Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-02, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2003síða 43

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 229 - 2. desember 2003 Nr. 229 - 2. desember 2003 29 norðuri á 62 stigum. Tað ljóðar, at hetta risastóra oljufelagið, sum áður hevur víst áhuga í føroyska øki- num, umhugsar at bora í einum av loyvunum her norðuri og beint við mark- ið. Fyri okkum í Føroyum er hetta sera áhugavert, tí fleiri av økjunum, sum helst verða peikað út til eina nýggja útbjóðing her hjá okkum, liggja eisini har norðuri og beint hinumegin markið. So tað kann hugs- ast, at eitt stórt oljufelag sum ChevronTexaco, ið tel- ist millum heimsins størstu, bæði fer at vísa eina út- bjóðing okkara megin áhuga og fer at bora beint hinumegin markið kanska longu í næsta ár. Eisini er tað sera áhuga- vert, tað, sum hendir í loyv- inum hjá Amerada Hess, har ChevronTexaco eisini er partnari. Talan er um brunnin Cambo, sum varð boraður í fjør og sum er eitt fund. Tað ljóðar, at tað er uppá tal at bora ein av- markingarbrunn longu í næsta ár. Aftrat hesum er líkt til, at vit fáa eina útbjóðing á føroyska landgrunninum og eina á tí bretska, og báðar helst tætt upp at markinum og har norðuri. Alt eftir áhuganum fyri hesum út- bjóðingum, so ganga vit eina spennandi tíð á møti við møguliga fleiri brunn- um tey næstu nógvu árini. So hóast tað tykist sum At- lantsmótið er í tómgongd, so er okkurt, sum bendir á, at tað kortini gongur rætta vegin fram, um enn spaku- liga. Komandi brunnar, í fyrsta lagi 9 og í øðrum lagi kanska nógv fleiri, báðu- megin markið fara at gera av, um og nær eitt nú Føroyar gerast oljufram- leiðandi land. Oljufeløg hava bund- ið seg til at bora 9 brunnar, 4 í føroysk- um øki og 5 í bretsk- um, komandi árini. Stórur spenningur er um uppaftur nýggjar brunnar longur norð- uri á landgrunninum, báðumegin markið. Tríggjar nýggjar út- bjóðingar, á føroysk- um, norskum og bretskum øki, kunnu fara at varpa nýtt ljós á Atlantsmótið. Men tað krevst tol hjá teimum, sum helst síggja eina oljuvinnu á okkara landgrunni í næstu framtíð OFFSHORE FAOES 2003/ANALYSA Jan Müller Tað eru góð 30 ár síðani, at fyrsti borurin varð settur í undirgrundina á Atlants- mótinum, vestan fyri Het- land. Í hesum tíðarskeiði eru boraðir 206 brunnar, harav eru 63 fund og tekin til olju. 143 brunnar hava verið turrir. Í dag eru 3 oljuøki í framleiðslu, Foi- naven, Shiehallion og Loyal. Tvey onnur øki eru undir útbygging, Clair og Suilven. Oljufeløg hava bundið seg til at bora 9 brunnar aftrat, 4 í føroyskum øki og 5 í bretskum. BP skal bora tveir í føroyskum øki og tveir hinumegin markið. Amerada Hess skal bora tveir, ein hvørjumegin markið. ConocoPhillips stendur til at bora ein í bretskum øki, og Chev- ronTexaco til at bora 1 í bretskum øki. Sum vit longu hava hoyrt og sæð, so verður eingin brunnur boraður á okkara land- grunni í næsta ár. Teir skulu so allir borast áðrenn endan av 2006. Helst verða teir boraðir í 2005. Sosialurin hevur fingið upplýst frá BP, at teir heldur ikki ætla at bora sínar brunnar í bretsk- um øki næsta ár. Tað skilst, at ConocoPhillips hevur somu støðu. Eftir er so ChevronTexa- co. Hetta er í løtuni kanska tað mest áhugaverda felag- ið sæð við føroyskum eyg- um, tí tað kann vera, at tað borar sín brunn niðri í Gullhornini, bretsku megin markið í næsta ár. Men meira áhugavert er at merkja sær, at felagið eisini hevur tvey loyvi longur norðari, eitt nú 215 og eitt í 213-214, sum liggur heilt Oljuleitingin á Atlantsmóti á vegamóti: Í tómgongd – gongur tó spakuliga framá Kortið, sum er gjørt í samstarvi millum Sosialin og Statoil, er uppdaterað. Tað vísir tí aktuellu støðuna á Atlantsmótinum, hvørji feløg hava hvørji loyvi, hvørjir brunnar eru eftir at bora og mangt annað forvitnisligt. Enn er langt á mál og helst verða tað onnur fólk enn hesir báðir, sum fara at handfara fyrstu føroysku oljuna. Myndin er frá ferð í Alaska fyri nøkrum árum síðani. Oljumálaráðharrin og fíggjarmálaráðharrin fegnast um oljuna í Alaska og seta vónir til, at føroyska oljuævintýrið ikki er so langt vekk. Hóast einki rakstrarverdugt fund er staðfest, so er staðfest, at ein virkin oljuskipan er við Føroyar. Og tí eru Føroyar eisini á heimsglobussum á oljumessum sum her í Aberdeen Mynd Jan Müller