hósdagur 5. februar 1998síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
12
tíðindablaðið
Nr. 23 — 5. FEBRUAR 1998
Norðurlandahúsið:
Tróndur Patursson og Peter Turtschaninoff á tíðindafundinum í gjár. Tróndur hevur
verið við á fleiri ferðum hjá Tim Severin, og í apríl fara teir enn ein túr. Hesaferð er
liggur leiðin til Indonesia at stinga augustar
SVEINUR POULSEN
I 1976 kom ein skinnbåtur
vid navninum Brendan til
Føroya, og skiparin å hesum
báti var bretin Tim Severin
Endamálið við teirri ferð-
ini var at prógva at siglt var
um Atlantshavið, áðrenn ví-
kingarnir gjørdu tað við
sínum skipum
Fólk vóru, sum verða
man, forvitin eftir at síggja
hetta forkunnuga far, men
ein føroyingur var hepnari
enn tey flestu. Hann slapp
at verða við á túrinum
Tað var Tróndur Paturs-
son, listamålari
Gott samstarv
Tróndur var ikki bara við
sum sjómaður, men eisini
sum teknari, ella illustratør,
sum tað eitur
Tað er nevniliga so, at tå
ið Tim Severin hevur gjørt
eina kanningarferð, so
skrivar hann eina bók um
túrin, og tað er til bøkurnar,
tekningarnar hjá Tróndi
skulu brúkast
Væl man liggja fyri at
skriva hjá Severin. Onkrar
av bókunum eru vorðnar
bestseljarar, teirra millum er
bókin um túrin við Brendan
Tim Severin hevur
tilsamans skrivað 13 bøkur
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Samstarvið millum Seve-
rin og Patursson man hava
verið gott, tí síðani ta ferð-
ina hevur Tróndur verið við
á fleiri kanningarferðum.
Millum annað á teimum
báðum seinastu ferðunum,
The China Voyage og The
Spice Ísland Voyage.
Til Feroya at
halda fyrilestur
Tim Severin hevur ikki ver-
ið í Føroyum síðani 1976,
men nú kemur hann aftur.
Hann kemur til Føroya at
halda fyrilestur um teir báð-
ar seinastu túrarnar.
Tað er Norðurlandahúsið
Tim Severin skal
alda fyrilestur
Kendi bretski kanningarfararin, Tim Severin, kemur til
Føroya um vikuskifti. Hann skal halda fyrilestur um
seinastu kanningarferðirnar, millum annað The Spice
Island Voyage og China Voyage
sum hevur fingið túrin í lag
við góðum stuðli frá Ame-
rada Hess.
Peter Turtschaninoff,
stjóri í Norðurlandahúsi-
num sigur, at hann er ikki
sørt stoltur av hesi forkunn-
ugu vitjan
— Tim Severin er ein av
teimum síðstu ekspeditións-
leiðarunum sum eru eftir, og
hann er sera høgt í metum í
útlandinum.
— Eitt nú er hann limur í
bretska felagsskapinum,
Royal Geographic Society,
og tað sigur ikki so lítið. Tað
er nevniliga so sera torført
at gerast limur har
Peter Turtschaninoff
heldur fyri, at tað eisini hev-
ur tydning fyri skipasøguna,
at Severin ger tílíkar ferðir.
— Skipini verða gjørd til
endamålid, so sigast kann,
at tað er eitt slag av »Naval
history< hann ger.
Gjert nógvar ferðir
Tim Severin hevur verið
sera virkin á hesum øki.
Hann er útbúgvin
søgufrødingur við skipum
sum sergrein, men sum
Tróndur Patursson tekur til:
- Severin heldur ikki, at
hann kann sita á landi og
granska skip. Hann vil
heldur liggja í einum sovi-
posa og merkja, hvussu tað
uppførir seg
Fyrsti tårurin Tim Sev-
erin gjørdi var eftir leiðini
hjá Marco Polo.
Eisini hevur hann gjørt
ein túr oman eftir Missisippi
ánni í Ameriku, og tá gjørdi
hann ikki mætari, enn at
hann tók ommu sína við.
Omman var tá 84 ára
gomul - sig so tað.
Tað er sjálvsagt dýrt at
gera tílíkar ferðir, men higa-
rtil hevur verið møguligt at
útvegað fígging.
Hinvegin tykist tað trupl-
ari hesaferð. Túrurin til Fjar
eystur at stinga hval er eitt
sindur viðkvamur, og tað
kann verða orsøkin til, at tað
ikki er so lætt at fáa fígging
til henda túrin.
Tróndur Patursson heldur,
at henda ferðin fyri hann
óivað verður tann besta
ferðin.
— Eg havi altíð havt so
øgiliga stóran áhuga fyri
havinum og fingið inspira-
tion haðani.
Tey sum hava sæð fram-
sýning hansara við glasmál-
ningum geva honum uttan
iva rætt í tí.
Tim Severin kemur ikki
einsamallur til Føroya.
Vid sær hevur hann tveir
mans, Leonard Sheil og Joe
Beynon, sum bådir eru lista-
menn. Teir hava eisini verið
við á fleiri kanningarferð-
um
Við sær til Føroya hava
teir eina framsýning við
myndum og málningum
sum gjørdar eru á túrinum
The Spice Ísland Voyage.
Stuðul frá
Amerada Hess
Norðurlandahúsið hevur
sum nevnt fingið stuðul til
tiltakið frá Amerada Hess.
Jóhan Mortensen, um-
boðsmaður sigur, at tað hev-
ur stóran týdning at kenna
sín uppruna.
— Samfelagið fer at broyt-
ast so øgiligt, tá oljan kem-
ur, og tí halda vit tað rætt at
stuðla tílíkum tiltókum sum
greiðir okkum frá okkara
uppruna. Tað ger hann við
sínum ferðum.
Fyrilesturin verður í
Norðurlandahúsinum leyg-
ardagin.
Vit mugu
Framhald av síðu 4
bjargisleið, verður tað sam
bandsflokkurin, sum noyð-
ist at seta tað fram tí sjálv
stýrisflokkarnir eru so í
samdir, at teir unna ikki
hverjum ødrum heidurin av
nøkrum tiltøkum å sjålv
stýrisborði g tí fer onk
at henda
Annars I tar hema-
stýrislógin sjálv. at nevnd
verður sett at greiða ivamål
so tað er ongin orsøk at
br lógina, um ósemja
»g eitthvert
Stungið okkum í bak-
ið ferð eftir ferð.
Jóannes Eidesgaard víst
ði, at
Jákup
Joensen og se
p
2
tukkur var ersin
broytingar
Hann vísti
á, at tað landið
t hava nú, er ikki tað sam
fekk hermastyr !yri
SO árum
Uu
Tá var
síðan
Danmark ein
sjålvstødugt land. Tað er tað
ikki longur. Nú er tað ein
rættiliga neyvt samanskip-
aður partur av ES
- Og em partur av ti
stjórnarvaldi, sum Danmark
tá hevði, er ti í Brussel nú
Jóannes Eidesgaard víst
á, at vit hava óteljandi dómi
um, at Danmark er komið í
sjålvir…
tvistødu, táið tað hevur
skula vart áhugamálini hjá
Føroyum og Grønlandi, ti
tey hava gingið ímóti áhug-
amálunum hjá ES - og tey
hava havt stórri tydning fyri
danska statin
Hvussu ofta hevur
danska stjórnin t.d. ikki
stungið føroyingar og grøn-
lendingar í bakið í hvala-
veidimålum, tí teir tá hava
tikið lógvatak við teir stóru
í Brússel, heldur enn við
ríkinum
Formaður Javnaðar-
floksins vísti eisini á at før
yyska samfelagið
broytt, og ment,
fingu heimastýrið
Tað eru somuleiðis
fleiri målsøk: frammi í dag
sum slett ikki vóru til í 1948
g sum skulu takast við í
eini nýggjari uppgerð við
Danmark
Vit hava nógv dómi um,
at karmarnir í heimastyris
lógini eru sprongdir, til
frama fyri Føroyar. T.d. føra
vit sjålvi fiskivinnusamråd
ingar við onnur lond, hóast
hetta er felagsmál og hoyra
heima undir uttanríkisráð
num
Í eini 12—15 ár hevur
javnaðarflokkurin arbeitt
fyri at broytt hesi viðurskift-
i. Men tað er ongin loyna,
er nógv
síðani vit
at serliga bankakreppan og
búskaparkreppan hevur ført
við sær, at vit halda, at nú
er tíðin komin at broyta við-
urskiftini ímillum Føroyar
og Danmark.
— Vit vita nú, at danska
stjórnin hevur sett heima-
stýrislógina úr gildi. Teir
hava m.a. lagt seg út í før-
oysk sermál og kravt broyt-
ingar á eitt nú í skattmálum
og í fiskivinnumålum
— Somueliðis vita vit eis-
ini nú, at lógfreðiliga kann
fólkatingið broyta heima-
stýrislógina um tað vil
Og tað seinasta er, at
tann politiska-búskaparliga
nevndin hjá fólkatinginum
hevur sett spurnartekin við
avtaluna um undirgrundina,
og um ráevni í undirgrund-
ini eru føroysk ogn ella ikki.
- Ti er tað avgjørt ncyd-
ugt at broyta vidurskiftini
ímillum Føroyar og Danir
og fáa greiði á teimum
- Og eg haldi, at tað er
neyðugt at vit sjålvi taka
stig til tað, áðrenn danir
krevja tað av okkum
- Tí hava vit einaferð enn
lagt málið um stjórnmála-
nevndina fyri tingið, segði
Jóannes Eidesgaard
At siga, at ongar broyt
ingar eru neyðugar, er at
stinga høvdid í sandin. At
krevja loysing er tað eisini
Tí báði Sambandsflokk-
urin og Tj6dveldisfløkkurin
vita, at teirra stivrenda støda
hevur ongan møguleika at
vinna politiskan frama. Ti
eru teir bådir flokkarnir
besta trygdin fyri, at yvir-
hevur onki hendur, segði
formaður Javnaðarfloksins
Hann segði, at tað var
púra misskilt, at at siga, at
Javnaðarflokkkurin vildi
gera upp við ríkisfelags-
skapin
— Men vit vilja gera upp
við heimastýrislógina
— Og tað er púra misskilt
at halda, at okkara uppskot
um sjálvstýrislóg fer at koll-
velta samfelagið. Tí tað er
ikki politiskur meiriluti fyri
— Tað er ov lætt sloppið
av Ola Breckmann at siga,
at vit skulu hava eina figg)-
arlóg, sum javnvigar við 2
milliardum. — samstundis
sum hevur sitid í eini sam-
gongu, sum hevur økt fíggj-
arlæogina, so at hon nú er
farin upp um 3 millirdir. Og
hon verður ikki lækkað eina
milliard, uttan at tað svíður
í hvørjum króki í landinum.
— Tað er eisini ov lætt av
Tjóðveldisflokkinum at sig-
a, at blokkurin skal skerast
burtur og so skal fíggjar-
lógin lagast eftir tí. Tað fer
eisini at merkjast í hvgrjum
króki.
— Tað, vit mæla til, er fara
undir eina menning, har vit
so líðandi átaka okkum
stórri skyldur, so hvørt vit
eru før fyri ti, men uttan at
offra vælferðina hjá vanliga
føroyinginum
— Tad er einasta gongda
leidin, at vit åtaka okkum
skyldur, so hvørt vit orka,
og at vit fåa vent og styrkt
buskapin so at vit eisini
verða búskaparliga frælsir.
- Men búskaparliga
frælsið er avgjørt fortreytin
fyri poliuskum frælsi
Bara ein vegur
Formaður Tjóðveldisfloks-
ins á tingi, Heini O, Heine-
sen segði, at avleiðingin av
heimastýrislógini er, at Før-
oyar fóru á húsagang.
— Tað eru ikki danir sum
hava skyldina av hesum, tað
hava vit okkara skyld í.
— Tað, sum er hent er „at
nú er danskur politikkur
førdur inn á Føroyar. Før-
oyar eru blivnar ein kasti-
bløka í donskum politikki.
— Eg eri púra sannførdur
um, at tað verða ongar
broytingar í ríkisfelagsskap-
inum so leingi vit liva undir
donsku grundlógir:
— Føroyar eru ein danskur
ognarlutur og vit vita øll, at
yvirvaldsrætturin yvir und-
irgrundini er í Danmark.
— Nógvir føroyingar fela
ríkisfelagsskapin sum eitt
fíggjarligt trygdarnet undir
Føroyum.
- Men vit vita, at i 1992
var hetta trygdarnetid tikið
undan okkum.
Nú eru tað vit, sum skulu
betala, men danir, sum skul-
u valda.
Heini O. Heinesen segði,
at tað kann prógvast, at dan-
ir hava vunnið nógvar peng-
ar uppá ríkisfelagsskapin
við Føroyar.
— Tað kemst av, at vit inn-
flyta at kalla allar okkara
verur úr Danmark og tað
kastar so nógv arbeiðið av
sær Niðri, at tað meir enn
uppvigar ríkisstuðulin til
Føroyar.
Hann helt, at hetta visti,
at vit hava nógv at tosa við
danir um
— Tað er allastaðni so, at
lond, sum hava hjálond,
hava skyuldu at hjálpa teim-
um at gerast sjálvbjargin
— Tí er neyðugt at taka
loysing fyrst og so at sam-
ráðast við danir.
Hann helt, at uppskotið
um at seta stjórnmálanevnd
var var ein smartur máti at
beina fyri øllum stigum á
sjálvstýrisleið tey næstu,
nógvu árini.
— Tí samtykkir løgtingið
hetta, verður tað kravið frá
javnaðarflokkinum í møgu-
ligum, -komandi samgongu-
samráðingum at flokkarnir,
teir samráðast við, halda seg
til løgtinsins samtykt.
— Tvs, at verður hetta
samtykt, hevur miðjan i før-
oyskum politikki niður-
bundið allan føroyskan
sjålvstyrispolitikk í ævigar
tíðir, segði formaður Tjóð-
veldisfloksins.