Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. februar 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið SOS2/u Nr. 23 — 5. FEBRUAR 1998 sosialurin, box 76. 110 tórshavn, tel 11820, fax 14720 e-mail til ítróttin: emil Gsosialurin.fo Påll Gudlaugsson: Íslendingar stóran ahuga fyri Una og ens Martin Fótbóltur: Á Ólafsfirði í Íslandi eru fólk sera áhugað í fótbóltsliðnum Leiftri, sum Páll Guðlaugsson er venjari hjá, og serliga er áhugin stórur fyri føroyingunum Jens Martin Knudsen og Una Arge. ið herfyri gjørdu sáttmála við felagið Hann gjørdi fyrstu ferð vart við seg i føroyska ítróttar- heiminum sum málmaður á Gl liðnum, ið vann føroyameistaraheitid i 1983. Seinni bleiv hann betur kendur sum venjarin hjá føroyska fótbóltslands- liðnum, sum millum annað vann 1-0 á Eysturríki í Landskrona tann 12. sep- tember 1990. Hann var eis- ini venjari hjá kvinnulands- liðnum, sum vann 1-0 í Wales Tað er sjálvandi Páll Guðlaugsson, tosað verður um. Íslendski føroyingurin, ið sum venjari hevur fingið bestu altjóða úrslitini við bæði mans- og kvinnu- landsliðnum „Nú er hann aftur í Íslandi, har hann er venjari hjá |! deildarliðnum Leiftur. Sum sagt er hann best kendur sum landsliðsvenj- ari, men sjálvur sigur hann, at hetta er hansara størsta avbjóðing higartil sum venjari — Fyritreytirnar við at vera venjari her og at vera venjari hjá landsliðnum eru sera ymiskar, sigur hann og sipar m.a. til, at sum venjari hjá einum felag kanst tú fáa spælarar úr øllum pørtum av heiminum á sama lið Og hetta er eisini sera nógv galdandi í júst Leiftur. Spælarahópurin til komandi kappingarár er samansettur av spælarum úr Íslandi, Danmark, Skotlandi og Nigeria. Og so rekast onkrir føroyingar eisini uppii. Tað eru teir báðir Jens Martin Knudsen úr GI og Uni Arge úr HB, sum hava gjørt sáttmála við Leiftur hetta kappingarárið. — Jens Martin og Uni hava báðir verið her og klár- aðu seg væl, sigur Páll. — Teir vóru her ikki so nógv fyri at spæla, men meira fyri at síggja seg um í býnum og kunna seg við umstødurnar. Landsliðsspælari úr Millum hinar nýggju spæl- ararnar hjá Leiftri er 24 ára gamli miðvallarleikarin Pet- er Ogaba úr Nigeria. Og hann er ikki hvgr sum helst. Hann var við, tá Ul6-liðið hjá Nigeria var í HM-final- uni, og hann var eisini yngsti maður á nigerianska liðnum, sum var í U21-fin- aluni fyri nøkrum árum síð- ani. Sum 15 ára gamal varð hann seldur til Lokeren í Belgia og hevur síðani tá eisini spælt við týska liðn- um Duisburg. Hann hevur spælt átta A-landsdystir fyri Nigeria. Danski John Nielsen, sum hevur røtur í Ikast, er eisini komin frá enska 1. deildarfelagnum Southend, og úr Skotlandi kemur 30 ára gamli Paul Kinnayrd. Hann hevur spælt við so navnframum liðum sum Aberdeen, Dundee, Mother- well og Ayr United. Harum- framt eru nakrir ungir spæl- arar, sum júst nú eru komnir upp millum teir vaksnu. Og so eigur Leiftur eisini fleiri spælarar, sum eru leig- aðir út til feløg í ødrum londum, meðan íslendska kappingin liggur still um veturin. Hópurin ikki saman enn 1. maí in trupulleiki, sum Páll Guðlaugsson hevur, er, at hann ikki fær savnað spæl- ararnar rættiliga saman fyrr enn Í. mai, tá teir útleigaðu spælararnir koma heim aft- ur. — Landskappingin byrjar 20. mai, so tað eru ikki nógvir dagar til at hava alt liðið savnað og fáa tað sam- anspælt, sigur Páll. Eitt slag av undankapping er í mars mánaði, men fyri Leiftur verður hetta ein eitt sindur løgin kapping, tí verri enn so allir spælararnir eru tøkir tå. Hetta fyribrigdid vid at leiga spælarar ut er rættiliga vanligt i Islandi, og tad kemur bædi spælarunum og íslendskum fótbólti sum heild til góðar. Páll Guð- laugsson sigur, at tað sæst týðiliga, tá ein spælari hevur verið burtur ein vetur og spælt aðrastaðni. — Men tað ger, at eg havi eina torføra arbeiðsuppgávu fram til |. mai, tá allur hóp- urin verður tekur, sigur hann. Páll hevur heldur ikki før- Í Lesið eisini ítróttin á Internetinum www.sosialurin.fo ? > — Áhugin fyri Jens Martin og Una er ótrúliga stórur, og tað hevur fingið nógva umrødu í fjølmidlunum, at tveir føroyskir landsliðsspælarar eru komnir til Leiftur, sigur Páll Guðlaugsson, sum er venjari hjá íslendska felagnum oysku spælararnar 100 pro- sent tøkar fyrr enn mið- skeiðis í mai. — Jens Martin kann ikki koma fyrr enn um hálvan mai, og Uni er ikki liðugur á blaðmannaskúlanum fyrr enn 25. mai, sigur Páll. Eftirsum landskappingin byrjar 20. mai, missir Uni Arge fyrsta landskapping- ardystin, men Påll sigur, at ætlanir eru um at fåa hann til Islands til tann dystin eis- ini. Storur åhugi fyri Jens Martin og Una Påll Gudlaugsson sigur ann- ars, at åhugin fyri Leiftri er stórur á Olafsfirdi, har fel- agið hoyrir heima. Olafs- fjørður liggur á nordurland- inum, nakað norðan fyri Akureyri, og har búgva bert nøkur fá túsund fólk. Hetta forðaði kortini ikki Leiftri í at enda á 3. plássi í ís- lendsku landskappingini í fjør, og tað gevur liðnum rætt til at luttaka í Intertoto Cup-kappingini. — Ahugin fyri Jens Martin og Una er ótrúliga stórur, og tað hevur fingið nógva umrødu í fjølmidlunum, at tveir føroyskir landslids- spælarar eru komnir til Leiftur, sigur Påll Gud- laugsson. — Tad er eingin ivi um, at áhugin fyri teimum báðum er stórri enn áhugin fyri hin- um nýggju spælarunum, sigur hann. — Íslendingar hava eisini hug til at arga føroyingar eitt sindur, men so plagi eg at vísa á, at Føroyar hava klárað seg betur tey fyrstu tíggju árini í altjóða fótbólti, enn Ísland gjørdi, tá teir fóru uppí EM- og HM- kappingarnar. Væl fyri iga Íslendskur fótbóltur hevur seinastu árini sligið sítt navn fast á fótbóltsheims- kortið. Páll Guðlaugsson sigur, at bert seinasta ár fóru millum 40 og 50 íslendskir fótbóltsspælarar í onnur lond at spæla. — Bert um jólini vóru til- samans 57 íslendingar til royndarvenjing í ymsum feløgum runt um í Europa, sigur Páll. Íslendsku liðini hava so- statt mist nógvar spælarar síðani í fjør, og tað merkist eisini. Men meðan hini fel- øgini fáa sær aðrar íslendsk- ar spælarar, hava Páll og Leiftur valt at fara út um landoddarnar eftir nýggjum spælarum. Páll heldur, at íslendsku spælararnir ofta krevja ov nógv fyri at spæla, og hann hevur brúkt fleiri av teimum góðu kontakt- unum, hann hevur fingið eftir at hava vitjað fleiri kend europeisk fótbóltsfel- øg, til at fáa góðar spælarar í hópin, sum telur 23 mans. Eisini peningaliga sæst tað aftur, at spælarar fara uttanlands at spæla. Páll sigur, at flestu spælararnir í Leiftri høvdu 241 ára sátt- málar, og at tað hevur givið væl í peningakassan at selt hesar spælararnar, áðrenn sáttmálarnir hjá teimum vóru úti. Leiftur stendur væl í tí fíggjarliga í mun til nógv onnur íslendsk feløg, eitt nú Fram, sum skyldar 37 milli- ónir íslendskar krónur. Leiftur skyldar einki, og tað kemst fyrst og fremst av søluni av spælarunum um- framt inntøkunum av at leiga spælarar út um vetur- in. Felagið verður rikið pro- fessionelt av einum banka- stjóra og hevur m.a. ein nýggjan grasvøll við hita og eina nýggja hell. — So bæði stødid, um- hvørvid og umstødurnar eru sera góðar, eisini hjá før- oyskum spælarum, sum koma hendavegin, sigur Páll Guðlaugsson. elj