. deild Her liggja vágbingar klárt á odda við 88 stigum. Klaksvíkingar hava 44 stig men færri spøl. Nidast er Billardfelag Fuglafjarðar. Manningin á liðnum hjá Vági er Birgir Jacobsen. Ole Verdic og Sámal Jo- hannesen. Her hevur Birgir havt tey bestu úrslitini, eitt nú 22,2 í meðal. Steða í 1. deild Dystir Eygu Stig Meðal 54 54 54 54 54 54 Kaggin Klaksvíkar Klubbi Tvøroyrar Klubbi Billardfelag Fuglafj. Havnar Klubbi Mimir Støda i 2. deild Dystir 22834 24018 20824 20428 18322 17770 88 68 58 47 34 29 21,14 22,24 19,28 18,91 16,96 16,45 Eygu Stig Medal Tvøroyrar Klubbi Kaggin Havnar Klubbi Billardfelag Fuglafj. Billardfelag Fuglafj. Mimir 36 36 27 21 36 36 Steða í 3. deild Dystir 54 36 36 Vágs Billardfelag I Klaksvíkar Kluhbi Vágs Billardfelag 2 Havnar Klubbi 36 Kaggin 27 Billardfelag Fuglafjarðar 9 8828 56 12,26 45 11,62 8366 h 5278 32 97 5908 30 10,94 I8 8,62 6206 7032 17 977 Eygu 11526 6946 6466 28 5140 26 2918 8 [184 — 4 Stig Medal 88 44 10,67 9.65 K.O8 7,14 5,40 6.58 Henrik Petersen, sum friggjadagin gjørdi bart å Tvøroyri. Hann fekk meira enn 1100 eygu i einum dysti. Hetta er heilt óhoyrt i føroyskum billardspæli. Meira um hetta og komandi dystirnar í komandi blað F Foroya Bjór Simultan 1998 Leygardagin 31. januar varð skipað fyri árligu Føroya Bjór Simultan kappingini Spælt varð í Klaksvík, Fuglafirði og í Tórshavn. Tilsamans vóru 72 spælarar við Endaliga úrslitið fyri landið gjørdist (miðal 578): VÆ] DN 10. 1. 12 é. 13. 14. 15. 16. 17. 18. 19. 20. 21 22 hl. 23. 24. 25. 26. 27. 28. 29. 30. 31 32 Hallberg Arnfridsson-Finnbjørn Olsen . Niels Nielsen-Trygvi Vestergaard Magni Jøkladal-P6l Egholm . Arant Berjastein-Dia Dahl Jacobsen . Rói á Régvu Joensen-Allan Dal-Christiansen Marner Joensen-Reimund Langgaard . Alvur Klakk-Jógvan Clementsen Påll S. Sørensen-Debes Christiansen Eyðun Jensen-Eyðun Joensen Dánjal P. Mohr-Per Kallsberg Steinbjørn Jacobsen-Karin Maria Jacobsen Súsanna Dam-Súsanna Martinsdóttir Maria Christiansen-Asdis Hansen Christen Joensen-Marita Krosstein Odd Fjallsbak-Jákup Klein Ingibjørg Hansen-Hans Egil Joensen Asta Thulesen-Jens Jacobsen Palli-Jan Mortan Rasmussen-Einar Ellingsgaard Hallur Ellingsgaard-S6lbjørn Klein . Eydun Anthoniussen-Oddfinnur Davidsen Jórun Højsted-Janhild Sørensen Bogi Simonsen-Han J. Petersen Jens P. Nolsøe-Kaj Alstrup Karl Isaksen-Poulina Jacobsen Kjartan Johansen-Jógvan Nolsøe Hjalmar Joensen-Petur Ovi Vesturtún Såmal Just Dahl-Herman Dahl Hallgerð Hansen-Asla Weihe Bjørg Róin-Edvard Olsen . Jérun Johannesen-Marjun Restorff . Jutta Heinesen-Greta Hansen 33: 34. 35. 36. Bergfridur Leiti-Henning Anthoniussen Hans J. Poulsen-Edvin Hammer Oddmar Danielsen-Henrietta Svenstrup Ingibjørg Holm-Henny Petersen 763 — 66,00% 761 — 65,83% 728 > 62,98% 718 —62,11% 712 61,59% 708 62,25% 693 59,95% 657 56,83% 649 — 56,14% 643 —55,62% 643 55.62% 631 54,58% 629 54,41% 617 —53,37% 592 51,21% 585 — 50,61% 561 48,53% 560 48,44% 560 48,44% 549 47,49% 548 47,40% 547 47,32% 541 — 46,80% 526 —45,50% 512 44,29% 507 — 43,86% 504 43,60% 495 42,82% 490 —42,39% 488 4221% 485 —41,96% 463 40,05% 449 —38,84% 448 —38,75% 426 —36,85% 420 —36,33% Urslitatænastan komin Herfyri vóru menn frå donsku tipstænastuni i Føroyum i sambandi vid, at ein føroysk úrslitatæn- asta skuldi setast á stovn. Og fyrstu ferð til at ringja til hesa tænastuna og har fáa at vita øll úrslit, sum tað hevur borið til at vedda um hjá føroyingum. Á nummarinum |.9982 verða øll úrslit hjá tips- tænastuni uppdaterað bein- anvegin, tey eru greið. Umframt úrslit verða eis- ini upplýsingar um stødd á vinningum, jackpots o.a. í gjár bar so fyri bæði frá seinastu vikuni og frá vikum framman- undan at fáa á tlf. 1.9982. Harafturat verður úr- slitatænastan ein hjálp í sambandi vid ymsar broytingar í spølunum. elj |